Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 227 - 23. november 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Aftur størstur Í Noregi er Arbeiðara­flokk­ urin hjá Jens Stoltenberg, forsætis­ráð­harra aftur lands­ins størsti eftir at hava ligið aftan fyri Fram­ burðsflokkin ta seinastu tíðina. Í einari nýggjari meiningakanning fær Ar­beiðaraflokkurin stuð­ ul frá 28,6 prosentum av teimum spurdu, meðan Framburðsflokkurin ligg­ur eitt vet aftanfyri við 27,7 prosentum. Hjá Arbeiðaraflokkinum er talan um eina framgongd upp á 1,7 prosentstig sam­anborið við seinastu kanning, samtíðis sum Framburðsflokkurin hev­ ur mist heili fýra pros­ entstig. Tað er langt niður í næsta flokk, sum er Høgri, ið fær 15 prosent. Upptøka horvin Funnin deyðir Løgreglan í Moskva hev­ ur funnið líkini av fimm monnum í útjaðaranum av býnum, og sambært løgregluni er eingin ivi um, at menninir vórðu myrdir gjáranáttina. Tal­an er tó ikki um ráns­ morð, tí teir fimm vóru heimleysir. Ein kvinna var saman við monn­ unum, og hon varð flutt á sjúkrahús við skaða í høvdinum. Løgreglan fekk boð um líkini og kvinn­una, eftir at fólk høvdu funnið tey tætt við eina vatnleiðing, skriv­ar AP. Ein sjónbandsupptøka, sum kanska kundi loyst gátuna um, hví ferjan Estonia sakk, er horvin úr goymsluni hjá svenska sjóferðslustýrinum. Est­onia sakk í illveðri í Eystrasalti á veg úr Tall­in í Estlandi til Stock­holm tann 28. des­ ember í 1994. Bara 137 av teimum 892, sum vóru við, vórðu bjarg­ að. Sjónbandið, sum nú er horvið, bleiv upp­ tikið við einum kav­báti í 1996. Hetta er aðru ferð, at eitt týðandi sjón­band er horvið í sjó­ferðslu­ stýrinum, og svenska trygdar­løgreglan kannar nú umstøðurnar. – Framman fyri okkum lá eitt barn við hjartanum uttan á bringuni (Elliot Rosenkranz, hjartaskurðlækni) Naseem Hasni varð føddur við ectopia cordis, sum ger, at hjartað veksur uttan á bringuni Síðst í september kendi tann 33 ára gamla Michelle Hasni á sær, at tað ruggaði ikki rætt við barninum, sum hon gekk við. Hon fór til læknan, og myndir av fostrinum vístu, at barnið hevði ectopia cordis. Hetta er eitt sjáldsamt brek, sum hevur við sær, at hjartað veksur uttan á bringuni. Læknarnir í Miami, har Mihelle Hasni býr, gjørdu alt fyri eitt av at taka barnið við keisaraskurði. – Framman fyri okkum høvdu vit eitt barn við hjartanum uttan á bringuni. Tað slóð og punpaði og sá út til at virka væl, sig­ur hjartaskurðlæknin Elli­ot Rosenkranz við AP-tíðinda­ stovuna. Læknarnir gjørdu alt fyei eitt av at leggja tann lítla drongin undir skurð, og skurð­viðgerðin eydnaðist so væl, at sambært Elliot Rosen­ kranz sleppur Naasim helst heim til foreldrini at halda jól. Læknarnir siga, at Naseem skal leggjast undir skurð fleiri ferðir afturat, men teir halda, at hann kann fáa eitt púra vanligt lív. Sambært AP hendir tað sera sjáldan, at børn verða fødd við ectopia cordis. Í flestu førum doyggja børn­ ini longu í móðurlívi, og tey flestu, sum verða fødd á lívi, doyggja undir skurð­ viðgerðini ella beint aftaná. So tann lítli Naasim er helst ein av teimum fáu hepnu. Í meiri enn 60 ár hevur finska her­vald­ ið fjalt myndir, sum myndamenn tóku í teimum báð­um kríggjunum mill­um Finnland og Sovjet­ samveldið Finnlendingar kunnu nú við egnum eygum síggja ræðuleikarnar frá teim­ um báðum ferðunum, Finn­land var í kríggi við Sov­jetsamveldið. Í meiri enn 60 ár hava myndir hjá krígsmyndamonnum ligið væl fjaldar í einari goymslu hjá hervaldinum, men nú loyvir lógin ikki hervaldinum at fjala tær longur. Teir sein­ astu dagarnar hevur her­ valdið almannakunngjørt meiri enn 300 myndir, og tær siga frá einum óhugnaligum tíðarskeiði í landsins søgu. Søgufólk hava leingi spurt, hví tað almenna Finn­ land hevur dult ræðu­leik­ arnar, sum finskir hermenn framdu, og hví teir hava roynt at dylja sovjetska ágang­in ímóti finska sivil­ fólkinum. Yvirhøvur hava finnlendingar verið ógvuliga tigandi um tað, sum veruliga hendi í krígsárunum, men myndirnar, sum nú eru al­mannakunngjørdar, dylja einki. Tær vísa finskar hermenn skjóta landsmenn, sum vóru lagdir undir ill­ gruna fyri at hjálpa fígg­ind­ anum, og tær vísa sovjetska ágangin ímóti finska sivilfólkinum. – Myndirnar siga ikki frá nøkrum, sum vit ikki hava vitað, men tær kunnu vera gagnligar fyri tað yngra ættar­liðið, sum hevur eina hetjukenda uppfatan av krígn­um, sigur professarin Seppo Hentila. Finskar krígsmyndir fjaldar í 60 ár Sovjetsku hermenninir gjørdu seg ofta inn á finskar kvinnur og børn teirra. Hesar báðar genturnar vórðu skotnar í juli í 1944 Føddur við hjartanum uttaná Naasim Hasni varð føddur við hjartanum uttan á bringuni