hósdagur 23. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 227 - 23. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin 24. august 1965 mundi
vera tann lukkuligasti dagurin
nakrantíð hjá fastir og Eigil,
og ivaleyst eisini úti í Bø, hvar
barnatalið ikki var stórt meir
enn Tormann og Marner. Tá
kom prinsessan, ið mundi verða
eitt tað størsta ynski sum gekk
í uppfylling hjá fastir og Eigil
nakrantíð, fram til tann dagin.
So komu Annfinn og eg í 1967,
og so byrjaði barnatalið spakuliga at
vaksa í Bø, og sjálvandi bleiv meira
og meira lív í. Vit vuksu øll upp
saman, lið um lið, sum systkin øll
somul. Góðir, ríkir barnadagar, har
kærleiki og samanhald bant okkum
saman ígjøgnum øll árini fram til
dagin í dag.
So hoyrdu vit í útvarpinum,
at ein flúgvivanlukka var hend
í Norra, og at tað var Atlantic,
og hjartað krimpaði bara meir
og meir, tí fleiri av okkara allar
kærastu vóru í Norra til arbeiðis.
Men skjótt var staðfest, at Guðrun
var í flogfarinum, sum fórst á
Stord, tá hann ikki fekk bremsa
undir lending og fór útav og eldur
kom í. Stutt eftir komu boðini
um, at Guðrun var ímillum tey
fýra sum doyðu. Ein syrgiligur
veruleiki.
Góða Guðrun, tað er við sorg og
harmi og pínu í mínum hjarta, at
eg fari at skriva eitt minnisbræv
um teg, nú tín silvurtráður er
slitin. Vit sum vóru so væl.
Tú vaks upp úti í Bø, var forgudað
av foreldrum og øllum sum stóðu
tær nær, ja tú var ein prinsessa. Vit
sum miskunnarleysir barnavinir
góvu tær eisini hetta, hóðast alt,
vinarliga eyðknevni. Tað kom
nokk eisini av, at tú mundi eiga
eina so fína ommu, sum var Alma
í Sørvági. Hon átti gull um háls
og armar, altíð pent smurd og fínt
ílatin. Men ikki mundi hon vita, at
tú sum formaður vísti okkum runt
uppi á loftinum í Sørvági, allar
smúkkurnar, men tað stuttligasta
var nokk, at tú avdúkaði parykkin,
he, he.
10 ár gekst tú í Sørvágs skúla.
Hvønn morgun kom Winther út,
og so vórðu vit koyrd til Sørvágs.
Tað var hugni í sær sjálvum, og
kedd mundu vit øll verða, tá
Winther gavst at koyra.
Altíð vart tú ein fyrimyndarlig,
ein ordilig og skikkilig genta. Fastir
fekk ikki tað stóra stríðið av tær,
eg minnist, at hon klappaði, tá tú
fekst títt fysta hol á buksurnar.
Aftaná 10. flokk gekk leiðin
hjá tær í Hoydalar. Vit fingu
stuttligar løtur í Havnini, hvar
vit búleikaðust, árini vit lærdu.
Var man svangur, ja so var bara
at vitja Guðrun, tí fastir pakkaði
hvørja einastu viku alt tað besta
til búkin, tá Guðrun fór til Havnar
aftur sunnukvøld, aftaná hvørt
vikuskifti, sum bleiv hildið í Bø.
Aftaná studentatíðina arbeiddi
tú eitt styttri tíðarskeið á Hotel
Vágum, til leiðin gekk til
Danmarkar, har tú starvaðist
sum flogterna hjá Maersk tey
næstu árini. Seinni flutti tú aftur
til Føroyar at flúgva við Atlantic,
har tú starvaðist við góðum
huga og glað fyri títt arbeiði og
arbeiðspláss, heilt til handan
vanlukkuliga morgun, góða
Guðrun.
Í Danmark vóru eisini mangar
góðar løtur, tað var fittligt at hava
ein góðan at vitja, og har mundu
tey flestu av tínum vinum hava
gist meira enn einaferð.
Í tíðarskeiðinum aftaná at tú
flutti til Føroyar møtti tú Oddmar,
manni tínum, sum tú elskaði og
var eyðnurík saman við. Tit høvdu
tað so gott saman, fluttu saman í
hús í Sandavági, hvar tú treivst
og elskaði at hugna um í tykkara
prýðiliga vakra húsið. Tað var
tó ikki alt ein dansur á rósum
hjá tykkum, men tit megnaðu at
yvirliva tað allar ringasta og bardu
tykkum fram aftur til eitt gott lív
saman. Og eydnuríka segði tú teg
av sonnum at vera, aftaná at tit
fingu tveir synir saman. Alt var
gott.
Góði Oddmar, hví skuldi tað
blíva so, tað er so ófatuligt. Í
løtuni eru orð alt ov fátøk.
Góðu elskaðu Borgar og
Eigil, tit hava ikki mist mammu
tykkara heilt, nú eiga tit eina
»einglamammu«, og eg ivist
onga løtu í at hon, tá dagar gerðast
tungir, trýstir á kontaktina har
uppi og tendrar sólina, so dagar
aftur gerast ljósir.
