hósdagur 23. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 23. november 2006
7
tíðindi
Nýggir lemmar
Lemmavirkið Rock í Vági hevur nú ment eitt nýtt lemmaslag
til botntrol. Djúpvatnstrolarin Sancy hevur roynt teir nýggju
lemmarnar, og teir hava víst seg at rigga væl. Sambært
skiparanum á Sancy spíla nýggju lemmarnir tað sama, men
teir eru heldur lættari at draga og ganga meiri støðugir enn
aðrir lemmar. Harafturat eru nýggju lemmarnir frá Rock
nógv sterkari enn aðrir lemmar, tí teir hava fimm skot,
meðan aðrir hava trý.
(Kelda: www.sudurras.fo)
Læna til jólini
Tað er væl kent, at nógvir danir læna pengar til jólini,
og einki bendir á, at árið í ár verður nakað undantak í so
máta. Í desember mánað í fjør læntu danir 7,5 mia. krónur
í peningastovnunum, og sambært Fíggjarráðnum vóru
lánini úr peningastovnunum heili 67 prosent størri enn í tí
næststørsta mánaðinum í fjør, sum var juni. Herumframt
læna fólk pengar frá handlum og fíggingarfeløgum, har
rentan ofta er uppi á umleið 20 prosentum.
– At gera saman
beringar millum
samkynd, pedofili
og kleptomani er
so langt úti og so
burturvið, at eg taki
álvarsliga frástøðu
frá úttalilsunum hjá
Óla Breckmann í Pol
itikken sigur løgmaður
Víðgongd
sjónarmið
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Eg taki sum løgmaður, sam
gonguleiðari, floksformaður
og føroyingur frástøðu frá
ekstremu orðunum Óli Breck
mann brúkar í Politikken
nú um dagarnar. Vónandi
meinar hann tað ikki, og
kanska hann hevur sagt tað
í sinnismuni. Hetta eru ikki
úttalilsi, sum eru verdug fyri
ein persón, ið hevur verið eitt
alment umboð fyri Føroyar,
á fólkatingi í 17 ár, limir í
Norðurlandaráðnum í mong
ár og ein av teimum gomlu í
garði í føroyskum politikki
sigur Jóannes Eidesgaard, løg
maður í eini viðmerking til
grein í Politikken. Løgmaður
heldur hesi orðini vera eitt
ótrúliga óheppið signal at
senda út til umheimin.
– Tað er sera umráðandi
fyri framtíðina hjá Føroyum,
at vit geva øðrvísi signal út
enn hesi Óli Breckmann hev
ur givið. Vit hava júst havt
fund á Norðurbryggjuni fyri
føroyskum lesandi, har ein
av spurningunum var, hvussu
Føroyar skulu síggja út fyri,
at tey lesandi skulu koma
heimaftur. Tá var tað eitt
samt svar, at Føroyar skulu
vera eitt rúmsátt land við
tolsemi fyri øllum, og har øll
hava møguleikar. Og tað er
væl júst hetta, sum Óli Breck
mann skjýtur niður við sínum
samanberingum, ið eru púra
burturvið sigur løgmaður og
heldur fram:
– Samtíðis sum hann tosar
um samkynd blandar hann
pedofili og kleptomani
uppí. Hesi hava einki við
hvørt annað at gera. Pedo
fili og kleptomani eru revsi
verdugar gerðir. Tað at vera
samkyndur er ein seksuell
orientering tú hevur valt,
og sum ikki er kriminell í
hesum parti av heiminum.
Løgmaður kann heldur
ikki taka undir við tí, sum
Óli Breckmann sigur um
umhvørvismál og tað stóra
arbeiði, ið verður gjørt har.
– Eg hugsi m.a. um, at Før
oyar nettupp hava fingið
ein Norðurlandaprís fyri
umhvørvisarbeiði, og so
ger hann øll tiltøk á hesum
øki til gjøldurs. Tað er sera
langt úti.
Løgmaður heldur, at orðini
hjá Óla Breckmann mugu
standa fyri hansara egnu
rokning. Hann viðurkennir,
at tá tað kemur til spurningin
um tey samkyndu, so er tal
an tíverri ikki um eina sam
gongu.
– Eigur tú sum løgmaður
ikki at tosa við mannin
og siga honum undir fýra
eygum, at hetta kanst tú sum
løgmaður ikki góðtaka?
– Jú. Men um og tá eg
geri tað, so verður tað undir
fýra eygum sigur Jónnes
Eidesgaard, sum heldur fyri, at
hann ætlar sær at tosa við tey
røttu fólkini um hetta málið.
Hann vísir á, at vit í hesum
kenna Óla Breckmann aftur
frá 70-unum, tá øll vinstra
vend vórðu hunddálkað. Tó
viðgongur løgmaður, at Óli
Breckmann hesi seinastu árini
hevur tónalagið verið nógv
meira milt og forsónandi og
hevur hann kanska átti sín part
av heiðurin fyri, at samstarvið
tvørtur um miðjuna hevur
verið so gott sum tað hevur
verið, tí man hevur umgingið
hvønn annan við tí neyðuna
tolseminum. – Men eg kann
so als ikki foreina meg við tey
ekstremu sjónarmið hann nú
aftur leggur fyri dagin.
Løgmaður sigur, at hetta
er ikki eitt samgongumál,
hóast hann viðgongur, at tað
klæðir ikki samgonguna.
– Onkur vil helst aftur
siga, at hetta er ”bara Óli”.
– Tað er ikki rætt. Óli
Breckmann er ein kendur
politikari uttan fyri Føroyar
eisini.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður um Óla Breckmann: – Skaðar umdømið hjá Føroyum, tá hann
kemur við slíkum ekstremum úttalilsum
Løgmaður tekur frástøðu
frá Óla Breckmann
Ein ferðsluvanlukka
millum Skálafjørð
og Skipanes í
morgun kravdi eitt
mannalív. Bilurin
við kvinnuni,
sum doyði, varð
kroystur millum
tveir aðrar, tá ið
mótkoyrandi bilur
koyrdi á skeivari
farbreyt. Tríggjar
kvinnur fóru á
landssjúkrahúsið,
meðan ein maður
slapp snikkaleysur
Í morgun hendi ein
ferðsluvanlukka undir
Valaknúkum
millum
Skálafjørð og Skipanes.
Tríggir bilar stoyttu sam
an, og ein kvinna, sum
koyrdi einsamøll í einum
bili, lat lív. Ein maður, í
einum vøruvogni, koyrdi
aftanfyri hana, og vóru
bilarnir á veg suðureftir
móti Runavík.
Ein bilur við trimum
kvinnum kom koyrandi
ímóti teimum. Hesin bil
urin rendi frontalt saman
við bilinum, sum kvinnan
koyrdi. Maðurin aftanfyri
kláraði ikki at steðga og
rendi í reyvina á bilinum.
Sostatt kroystist kvinnan
ímillum tveir bilar, og hon
doyði á staðnum.
– Av onkrari orsøk
koyrdi bilurin, sum fór
norðureftir, á skeivari
breyt. Vit vita als ikki
orsøkina til hetta. Tær
tríggjar fóru allar við
sjúkrabilinum til Havnar.
Tær eymkaðu seg av pínu,
men vónandi er støðan ikki
so álvarslig. Maðurin slapp
undan ferðsluvanlukkuni
uttan stórvegis skaða,
sigur vakthavandi á løg
reglustøðini í Runavík.
Ferðslu
vanlukka
kravdi lív