Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. november 2006 9 tíðindi At leggja kommunur saman loysir ikki allar trupulleikar, hildu tveir bygdaráðslimir norðaneftir á borgarafundi í Vági týskvøldið Borgarafundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað loysir ikki allar trupulleikar at leggja komm­unur saman. Tað staðfesti Jógvan K- Mørkøre, bygdaráðslimur á Eiði, á borgarafundi í Vági týskvøldið. Men hann staðfesti eis­ ini, at suðuroyingar mugu sjálvir gera av, um saman­ legging er best fyri oynna, ella ikki Hann nevndi, at eitt, sum ferð eftir nevnt, sum ein fyrimunur við saman­ legging, er, at so kann alt økið tosað saman við einari rødd. - Men, hvar skal tann røddin fara og, hvat skal hon brúkast til?, spurdi hann. Hann segði, at hetta hev­ ur ongin kunnað svar­að enn. Hann vísti á, at allur studn­ingur til kommnurnar er burtur, so har var onki at heinta longur. Jógvan K. Mørkøre stað­ festi eisini, at so leingi Havnin ræður, verð­ur ongin kommunal útjavn­ing. Hinvegin nevndi hann, at tað leypir í eyguni, at í inntøkum liggja allar komm­unur í Suðuroy undir miðal. Og so, hvørt, kommunur norðaneftir nærkast, verð­ ur longri og longri til Suðuroyar. Tí mælti hann lands­stýris­ manninum til at strika alla kommunuskuld í Suðuroy. Vissi prísurin fyri tað skal vera ein samanlegging, so er tað tað. Annars helt hann, at tað var neyðugt at greiða fólki frá, hvat samanlegging ber í sær. - Tað er ikki vist, at øll høvdu verið so heit fyri samanlegging, vissi tey vistu, at vandin við tí er, at bygdarskúlin verð­ur niðurlagdur, ella kirkju­ garðurin í bygdini o.s.fr. - Tað finst ongin listi sum vísir, hvat verður betri við kommunusamanlegging, segði hann. Hjá summum smábygd­ um kann tað verða ein fyrimunur at leggja saman við eini størri bygd fyri at fáa nakað gjørt, sum smábygdin ikki klárar sjálv. Men eisini tað veldst um, hvussu væl fyri tann stóra bygdin er. Tað er kanska eisini at sløg av imperialismu uppi í, tá ið størri bygdir vilja hava samanlegging við smærri. Ikki skilagott at gera sjey kongaríki Jóhan Christiansen, bygda­ ráðslimur á Eiði vísti á, at tað er ikki vist, at tað er kommunusamanlegging, sum ger, at tað gongur væl, tí tað gongur væl í øllum samfelagnum. Hann vísti á, at í Dan­ mark skal ein kommuna verða 0,5% av fólkinum, men í Føroyum skal hon verða átta ferðir so stór. Tá ið danir tosa um at fáa eina professionella um­siting og eitt fakligt umhvørvi, siga teir, at ein kommuna skal vera minst 50.000 fólk. Her tosa vit um 2000 fólk. Danir siga eisini, at tað skulu minst 30.000 fólk til at fáa eina nøktandi eldratænastu, men í Før­ oyum hava vit hug at gloyma, at vit eru bara 48.000 fólk. Men tað skuldi helst ikki verið umsitingin, sum ber landið víðari, tað skuldi helst verið politikararnir. - At býta landið sundur í sjey øki, ella sjey konga­ ríki, sum han málbar seg, helt hann ikki vera skila­ gott, tí skulu vit hava sjey av øllum og vit eru altso bara 48.000 fólk. Jóhan Christiansen nevndi, at ein trupulleiki er, at kommunurnar eru so ójavnar á máli. Tað er eisini ein trupulleiki, at vit hava tvey kommunufeløg, sum draga í hvør sína ætt. Kunnu viga fyri og ímóti samanlegging Á borgarafundi í Vági týskvøldið, staðfesti borgarstjórin í Sunda Kommunu, at álit hevði nógv at siga fyri at kommunu­saman­ leggingin eydnaðist Borgarafundur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tá