hósdagur 23. november 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 227 - 23. november 2006
tíðindi
Skipasmiðjan á
Skála er farin aftur
á gamlar gøtur, nú
teir byrja at smíða
skip aftur. Næsti
sáttmálin stendur
møguliga á trappuni.
Dánjal Andreasen,
leiðari, váttar, at teir
arbeiða við einum
nýggjum sáttmála, og
at vónirnar eru góðar
um at fáa uppgávuna
SKIPASMIÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í morgun varð boðið til
tíðindafund í kaffitovuni
í Skipasmiðjuni á Skála.
Hetta í samband við, at
teir byrjaðu at skera stálið
til nýggja hjálpar- & veit
ingarskipið hjá Thor, sum
skal smíðast á Skála.
Dánjal Andreasen er leið
ari á Skipasmiðjuni á Skála.
Sosialurin fekk orðið á hann
eftir móttøkuna í morgun.
Rørandi løta
- Nú eru vit komnir so langt.
Her er veruligt veitslulag.
Tú sært, at arbeiðsmenninir
eru í góðum hýri, sigur
Dánjal Andreasen.
- Eg havi starvast her í 4
ár. Summir hava verið her
nógv longri, og teir hava
eisini upplivað tað síðsta
skipasmíðið, sum var í
1988. Tað er heilt vist, at
hetta er ein rørandi løta
fyri teir, sum hava verið
á Skipasmiðjuni øll árini,
sigur Dánjal.
- Teir ungu eru eisini
sera spentir uppá hetta.
Tað er ein stórur dagur fyri
Skipasmiðjuna. Tú kanst
siga, at vit hava fingið eitt
eyka bein at standa á, sigur
Dánjal.
Nógvar fyrireikingar hava
verið gjørdar í samband við
skipasmíðið. Skipasmiðjan
hevur fingið eina veruliga
yvirháling.
- Vit hava endurnýggjað
útgerðina á Skipasmiðjuni.
Tað er nógv vatn runnið
í ánni síðani 1988, og
tí noyddust vit at keypa
nýggja útgerð. Vit hava
hava brúkt 6-7 milliónir
uppá at endurnýggjað Skipa
smiðjuna, sigur Dánjal.
Næsti sáttmálin
á trappuni?
Teir vóna, at hetta einans
verður byrjanin, og at skipa
bygging aftur verður ein
partur av gerandisdegnum
á Skála.
- Tá ið hetta skipið verður
liðugt 10. oktober næsta ár,
vóna vit at byrja uppá tað
næsta.
Spurdur, hvat hetta merk
ir meira ítøkiligt, svarar
Dánjal:
- Vit eru longu byrjaðir
at arbeiða uppá at fáa
fleiri uppgávur. Vit eru í
samráðingum um eitt nýtt
skip, og vit hava góðar vónir
um at fáa hetta arbeiðið. So
um alt gongur eftir vild,
kunnu vit byrja uppá næsta
skipið, tá ið hetta verður
liðugt, sigur hann.
Tríggir pólendingar eru
á Skála í skrivandi stund.
Mánadagin koma 25 aðrir
til landið, og tá kemur veru
ligt glið á arbeiðið.
Eitt nýtt bein at standa á
- Vit arbeiða við tí.
Eitt skip er als ikki
nóg mikið. Vit vóna
avgjørt, at vit hava
næstu uppgávuna
klára, tá ið hetta skipið
verður liðugt, sigur
Gunnar Mohr, stjóri,
um ein møguligan
nýggjan sáttmála um
skipasmíð. Hann vil tó
ikki siga nakað meira
ítøkiligt
SKIPASMÍÐ
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Gunnar Mohr, stjóri á
Skipasmiðjuni, er væl
nøgdur við dagin.
- Hetta er ein veitslu
dagur hjá Skipasmiðjuni.
Allir eru sera positivir.
Hetta er spennandi at
sleppa at smíða skip aftur,
sigur Gunnar.
- Hetta er ein av merki
døgunum
hjá
Skipa
smiðjuni, heldur Gunnar.
Gunnar váttar, at teir
arbeiða við at fáa nýggjan
sáttmála um at smíða
skip.
- Vit arbeiða við tí.
Eitt skip er als ikki nóg
mikið. Vit hava gjørt
eina stóra íløgu, og vit
skulu helst smíða fleiri
enn hetta eina skipið. Vit
hava eisini ein sáttmála
við póllendingarnar yvir
fýra ár, og vit vilja helst
nýta teirra førleika fult
út hetta tíðarskeiðið. Tí
er tað neyðugt at gera
fleiri sáttmálar, staðfestir
Gunnar.
Ikki steðg millum
skipini
Teir eru vónríkir um, at
næsta uppgávan er klár, tá
ið teir eru lidnir við hetta
skipið hjá P7F Thor.
- Vit vóna avgjørt, at
vit hava næstu uppgávuna
klára, tá ið hetta skipið
verður liðugt. Tað skal
helst ikki koma stígur í
arbeiðið, nú vit aftur eru
farnir í gongd við at smíða
skip, sigur Gunnar.
Hann sigur, at allar upp
gávur hava áhuga. Sostatt
nýtist tað ikki at vera fyri
eitt føroyskt felag, ið teir
smíða skip fyri.
- Allar uppgávur, sum
passa í stødd og førleika,
eru áhugaverdar fyri okk
um, sigur Gunnar Mohr
at enda.
Byrja uppá næsta skip
tá hetta er liðugt
Hans Andreas
og Gunnbjørn
Joensen frá Thor
eru her saman við
Dánjali Andreasen
og Thormundi
Johannessen frá
Skipasmiðjuni
Mynd: Høgni Thomsen
Magnus Joensen, vinstru
megin, pápi Hans
Andreas og Gunnbjørn
Joensen, slapp at tendra
skerimaskinuna
Mynd: Høgni Thomsen