Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 23. november 2006 11 Nýggj barsils­ skipan til lesandi Á nýggjárinum verð­ ur møguligt hjá før­ oyingum undir útbúgv­ ing at fáa fullan lest­ rarstuðul í eitt ár, með­an tey eru heima hjá nýføddum ella ættl­ eiddum barni Javnaðarflokkurin hevur ta sannføring, at allir før­ oyingar skulu hava sama møguleika at nema sær eina útbúgving. Tí hevur Javnaðar­flokk­ urin, síðani samgongan varð skipað, strongt á fyri millum annað at tryggja viðurskiftini hjá les­andi forsyrgjarum. Fyrsta stigið er nátt, nú uppskotið um far­ loyvisskipan fyri lesandi er komið fyri tingið. Næsta stigið verður, at upphæddin á lestrar­ stuðulinum verður hækk­ að hjá teimum, ið eiga børn. Hetta verður helst týdningarmiklasti batin. Tí við hesum fær tann lesandi betri møguleika at vera lesandi og for­ syrgjari samstundis. Har­ við verða foreldur ikki tvungin út á ófaklærda arbeiðsmarknaðin, men fáa betri møguleika at velja útbúgvingarleiðina og harvið tryggari starvs­ viðurskifti og for­syrgj­ arakor í framtíðini. Góði Sonne Smith. Títt bræv til mín tann 20. november endaði soleiðis: ”Annars, ver vælkomin til tann dialogin, sum bæði tú og eg sóknast eftir”. Hatta var, satt at siga, musikkur í mínum oyrum (eygum), tí nú fór kanska tað at henda, sum eg í nógv ár havi roynt at fáa: dialog um landskassans inntøkur (blokkin) úr ríkiskassanum, sum, vegna ókunnleika og – tað sum verri er – við smíðaðum ósannindum gjørdist sjálvt støðið undir býttisligum, destruktivum landspolitikki um somu tíð, sum vit fóru úr einari øld og í nýggja. Ein ávísan dialog við røttu viðkomandi um landskass­ ans ovurhondsstóra peninga­ miss í 80-árunum hevði kanska heldur ikki verið av leið, men tað verður óivað trupult. Í apríl mð. 2001 bað Doris Hansen, formaður í Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, meg halda fyri­ lestur um ”blokkin”. Mín niðurstøða av fyrilestrinum var soljóðandi: ”Blokkurin hevur verið orsøk til klandur og kegl, síðani tað føroyska samfelagið fór á heysin í oktober 1992, og politikarar og annað gott fólk tvíhildu og tvíhalda um síni sjónarmið, at blokkurin er ”ondets rod”, og at hann verður ikki brúktur til skúlaverk, heilsuverk, almannaverk og annað í landsins húsarhaldi, tí at ”milliónirnar venda á gjaldstovuni og fara so - uttan at ferðast kring sam­felagið – niður aftur í ríkis­kassan sum renta og møguliga av­dráttir”. (Núver­ andi løg­tings­formaður í Dimmalætting 2. desember 1993). Hetta er seinni broytt soleiðis, at nú fara meira enn 2/3 av blokkinum til uppsparing” jbr. bóklingin hjá landsstýrinum. Hetta og óivað aðrar tungtvigandi grund­gevingar er grund­ støðið undir landsstýrisins ætlan um at ”tøma” blokk­ in. Tað hevði verið klókt og í tráð við góðan demo­ kratiskan anda at fingið sakligt og upplýsandi aðal­ orðaskifti í løgtinginum um blokkin, áðrenn hann verður svævaður”. Rættiliga nógv fólk vóru komin at hoyra fyrilesturin, sum var almennur. Fólk við tilknýti til MBF vóru í meiriluta. Eingin lands­ politikari var komin at lurta og/ella at siga nøkur orð. Kanska smædni var forðingin? Ella kanska tí at mín blokk-docering als ikki samsvarar við politisku blokk-indoktrineringina, Før­oya fólk hevur liðið undir? Tað tók ikki langa tíð at hvessa knívin: 1. januar 2002 vórðu 366.4 milliónir skornar av blokkinum og tveittar fyri borð. At hetta innibar ein niðurskurð upp á 274 milliónir til skúlaverkið og 92.4 milliónir til almenna forsorg, fingu vit ómælandi ikki at vita. Tað