Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nógv jørn í eldinum Vit takka fyri okkum. Meðan tey bæði systkini fylgja okkum út til dyrnar, greiða tey frá, at tey hava hvør sín dansitíma við onkrum næmingum um eitt korter. Áhugin fyri dansi er alsamt vaksandi í Danmark, serliga pardansi, og hetta gevur systkjunum nógv arbeiði. – Vit hava ofta eini 20-25 pør her um kvøldið. Her er ofta talan um ung pør, sum í sambandi við stóra áhug­ an fyri Vild Med Dans hava funnið gleðina í at dansa saman við onkrum. Tað haldi eg vera øgiliga gleði­ ligt, sigur Gigi. Ið tó við­ gongur, at hetta er enn eitt av nógvum jørnunum, ið systkini hava í eldinum. Sonny og Gigi vóru sera fryntlig, tá vit vitjaðu tey í dansistudionum hjá familjuni mitt á Amager mynd: Símun Jóannesarson l at undirhalda