Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 25 24 Nr. 15 - 23. januar 2001 Leiðari til MRCC-Tórshavn Í samband við at Fiskimálastýrið nú fer at seta á stovn eina føroyska havbjargingarmiðstøð,MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre), verður her- við lýst eftir samskipandi leiðara. Starvið inniber m.a.hesar uppgávur: • Dagligt sum fultrúi hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni (V&B) við ábyrgd fyri MRCC- Tórshavn • Samskipandi leiðari á MRCC-Tórshavn,tá SAR (leiting og bjarging) støður koma fyri • Hevur ábyrgd av SAR átakinum,leggur tilrættis og tekur endaligar avgerðir • Samskipar átakið við tí útgerð og fólki,mett verður neyðugt. • Samstarv við stovnar/feløg í Føroyum og uttanlanda • Ferðing til samstarvsfundir Førleikakrøv: • Hægstu nautisku ella aðra viðkomandi útbúgving • Dugir væl at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum • Er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir • Hollan kunnleika til teldur Vaktar- og Bjargingartænastan bjóðar: eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv, við at upp- byggja og reka eina føroyska bjargingarmiðstøð eftir fyriskipanum hjá altjóðafelagsskapinum IMO. Ískoytis útbúgving. Persónligar eginleikar: duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir. Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum. Setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv og lønt í 34.lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Lands- ins og Fíggjarmálastýrið. Setanarøkið fevnir um Fiski- málastýrið og stovnar undir tí, umframt hini aðal- stýrini og Løgmansskrivstovuna. Meira fæst at vita: um starvið við at venda sær til Djóna Weihe, tlf. 31 10 65 ella 31 39 80,teldupost dw@vb.fo Umsóknir: saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vaktar- og Bjargingartænastuni post- rúm 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn 01. februar 2001. Størvini vera at seta 15 februar ella eftir nærri avtalu. Løn sambært avtalu við avvarandi yrkisfelag. Størvini eru treytað av mynduleikagóðkenning og at skipanin verður sett í verk. Fiskimálastýrið -tað loysir seg Vaktgangandi yvirmenn/kvinnur til MRCC-Tórshavn Í samband við at Fiskimálastýrið nú fer at seta á stovn eina føroyska havbjargingarmiðstøð,MRCC-Tórshavn (Maritime Rescue Co-ordination Centre), verður her- við lýst eftir 6 vaktgangandi yvirmonnum/kvinnum. Starvið inniber hesar uppgávur: • Skiftandi vaktir og ábyrgd av vaktini • Tilkallivakt (bakvakt) • Móttaka fráboðanar og taka støðu til hjálparveitingar á føroyska landgrunninum. • Hvør fráboðan skal metast,um vakthavandi sjálv/sjálvur skal veita atstøðu,ella um neyðugt, tilkalla bakvaktina ella samskiparan • Vanligt fyrifallandi arbeiði á vaktini,t.d.skráseta ymiskt í samband við tilbúgvingina Førleikakrøv: • Nautiska ella aðra viðkomandi útbúgving • Duga at samskifta á føroyskum,norðurlendskum og enskum • Kunnleika til teldur Vaktar- og Bjargingartænastan bjóðar: eitt avbjóðandi starv, við at uppbyggja eina føroyska bjargingarmiðstøð eftir fyriskipanum hjá altjóðafel- agsskapinum IMO. Ískoytis útbúgving. Persónligar eginleikar: búgvin og duga at taka avgerðir.Vera fyrikomandi og duga at samstarva við allar partar í tilbúgvingini her á landi og í útlandinum. Meira fæst at vita: um starvið við at venda sær til Djóna Weihe, tlf. 311065 ella 313980,teldupost dw@vb.fo Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmála- stýrið og viðkomandi felag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og stovnar undir tí,umframt hini aðal- stýrini og Løgmansskrivstovuna. Umsóknir: saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skulu verða Vaktar- og Bjargingartænastuni post- rúm 347, 110 Tórshavn, í hendi áðrenn 01. februar 2001. Størvini