gekk mest sum slatur millum manna, at nú var skúlaverkið og almenn forsorg yvirtikin, uttan at neyðugt var við nýggjum inntøkum til landskassan. Men knívurin fór eisini eitt sindur longri inn, tí at tað, sum hekk eftir av blokkinum til heilsuverkið og almannaverkið - 633 milli­ónir - skuldi niður­fryst­ ast í 5 ár. Hendan niður­ frysting hevur higartil kost­ að landskassanum umleið 80 milliónir. Slík brøgd kunnu einans snillingar fremja , - Keine Hexerei, nur Behändigkeit ! Nú eru skjótt nógv ár liðin, síðani milliardir hvurvu úr landskassanum takkað verið løgtingslógum um landskassaveðhald, - stuðul og -útlán og so tord­ enskjoldsku soldátar, sum sótu báðu megin borðið. Eitt kann tó við vissu sigast, at milliardirnar valla fara at koma aftur í landskassan, og at hatta er ein farin tíð. Tað mundi renna mongum kalt niður eftir rygginum, tá ið nakrir løgtingsmenn í orðaskiftinum um lóg­ bundna verju og viður­ kenning av sam­kyndum í Føroyum so skammiliga gloymdu boðini um at elska sín næsta sum sjálvan seg. Hetta støðið, hornasteinurin, undir tí kristnu morallæruni áttu tey, ið halda seg vera Várharrasa útvaldu vinfólk, at lagt sær í geyma. Stórinkvisitorurin, hjá Dostojevskij, á torginum í Sevilla rann mær í hug, tá ið tann unga, djarva gent­an úr Danmark frá tingsins røðarapalli fekk at vita, at hon var óynskt í paradísinum 62 Norður. Vónandi hevur løgting­ sins formansskapur givið gentuni eina uggandi um­bering. Men, Sonne, hvar fór tín dialogur, sum tú sóknast eftir, havi eg ikki møsnað, monologiserað, nóg mikið? Tá eg ringdi til sitandi for­mann í F.F. og boðaði frá uppstilling, vóru fleiri orsøkir til tað. Fyrst og fremst ynskti eg eitt sømi­ ligt valstríð, sum hevði tænt báðum pørtum best. Eg var so góðtrúgvin, at eg helt meg kunna brúka Óla eftir vaktarskifti, sum má koma. Blaðið skal jú stjórnast eftir 30. januar. Óli kundi skrivað tað al­menna stoffið, og meira føroysk fiskivinnutíðindir, sum avgjørt hava manglað í blaðnum. Útróður á Geneseret Vatni viðkemur so lítið føroyskum sjó­monn­ um. Eisini kundi Óli skrivað søguna hjá F.F., nú tað um 5 ár fyllir 100. Men mongum brest­ur ætlan. Óli valdi kon­fronta­ tiónina. Í grundini býður tað mær ímóti at skriva móti hesum fyrrverandi hug­ sjónarmanni, sum einaferð stríddist, men sum nú putl­ ast við ættargransking. Við lyftari pannu kundi hann spáka inn í søgu­ bøkurnar sum tann fak­ felagsleiðarin, ið sat longst, og sum ongantíð varð feldur. Nú verður hann mintur sum ein gamal pampari, sum ikki fann úthurðina. Trist. Ikki tí, søgan er full av maktfullum monnum, sum ikki kendu sína vitjunartíð og tí blivu bornir út. Eg rætti honum hondina, sum hann lætst at taka. Bert eitt døgn seinni buldrar hann inn í hvørja stovu í landinum og sigur meg lúgva í einum tíðindabrævi, sum Mortan Berjastein sóknarformaður í F.F. hevur skrivað, og sum hann velur at misstolka. Sum um sjó­ menn ikki sjálvir duga at skriva. Eg takki annars Tóra Jacobsen fyri stuðulin í Sosialinum og øllum sjó­ monnum, sum hava ringt hesar seinastu dagarnar, slíkt fløvar. Eftirskrift. Pampari sambart Politikens Nudansk ordbog: fagforen­ ingsleder eller partifælle, der er kommet til magten og synes at have glemt sine kammerater. Viðmerking 3 Brákaðir planir Dan R. Petersen løgtingsmaður John Johannessen Heri Mohr Ovurstóra trýstið á kommunala búskapinum í hesum tíðum setur ferð á skuldarbindingina av kommununi, men vit taka ikki avleiðingina her og nú við at hækka skattin Kommunali búskapurin er