hósdagur 23. november 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 227 - 23. november 2006
tíðindi
At leggja kommunur
saman er ómetaliga
hart arbeiði, men
hjá okkum hevur
tað verið ein
fyrimunur, segði
gamli borgarstjórin
í Runavík,
Rodmundur Nielsen
á borgarafundi í Vági
týskvøldið
Kommunu
samanlegging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- At leggja fleiri kommunu
saman, er ómetaliga hart
arbeiði. Men hjá okkum
hevur tað verið ein fyri
munur.
Tað staðfesti Rodmundur
Nielsen, gamli borgarstjórin
í Runavík, á borgarafundi í
Vági týsvøldið, har ætlanin
var at upplýsa eitt sindur
um fyrimunir og vansar við
kommunusamanlegging.
Men hetta skuldi ikki
skiljast sum eitt tilmæli til
suðuroyingar um at leggja
saman, tí hann helt, at
suðuroyingar skuldu sjálvir
taka støðu til, hvat var best
fyri teir.
Sjálvur ivaðist hann ikki
í, at samanleggingin hevði
gjørt Runavík væl betri fyri
í kappingini við Havnina
og Klaksvíkina.
Hann helt, at tað hevði
stóran týdning fyri saman
leggingini, at kommunu
politikarar høvdu tann hug
burð, at tað skuldi bera til
at tosa saman og høvdu
dirvi at sessast við sama
borð.
Men hann vísti eisini, at
allir partar vóru sinnaðir at
lýta frameftir og at lata tað
gamla farið,
- Kortini skuldu nógvir
fundir til og tað var ein
ógvuliga strævin tíð. Sostatt
var tilgongdin uppundir
samanlegging
ómetaliga
strævin, tí fundirnir vardu
mangan fleiri tímar.
Men úrslitið av øllum
hesum var, at samanlegg
ingin í Runavík gekk væl.
- Høvuðsendamálið við
samanleggingini var at gera
stórkommununa føra fyri at
geva borgarunum eina betri
tænastu og at samskipa
umsitingarnar og raksturin.
- Endamálið var eisini, at
fáa meiri burturúr íløgum
og at minka um íløgutørvin
við at forða fyri at íløgur
yvirlappa hvørja aðra.
- Endamálið var eisini,
at styrkja kommununa í
kappingina um arbeiðspláss
og at øll skuldi fáa somu
tænastu.
Sjálvur helt Rodmundur
Nielsen, samanleggingin
hevði hepnast rættiliga væl,
tó at alt ikki var fullkomið.
Eitt úrslit av samanlegg
ingin var, at talið á komm
unustýrislimum fór úr 26
limum, niður í 11 býráðs
limur.
- Semja var eisini um
at
býráðssætið
skuldi
vera í Saltangará, men at
avgreiðsla skuldi vera á
Skála, Funningi og Oyndar
firði.
Men
longu
nú
eru
avgreiðslurnar í Funningi
og í Oyndafirði stongdar
og avgreiðslan á Skála er
fyribils stongd.
Rodmundur
Nielsen
staðfesti, at tað vóru ikki
tey stóru mótmælini ímóti
at avgreiðslurnar vórðu
stongdar.
- Tað er ikki avgerðandi
fyri borgarar í teimum ymsu
bygdunum at ein avgreiðsla
er á staðnum, sum er opin
eina løtu um dagin. Tað,
sum hevur týdning, er, at
kommunuskrivstovan svar
ar og kann avgreiða eitt
mál, akkurát tá ið borgarin
brúk er fyri tí.
Endamálið við samanlegg
ing varð eisini, at skapa
góðar fortreytir fyri vinnu
lívið og at grundstykki
skuldi vera í øllum pørtum
í kommununi.
Hinvegin varð kommunu
skuld ikki gjørt til eitt
avgerandi mál í sambandi
við samanleggingina, hóast
summar kommunur skyld
aðu rættiliga nógv.
Men nú er skuldin í
kommununi væl minni enn
eina álíkning. Samstundis
er skattaprosentið tað sama
í allari kommuni og tað
merkti, at skatturin lækkaði
í summum bygdum.
Hava skift skúla
Rodmundur Nielsen vísti
eisini á, at í sambandi
við samanleggingina, var
avtalan
at
bygdaskúlar
skuldu ikki leggjast niður.
Men tá ið talan er um eina
kommunu, hevur staðið
foreldrum í boði at velja
skúla og tað eru dømi um,
at foreldur í smábygdum
hava heldur sent børnini í
ein stóran skúla.
- Men tað er eitt val, sum
foreldrini hava gjørt og ikki
eitt krav frá kommununi,
segði gamli borgarstjórin í
Runavík.
- Sum støðan var fyrr,
royndi hvør kommuna at
byggja út innanfyri sítt
kommunumark. Tað førdi
til fleiri óneyðugar íløgur.
Tað førdi eisini til, at komm
unurnar við Skálafjørð fóru
at undirbjóða hvønn annan,
bæði viðvíkjandi havna
gjøldum og øðrum gjøldum
fyri øki av ymsum slagi.
Nú eru øll havnagjøldini
tey somu.
Sjálvur dugdi Rodmundur
Nielsen ikki at síggja nakr
an vansa við kommunu
samanleggingina.
- Eg havi bara sæð ein
vinning av samanleggingini,
segði hann og hann vísti
eisini á, at samanleggingin
fekk ikki tær ymsu bygd
irnar í kommununi at
hvørva.
Styrkir okkum í kappingini
við Havnina og Klaksvíkina
Her sita f.v. Jacob Vestergaard, Rodmund Nielsen, Heðin Zachariasen og allar ytst hómast Jógvan K. Mørkøre Av hesum er bara Jògvan K. Mørkøre ivingarsamur
við kommunusamanlegging
18 mió. í halli
Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu fyri 2007 hevur
17,9 mió. krónur í halli. Eftir tí upprunaliga uppskotinum
var hallið umleið 5 mió. krónur størri, men býráðið
samtykti at skarva av ílgøunum. Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri, vónar, at inntøkurnar verða størri enn tær 124
mió. krónurnar, sum býráðið hevur mett. Framrokningar
vísa, at í ár verða inntøkurnar góðar 10 mió. krónur størri
enn mett.
Heldur fiskidagar
Stjórin í Faroe Seafood UK í Grimsby, Birgir Kass,
mælir íslendingum, norðmonnum, bretum og hinum
ES-londunum at sleppa skipanini við kvotum og at
seta ta føroysku skipanina við fiskidøgum ístaðin
fyri. Í blaðsamrøðu sigur hann, at kvotuskipanin
elvir til ólógligt fiskarí og útblaking. Tann føroyska
fiskidagaskipanin byrgir upp fyri slíkum, og harafturat
kann fiskiveiðieftirlitið stongja leiðir við ungfiski,
vísir føroyski stjórin í Grimsby á.