ið vit fóru at tosa um at leggja kommurnar við Sundalagið saman, var tað í stóran mun bygt á álit. Tað fortaldi Heðin Zacha­ riasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu á borgarafundi í Vági. Hann segði, at táið sam­ráðingarnar vóru um saman­legging, var semja um, at kommunan skuldu byggjast út frá miðjuni og at kommunuskrivstovan skuldi vera á Oyrabakka. Samstundis skuldi tær lokalu kommunuskrivstovurnar leggj­ast saman. Ístaðin fyri tær lokalu skrivstovurnar, sum vóru opnar í løtum, hava tey fing­ið eina skrivstovu, sum er opin allan dagin, sam­stundis hava vit fingið eina umsiting á tekniska- og sosiala økinum og tað helt hann var ein stórur fyrimunur. Samstundis var semja um, at tær einstøku kommun­ urnar kundu ikki bindast niður og tí skulu allar kommunurnar halda fram við teimum útbyggingum, sum ætlanin hevði verið at fremja. Men kortini var tað ein avtala, at ongar útbygg­ ing­ar skuldu gerast, sum komu upp á tvørs av teirri samananløgdu kommununi, útfrá tí partarnir høvdu tosað um. Hinvegin gjørdu vit av at líta frameftir og ikki at lata fortíðina leggja forðingar í vegin. - Tí bygdi samanleggingin í stóran mun á álit ímillum allar partar. Og fyri at fáa umboð fyri so nógv øki sum gjørligt í bygdaráðið, gjørdu vit av, at tað skuldu vera 11 limir. Síðani kommunan varð løgd saman, hevur bygda­ ráðið sett sær fyri at byggja øll øki í kommununi út. Fyri at taka eitt dømi, er øll kommunan eitt barna­ ansingarøkið, so at foreldur sjálvi kunnu velja, hvar tey vilja hava børnini í ansing. - Vit ivaðust ongantíð í, at tað var rætt at leggja saman, tí hvør sær høvdu kommunurnar í Sunda­ lagnum ongan møguleika. Tí var neyðugt at fáa sam­ starv um, hvar íløgur skuldu gerast. - Hetta hevur ført til, at vit fáa gjørt nógv betri skilabetri íløgur. Í vetur er ætlanin at seta kikaran á skúlabygnaðin í Sunda Kommunu. Eins og Rodmund Nielsen, dugdi Heðin Zachariasen ikki at nevna nakran vansa við samanlegging, tó at hann ásannaði, at teir iva­ leyst eru har. - Kommunan er vorðin nógv meiri spennandi økið og nógv tryggari fíggjarliga, síðani vit løgdu saman, tí nú fáa vit arbeitt á ein heilt annan hátt, enn vit fingu fyrr. - Hetta hevur verið ein ótrúliga positiv gongd, legði hann afturat. Álit var ein fortreyt fyri saman­ legging Á borgarafundi týskvøldið hyrdu vágbingar Heðin Zachariasen og Rodmund Nielsen greiða frá, hvussu fegnir teir vóru fyri at kommunur høvdu lagt saman. Hinvegin hoyrdu teir Jógvan K.Mørkøre og Jóhan Christiansen vera meiri ivingarsamar Skjótari internet Á einari KT-ráðstevnu, sum varð sett í Nuuk í gjár, boðaði Jørgen Wæver Johansen, landsstýrismaður, frá, at grønlendingar fara at fáa skjótari internetsamband um ikki so langa tíð. Grønlendska televerkið, Tele Greenland, arbeiðir í løtuni við einari ætlan um ein sjókaðal, sum skal geva munandi skjótari internetsamband enn verandi fylgisveinasamband. Eitt nú verður kannað, um kaðalin skal til Íslands ella Kanada ella bæði londini. Søgan um Klaksvík Í august í 2008 verða 100 ár, síðani Klaksvíkar kommuna gjørdist sjálvsstøðug kommuna eftir at hava verið partur av kommununi, sum umfataði allar Norðoyggjar. Í sambandi við 100 ára dagin hevur Klaksvíkar býráð samtykt at seta søgukønan mann at skriva søguna hjá kommununi. Talan verður um eitt verk í trimum bindum, og tað fyrsta skal koma út 100 ára dagin í 2008. Fyrrakvøldið samtykti býráðið ætlanina.