Ein góð mamma, forgudaði
sínar synir, onki var óført, tá
tað galt teir báðir. Komin aftur
úr flogfarinum, ja so var bara at
smekka dreingirnar í bilin - til
Havnar at svimja, út til Bíggjar
til ommuna og abban osv.
Tosaði við Guðrun í kjallaranum
leygarkvøldið, tey høvdu flett har
norðuri. Hon rósti beiggja sínum,
hvussu skjótt og væl hann fletti.
Alt var fyribeint. Vit tosaðu um
ymiskt, m.a. arbeiði, hon skuldi
avstað í nakrar dagar til Norra,
og tað var sum altíð eitt prik í
hjartanum á henni av at skula verða
burtur frá børnunum, men sum
hon segði, so áttu teir ein góðan
pápa, og hennara arbeiðspláss gav
teimum so nógv gott, at hon var
púra greið yvir, at hon hevði tað
gott og tók síni arbeiðstørn, sum
tey komu. Positiv.
Tað einasta keðiliga var, tá
tey ikki fingu lent vegna veður,
men tað var ikki so ofta. Har
var Guðrun púra vís í, at fastir
og Várharra høvdu ein fingur í
spælinum. Hon segði, at mamma
sín nokk hevði spart teimum hjá
Atlantic nógv, allar glottarnar sum
fastir bað fyri, so tey fingu lent.
Tað eru so ómetaliga nógvar
dýrabærar løtur at minnast aftur
á. Og góða Guðrun, ikki er
talið stórt, tá eg skal telja míni
syskinabørn her í Føroyum, tað
eru tú og Annfinn. Men at vera í
familju við tykkum, ja so kennist
tað, sum vit vóru 100. Gleddust
saman um alt og hjálptu hvørjum
øðrum, tá á stóð. Á tann saknur.
Kæra Guðrun, eg veit at
tú longu hevur heilsa uppá
einglabeiggjan hjá mær har uppi,
og velji at trúgva, at okkara dagar
eru taldir, hvar vit enn eru, og
hvussu svárt tað so er.
Tað eru uttan iva tey bestu, sum
á ungum árum verða tikin heim.
Tú hevur staðið generalprøvan, so
tú slapst á mál, innballað í bleytar
einglaveingir varð tú flogin upp -tín
endaligi flogtúrur.
Eg
veit,
at
sum
tann
ábyrgdarfulla chefstewardessa
altíð, ordnar tú einglunum at
hanga stjørnur hvørt kvøld, at
blinkstra yvir Sandavág, so tínir
dreingir áðrenn teir blunda, vita
at eingamamman er har.
Hetta var eitt tað ringasta, sum
kundi henda, at missa einastu
dóttir, konu og mammu, systir,
fastir og svigarinnu. Má Jesus
styrkja og hjálpa tykkum øllum
í hesum svára sakni.
Hvíl í friði góða Guðrun.
Gunnvá
Guðrun Hervør Joensen
f. 24. august 1965 - d. 10. oktober 2006
Tað skal haldast við man
ér, nú Støkk rundar tey
40 árini. Móttøka, fim
leikaframsýning og veitsla
verða á skránni í kvøld,
fríggjakvøldið og leygar
kvøldið
Hóskvøldið á sjálvum føð
ingardegnum verður skipað
fyri móttøku í fimleikahøllini
í Glyvra Skúla, har felagið
hevur hildið til øll fjøruti
árini. Á skránni verður tón
leikur, fimleikur og fram
sýning við myndum o.ø.
Nýggi støkksangurin, sum
Niklas Johannesen hevur
gjørt, verður eisini at hoyra.
Móttøkan verður hóskvøldið
frá kl. 16:00 til 20:00, og øll
eru hjartaliga vælkomin.
Fimleikaframsýning
við fagnaði
Fríggjakvøldið kl. 19.00
verður fimleikaframsýning í
ítróttarhøllini í Runavík, har
fólk hava høvi til at síggja
fjølbroyttan fimleik á øllum
støði. Á framsýningini verður
nógv spennandi á skránni,
umframt Fimleikafagnaðurin
hjá Støkk, sum felagið vann
í ár. Atgongumerki á 80 kr.
vaksin og 30 kr. børn kunnu
keypast við dyrnar.
Føðingardagsveitsla
Eingin føðingardagur utt
an veitslu. Seinasta tiltakið
í sambandi við føðingar
dagin hjá Støkk verður
leygarkvøldið í Sjókaféini í
Runavík, har veitsla verður
hildin. Á veitsluni verður
ymiskt forvitnisligt tikið
fram frá teimum fjøruti
árunum hjá felagnum.
Framsýningin við myndum
o.ø. verður eisini at síggja,
umframt annað undirhald.
Eftir borðhaldið verður dans
ur. Veitslan er fyri vaksin, frá
8. flokki og eldri.
Barnatiltak
Størsti parturin av fim
leikarunum hjá Støkk eru
børn, og Fimleikafelagið
Støkk fer sjálvsagt eisini at
skipa fyri einum tiltaki fyri
teimum eisini. Nær og hvar
barnatiltakið verður, verður
lýst seinni.
Føðingardagur í
tríggjar dagar