hósdagur 23. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 23. november 2006
15
Tutl hevur júst gjørt
avtalu við danska
felagið Implementer
um samstarv.
Implementer er eitt
konsulentfelag, og
samstarvið millum
Tutl og Implementer
skal vera við til at fáa
Tutl út í heim
TÓNLEIKUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Hetta er ein góður møgu
leiki at fáa felagið skipað.
Hetta gevur nýggjar møgu
leikar fyri felagið, sigur
Sólarn Solmunde, sum er
nevndarlimur í Tutl.
- Tutl hevur mest sum
staðið í stað síðstu tíðina.
Virksemið er nógv økt, mn
umsitingin er als ikki broytt.
Tað er avmarkað, hvussu
nógv fólk klára í teirra frítíð,
sigur Ólavur Olsen, sum
eisini er nevndarlimur í Tutl.
Tað eru nýggjar avbjóð
ingar, sum standa fyri
framman hjá Tutl, og tí
kenna teir seg noyddar at
royna okkurt nýtt.
- Tónleikalívið í Føroyum
er eksploderað síðstu árini.
Nýggju
tíðirnar
krevja
nýtonking. Vit hava down
loads og annað, sum Tutl má
fylgja við í, sigur Sólarn.
- Á síðsta aðalfundi tosaði
vit um, at Tutl mátti koma
víðari. Vit komu síðani í
samband við Implementer,
og teir hava víst sera stóran
áhuga í okkara felag, sigur
Ólavur.
Implementer
er
eitt
danska “konsulenthús” við
skrivstovu í Keypmanna
havn. Har arbeiða 6 fólk til
dagligt.
- Vit síggja stórar møgu
leikar í Tutl. Eg vil kalla
Tutl fyri eitt gullegg í før
oyskari mentan. Vit fara
at hjálpa til at “branda”
Tutl betri, sigur Gert Bjerg
Sørensen frá Implementer.
Danski
konsulenturin
heldur veruliga, at tað eru
stórir møguleikar við Tutl.
- Tutl hevur eina sál. Tað
er eitt serstakt felag við
einum samleika. Við vilja
gjarna hjálpa til at fáa hetta
út til restina av heiminum.
Allur heimurin skal vita um,
hvørjir fyrimunir eru við at
hava Tutl sum plátufelag,
sigur Gert.
Sólarn, Ólavur og Gert
virðismeta allir tað stóra
arbeiðið, sum Kristian Blak
hevur lagt í plátufelagið
Tutl. Kristian er dagligur
leiðari av Tutl og er veruiga
ímyndin av felagnum.
- Kristian hevur heilt vist
verið primus-motor. Men
tað er avmarkað, hvussu
nógv tú kanst gera ólønt,
sigur Gert.
- Nú vilja vit fegin dag
føra Tutl, so at tað gerst ein
fyritøka. Málið er at fáa
starvsfólk at starvast fulla
tíð. Tað skulu eisini vera
fleiri enn eitt starvsfólk,
sigur Ólavur.
- Tutl skal tó halda fram
við hugsjónini, hóast tað
gerst meira vinnurekandi.
Vit vilja varðveita sálina í
felagnum, sigur Gert.
Teir eru ikki í iva um,
at Tutl verður ein succés
uttanlands.
- Føroyskur tónleikur
er heilt ótrúligur. Við Tutl
hava tit teir bestu karm
arnar at menna hann víðari.
Um Tutl verður kent, kem
ur hetta sjálvandi eisini
at dryppa á føroyska sam
felagið. Tey stóru tónleika
nøvnini eru eisini við til
at marknaðarføra sítt egna
heimland, sigur Gert.
- Tað er ikki sum við
fótbóltslandsliðnum. Teir
bara tapa, men í tónleiki
kanst tú ikki tapa, sigur
Sólarn skemtandi.
Teir eru allir sera spentir
uppá hesa altjóðagerðingina
av Tutl. Teir vænta at vera
lidnir í januar, og so kunnu
vit vænta okkum, at okkurt
fer at henda innan føroyska
tónleikaheimin. Væntandi
fara vit at hoyra meira frá
Tutl í nærmastu framtíð.
Tutl gjørt slóðbrótandi avtalu
Fólkini í Tutl. Aftast frá vinstru: Sólarn Solmunde (nevndarlimur), Kristian Blak (dagligur leiðari), Hergeir Eldevig (konsulent), Elin Hentze (konsulent), Ólavur Olsen (nevndarlimur), Annleyg
Lamhauge (konsulent), Bogi Eliasen og Gert Bjerg Sørensen