Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 227 - 23. november 2006 tíðindi Aftur í ár verður møgu­leiki hjá norð­ oyingum – og øðrum við – at fara til ser­ støku jólasøluna leygardagin, sum verkstaðurin á Brekku stendur fyri. – Tað hava altíð verið nógv fólk til hesa jólasøluna. Ja, í roynd og veru er longu fult av fólki, tá vit lata upp, sigur Jóna Olsen, leiðari á verkstaðnum. Vart verkstað Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað er ikki eitt ljóð at hoyra í øllum hesum stóra bygninginum. Her eiga nógv fólk at vera til arbeiðis, nú klokkan er farin at nærkast 14 seinna­ partin mikudagin. Á hesum varda verk­ stað­num á Brekku eru 23 brúkarar knýttir til. Men hesa løtuna er ilt at skilja, hvar tey eru og hvat tey gera. Úr erva hoyrist eitt út­ varp sjangra. Her man onk­ ur vera. Og jú, mín sann: Inni í einum rúmi sita fleiri kvinnur og takast við ymiskt handaligt arbeiði. Jólatrøll Tað er skilligt at hetta er nakað teimum dáma av­bera væl. Tær sita allar og kon­sentrera seg 100 % um tað handarbeiðið, sum nú skal gerast liðugt. Tær látast ikki um vóna, at ein tíðindamaður frá Sosial­ inum kemur á vitjan. Orsøkin til friðin er helst at finna í tí, at tað nú av álvara er farið at styttast til dagin, tá jólasølan verður. Tað ræður um at fáa alt liðugt, so tað ikki gerst jóla­ trøll. Enn er nakað av tíð eftir. Men leygarmorgunin kl. 10 lata tey dyrnar upp, og tá skulu allir hesir hundraðtals ymisku lutirnir til sølu. Tá satt skal sigast, so hevur ikki staðið á at sleppa av við teir. Tað er nú ikki tað ringasta at hava í huga, tá ein fæst við eitt handaligt arbeiði: Ger teg lidnan við tað, og tú ert vísur í at tað verður selt henda dagin! Upplivingar og arbeiði Sum nevnt er 23 brúkar­ ar knýttir at Varda Verk­ staðnum á Brekku, sum tað eitur. Tey eru øll úr Norðoyggjum, - onkur býr heima, meðan onnur eru á sambýli. Øll eru ikki á verkstaðnum samstundis. Men tá tey eru her, so hevur ein lagt tað soleiðis til rættis, at øll fáa nakað burturúr. Verkstaðurin er býttur upp í tríggjar deildir, um ein kann lýsa tað soleiðis: Ein til timbur, ein til seyming og ein til blandað ítriv. - Hetta skal vera sum eitt arbeiðspláss. Men hetta er somuleiðis eitt stað, har tey fáa nakrar upplivingar og kunnu læra nakað nýtt, sigur Jóna Olsen. Í hesi stovuni er øll útgerð til hetta ymiska handaliga arbeiðið. Men á niðaru hædd­ini er verkstaður, har ein – ikki óvæntað – finnur menninar. Alt verður skrætt burtur Tey hava øll stríðst fyri tí. Leygardagin kl. 10 fáa tey so prógv fyri, hvussu væl fólk dáma lutirnar tey hava latið úr hondum Reyð hjørtu hoyra jólunum til. Nú ræður um at fáa tey liðug til leygardagin Jólanissan er nærum liðugt málað. Serliga væl umtóktar eru nissurnar úr træi sum fólk kunnu seta uttandura Í gjár kom vakri Listaskálin í Havn enn einaferð til sín rætt, tá borðreitt varð við eini samanblanding av list, tónleiki og vælvaldum orðum. Tá varð stórverkið og kanska eitt tað størsta einstaka bókaverk givið út á føroyskum alment víst fram – bókin um okkara fræga listamálara, Sámal Joensen-Mikines, sála. Tað var sjálvur mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, sum hevði boðið til hesa stórfingnu móttøku. Har vóru Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Heðin Mortensen, borgarstjóri umframt tey fólkini, sum hava staðið fyri hesi nýggjastu bókaútgávuni um Mikines. Tey eru sonur Mikines, Kári Mikines, lækni, Einar Matthiasson og Erna Sørensen, bókaforleggjarar og Aðalstein Ingólfsson, rithøvundi. Millum tey mongu innbodnu var eisini Bárður Jákupsson, sum hevur gingið rithøvundanum til handa. Bárður skrivaði eisini bók um Mikines, sum kom út í 1990. Bókin ”Mikines 100” verður givin út í sambandi við, at tað eru 100 ár síðani, at listarmálarin varð føddur. Sosialurin fer í vikuskiftisblaðnum at umrøða hátíðarløtuna í Listaskálanum og vit fara eisini at hava ummæli av bókini í einum av komandi bløðunum. Hátíðarlig Mikinesløta í Listaskálanum