Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Á tveimum hæddum í ein­ um stórum húsum mitt á Amager liggur Dansestudio Fredie Pedersen. Har starv­ ast øll Fredie Pedersen familjan pápin, mamman og børnini Sonny og Gigi. Vit hava avtalað at hittast í Dansestudionum. Sonny og Gigi koma í næstum til Føroyar at spæla í Cippo og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði undir navninum Brother & Sister. Brother & Sister er poppbólkurin, ið tey bæði gávuríku systkini stovnaðu í 2002. Undir hesum navninum hava tey givið tvær fløgur út, Brother + Sister í 2002 og Sonny vs. Gigi í 2005. Síðan seinastu útgávuna hava tey ferðast nógv kring Danmark og aðrastaðni og nú gongur leiðin til Føroyar. Gjøgnum eina glashurð ber Gigi eyga við okkum og veit beinanvegin hvørjir vit eru. Hon vinkar okkum innar í stóra jólapyntaða dansisalin. Tað var ivaleyst lætt at síggja, at eg og myndamaðurin Símun ikki eru komandi dansikundar hjá Dansestudio Fredie Pedersen. Tey eru bæði fryntlig og hóast unga aldurin, Sonny er 19, Gigi er 23, tykjast tey von við at gera samrøður við miðlar. Vitja í nakrar dagar – Vit gleða okkum nógv til at sleppa til Føroyar. Vit hava ongantíð verið har áður, so tað er øgiliga spennandi, sigur Gigi og heldur fram: – Eg havi hitt sera nógvar føroyingar gjøgnum tíð­ir­ nar, so tað er stuttligt endi­ liga at sleppa at uppliva landið. Vit hava av somu orsøk valt at verða verandi í Føroyum nakrar dagar, soleiðis at vit eisini hava tíð til at hyggja okkum um. Ofta, tá vit hava spælt, fara vit víðari somu nátt ella morgunin eftir. Men vit vilja fegin uppliva Føroyar. Sonny leggur afturat: – Tann sum fyrireikar konsertirnar (Rúni Djurhuus) hevur lovað, at hann fer ein túr við báti við okkum, og tað gleða vit okkum til. Vóna Brandur kemur Tá Brandur Enni fyri nøkr­ um árum síðan royndi seg á danska marknaðinum, sam­ starvaði hann við Gigi og Sonny. – Vit kenna Brandur (Enni), hann er poppsangari, sigur Sonny og greiður frá, at tey arbeiddu við koreografiini hjá Brandi, tá hansara fløga varð send út í Danmark. – Eg vóni, at hann kemur á konsertina við okkum. Tí vit vilja gjara hitta hann aftur, sigur Sonny. Gigi heldur, at tað man hann ivaleyst koma. Tað er týði­ ligt, at dámligi ungi suður­ oyingurin hevur gjørt inn­ trykk á systkini, ið eins og Brandur hava upplivað tað at gerast kendur í ungum aldri. Sangur og dansur Á konsertunum í Føroyum vera tey bæði Sonny og Gigi einsamøll á palli. Tón­ leikurin er forritaður, og tey syngja afturvið honum. Men tey lovað, at hetta ikki verður keðiligt. Sonny sigur: – Vit passa okkara show eftir staðnum og um­­støð­ unum, ið vit spæla undir. Sjálvandi er stórur munur á pallframførslu og øðrum á einum festivali og á einum diskoteki, plássið er stutt sagt eitt heilt ananð. Men veruleikin er tann, at vit eru fødd til at undirhalda og klára als ikki at lata vera. Tað ber slettis ikki til hjá okkum at standa still á pallinum. Vit dansa og røra okkum. Av og á leggja vit eisini mikro­fon­ ina og bara dansa. Tilsamans hava Sonny og Gigi vunnið 28 donsk meist­ araheiti í ítróttardansi og fleiri heimsmeistaraheiti, tey hava dansað, síðan tey dugdu at ganga, og tá tey ikki eru úti og spæla ella kappast kring heim sum professionellir dansarar, so taka tey sær av dansi­frá­ læru í Dansestudionum. So talan verður um dans í heimsflokki hesi kvøldini í Cippo og Mentanar­húsi­ num. Framføra av nýggjastu fløguni Tónleikurin, ið tey framføra í Føroyum, verður løg av nýggjastu fløguni. Hon er framleidd saman við heims­ kenda danska fram­leiðslu­ parinum Cutfather & Joe. Hesir báðir heimskendu ljóðframleiðararnir hava arbeitt saman við nøvnum sum Ace of Bace, Santana, Blue, Westlife, Kylie, Peter Andre, Jamelia, Brandy, Christina Millian og Christ­ ina Aquilera. og arbeiða sjáldan saman við donskum listafólkum, men valdu hóast hetta at arbeiða við Sonny og Gigi. Gigi greiðir frá: – Vit eru faktiskt ordiliga errin av, at teir tímdu at arbeiða við okkum. Bara tað er eitt herðaklapp til okkara. Tað var super feitt at arb­ eiða við teimum, vit kendu okkum alla tíðina í tryggum honum. Men vit vóru somu­ leiðis tikin á bóli av, hvussu nógvan avgerðarrætt vit høvdu í framleiðsluni – Teir lurtaðu nógv eftir okkum, og tað høvdu vit ikki vænt­ að av einum so kendum framleiðslu parið sum teimum. Vitjaðu fjareystur Fyrra fløgan hjá bólkinum varð fyri nøkrum árum síðan útgivin í fjareystri, og í hesum sambandi spældu tey konsertir í Singapore. Hetta gjørdist ein heilt serlig uppliving. Sonny greiðir frá: – Tað var ein ótrúliga stór uppliving. Tá vit lendu á flog­vøllinum vóru fjepparar og tóku ímóti okkum, tað hava vit ikki uppliva aðra­ staðni, so tað var nokkso serligt. Gigi leggur afturat: – Ja, mentanin har yviri er ein heilt onnur, og vit vórðu ótrúliga væl móttikin. Nógv­ ur áhugi var fyri okk­um, og vit gjørdu nógvar samrøður bæði við útvarp og sjónvarp og aðrar miðlar. Tey vænta, at eisini nýggja fløgan verður send út í fjareystri, men enn er hetta ikki komið endaliga í lag. Gigo sigur: – Tað hevur ikki so nógvan týdning fyri okkum hvar vit spæla. Tað sum vit brenna fyri, og sum vit eru fødd til er at undirhalda. Hetta er tað sum vit elska. Tí verða allar konsertir og dansiframførslur tiknar við líka stórum álvara, um tær eru í Singapore, Danmark ella Føroyum greiða tey frá. Har fólk ynskir at síggja tey, har fara tey. Samrøða Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sonny og Gigi Fredie Pedersen lova, at tað ikki verður keðiligt, tá tey bæði fara á pall í Cippo og Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyrsta vikuskiftið í advent. Okkum tørvar ikki dansarar, tí vit kunnu saktans klára tann partin sjálv, siga 24 faldu Danmarks meistararnir í dansi. Vit eru fødd til Á nýggjastu fløguni Brother vs. Sister er temaði á fløguhúsanum Wrestling