vera at seta 15.februar ella eftir nærri avtalu. Løn sambært avtalu við avvarðandi yrkisfelag. Størvini eru treyta av mynduleikagóðkenning og at skipanin verður sett í verk. Fiskimálastýrið Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar mánad., mikud. og fríggjad. frá kl. 1900 til 2100  212380 Sig okkum frá Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo Musikkskúla- skipanin Vikarur søkist at byrja 1.mars 2001 fyri lærara í barsilsfarloyvi. Ljóðføri er tvørfloyta og undirvísingarstøðini eru í Tórshavn, Vestmanna, á Oyrarbakka og Eiði. Umsóknarfreist: 5.februar 2001. Meira fæst at vita hjá Martin Mouritsen, leiðara Musikkskúlaskipanin Hoyvíksvegur 72 FO 100 Tórshavn T-postur:martin@umms.fo Fax 316991 Tlf 316462 / 216462 Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Boðini um at Klæmint Elia- sen var farin komu ikki óvart á. Hann hevði nátt kempualdur og reiðiliga tað, og í heyst og í vetur hevði hann verið veikur. Hóast tað mest sum varð roknað við tí, so tók tað rættuliga í teg, tá tað spurd- ist, at nú var Klæmint flutt- ur av foldum. Nógv fólk kom saman til jarðarferð- ina, og lýsingarnar av Klæ- minti vóru meistarliga hjá soninum, abbasoninum og av Ingvardi Joensen. Hesin seinasti nýtti myndina, at nú Klæmint var farin, kendi hann tað, sum tá Tórshavn- ar Radio plagdi at ávara skip og bátar um at ansa eftir, tí vitin t.d. í Mykines- hólmi, í Akrabyrgi ella á Borðuni var slóknaður. Klæmint var ein viti í okkara bygd. Hann var fjøl- táttaður, og hann lýsti á so mongum økjum og á so mangan hátt. Tá fólkatalið í nógvum bygdum av álvara tók at minka eftir kríggið, var Leirvík millum tær, sum vóru ringast fyri. Um- støðurnar at vinna til lív- sins uppihald vóru betraðar. Eingin fer at mótmæla, tá vit siga, at tað fyrst og fremst var Klæmint Elia- sen, sum gekk undan, tá tað ráddi um at skapa fyritreyt- ir hjá fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og ikki minst hjá útróðrinum, sum alla síðstu øld var høvuðsinntøkukeld- an í bygdini og sum fram- vegis hevur so sera stóran týdning her hjá okkum. Tíðin rennur sum streym- ur í á. Tað er so skjótt, at tað, sum er avgerandi fyri lívið og trivnaðin í nútíðini, ikki sæst ella ikki verður rætt skattað av eftirtíðini. Tey yngru kendu ikki Klæ- mint á sama hátt sum tey, ið nú eru gott og væl tilkomin. Tey seinastu árini tókst hann mest við seyð og tað, sum hoyrir til í tí samband- inum. Náttúruni hevði hann altíð stóran áhuga fyri, og við sínum stóra viti og skili dugdi hann eisini á tí økin- um at gera frá sær og har- við at birta undir áhugan hjá øðrum. Hann plagdi at taka til, at um hann gjørdist gamal, so skuldi hann brúka tíðina til at lesa og velta í. Tíverri fekk hann trupulleikar við rygginum og eygunum. Men tað forð- aði honum ikki at vera góð- ur við kríatúrini, og tey vóru góð við hann. Familjan Nakrar vetrar í nítiárunum var ættargransking í kvøld- skúlanum í Leirvík. Í sær sjálvum var hetta hugaligt, og tað var serliga hugaligt, tá Klæmint og konan komu á gátt, og vit yngru kundu sita undir og lurta eftir stóra innlitinum hjá teimum. Klæmint Eliasen, sum var borin í heim 25. mai í 1917 og doyði 6. desember 2000, var leirvíkingur. Páp- in var Jóan Petur á Regni. Hann var ættaður úr Hús- stovu í Mikladali, men kom sum smádrongur til Leir- víkar at vaksa upp. Mamm- an, Sofía, var ættað úr Heiðrikssovu her í bygdini. Tey búsettust á Regni og fingu sjey børn – fimm dreingir og tvær gentur. Genturnar hava nátt høgan aldur. Lena býr í Leirvík, og Ingrid, sum giftist út á Skála. Dreingirnir búsettust í Leirvík. Theodor er tann einasti, sum er eftir. Um- framt Klæmint vóru hinir Jústinus, sum bara var um- leið 30 ára gamal, tá boð vóru eftir honum í 1946, Hilmar og Elias ella Sjúrða Lias, sum hann