mikudagur 22. november 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 22. november 2006
43
bilar
Ein alkotestari á stødd
við eina fartelefon
er sera hentur av
hava hjá sær, um ein
ynskjur at vera vísur í,
um tað er forsvarligt
at koyra bil eftir eitt
jólaborðhald e.l.
Alkotest
Myndir: Álvur Haraldsen
Vit hoyra javnan um at
politiið t.d. í vikuskiftinum
tekur ávirkaðar bilførarar,
sum koma at missa koyri
kortið í longri tíð. Hetta
burdi verið ein óneyðug
støða, sum kemur sera illa
við hjá mongum bilførar
um.
Við einum alkotestara
uppi á sær kann tann sum
hevur bilin við til t.d. jóla
borðhaldið kanna um tað er
trygt at koyra bilin heim.
Petur Martin Johansen
frá Billutum sigur, at ein
slíkur alkotestari, sum ikki
er størri enn ein telefon,
kostar kr. 595,-. Tað er
ikki nógv, í mun til tað at
missa koyrikortið og ikki
kunna koyra bil í longri
tíð og skula upp til nýggja
koyriroynd.
Frá 2008 fáa
hýruvognseigarar
í Kina og øðrum
asiatiskum londum
møguleika at ogna
sær tað best kenda
taxa-symbolið í
heiminum: Ein
svartan London Taxi
Bilar
Kinesararnir eru rættu
liga farnir at gera vart
við seg í bretska bilídn
aðinum. Nú hevur størsti
bilframleiðarin í Kina
”Geely Automobile Hold
ings Ltd.” keypt 23 prosent
av partabrøvunum í bretska
felagnum
”Manganese
Bronze Holdings Plc”,
sum eigur LTI Vehicles,
sum framleiða tann væl
kenda London taxi, sum
er eitt av symbolunum hjá
bretska høvuðsstaðnum.
Partabrævakeypið
í
”Manganese Bronze Hold
ings” er ein liður í eini
joint-venture avtalu til 53
milliónir pund, som eisini
hevur við sær bygging
av eini samliverksmiðju
í Shanghai, sum frá
á vári 2008 skal kunna
framleiða umleið 10.000
London Taxi av TX4
modellinum. Hetta er fýra
ferðir so nógv sum LTI
Vehicles Carbodies-fabrik
i Coventry framleiðir.
LTI, sum stendur fyri
”London Taxi Internatio
nal”, byrjaðu sína tilveru
í 1919 sum karrosserí
verksmiðjan
Carbodies
Ltd. í Coventry.
Fyrstu svørtu London
Taxi komu á marknaðin
í 1945. Í 1948 fóru Car
bodies í samstarv við
Austin-bilverksmiðjuna.
10 ár seinni kom fyrsti
London Taxi FX4 við
dieselmotori.
Í 1968 fekk London
Taxi ta útsjóndina, sum
fyri tey flestu er ímyndin
av tí klassiska og rúmliga
hýruvogninum.
Tað var fyrst eftir at
TX1-modellið
kom
á marknaðin í 1997, at
London taxi heilt skifti
útsjónd uttan tó at missa
sambandi við tann gamla
hvat designi viðvíkur.
TX1 er síðan vorðin til
dagsins modell TX4 við
2,5 litur dieselmotori.
Gjøgnum árini hava
aðrir bilframleiðarar roynt
at tikið kappingina upp
við góða gamla kenda
London Taxi, uttan at tað
hevur eydnast.
London Taxi
til Kina
Fa. Billutir:
Kanna promilluna
áðrenn tú koyrir
1. januar 2007 koma
nýggjar ferðslureglur í
gildi í Føroyum. Persónar
sum hava mist koyrikortið
vegna rúsdrekka- ella
promillukoyring skulu
til A/F-skeið (alkahol- og
ferðsluskeið) og hava staðið
eina eftiransandi koyriroynd
Koyrifrálæra
Verður koyrirætturin frádømdur ein
um persóni treytaleyst vegna rús
drekka- ella promillukoyring, skal
viðkomandi eftir 1. januar 2007,
taka koyrifrálæruna av nýggjum,
taka alkahol- og ferðsluskeið og hava
staðið eina eftiransandi koyriroynd,
áðrenn hann fær koyrikortið aftur.
Fyri rúsdrekkakoyring verður tann
revsaður, sum koyrir tá alkoholstyrkin
í blóðinum fer upp um 0,8 promillu.
Fyri promillukoyring verður tann revs
aður sum koyrir, tá alkoholstyrkin í
blóðinum fer upp um 0,5 promillu.
Ongum er loyvt at stýra ella royna
at stýra einum akfari, sum er so mikið
ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki
er førur fyri á tryggan hátt at koyra
akfarið. Viðkomandi kann verða
ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Kelda: www.koyrilararin.fo
Alkahol- og ferðsluskeið
Við at blása í alkotestaran
ber til at vera vísur í um tað
er trygt at koyra bilin
Miss ikki koyrikortið