Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 227 - 23. november 2006 Ùttalilsini hjá løgtingsmanninum Óla Breckmann í Politikken nú um dagarnar eru so ekstrem og so óvirðilig, at tey áttu at fingið avleiðingar fyri mannin. Formaðurin í Fólkaflokkinum ella allur flokkurin sum so og somuleiðis hansara stóra bakland átti at kravt av manninum, at hann tók orð síni aftur. Hetta er so langt úti, at man hevur ikki orð fyri tí. Hvørki Fólkaflokkurin, samgongan ella Føroyar kunnu liva við at hava ein fólkavaldan politikara, sum ber seg soleiðis at. Alt tað góða sum land og fólk royna at standa fyri og byggja upp brýtur ein løgtingsmaður niður við slíkum úttalilsum í donskum blað. Løgmaður sigur við Sosialin í dag, at hann tekur frástøðu frá hesum ekstremu úttalilsunum. Sjálvandi eigur hann tað, men orðini eru so ekstrem, at løgmaður sum samgonguleiðari alt fyri eitt átti at tikið fund við formenninar í ikki bert samgonguflokkunum men í øllum flokkum á tingi. So prinsipielt er hetta málið fyri alla ta politisku skipanina í landinum. Slíkar orðingar eru beinleiðis landsskaðiligar. So langt úti eru hesi úttalilsi, at Óli Breckmann átti at verið koyrdur úr samgonguni. Men hetta er so fyrst og fremst ein spurningur millum Óla Breckmann og formann hansara Anfinn Kallsberg. Tá sami Óli í 70-unum og 80-unum bar fram eins ekstrem og fyri Føroyar og føroyingar oyðileggjandi sjónarmið segði formaðurin í Fólkaflokkinum bara: ”Hatta er bara Óli”. Men tað er ikki bara Óli, tí sum løgmaður eisini sigur í viðmerking í dag, so er hetta ein av okkara mest royndu og kendu politikarum, og sum verður hoyrdur uttan fyri landoddarnar. Vit hava demokrati og tá eiga øll sjónarmið at verða hoyrd. Tað skulu vit virða. Men spurningurin er, um ein flokkur sum Fólkaflokkurin eigur at góðtaka, at ein av hansara á henda hátt særir umdømi hjá okkum øllum í Føroyum. Hvussu fór hann ikki við øllum vinstrahallum, humanistum oø. á sinni! Og hvussu vórðu svørt og litt ikki umrødd í Dagblaðnum. Tey, sum stríddust fyri einum frælsum Suðurafrika, minnast, hvussu hesin framstandandi fólkaflokspolitikarin spottaði og niðurgjørdi tey. Hetta lovar ikki gott fyri samgonguna. Løgmaður eigur ikki at lata slíkt fara afturvið borðinum og enn minni formaður Fólkafloksins. Sosialurin Óli Breckmann skaðar Føroyar og føroyingar Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sum samgongufelagi við Óla Breckmann og Fólka­ flokkin kenni eg meg noydd­ an til harðliga at taka frá­støðu frá útsagnunum hjá stavnamanni Fólka­ floksins til danska blaðið Politikken. Her rør Óli Breckmann millum annað undir, at helmingurin av tingmanning Javnaðar­ floksins og onnur, ið virka fyri mannarættindum, eru av sama slag sum tey, ið ruddaðu slóð fyri nasismuni og kommun­ ismuni Eftir greinina í Politiken hevði Óli Breckmann stað­ ið seg best við at komið við einari almennari umbering. Somuleiðis hevði tað sømt seg Fólkaflokkinum alment at tikið frástøðu frá ómetaliga tvitnu útsagn­ unum hjá Óla Breckmann. Tað er í útgávuni av Politiken frá 21. november, at Óli Breckmann skírir sínar landsmenn og onnur at vera ”skrupskøre”, at vera av sama slag sum tey, ið ruddaðu slóð fyri nasismuni og kommunismuni. Hetta er eftir øllum at døma hansara ískoyti til kjakið um at verja samkynd