varð kallað- ur. Navnið hevði hann, tí hann sum smádrongur var so nógv hjá einum, ið æt Sjúrður. Klæmint plagdi at siga, at hann hevði ein so óføran bakk. Tey tóktust so sera góð, Hanna og Klæmint, og tann, sum kennir Honnu, hevur ikki ilt við at skilja, hvar Klæmint var, tá hann tosðai um tann góða bakk- in. Tað var týðuligt, at Klæ- minti líkaði, at so nógv, sum tað bar til av tí, sum hann var uppií, gekk fyri seg heima við hús. Køkurin og stovan hjá Honnu vóru ofta karmurin um tað, sum hevði við turkihús, skip og bátar, og kommununa og so mangt annað at gera. Tá tað er soleiðis, kemur tað væl við at hava eina skilagóða og gestablíða konu. Soleið- is hevur Hann altíð verið. Hann er ættað úr Leirvík. Hon er dóttur Jóhannes Jo- hannesen ella Leirvíks Jó- annes, sum hann varð nevndur. Hann var reiðari, hevði turkihús og var til- tikin fyri at hava eina rúgvu av hugskotum og at royna nýggjar leiðir, sum – um enn ikki til hann sjálvur – so løgdu lunnar undir fram- tíðar virksemi og inntøkur. Kona Jóannes var úr Lamba. Hon æt Kristianna og var av Kinn. Hon tók læraraprógv í 1899 og var lærarinna í Fuglafirði, Leir- vík og á Hellunum inntil í 1910, tá hon í eitt ár bara var lærarinna í Leirvík. Hon fór úr starvinum 31. juli í 1911, men meðan hon røkti sítt pláss í heiminum, vóru onkuntíð boð eftir henni í skúlanum. Eftir summarfrítíðina í 1922, tá gamli lærarin var burturfrá, var Kristianna í skúlanum fyri hann. Hon hevði bara verið har nakrar heilt fáar dagar, tá hon legðist við lungnabruna, og so doyði hon. Jóannes sat eftir við fimm børnum, og Hann var átta ára gomul. Hanna og Klæmint fingu fimm børn. Kristianna var 37 ára gomul, tá hon á há- sumri í 1982 doyði frá manni og tveimum smá- gentum. Tað tók allari fa- miljuni og ikki minst for- eldrunum dygt. Jústinus, Jóannes og Sofía búgva í Leirvík, og Jórun býr í Noregi. Lívsstarvið Sum allir aðrir dreingir, so søkti Klæmint sjógvin, tá hann var so frægur. Undir krígnum sigldi hann við Skálabergi, har hann var fýrbøtari. Upp undir endan á krígnum keyptu hann og brøðurnir 30 tonsaran Við- arnes. Christian Holm hevði frammanundan átt bátin. Hann hevði brúkt hann í sambandi við olju- søluna, sum tá var rættuliga nýggj. Seinni varð báturin seldur til Hvannasunds, har teir róðu út við honum. Bæði á Viðarnesi og Sigatindi, sum Klæmint og Lias áttu, var Lias formað- ur. Klæmint var útróðrar- maður, men eftir syndarliga tilburðin, tá beiggin, Jústin- us, fórst, var hann lítið og einki burtur. Teir vóru á Bankanum, tá Jústinus kom fastur í uppstandaran og fór fyri borð. Teir gjørdu enda á Klæmint, sum leyp eftir beiggjanum. Tað eydnaðist honum at fáa fatur á Jústin- usi, men tá var hann deyð- ur. Soleiðis er lagnan. Jústinus hevði verið við Coronet, tá hon slongdist motorleys og róðurleys í Norðuratlantshavi. Tað varð roknað við, at teir ikki fóru at bera boð í bý, men loggið hjá teimum var ikki runnið. Teir endaðu í Amerika og komu afturí- aftur í øllum góðum. Henda góðveðursdagin á Føroya Banka í 1946 vóru boð eftir Jústinusi. Og tað var ein stórur smeitur. Skjótt eftir kríggið fóru Klæmint og Lias undir at byggja turkihúsið, og mið- skeiðis í fimti árunum fingu teir Sigatind. Teir keyptu hann av Skála, har hann hevði havt navnið Skálafossur. Báturin varð endurnýggjaður, og hann var í sama reiðarínum í meira enn eina fjórðings- øld. Lias, sum hevði verið við vágssluppini Gunhild, førdi Sigatind øll árini. Klæmint var reiðari, og harafturat var hann stjóri í Turkihúsinum. At siga at Klæmint var stjóri vil ikki siga, at hann gekk pyntaður og sat á skrivstovukrakkinum. Hann var klæddur sum aðrir arbeiðsmenn. Tað varð ikki hugsað nógv um klokku og um tímar ella um stóra fasta løn. Tað ráddi um at fáa raksturin at bera seg. Klæmint rópti