mikudagur 22. november 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
27
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Sýrialand hevur ábyrgdina. Sýriska stjórnin
roynir at myrða øll tey frælsu í Libanon
Saad Hariri
Stutt sagt
Bankamaður
skotin
Konstantin Mesjtjeriakov,
sum átti ein stóran part av
russiska bankanum Spet
setstroibank, varð skotin
uttan fyri hús síni í Moskva
í gjárkvøldið. Sambært
russiska ákæruvaldinum
er hann tann triði banka
maðurin, sum er myrdur í
Russlandi síðani í august.
Ein talsmaður fyri ákæru
valdið segði í gjárkvøldið,
at løgreglan hevur onga
ábending um, hvør myrdi
bankamannin, men at allir
møguleikar verða kann
aðir.
Sitið eitt ár
Í dag er eitt ár, síðani
Angela Merkel tók við sum
týskur samveldiskanslari.
Politiskir
eygleiðarar
í Týsklandi
siga,
at
hetta árið hevur Angela
Merkel vunnið sær viður
kenning uttan fyri týska
landamarkið,
meðan
umdømi hennara í sjálvum
Týsklandi hevur verið
versnandi. Í januar vísti
ein
meiningakanning,
at 85 prosent av týskar
unum vóru nøgdir við
avrik hennara í kanslara
embætinum, men í síðsta
mánað vóru tað bara 55
prosent, sum hildu tað
sama.
Samstundis
er
undirtøkan hjá teimum
báðum stjórnarflokkunum
minkað.
Altman
deyður
Amerikanski
filmleik
stjórin Robert Altman
doyði í gjár. Hann var
81 ára gamal. Robert Alt
man, sum millum annað
er kendur fyri røðina
”M.A.S.H.” og filmar
sum ”The Player” og
”Short Cuts”, varð fleiri
ferðir heiðraður fyri síni
avrik. Tað eydnaðist hon
um kortini ongantíð at
vinna Oscar-virðirlønina
sum besti leikstjóri, hóast
hann
var
innstillaður
fleiri ferðir. Tey 55 árini
Robert Altman var virkin,
leikstjórnaði hann 86
filmum, og hann skrivaði
eisini 37 handrit.
Fyrrverandi libanski
forsetin Amin
Gemayel ávarar lands
menn sínar ímóti
at hevna morðið á
sonin Pierre Gemayel,
men vandin fyri
vápnaðum saman
bresti er stórur
Tíðindini um, at tann 34
ára gamli Pierre Geamyel
var myrdur í útjaðaranum
av Beirut í gjár, fóru sum
eldur um heimin, og í
Libanon fekk morðið tey
flestu at minnast tað 15 ára
langa borgarakríggið, har
Gemayel-ættin hevði ein
týðandi leiklut.
Harafturat
kemur,
at
morðið hendir, júst sum
vandi er fyri samanbresti
millum teirra, sum eru
fyri øktum samstarvi við
grannan
Sýrialand,
og
tey, sum ikki vilja vita av
Sýrialandi.
Pierre Gemayel taldist
millum teirra, sum hava sett
seg upp ímóti allari sýriskari
ávirkan á libanskan politikk.
Í gjár bað pápi hansara,
fyrrverandi forsetin Amin
Gemayel, fólkið sissa seg.
- Vit vilja ikki hava hevnd,
segði hann.
Sýrialand
Fólk, sum sóu tilburðin
í útjaðaranum í Beirut,
greiddu frá, at ein bil
ur rendi á bilin, sum ídn
aðarmálaráðharrin var í,
so hann slapp ongan veg.
Um somu tíð leyp ein
vápnaður maður út á vegin
og skjeyt fleiri skot eftir
ráðharranum. Hann varð alt
fyri eitt fluttur á sjúkrahús,
men doyði eina løtu seinni.
Tíðindini um morðið
fóru sum eldur um allan
heimin, og allastaðni bleiv
morðið fordømt. Ein tann
fyrsti at fordøma tað var
formaðurin í antisýriska
bólkinum í libanska tjóðar
tinginum,
Saad
Hariri.
Hann er sonur fyrrverandi
forsætisráðharran
Rafiq
Hariri, sum varð myrdur
saman við umleið 20 øðrum
í februar í fjør.
Saad Hariri segði seg
ikki vera í iva um, at tað var
Sýrialand, sum hevði beint
fyri Pierre Geamyel.
- Stjórnin í Damaskus
roynir at myrða øll tey
frælsu í Libanon, segði Saad
Hariri í tjóðartinginum.
Sýriska stjórnin vísti
skuldsetingunum aftur við
at fordøma morðið sum ”eitt
andstyggiligt brotsverk”.
Gemayel-ættin
Gemayel-ættin hevur havt
stóra ávirkan á libanskan
politikk tey seinastu 70
árini og hevur verið virkin á
tí kristna høgravonginum.
Abbi Pierre Gemayel, sum
eisini æt Pierre, stovnaði
í 1939 flokkin Al-Kataib
ella Falangistarnar, og hann
gjørdist kendur sum tann
fremsti talsmaðurin fyri ein
um frælsum Libanon, sum
skuldi rúma øllum liban
um.
Seinni og serliga undir
borgarakrígnum, sum brast
á í 1975, broyttist Al-Kataib
til ein sera høgrasinnaðan
kristnan flokk, sum fekk sítt
egna herlið, og sum framdi
fleiri illgerðir eins og hinir
partarnir í borgarakrígnum.
Oddamaður fyri herlið
inum hjá Al-Kataib var
Bashir Gemayel, sum var
sonur Pierre Gemayel eldra.
Hann bleiv valdur til forseta
í august í 1982, meðan
Libanon var hersett av
Ísrael, men longu ein mánað
aftan á valið varð hann
myrdur í einari ógvusligari
bumbuspreinging. Aftan
á morðið bleiv tann eldri
bróðurin, Amin Gemayel,
valdur til forseta, og hann
sat við valdið til 1988.
Pierre Gemayel yngri,
sum varð myrdur í gjár,
var sonur Amin Gemayel
og bróðursonur tann myrda
Bashir. Ætlanin var, at
hann skuldi halda fram
við politikkinum hjá for
fedrunum fyri einum fræls
um Libanon.
Ávarar ímóti blóðhevnd
Morð og morðroyndir
Morðið á Pierre Geamyel í gjár var bara eitt í einari røð av politiskum morðum og
morðroyndum í Libanon. Bara tey bæði seinastu árini hava sjey slíkir tilburðir verið.
•
14. januar 2005: Rafik Hariri, forsætisráðharri, verður myrdur í einari
bumbuspreinging.
•
2. juni 2005: Antisýriski tíðindamaðurin Samir Kassir doyr í einari
bumbuspreinging.
•
21. juni 2005: Fyrrverandi formaðurin í kommunistaflokkinum, George Hawi,
verður myrdur.
•
12. juli 2005: Roynt verður at beina fyri varaforsætisráðharranum Elias Murr.
•
25. september 2005: Antisýriska sjónvarpskvinnan May Chidiae missir annan
armin og annað beinið av einari bumbu, sum onkur hevur lagt undir bil hennara.
•
12. desember 2005: Antisýriski blaðstjórin Gibran Tueni doyr av einari bilbumbu.
•
21. november 2006: Pierre Gemayel, ídnaðarmálaráðharri og týðandi kristin
politikari, verður skotin.
Pierre Gemayel
yngri, sum varð
myrdur í Beirut
í gjár