Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Edith – vit hava vant síðan seinast í august, og tað hevur verið næstan hvønn dag. So tað er onki yvir at dylja, at frítíðin ikki hevur verið tann nógva seinastu mánaðirnir. Og tá ið vit byrjaðu at nærkast frumframførsluni, máttu vit eisini venja í vikuskiftinum. Og nú í tí allarseinastu tíðini uppundir sýningarnar, hava vit vant hvønn dag. Hetta frá morgni til myrkurs. Og hvussu taka lærararnir móti allari venjingini? Dánjal – ja, hatta mást tú helst spyrja Edith um, tí, sum sagt, gangi eg ikki í skúla í løtuni. Eg búgvi saman við míni familju í Danmark, og eg havi ætlanir um at fara niður aftur, tá ið leikurin er yvirstaðin. Edith – Samanumtikið haldi eg, at lærararnir stuðla okkum óført. Onkuntíð hava teir hug at físa, um vit hava vant seint kvøldið fyri, og tískil ikki eru so væl fyrireikað í skúlanum dagin eftir. Men hetta er eitt samtak, sum skúlin sjálvur stendur fyri, og tískil fáa vit nógvan stuðul haðani. Tó haldi eg ikki, at tað gongur so nógv út yvir undir- vísingina, tí tað ber til at fáa bæði tingini at ganga upp. Tað er eitt val tú sjálv ger. Kunnu tit siga okkurt um tykkara leiklutir – kenna tit tykkum sjálvi aftur í teimum? Dánjal – Eg spæli Bartal Mohr í leikinum. Hann er ein harður drongur við sera nógvum sjálvsá- litið. Hann er sera stinnur í dansi. Men har haltar við tí bókliga. Og hann stríðist fyri at røkja hesar báðar síður av skúlanum. Hann er orðblindur, og má tískil arbeiða serliga hart við tí bókliga. Ofta hevur hann trupulleikar við at passa inn í teir heldur stirvni karmarnar í skúlanum. Eitt nú ganga lærararnir í skúlanum høgt uppí, at næmin- garnir skulu duga at dansa klassiska ballett. Men Bartal tímir betur at skapa sín egna nútímans dans. Vit kunnu siga, at Bartal Mohr er ein, ið svimur ímóti streyminum. Míni foreldur søgdu aftaná tey høv- du sæð leikin, at tey kendu okkurt aftur í mínum leikluti. Tey halda, at eg, eins og Bartal, ofta havi hug at trætast við lærarar og tílíkt. Men eg veit ikki um tað er so. Edith – Eg spæli leiklutin hjá Carmen Diaz. Hon er øðiliga ágrýtin og sjálvsikkur. Hon veit, at hon er dugnalig. Men hennara trupulleiki er, at hon ikki metir, seg hava tørv á skúlanum og undirvísingini. Hon vil allarhelst leypa tann partin um, og leypa beinleiðis í stjørnudrey- marnar. Og endin er, at hon rýmir úr skúlanum og fer til New York. Meir vil eg ikki avdúka. Eg haldi, at bæði leiklutirnir hjá mær og Dánjali dáma væl at syngja, dansa og spæla sjónleik. Og hetta er nakað, sum vit kenna aftur í okkum sjálvum. Hvussu er tað at skula ímynda sær, at leikurin gongur fyri seg í 80´unum? Edith - Tað hava vit ikki merkt so nógv til. Tað er ikki fyrr vit sóu búnarnar, at tað ordiliga gekk upp fyri okkum, at vit skulu ímynda okkum, at vit ferðast miðskeiðis í 80´unum. Og tað er næstan bara búnarnir sum vísa, at hetta fyrigongur í 80´unum. Sjálv søgan er so mikið breið og vanlig, at hon kundi fari fram í einhvørjum tíðarskeið. Søgan hevur eitthvørt universelt yvir sær, at hon eisini kann fyriganga allastaðni. Um tað er í