Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 226 - 22. november 2006 tíðindi Tað eru kanska ikki øll sum hugsa um, hvussu hentar bilverjurnar fram við føroysku vegunum eru. Tann dagin, tá fólk veruliga hava brúk fyri teimum, er gott - og trygt! - at vita, at tær eru væl gjørdar og væl festar í stabba og jørð Ferðslutrygd Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sundalagið: Teir 3800 bil­ arnir, sum hvønn einasta dag koyra millum Streymnes og Brúnna um Streymin, fara súsandi framvið trimum monn­um í orange-littum klæð­um. Frammanfyri teir stendur ein lastbilur við tí eyðkenda gula litinum hjá Landsverki. Hesir tríggir menninir eru til arbeiðis hjá stovninum. Staðið er bert fáar metrar inn frá landi, tá ein kemur koyrandi suðureftir brúnni um Streymin. Tann einstaki bilførarin varnast neyvan, hvat arbeiði hesir tríggir menninir gera. Men hetta er kortini eitt arbeiði, sum kann koma at verða teimum at gagni í framtíðini. Ein teirra stendur við eini sleggju í hondini, og slær niður móti einum stabba, meðan hinir báðir ídnir stuðla upp undir stabba og eina fýra metrar langa jarnplátu. Millum hesar tríggjar menninar er eiðismaðurin, Eyðbjørn Mørkøre, sum er liðformaður hjá Lands­ verki í norðara parti av Eysturoynni. - Vit byrjaðu at arbeiða her í gjár. Men sum tú sært, her er nógv eftir, sigur Eyðbjørn við Sosialin. Íalt skulu teir seta 230 slíkar plátur upp í hesum umfarinum. Dagføring Henda vakra hósdagin fyri skjótt tveimum vikum síðani vóru Eyðbjørn og makkarar hansara, Poul Juul og Ellindur í fer við at seta upp eina bilverju, beint við húsini sum Landsverk hevur við Streymin. Hetta er ein partur av eini størri ætlan um at dagføra tað meiri enn tveir kilomterar langa vega­strekk­ ið millum sjálva brúnna og Streymnes. Teir túsundtals bilførarar­ nir sum koyra eftir hesum vegastrekkinum dag og dagliga kunnu bara stað­ festa, at nógv ymisk arbeiði eru framd her ta seinastu tíðina. Í løtuni er støðan hon, at alt vegastrekkið er asfalter­ að við einum berilagi, teir kalla. Tann nýggja brúgvin um ánna Búðaráir er liðug, og nú verður so bilverjan sett upp. Sambært Landsverki er ætlanin at sjálvt slitlagið skal leggjast á vegin fyri – Nú eru bert 229 eftir Teir tríggir eiðismenninir - v.m. Poul Juul Festirstein, Eyðbjørn Mørkøre og Ellindur Kallsoy - eru á sama liði. Her eru teir í ferð við at gera bilverjuna á vegastrekkinum millum Brúnna um Streymin og Streymnes Mygind verður stjóri á Kanal5 Tann veruligi Robinson, Thomas Mygind, hevur seinu árini vunnið sær alt størri tign í danska sjónvarpsheiminum, og nú fær hann eisini ein av heilt stóru sessunum. Í tíðindaskrivi hevur Kanal5 nevnliga boðað frá, at Mygind nú verður settur sum kanalstjóri hjá rásini. Mygind hevur seinastu trý árini verið partur av kanal-leiðsluni, og millum annað hevur hann verið við til at skapt røðir sum Rødderne, Strandvejsvillaen, Danmarks Klogeste Barn og Kan du danse? Øktir sethúsaprísir Sparikassin skrivar á heimasíðu sínari, at prísurin á sethúsum í Føroyum framvegis er vaksandi. Í frágreiðingini verður sagt, at í 2006 eru sethúsaprísirnir í Tórshavn og størru plássunum kring landið hækkaðir við í meðal 33%. Aðra staðni hevur prísvøksturin verið 25% verður skrivað. Vøksturin hevur tó ikki ávirkað prístalið hjá Toll- og Skattstovuni fyri prístalsviðgerð av bygningum nevnivert. Hetta er síðani 4. ársfjórðing í fjør økt úr 15,6154 í 15,7788, svarandi til ein vøkstur á gott og væl eitt prosent.