mikudagur 22. november 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
41
tíðindi
ársskiftið.
Tað var júst hetta við
bilverjuni - og teirri harav
fylgjandi ferðslutrygdini
- sum teir tríggir tókust
við henda morgunin, ið
Sosialurin koyrdi framvið.
229 plátur aftrat
Tá bilverja verður sett
upp er avgjørt neyðugt
at her verður farið fram
nágreiniliga og við skyn
semi.
Teir
stóru
stabbarnir
verða fyrst settir niður, og
síðani verða tær fýra metrar
longu pláturnar í bilverjuni
festar í hvønn einstakan
stabba.
Í hvørji plátu er eitt hol,
og gjøgnum hetta verður
síðani ein stórur møttrikkur
festur, soleiðis at hetta kann
halda, um illa vildi til hjá
onkrum bilførara.
Líkt er til, at teir tríggir
- Eyðbjørn, Poul Juul og
Ellindur - hava roynt hetta
áður og tí vita teir, hvat
tað vil siga at arbeiða sum
eitt lið.
Tað sær einfalt út fyri tann
óroynda, men tað krevur
neyvleika og handamegi at
seta allar hesar pláturnar
upp. Ein løtu seinni er tann
fyrsta plátan fest á stabban,
og nú verður farið eftir tí
næstu, tí hon skal festast
útyvir.
Hetta var so tann fyrsta
í hesum umfarinum. Nú
eru bert 229 aðrar eftir,
inntil komið er á mál við
Streymnes!
- Tá hetta arbeiðið er
liðugt fara vit yvirum aftur
brúnna. Har er alt okkurt
arbeiði, sum bíðar eftir okk
um, sigur Eyðbjørn.
Vaska skelti
Eitt av teimum stóru arbeið
unum, sum hoyra undir
arbeiðsøkið hjá Eyðbjørn
og hansara monnum, er
Norðskálatunnilin.
Her er eisini framt eitt
stórt viðlíkahaldsarbeiði tey
seinastu mongu árini, fyri
líkasum at dagføra hann til
tað, sum verður kravt av
slíkum tunlum í dag.
Umframt
hetta
stóra
arbeiðið so hevur tunnilin
eisini tørv á regluligum
viðlíkahaldi. Og tað hoyrir
somuleiðis undir arbeiðs
økið hjá Eyðbjørn.
Millum hetta arbeiðið er
reglulig vasking av skelt
unum inni í tunlinum,
soleiðis at bilarnir altíð
kunnu síggja endurskinini
framvið vegginum klárt -
og reint!
- Tað dálkar heldur meiri
nú, tí tað er so stutt síðani at
tunnilin varð asfalteraður.
- So tað hevur verið nógv
vasking í seinastuni, slær
Eyðbjørn fast.
Hálka og salt
Nú veturin er komin eru tað
líkindini hjá teimum koyr
andi sum standa ovarlaga á
skránni.
Tá vit tosaðu við Eyð
bjørn aftur fyrrapartin í
morgun vóru teir framvegis
í arbeiðinum við bilverjuni
til Streymnesar.
Men fyri fáum døgum
síðani frættist kortini frá
kava. So nógvur kavi var
niðurkomin, at koyrandi
varð ikki av Eiði til Gjá
ar.
Heitt
varð
ístaðin
á bilførarar um at koyra
gjøgnum Funningsbotn og
Funning um teir ætlaðu sær
tann vegin.
Frammanundan seinasta
vikuskiftinum høvdu teir
ikki grivið nakrastaðni í
vetur, men bert saltað á
fleiri støðum.
Hetta arbeiðið var farið
fram á teimum støðum,
sum ofta verða nevnd, tá
koyrilíkindini verða lisin
í útvarpinum: Tunnilsveg
num við Norðskála, um
Eiðisskarð og á Gjáarveg
num.
- Her kann ein altíð rokna
við hálku. Ja, eg kann minn
ast at í fyrraári saltaðu vit
heilt fram til juni mánað,
sigur Eyðbjørn við einum
brosi.
Kavarudding og
viðlíkahald
At vera liðformaður hjá Landsverki merkir at hesin
hevur ábyrgd fyri ávísum arbeiðum fyri vegadeildina í
norðara parti av Eysturoynni.
Í starvi sínum sum liðformaður eru tað serliga
tvey høvuðsøkir og høvuðsarbeiðir sum Eyðbjørn og
hansara fólk er við í: Viðlíkahald um summarið og
kavarudding um veturin.
Men sum nevnt aðrastaðni á síðuni eru teir eisini
á øðrum støðum og arbeiða - í hesum føri beint
hinumegin brúnna um Streymin.
– Ja, vit hjálpa ofta í øðrum økjum, um brúk er fyri
tí. Beint nú eru vit í Streymoynni, og onkutíð eru vit
aðrastaðni í Eysturoynni og arbeiða.
– Og so plaga teir at hjálpa okkum, um tað er
neyðugt, sigur Eyðbjørn.
Tað krevur skynsemi og nærlagni tá slíkt skal
gerast. Her eru allir tríggir ídnir í ferð við at
festa ta einu av teimum íalt 230 plátunum
”
Vit byrjaðu at
arbeiða her í gjár.
Men sum tú sært,
her er nógv eftir!
Lægsti oljuprísurin í 17 ár
Lýggja veðrið í USA hevur av álvara givið úrslit í lægri
oljuprísum. Fyri stuttum varð annars spátt, at talan skuldi
gerast um ein metkaldan vetur, og hetta trýsti prísirnar
uppeftir. Ætlaða bunkringin av olju verður tó nú av
ongum, og tá OPEC enn ikki hevur víst tekin um at skerja
framleiðsluna, soleiðis sum tað annars hevur ljóðað, er
prísurin lækkaður nógv. Somikið nógv, at keypsskálin í
New York í gjár kundi boða frá, at talan var um lægsta
oljuprísin í samfull 17 ár.
Golf-pennar
Kanska er tað eitt gott gávuhugskot,
sum nú fæst á gadgets.dk. Snøgga
golf-taskan úr leðuri er einans 19
cm til hæddar, men í innihaldinum
finna millum annað tríggjar pennar,
sum allir hava skap av golf-jarni.
Eru fleiri við áhuga fyri ítróttini á
arbeiðsplássinum, kann talan í øllum
førum verða um góða mandulgávu.