Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-22, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. november 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 226 - 22. november 2006 bilar SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Fyri fimm árum síðan avloysti Fiat Stilo bæði Fiat Bravo og Brava. Men fyrst í 2007 verður Stilo aftur avloystur av einum heilt nýggjum Fiat Bravo Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í 2001 avloysti Fiat Stilo bæði Fiat Bravo og Brava. Tá avloysarin fyri Fiat Stilo kemur fyrst næsta ár, fær hann aftur navnið Bravo. Nýggi Bravo er ein heilt annar bilur enn Stilo. Hann líkist nógv Fiat Grande Punto, sum varð ein succes heilt frá byrjan. Bravo verður einans gjørd­ ur sum hatchback við fimm hurðum, og ikki við trimum hurðum ella stationcar. Sambært Fiat kunnu tey sum ynskja sær ein við trim­ um hurðum ístaðin keypa ein Fiat Grande Punto við trimum hurðum, og tey sum ynskja sær ein stationcar kunnu keypa Fiat Multipla. Nýggi Bravo er bæði longri og breiðari enn Stilo. Aksilfrástøðan er óbroytt. Tríggir 1.4 litur bensin­ motorar við ávikavist 90, 120 og 150 hk verða at velja ímillum, og tveir 1.9 litur diesel við ávikavist 120 og 150 hk. Eftir ætlan verður Fiat Bravo alment sýndur fram síðst í januar 2007, og sølan byrjar í vár. Stilo verður til Bravo Í sambandi við nýggja Bravo koma Fiat við einum nýggjum Fiat-logo Nýggi Fiat Bravo verður eftir ætlan alment sýndur fram síðst í januar 2007 Bravo verður einans gjørdur sum hatchback við fimm hurðum