ímóti niðurgerð í grein 266b í revsilógini. Og Óli Breckmann ger púra greitt, at hann ikki vil verja tey samkyndu. Tí í greinini samanber hann tey beinleiðis við barna­ misnýtarar og tjóvar. Umframt alt hetta ger Óli Breckmann greitt, hvat hann heldur mannarættindi sum heild og samgonguavtaluna viðvíkjandi umhvørvis­poli­ tikki: »Ideologiske aktivister. Den nyere historie har masser af eksempler. Den mærkelige fredsbevægelse i Sydafrika. Og senere den politiske sekt, som kalder sig miljøaktivister. De er fuldstændig skrupskøre - alt det her med hul i luften, og nu smelter isen, og nu stiger vandene, og nu slipper olien op, og nu ryger alle råvarepriserne gennem loftet. Og nu er det altså blevet de homofile, som vi skal bankes om ørene med som det seneste sekteriske påfund. Alt det gør mig lidt skeptisk«. John Johannessen Breckmann má taka orðini aftur Ein eldri skyldkona er á tráðnum. Spyr um eg havi sæð nýggjastu útgávuna av málgagninum hjá kirkju­ ligu heimamissiónini, Trúð­boðan, sum kom úr prentvjelinum týsdagin í vik­uni. Sjálvandi. Mær hevur al­tíð dámað so væl hetta fittliga blaðið, lagaligt at lesa, ongin trúttan og heldur ongin partapolitisk slagsíða, hóast boðskapurin hevur verið greiður um tað sum koma skal. Øll verðsligheit stendur tó fyri falli. Serliga táið yvirtrýst kemur á ketlarnar. Óheppið at klóføst parta­ poltisk lobby skal hava fingið so ramligar fastatøkur í redaktiónini, at blaðið legði objektivu leiðina frá sær og leyp so fullkomuliga á bláman, fyri at gerast mál­ gagn hjá sjálvútnevnda kross­fararanum Alfredi Olsen. Við kenda, fittliga, og hjartanemandi smíl­in­ um trónar sambands­ting­­ maðurin fram á allari forsíð­ uni. Autodidakti riddarin, sum lærir onnur at nálesa í heilagu skriftunum. Mað­ urin sum hevur tikið sær rættin at døma, ikki um verðslig mál, men um anda­ liga habitussin hjá sam­ starvmonnunum á Føroya Løgtingi. Í hesi tíð, nú samkynda brimið skolar yvir landið og klývur tjóðina, liggja opportunistarnir uppá lúr undir hvørjum húsaveggi. Tí kemur hetta raid´ið frá Alfredi als ikki óvart á nakran, torførari er tó at skilja, at Trúboðin letur seg prostituera. Nú hann í síni head-line leggur rygg til fúlastu partapolitisku propagandu í nýggjari tíð. Oman av hansara Par­ nassos, í hesum førinum løgtingsins røðarapallur, floyma skotríðurnar og for­ dømingarnar. Alfred held­ ur, at tað er fyrimunur, at trúgvandi eru í ymiskum politiskum flokkum, heldur enn at øll trúgvandi bara eru í einum ella tveimum flokkum. Í samrøðuni blaðið hev­ ur við Alfred Olsen verð­ ur sagt, at tað eru fleiri trúgvandi tinglimir í løg­ tinginum. Um hesar sigur hann: »Vit eru kallað til at verða salt og ljós jarðarinnar, og við tí gera vit meira gagn sum er, við at hava kristin umboð í øllum flokkum, enn vit høvdu gjørt saman í einum flokki.« Nú Alfred Olsen hevur skilgreinað, at tað finnast kristnir og harvið ókristnir tingmenn, fari eg at krevja av honum, at hann skjótast gjørligt, við navns nevnilsi boðar alment frá, hvørjir hesir ókristnu tingmenninir eru. Ein dómari, ið tráar eftir valdi, eigur eisini at standa við sína ábyrgd, í øllum lutum. Dómar skula vera greiðir, tað skal hesin eisini vera. Onki uttanumtos hesa­ ferð, Alfred Olsen. Dømandi og partapolitiskur Trúboði Tórbjørn Jacobsen