hitnaður munandi sein­ asti árini. Hetta sæst aftur á fíggjarætlanini fyri 2007, sum triðja árið á rað javnvigar við einum stórum undirskoti. Frá at hava fingið kommu­ nalu brutto skuldina niður á góðar 72 mió. kr. í 2004 kunnu vit, við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2007 ganga út frá, at skuldin við ársenda 2007 verður slakar 150 mió. kr. Tá eru møguligar eykajáttanir í 2007 ikki tiknar við. Í løtuni er skuldin góðar 92 mió. kr., harav 60 mió. kr. eru 15 ár og eldri. Samstundis mugu vit ásanna, at vit ikki hava nakað serligt yvirlit yvir, hvussu støðan fer at verða í 2008 og frameftir, tá stóru kommunalu íløgurnar skulu gerast í eitt nú miðbýin og skúlarnar, og sum lovað í eldraøki, frá 2008 av at rokna. Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru heldur eingir avdráttir at síggja. Nær skulu vit so byrja at gjalda skuldina aftur, tá vit ikki gera tað í so góðum tíðum, sum vit hava í løtuni? Tá vit ynskja eina so bú­skaparliga aktiva komm­ unu, sum eisini fíggj­ar­ætl­ anin fyri 2007 ber boð um, so áttu vit at tikið avleið­ ingina av tí beinanvegin og økt skattin nú, so vit ikki skjóta alla afturgjaldingina út í fram­tíðina, tá tað gerst munandi dýrari at fáa bil­ bugt við skuldina. Tí mæltu undirritaðu á almenna býráðsfundinum týskvøldið til at hækka skatta prosentið við í fyrstu atløgu einum, og í aðru atløgu hálvum skattaprosenti, so vit í nóg góðari tíð kunnu taka neyðugu fyrilitini at fáa kølt búskapin niður aftur. Men ein meiriluti í býráð­ num vil tað ørvísi. Tað kann vera lætt at ekspandera búskapin og at økja skuldina, og tað kann eisini vera neyðugt í einum avmarkaðum tíðar­ skeiði at gera tað. Men vit eiga sanniliga eisini at taka avleiðingarnar og tryggja okkum, at vit halda fíggingina á einum forsvarligum støði, og tað gera vit einans við at hava eitt rímiligt lutfall millum tað vit samtykkja, og tað vit krevja inn í skatti. Tað vísir seg løgið nokk at verða í góðum tíðum, at tørvurin á neyvari fíggjar­ stýring er størstur. Mugu taka avleiðingina beinanvegin! Eitt av valevnunum til for­mann í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Højgaard, hevur í Dimmalætting og Sosialinum páhald um, at Útvarpið og Dan R. Petersen eru farin í valstríð saman. Tað skuldi verið óneyðugt, men tað verður hervið afturvíst, at Útvarpið stuðlar nakað ávíst valevni til hetta valið í Fiskimannafelagnum ella til nakað annað val. Jan Højgaard sipar til kjakið í sendingini ”62 Norður” millum Dan Rein­ert Petersen og Óla Ja­cobsen. Hann heldur, at um útvarpið skuldi livað upp til public service- skyldur sínar, átti hann at verið við í kjakinum. Journalistikkur er altíð eitt val. Val um evni. Hvussu tey skulu viðgerast ella vinlkast. Og val um persónar. Í hesum føri valdu vit at taka teir báðar, sum fyrstu dagarnar í val­ stríðnum vóru rættuliga markantir og hvassorðaðir við hvønn annan. Vit halda ikki, at tað er brot á nakra public service- skyldu at biða tvey av trimum valevnum at taka lut í einum kjaki. Tá tað frættist, at tveir, Jan Højgaard og Dan R. Petersen, fóru at bjóða Óla Jacobsen av í formans­ valinum, høvdu vit samrøðu við báðar tveir. Vit spurdu, hví teir stillaðu upp, og hvat teir fóru at leggja dent á, eins og vit høvdu eina viðmerking frá verandi formanninum. V.ø.o. fingu valevnini høvi at lýsa sína støðu. Útvarpið stuðlar hvørki Dan ella Óla! Aftursvar til Jan Højgaard tíðindaleiðari Jóhann Mortensen býráðslimir Kritian Eli Zachariassen og Rani Nolsøe viðmerkingar