hósdagur 23. november 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 23. november 2006
5
tíðindi
Hornkonsert í Kommunuskúlanum
Sunnudagin 26 nov. kl 19 hevur Havnar Hornorkestur eina konsert í aulini í Kommunuskúlanum
í Havn. Havnar Hornorkestur hevur á hvørjum ári eina heystkonsert har víst verður hvat arbeitt
hevur verið við síðan summari. Ì ár verður heldur einki undantak. Ì ár stjórnar Andras Olsen
orkestrinum. Andras hevur seinastu 4 vikurnar arbeitt við Havnar Hornorkestri fram til hesa
konsert, og eru vit sera spent at vísa fram úrslitið av tí, ið er fingið burturúr hesum samstarvi.
Konsertin, sum er ókeypis verður í umleið 60-70 min, og er skráin sera fjølbroytt. Á
skránni vera sálmar, marsjir, soloir og okkurt meira í tí rútmiska og lætta endanum.
Møguleiki verður at keypa sær ein kop av kaffi og annað undir konsertini.
Vit eftirlýsa ein
yvirskipaðum heilsu
politikk, hóskandi
løn og hóskandi
arbeiðsumstøður,
segði Jana H. Dals
gaard, forkvinna í
FFS í sambandi við
trivnaðarkanningina
hjá sjúkrarøkarfrøð
ingunum, sum varð
løgd fram mikudagin
Kanning
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Mikudagin 22. november
var trivnaðarkanningin sum
Granskingardepilin fyri
Økismenning hevur gjørt
fyri ”Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar” løgd
fram í Miðlahúsinum.
Tað eru samfelagsfrøð
ingarnir Karin Jóhanna L.
Knudsen og Martha H. Mýri
frá ”Granskingardepilinum
fyri Økismenning”, ið hava
staðið fyri kanningini, og
tær løgdu sjálvar kanningina
fram.
Stórur áhugi var fyri
kanningini, og nógv fólk
vóru komin at lurta.
Jana
H.
Dalsgaard,
forkvinna fyri ”Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar” beyð øllum at vera
vælkomin, og hon segði
m.a. at sjúkrarøktin er eitt
sjálvstøðugt, frofessionelt
fak – sum eigur at hava
betur kor í gerandisdegnum
í Føroyum við m.a. væl
útbúnum starvsfólki, góðum
menningarmøguleikum og
hóskandi normeringum, men
peningur má fylgja við.
Útbúgvingin hjá sjúkra
røktarfrøðingunum,
og
normering av sjúkrarøkt
arfrøðingum hava bein
leiðis ávirkan á heilsu,
innleggingartíð,
kom
plikatiónir og deyðiligheit
hjá sjúklingum. Tað er
staðfest í nógvum kanning
um m.a. í stóru amerikonsku
kanningini har journaldata
frá yvir 6 milliónum innlegg
ingum á 799 sjúkrahúsum í
11 statum í USA.
Okkara løn skal avspegla
hvat virði okkara fak ella
okkara profession hevur fyri
sjúklingin, heilsuverkið og
vælferðarsamfelagið. Vit
eiga at hava líka løn – tað
eigur ikki at verða munur á
um man er maður ella kvinna
tá tað kemur til lønina.
Vit eftirlýsa ein yvir
skipaðum heilsupolitikki,
hóskandi løn og hóskandi
arbeiðsumstøður. Vónandi
fara úrslit av hesi kanning at
flyta nøkur mørk rætta vegin,
segði Jana H. Dalsgaard.
Elin Ziska, heilsufrøð
ingur, greiddi frá sínum
starvi sum heilsufrøðingur
á fýra ymiskum skúlum, har
hon arbeiðir millum børn og
ungdóm.
Hildur við Høgadalsá frá
Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum
greiddi frá um útbúgving
ina hjá sjúkrarøktarfrøð
ingunum, sum nú er lyft upp
á eitt akademiskt støði. Vit
hava góða útbúgving og veita
professionella sjúkrarøkt á
høgum kvalitetsstøði. Fyrstu
bachelorarnir í sjúkrarøkt
verða liðnir 29. januar
2007.
Kanningin vísir m.a.
at annarhvør sjúkrarøkt
arfrøðingur heldur, at
viðurskiftini millum leiðslu
og starvsfólk ikki eru nóg
góð.
Ein meiriluti av sjúkrarøkt
arfrøðingunum halda ikki, at
teirra arbeiði verður virt av
politisku myndugleikunum
í nóg stóran mun.
Kanningin vísir eisini at
sjúkrøktarfrøðingarnir sum
heild eru nøgdir í teirra starvi.
Hinvegin vísir kanningin
eisini, at nøgdsemið er mink
að seinastu árini, og at ein
greiður meiriluti av sjúkra
røktrafrøðingunum umhugsa
at søkja annað starv.
Eftir at kanningin var
løgd fram, var høvi at seta
spurningar til panellut
takaranar, og burtúr hesum
kom eitt gott og mennandi
kjak um heilsupolitikkin í
Føroyum.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar:
Eftirlýsa ein yvirskipaðan
heilsupolitikk
Karin Jóhanna L. Knudsen (myndin) og Martha H. Mýri frá ”Granskingardepilinum fyri
Økismenning”, hava staðið fyri kanningini
Jana H. Dalsgaard, forkvinna fyri ”Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar”
Stórur áhugi var fyri
kanningini, og nógv fólk vóru
komin at lurta