Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. november 2006 3 tíðindi Stanley í Manhattan Hóskvøldið og leygarkvøldið leggur føroyska tónleikabarrin Manhattan pall til útisetatrubadurin Stanley Samuelsen. Stanley Samuelsen hevur á tveimum fløgum spælt á hjarta-streing-irnar hjá føroyingum. Hann er ein framúr góður undirhaldari, hetta hevur hann víst á nógvum konsertum, har hann syngur egin løg og tolkar vísur hjá øðrum meistarliga. Tað er serlig songrøddin hjá Stanley, ið er so sannførandi. Hon er sera egin, og sera góð. Hann fortelur søgur við sínum sangi, og tú kennir teg noyddan til at trúgva honum. Fyrra fløgan hjá Stanley Um eg kundi kvøðið, gjørdist fólka-ogn ser-liga orsakað av tittullagnum. Í fjør kom so onnur fløgan út, Sól og Regn. Eisini hon hevur vunnið nógv hjørtu í Føroyum. Johan leiðari Beint eftir ársskiftið letur Klaksvíkar kommuna upp snarskivu, sum mi. a. verður móttøka og skivan hjá býráðnum og umsiting, umframt at hon skal samskipa samskiftið millum kommununa og borgaran. Herfyri søkti kommunan eftir leiðara til snarskivuna, og á fundi í vikuni samtykti býráðið at seta Johan Lüzen í starvið. Johan, sum er 30 ára gamal, hevur lisið sociologi á RUC og skrivar í løtuni serritgerð og verður cand. comm. næsta ár. “Vitin” er heitið á jólakalendaranum hjá Sjónvarpi Føroya í ár. Við drama og spenningi fylgja vit einari familju, sum er strandað úti á einum vita allan jólamánaðin. Í spenningsrøðini royna bæði fólk og løgnar verur at spilla teimum jólini Børn og ung Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tey bæði Eir í Ólavsstovu og Páll Danielsen hava skip­að fyri og skrivað hand­ ritið til jólakalendaran, sum hevur fingið heit­ið Vitin. Harumframt hava eini 50 fólk hava verið við í arbeiðinum, líka frá leikarum, upp­tøku­fólki, pall­ smiðjum til ørinda­fólki. - Hetta er tann mest ambitiøsi jólakalendarin, vit enn hava gjørt. Og vón­ andi sæst tað eisini aftur í úrslitinum, søgdu tey bæði á tíðindafundi í sjónvarpinum í morgun. Tað góða og ónda Jólakalendarin í ár er øðrvísi enn undanfarin ár, tí hann er ein seks tímar drúgvur spenningsfilmur, ið verður sýndur í 24 pørtum - 15 minuttir hvønn dagin fram til jóla. So tað ræður um hjá børnunum at fylgja væl við. Sum altíð, í einum røtt­ um dramai, er tað stríðið millum tað góða og tað ónda, sum heldur søguni uppi, og soleiðis fara vit at uppliva bæði vandar, hótt­ anir, jagstran, skattajakt, lívsvanda, humor og yvir­ natúrligar kreftir. Familjan strandað Søgugongdin er í stuttum tann, at vit fylgja einari familju, foreldur og trý børn, sum eru strandað úti á einum vita, ið pápin hevur arvað. Mamman hevur sett sær fyri, at jólini í ár skulu vera sunn, men ongin hevði kortini roknað við, at veðrið fór at skikka sær so illa, at tey verða avskorin frá umheiminum, og harvið eisini møguleikanum at ferðast og at keypa mat. Vit fylgja eisini øðrum fólkum og løgnum verum, sum øll gera sítt til at órógva jólahugnan hjá familjuni. Jú, sjálvsagt búgva har vættrar: pápin Kógvin (Ják­ up Veyhe) og Børka (Anna Kristin Bæk ) og ein vættur, sum eitur Lachita (Heidi Elttør), og so ein sonur er eisini, Glotti (Herfinnur Árnafjall) Kravmikil uppgáva Í sambandi við upptøkurnar av jólakalendaranum í ár, siga tey bæði, Eir og Páll, at í ár hava tey brúkt óvanliga nógva tíð til jóla­ kalendaran. - Vit høvdu sett okkum fyri, at gera okkum stóran ómak, og tí hevur hetta kravt ómetaliga nógv av øll­ um, sum hava verið uppií, sigur Páll Danielsen. Hann vísir eitt nú á, at tað eina tíðarskeiðið búðu tey úti á vitanum í 14 dagar, og at tey fýra børnini, sum spæla við, fingu frí úr skúl­ anum líka frá 8. mai til 15. september. - Vit hava arbeitt við hand­ritinum í eini tvey ár, og tilsamans er tað 234 blaðsíður til longdar. Vit byrjaðu við fyrireikingunum í mars í ár, og hava arbeitt líka til nú, og enn er alt ikki klipt saman, sigur Eir í Ólavsstovu. Og hon greiðir frá, at tey fingu eitt avmarkað tíðarskeið at arbeiða í, umframt boð um bert at nýta eitt kamera. - Bjørg Mohr Andersen hevur sostatt borið 11 kilo á herðunum í 7 mánaðir, leggur hon afturat. Dugnalig børn Spurd, hvussu tey funnu børnini til leiklutirnar, siga tey, at tey høvdu ikki tíð til at gera upptøkuroyndir og líknandi. - Vit vistu um nøkur børn, sum kanska egnaðu seg til leiklutirnir, so teim­ um bjóðaðu vit at verða royndarfilmað, sigur Páll. Og Eir greiðir frá, at tey leitaðu eftir børnum við ávísum eginleikum og før­ leikum. - Trý teirra skuldu rigga sum ein systkinaflokkur, og so skuldu tey hóska til typurnar í søguni. Har­ umframt hevði tað sera stóran týdning, at tey dugdu væl at lesa, og at tey dugdu at seta seg inn í tað, sum tey lesa. Og eg má viðganga, at tey hava verið ómetaliga dugnalig og stuttlig at arbeiða saman við, sigur hon at enda, og hini, sum eru møtt upp til tíðindafundin í sjónvarpinum í morgun nikka samtykkjandi. Har kemur eisini ein fremm­ andur maður (Hjálmar Dam) Jólakalendarin er klárur Frá vinstru: Rannvá Arnadóttir spælir systirin Bjørt. Hon er ein irriterandi tannáringur, sum einki tímir. Men skjótt vísir tað seg, at hon er klók og dugir at rokna tingini út. Lítlibeiggin Gilli (Jónatan Petersen) er kanska tann stuttligasti, í hvussu er er hann tann forvitnasti. Rói Samuelsen spælir stóribeiggin, Fríði. Hann er skilagóður og hjálpsamur. Armgarð G. Mortensen spælir Appollonia Vitin er ein spenningsrøð í 24 pørtum. 24 dagar fyltir við spenningi, stuttleika og óhugna, tí einki er so, sum tað sær út til at vera, men tá tað sær svartast út, fáa børnini óvæntaða hjálp.