hósdagur 23. november 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 227 - 23. november 2006
tíðindi
Bæði stjórin í KJ-
Hydraulik, Ólavur
A. Olsen og maðurin
aftanfyri JT Electric,
Jóannes Thomsen,
vátta, at JT Electric
nú verður selt KJ-
Hydraulik
Vinnulív
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
KJ-Hydraulik á Kambsdali
hevur keypt el-fyritøkuna JT
Electric, sum eisini húsast á
Kambsdali.
Endaliga avtalan verður
undirskrivað ein av fyrstu
døgunum.
Ólavur A. Olsen, stjóri
í KJ-Hydraulik váttar, at
felagið hevur keypt el-fyri
tøkuna og Jóannes Thomsen,
sum er maðurin aftanfyri
JT Electric sigur, at flestu
viðurskifti nú eru komin
upp á pláss.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið í blaðnum í
morgin.
Bygdu ov stórt
JT Electric hevur fleiri ár
á baki, men síðan felagið
bygdi nýggjan og stóran
bygning á Kambsdali fyri
fáum árum síðan, hevur
raksturin verið tungur.
– Vit bygdu ov stórt og
hava kent avleiðingarnar
av hesum – ikki minst tí,
at alingin, sum vit leveraðu
nógvan útbúnað til, fór av
knóranum. Vit megnaðu ikki
at bera nýggja bygningin,
men síðan hesin parturin
fór í gjaldssteðg fyri trimum
árum síðan, hava vit saman
við nýggjum íleggjarum
roynt at ment felagið aftur.
Tað hevur gingið spakuliga
uppeftir aftur. Eg haldi, at tað
er skilagott, at KJ-Hydraulik
nú keypir virksemið, sigur
Jóannes Thomsen.
Veitari av tøkni
Á heimasíðuni hjá JT Electric
verður víst á, at felagið
hevur lagt seg eftir at verða
up-to-date við menning av
tøkni fyri altíð at kunna
veita viðskiftafólki bestu
tænastuna og nýggjastu
tøknina.
– Tøknin er komin fyri
at vera, og næstan hvønn
dag koma nýggar vørur
og tænastur á marknaðin,
soleiðis at arbeiðsupp
gávurnar kunnu gerast lætt
ari hjá eitt nú framleiðslu
vinnuni.
JT Electric hevur verið
og er veitari av tænastum
og vørum til alivinnuna í
Føroyum og uttanlands.
– Vit framleiða soleiðis
eitt nú undirvatnsljós, kam
eraskipanir, stýringar og
annað til alivinnuna. Har
umframt veita vit tænastu
til fóðurskipanir, generatorar
og aðra tekniska útgerð til
alivinnuna, sigur felagið á
heimasíðuni.
Ljós til Chili
Tá ið JT Electric flutti í
nýggj høli á Kambsdali fyri
fáum árum síðan, fingu vit
upplýst, at fyritøkan longu
tá hevði selt eini 500 aliljós
til Chili.
Felagið framleiðir eisini
PLC-stýringar til stórar og
smáar uppgávur.
Vit fara sum nevnt at
venda aftur til JT Electric
og KJ-Hydraulik í blaðnum
í morgin.
KJ-Hydraulik keypir
JT Electric
Ólavur A. Olsen váttar, at KJ-Hydraulik keypir el-fyritøkuna, JT Electric
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Prísirnir á toski 1
og 2 hava stundum
ligið omanfyri 30
krónur fyri kilo,
og toskur 3 hevur
ligið millum 25 og
30 krónur fyri kilo,
sigur landingar
formaðurin í Klaks
vík, Pól Fuglø
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað vísir seg ikki at ávirka
fiskaprísirnar stórvegis,
at nógvur fiskur er komin
upp á land í Klaksvík hesa
vikuna.
– Eg havi ongantíð
áður vitað um so høgar
fiskaprísir yvir longri
tíð, sigur Pól Fuglø, sum
er landingarformaður á
Landingarmiðstøðini hjá
Fiskamarknaði Føroya í
Klaksvík.
Hann vísir á, at hóast
nógv skip hava landað
í Klaksvík hesa vikuna,
hava prísirnir á toski 1 og
2 javnan ligið omanfyri 30
krónur fyri kilo, og toskur
3 er farin fyri millum 25 og
30 krónur fyri kilo.
– Jú, eg má siga, at fiska
prísirnir eru í toppi, sum
landingarformaðurin tekur
til.
Nógvar landingar
Mánadagin landaðu seks
skip í Klaksvík.
Línuskipini, Klakkur,
Núpur, Ågot, Fugltúgvan,
Grani og Fiskimúli, høvdu
millum 35.000 og 70.000
pund hvør.
Týsdagin landaðu fýra
skip; trolararnir, Safir og
Smaragd, høvdu 310 kør
tilsamans, sum taka 300
kilo hvørt – og Navarin
og Borgarin, sum eru
fyrrverandi Polarhav og
Stjørnan, høvdu 490 kør
tilsamans.
Í gjár landaði línubáturin,
Helena. Teir hava roynt í
Eysturgrønlandi og hava
landað har yviri tann fyrra
túrin. Nú teir landaðu í
Klaksvík, høvdu teir umleið
80.000 pund av ísfiski.
Í dag landa trý línuskip í
Klaksvík.
Jákup B hevur 90.000
pund, Pison millum 60.000
og 70.000, og Froya hevur
35.000 pund.
Í morgin landar Polarstjørn
an, og Pól Fuglø væntar, at
teir hava millum 60.000 og
70.000 pund inni.
Nógvur fiskur
upp á land í
Klaksvík
Hóast nógv skip hava landað í Klaksvík hesa vikuna, er ikki
líkt til, at prísirnir eru fallandi
Mynd: Vilmund Jacobsen
Kirkjufundur í Gøtu
Sunnudagin 26. november, sum er seinasti sunnudagur í
kirkjuárinum, hittast kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og prestar í
Eysturoynni á felags kirkjufundi í kirkjuni í Gøtu.
Kirkjufundurin byrjar við gudstænastu við altargongd, har
Jógvan Fríðriksson sóknarprestur, prædikar. Øll eru vælkomin
til gudstænastuna. Eftir gudstænastuna hugleiðir Meinhard
Bjartalíð, sóknarprestur, um sálmasang. Hugleiðingina
kallar hann ”Lovsyng tínum Harra - um nýggjar sálmar í
gudstænastuni”. Síðani verður borðhald fyri kirkjuráðslimum,
kirkjutænarum, prestum o.ø. í kirkjukjallaranum, har høvi
verður at skifta orð um kirkjumál.
Í fjør var eisini skipað fyri líknandi fundi í Rituvík. Ætlanin
við tílíkum fundum er at umrøða kirkjumál og at styrkja
og menna samstarvið millum tey, sum hava eina tænastu í
fólkakirkjuni.
Í Eysturoynni eru 5 prestagjøld, 5 prestar, 15 kirkjur, 2 bønhús
og 3 onnur gudstænastustøð. Kirkjuráð er til hvørja kirkju, og
minsta tal á kirkjuráðslimum er 6 umframt sóknarprestin, sum
er fastur limur í kirkjuráðunum í prestagjaldinum.
Roknað verður við, at uml. 130 kirkjuráðslimir og kirkjutænarar
vera á kirkjufundinum í Gøtu sunnudagin.