ikki nógv, men millum leirvíkingar var eingin ivi um, hvør tað var, sum stóð fyri. Við síni lítillætnu og spakligu medferð og síni djúpu rødd gekk hann millum fólkið og legði til rættis við stórum myndugleika. Tað er ivaleyst ofta so- leiðis, at tá onkur heldur seg hava okkurt týdningar- mikið upp á hjarta, so verð- ur meiri megi løgd í rødd- ina. Hjá Klæminti tóktist tað at vera tvørturímóti. Hann gjørdist uppaftur lág- mæltari, og fólkið líka sum toygdi seg fyri at fáa við, hvat tað var, sum hann hevði at siga. Omanfyri varð nevnt, at nógv orka varð løgd í at fáa raksturin av virkinum at bera seg. Tað er rætt, men so skal leggjast afturat, at vit, sum í dag eru tilkomin, minnast væl, at í turkhúsin- um varð eisini víst sosialt fyrilit. Tá tey ungu fóru úr skúlanum, vóru tey so at siga altíð eitt skifti í turki- húsinum, og Klæmint hevði gott eyga fyri, hvørji vóru serliga treingjandi í fimti árunum, tá tíðirnar vóru vánaligar. Miðskeiðis í fimti árun- um fekk bygdin – sum ein tann fyrsta í landinum – flakavirki. Útróðrarbátar- nir, sum mundu vera einir tíggju í tali, og tað mesta av bygdarfólkinum stóð aftan- fyri, og Klæmint var ein av undangongumonnunum. Seinnapartin av fimti ár- unum og upp í seksti árini var nógv sildaarbeiði. Siga- tindur og fleiri aðrir bátar í Leirvík vóru á sild. Fleiri sjakk løgdu sild um, og Klæmint skipaði fyri hjá Sigatindi. Tað varð nevnt, at útróð- urin hevur havt serligan týdning fyri bygdarsamfe- lagið í Leirvík. Tá tað lógu umleið tíggju útróðrarbátar við kai og egndu, og tá tað vóru einir tíggju menn um- borð á hvørjum bátinum, sigur tað seg sjálvt, at flestu húskini í bygdini áttu onkr- an har. Klæmint gekk undan, tá tað varð syrgt fyri at gera nakað ítøkiligt við at betra umstøðurnar at egna. Í sambandi við útbygging av flakavirkinum Frost bygdi virkið egningarskúrar við frystirúmum til hvønn skúrin. Skúrarnir hava ver- ið brúktir stútt og støðugt, og teir hava havt ómeta- ligan týdning fyri útróðurin og harvið fyri alla bygdina. Uppi í so nógvum Tað er einki at siga til, at ein sovorðin álitismaður sum Klæmint varð valdur í kommunustýrið. Har var hann í átjan ár, og hann var formaður í níggju ár. Klæ- mint var heilur, har hann var, og í Leirvík er tað kent, at Klæmint var undan- gongumaðurin, tá talan var um havnaútbygging. Hann dugdi væl at hava við fólk at gera, og tað er eingin loyna, at tað kom væl við hjá leirvíkingum, at tað var eitt serligt álitisforhold millum Klæmint og Mikkj- al Helmsdal, landsverk- frøðing. Áðrenn aldurin rættuliga fór at tyngja, slapp Klæ- mint sær burtur úr Frost. Hann var nevndarlimur í Fiskasøluni, har hann eisini var formaður, og hann var eisini frammarlaga í Silda- søluni. Eftir at hann hevði lagt frá sær, hevði Fiska- sølan ofta boð eftir honum. Hann tók sær serliga av samskiftinum við portugis- arar. Bæði tá teir keyptu fisk, og tá talan var um reklamatiónir frá teimum. Í hesum sambandi ferðaðist Klæmint eitt sindur, og tað var ikki minst áhugavert at tosa við hann um uppliv- ingar á hesum ferðunum og at hoyra hann seta tað, sum hann sjálvur hevði verið úti fyri, í eitt størri høpi. Klæmint vitnaði, at hann sum ungur var komin til persónliga trúgv. Hann var álitismaður í Hebron til tað síðsta. Tað var hagani, at hann varð borin út til sítt seinasta hvíldarstað. Leir- víkingar taka undir við, at við Klæminti er ein av teim- um stóru vitunum slókn- aður, og eg ivist einki í, at tey eru mong kring landið, sum hittu og kendu Klæmint, sum halda við okkum. Ærað verði minnið um undangongumannin og heiðursmannin Klæmint Eliasen. Ólavur Heinesen MINNINGARORÐ Ein av teimum stóru vitunum er slóknaður Klæmint Eliasen var ein av undangongumonnunum at skapa fortreytir fyri fiskivinnu í Leirvík eftir seinna heimsbardaga