Føroyum, Amerika ella Kina – tað er líka mikið. Fríggjakvøldið hevði leikurin frum­fram­ førslu – hvussu høvdu tit áðrenn og aftaná? Dánjal – Eg hevði nervar í vikuni uppundir frumframførsluna. Tá hugsaði eg bara um at gera mítt ítasta, soleiðis at alt skuldi ganga væl. Og tað heila var fantastiskt. Alt riggaði ordiliga væl, og hýrurin var framúr góður. Men nú er alt eitt sindur meiri róligt. Tað var sera stuttligt tá, men tað er ikki líka stuttligt nú. Eg fái ikki eitt líka stórt “kick”, tá ið teppið verður drigið frá nú, sum eg fekk til frumframførs- luna. Edith – eg var rættiliga nervøs áðrenn frumframførsluna. Men tað vóru positivir nervar sum gera, at ein kann geva eitt sindur eyka. Kvøldið fyri frumframførsluna høvdu vit undanfrumframførslu, og tá sótu næmingar og vinir í salinum. Og vit vistu, at teimum fóru at dáma leikin. Tískil var eg meiri bangin fyri frumframførsluni, tí tá veit man, at har sita stuðlar, blaðfólk og onnur í salinum. Tað var tá, at vit veruliga fingu at vita, hvussu hetta fór at spæla av. Men aftaná var tað heila bara heilt fantastiskt. Alt gekk sum tað skuldi ganga, og fólk vóru sera glað fyri leikin. Dánjal – ja, vit hoyrdu eisini frá fólkið sum hava sæð Fame í London. Og hesi mettu, at okkara framførsla var nógv betur. Tá gjør- dist eg ordiliga glaður. Hvat fáa tit burturúr við at luttaka í einum so stórum leiki? Edith – vit arbeiða dagliga við topp-professionellum fólki. Og tað er ógviliga læruríkt. Og tað er ongin loyna, at vit øll hava ment okkum ótrúliga nógv innan sjónleik, dans og sang. Tú merkir, at tú veruliga fært nakað burturúr. Dánjal – ja, eg havi fingið heilt nógv burturúr. Eitt nú havi eg fingið nógvan íblástur frá Jákupi Weihe. Hann er serstakliga dugnaligur leikstjóri, má eg siga. Hann dugir sera væl at vísa á alternativar møguleikar at framføra sín leiklut. Hetta ger, at man sjálvur blívur nógv meir motiveraðir. Edith – ja, fólkið rundan um leikin eru sera dugnalig. Tey kunnu verða strong til tíðir, men tað er alt á ein positivan hátt. Kann Fame nýtast sum ein lopfjøl fyri tykkum? Edith – avgjørt. Vit fáa innlit í hvussu tann listarligi heimurin er skrúvaður saman, og hetta ger, at ein brennur uppaftur meir fyri listini. Tað er eisini stuttligt, at fólk steðga tær í SMS, tí tey hava sæð leikin, ella hava sæð teg í bløðunum. Dánjal – jú, vit fáa royndir av hesum, og royndir koma altíð væl við. Eg havi altíð droymt um at gerast tónleikari, og hesum strembi eg enn eftir. Eg spældi einaferð klaver í sjónvarpinum, tá eg var lítil. Nú vóni eg, at fólk fara at gloyma tað, og minnast á mína framførslu í Fame í staðin, sigur Dánjal við einum smíli. Edith – eg vóni at eg onkuntíð aftur sleppi at royna meg í einum sangleiki. Skeyk, Godspell, Jósef og hitt ótrúliga litfagra dreymakotið vóru allir sera væleydnaðir leikir. Og alt bendir á, at Fame-leikurin verður eins væleydnaður. Eg vóni at Studentaskúlin heldur áfram við at seta leikir upp, tí hetta er nakað sum øll kunnu gleðast um, sigur Edith at enda. Dánjal Guðjónson er Bartal Mohr í leikinum Edith Dahl Jakobsen er Carmen Diaz í Fame