hósdagur 23. november 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 23. november 2006
13
Elilja Abrahamsen, Sørvág, andaðist á ellis
heiminum í Vágum 22. novembur, 76 ára gomul.
Kistin fer av ellisheiminum fríggjadagin kl. 18 í
Sørvágs kirkju. Jarðarferðin verður leygardagin kl.
13. Sálmabókin verður nýtt. Tey ið vilja minnast
Elilju kunnu lata Ellisheiminum í Vágum eina
gávu, konta í peningastovnunum.
Davis Maria Rønstad, fødd Jacobsen, ættað úr
Klaksvík, búsitandi í Oslo andaðist í gjár 22.
novembur, 71 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Fríggjadagin 24. november kunnu
hjúnini Christina og Johannes Petersen
í Havn, halda gullbrúdleyp.
Gullbrúdleypið verður hildið
fríggjakvøldið Í Pálsstovu frá kl. 18-22,
har tey ið ynskja at heilsa upp á Christinu
og Johannes, eru vælkomin.
Christina er fødd og uppvaksin í
Saltangará og Johannes er Rituvíkingur,
men tey hava búð meginpartin av sínum
lívi í Havn.
Foreldrini hjá Christinu vóru Jenny,
f. Thorkildshøj, av Toftum, og Debes
Danielsen úr Saltangará. Foreldrini
hjá Johannes vóru Anna Malene, f.
Samuelsen, ættað úr Kollafirði, og
Thomas Hans Petersen úr Rituvík.
Christina kom sum ung til Havnar,
fyrstu tíðina arbeiddi hon í Skálabúðini,
annars arbeiddi hon yvir 30 ár hjá
Postverkinum í Havn, seinnu árini var
hon á Frímerkjadeildini.
Sum ungur var Johannes sjómaður.
Hann flutti til Havnar at búgva í 1956
og arbeiddi tey fyrstu árini hjá Viljormi
Tórsheim, byggimeistara, áðrenn hann
fór at koyra hýruvogn í Auto í 1960.
Hann koyrdi hýruvogn til 1970, tá hann
fekk starv á Sementstoypivirkinum hjá
Una Persson. Hetta starv røkti hann
til 1992.
Síðan sigldi hann sum kokkur og
avloysari við skipunum hjá Eiler Jacob
sen.
Christina og Johannes hava
verið trúføst har tey hava verið
bæði í sínum arbeiði, í familjuni
og í brøðrasamkomuni, har tey eru
virkin. Tey hava t.d. hjálpt væl til á
Zarepta í Vatnsoyrum og í Ebenezer,
har Johannes hevur hjálpt til við
umbyggingararbeiðunum av hesum
báðum bygningunum.
Christina og Johannes eiga tríggjar
synir, Debes, sum býr í Havn, Hans í
Rituvík og Kári í Funningfirði. Barna
børnini eru 15 í tali, og eitt langommu-
og langabbabarn.
Christina og Johannes
Petersen gullbrúdleyp
Føroya Symfoniorkest
ur skipar í døgunum
2. og 3. desember
fyri familjukonsert í
Klaksvík, Runavík og
Tórshavn.
Umframt symfoni
orkestrið er eisini
stórt barnakór. Sol
istar eru Heiðrun Pet
ersen, violin, og Atli
Petersen tuba.
Frásøgumaður verð
ur Herfinn Árnafjall
og Bernhard Wilkin
son verður dirigentur
Konsert
Tann 2. og 3. desember
2006 hevur FSO (Føroya
Symfoniorkestur) eina kon
sertrøð við hugnaligum og
løttum tónleiki fyri alla fam
iljuna. Konsertrøðin byrjar
í Ítróttarhøllini í Klaksvík
leygardagin 3. des. Kl.
11.00, heldur síðan fram
í Ítróttarhøllini í Runavík
seinnapartin sama dag kl.
16.00 og endar í Ítróttar
høllini á Hálsi í Havn sunnu
dagin kl. 16.00.
Skráin er fjølbroytt. Byrjað
verður við einari syrpu (pot
pourri) av jólaløgum, skip
að fyri orkestur av Leroy
Anderson.
Síðani spælir á violin evna
ríka Heiðrun Petersen vakra
lagið Meditation úr operaini
“Thais” av Massenet.
Konsertin heldur fram
við sera áhugaverdu søguni
um “Tubby the Tuba” og
er skrivað av George Klein
singer. Ein tuba – tað eru
kanska ikki øll, sum vita,
hvat ein tuba er – men tað
eru tey allarstørstu ljóðførini
í einum hornorkestri, sum
ivaleyst øll hava lagt merki
til. Ein tuba í einum orkestri
spælir vanliga bassin, og ofta
er tað ikki nakað beinleiðis
lag, men styðjandi tónar, og
onkur argar teir sum spæla
við, at tað er bara bum-bum.
Tí er tubain øvundsjúk inn
á violinirnar, sum altíð fáa
besta lagið at spæla, og
sum øll lurta eftir. Hvussu
hetta tekur seg upp, fer frá
søgumaðurin Herfinn Árna
fjall at siga okkum.
So fara vit at hoyra “Hed
wigs Theme” úr filminum
um Harry Potter. John
Williams hevur gjørt henda
tónleikin. Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharri, hevur
skrivað eitt lag, sum hann
kallar “Mánalýsi”, og
verður tað framført av ung
dómsstrúkarum saman við,
Erlu, Ingu, Kristinu og
Onnu, sum syngja.
FSO heldur fram við nøkr
um íslendskum fólkaløgum
skipað fyri orkestur av
Páli Pamplicher Pállsson.
Konsertin endar við at eini
stórthundrað børn úr yms
um støðum í Føroyum fara
at syngja saman við orkestr
inum. Sangirnir vera: “Tað
brenna túsund jólaljós í
nátt”, har Eyðun á Lakjuni
hevur gjørt lagið “Nú er
desember komin”, orð og lag
Elsa Annika Simonsen og
“So fjart har í vøggu”, týskt
lag. Orð eftir A. Andreasen.
Kári Bæk og Edvard N. De
bess hava skipað nevndu
løg fyri symfoniorkestur.
Atgongumerkini til familju
konsertirnar kosta 75 krónur.
Jóla- og familjukonsertir
í trimum støðum
Dagurin í morgin
24. november. Chrysogonos, deyður umleið ár 300.
Halgisøgurnar siga, at hann var kristin einbúgvi, sum varð
tikin av døgum meðan Diocletianus var keisari.