Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Tá jólatræið verður tendrað við Rockefeller Center 29. november verður stjørnan ovast á trænum ikki tann bjartasta. New York hevur fingið Christina Aguilera, Enya, Sarah McLachlan, Sting, Martina McBride, John Legend, Bette Midler, Lionel Richie og vinnarin av American Idol Taylor Hicks at syngja jólasálmar og aðrar jólasangir í sambandi við at træið verður tendr­að, hetta skrivar tv2.dk. Fyri at restin av Amerika eisini kann fylgja við í hesi hugnaligu og jólaligu hending verður øll løtan send beinleiðis í sjónvarpinum. Christina Aguilera er í løtuni á konsertferð í Evropa, men flýgur heim til USA fyri at luttaka. nud Justin troystar Britney Røðin av sakarmálum móti 20th Century Fox í sam­ bandi við filmin um Borat stend­­ur í vøkstri. Sein­asti luttakarin, ið ikki er nøgd við at verða víst í filmi­num um Borat, er sambært dr.dk Cindy Streit, ið rekur eitt felag í Alabama, sum lærir fólk fólkaskikk. Í filminum gevur Borat m.a. Cindy ein posa við av­­førningi. Hon sigur, at hon fekk at vita, at talan var um ein dokumentarfilm, ið einans skuldi vísast í Hvítaruss­ landi og ikki um ein heimsumfatandi skemti­film. Sambært 20th Century Fox so er hetta tvætl, tals­ maður hjá filmsfelagnum Gregg Brilliant sigur, at filmsfelagið gjørdi ein veruliga avtalu við Streit og hon fekk somuleiðis gjald fyri hesa avtalu. Men 59 ára gamla Cindy umhugsar nú eitt rættarmál, skrivar dr.dk. U2 vann ein hatt og nakrar oyraringar U2 vann í síðstu viku rættarmálið móti sínum fyrrverandi stylisti Lola Cashman, og hon noyðist nú at geva Bono sín Stetson hatt, eitt par av kreolara oyraringum úr málmi, eina grøna blusu og eitt par av svørtum buksum. Hetta eru alt kløði, ið U2 hevur brúkt, og sum Lola tók frá bólkinum, tá hon arbeiddi saman við teimum í 1987. Í 2002 setti hon tingini á uppboðssølu á heims­ kendu uppboðssøluni Christies. Tá bólkurin hoyrdi hetta, fekk hon boð frá teimum, um ikki at selja lutirnar. Hetta fann hon seg ikki í og fór tí í rættin við bólkinum, skrivar dr.dk. Lola vildi vera við, at hon hevði fingið lutirnar frá bólkinum, m.a. Stetson hattin, ið Bono er í á Rattle and Hum húsanum. Men nú hevur rætturin avgjørt, at tað hevur hon ikki, tí noyðist hon at lata U2 lutirnar aftur. nud Britney Spears hevur ringt til gamla vinmannin og fyrrverandi sjeikin Justin Timberlake, nú hon roynir at koma yvir kollsiglda hjúnarlagið við Kevin Feder­ line. Sambært tv2.dk hevur Britney fleiri ferðir ringt grátandi til Justin, eisini áðrenn hon søkti um at verða skild. Heima­síðan metir tað vera sannlíkt, at sangurin »What Goes Around...Comes Around« á nýggju fløguni hjá Justin Timberlake er bygdur á hesar samrøður. Teksturin er m.a.: You spend your nights alone And he never comes home And every time you call him All you get is a busy tone I heard you found out That he's doing to you What you did to me. nud Flott sær tað út, tá jólatræið við Rockefeller Center er tendrað Christina Aguilera fer allan vegin úr Evropa til USA at syngja jólasangir Draga Borat í rættin Borat hevur traðka á nógvar tær. Bono fær nú hattin aftur frá stylistinum, ið tók hattin frá honum í 1987. Justin Timberlake og Britney Spears vóru fremsta parið í showbiz fyri nøkrum árum síðan Jólastjørnur í New York