Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 15 - 23. januar 2001 Nr. 15 - 23. januar 2001 23 Kvinnurnar hjá VB vóru norðanfjørðs um vikuskiftið, og burtur úr tveimum dystum fingu tær fýra stig við sær á ferðini suðuraftur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at menninir í fótbólts- kappingini gjørdu bart hetta kappingarárið, er tað nú líkt til, at hondbólts- kvinnurnar í bygdini hava ætlanir um at gera teimum kynstri eftir. At byrja við vildi kanska ikki rigga so væl hjá teim- um, men sum grundspælið leið, gjørdust avrik teirra alt meira sannførandi, og tá seinasti dysturin í hesum varð vunnin móti Stjørnuni, mundi hondbóltsfepurin av álvara tendra. Linligt á Giljanesi Fyrstu dystirnir hjá VB í endaspælinum skuldu so spælast hetta vikuskiftið, og tað mundi vera við góð- um treysti, at farið varð norður um fjørðin. Fyrsti dysturin var á Giljanesi, har Sóljan stóð fyri skotum. Eftir ein held- ur linligan fyrra hálvleik, har VB førdi 13-9, settu tær av álvara ferð á í seinna. Átta mál á rað beindu allan iva burtur, og hareftir var bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga. Enda- liga úrslitið gjørdist ein tryggur 30-15 sigur. Gjørdist trupult Í Havn mundu VB kvinnur- nar eisini ætla sær ein tryggan sigur, men tá tað kom til stykkis, skulu tær helst vera fegnar um, at tað yvirhøvu eydnaðist teimum at fáa tvey stig við sær úr dystinum. Frá byrjan av góvu tær á heimaliðnum gestunum ein skarpan gang, og hóast VB fekk skapt sær eina leiðslu móti endanum av hálvleik- inum, so fall Neisin ikki á nakran hátt á fátt. Spakuliga stríddu tær seg inn aftur í dystin, og tá seinni hálvleikur var hálv- runnin, høvdu tær á heima- liðnum vunnið seg framum gestirnar. Nú byrjaði nerva- kríggið av álvara, og bæði liðini góvu alt tað tey høvdu í sær, til tess at ogna sær sigurin. Tað skuldi tó vísa seg, at tað, sum gjørdist heilt av- gerandi fyri dystin, var at VB í størri mun megnaði at halda høvdið kalt, tá harð- ast leikaði á. Neistin vann seg tvey mál fram um, men eftur hetta megnaði at skjóta fýra mál á rað, soleiðis at tær førdu við tveimum málum, tá hálvur annar minuttur var eftir at leika. Fjøruti sekund seinni var munurin minkaður í eitt mál, og hóast VB nevyan hevði møguleika at nøla seinasta álopið heim, so fóru neistakvinnurnar út eftir mótstøðuliðnum. Úrs- litið var, at VB kundi skora enn einaferð, og hóast Neistin innan fá sekund aftur hevði minkað í eitt mál, so skuldi VB nú bert hava 15 sekund at ganga síðstu løtuna. Tað eydnaðist teimum eisini at vinna sær tríggja metra kast, og so var tíðin farin. Tykist ov seint Við sigrinum staðfesti VB støðu sína sum næst besta lið í landinum, og hóast Stjørnan helst eisini vil hava okkurt at siga í so máta, so er veruleikin tann, at trý stig skilja liðini á stigatalvuni. Fyri Neistan mundi tað kennast sum seinasta far- væl til møguleikan fyri heiðursmerkjum, men hin- vegin hava tær einki at skammast av í avrikinum sunnudagin. Stríðsviljin var á hædd við tann, sum so ofta fyrr hevur eyðmerkt liðið, og megna tær at halda hesum uppi, fara tær at kalla við vissu at órógva onnur av ovaru støddu lið- unum. Neyvan verður talan um heiðursmerki. Til tess hava tær helst mist ov nógv longu nú, men hinvegin, so var hetta eisini fatanin mill- um manna, tá kappingin í fjør var hálvrunnin, so møguliga er tað kortini ov tíðliga at avskriva tær. Dystirnir í tølum Sóljan-VB 15-30 (9-13) Eingin dómaraseðil komin Neistin-VB 23-24 (11-13) Málskjúttar: Neistin: Annika Thomsen 14(3), Súna Mørk 5, Susan Brockie 3, Bjørg Patursson 2, Katrin á Neystabø 2, Birita Wardum 2 VB: Regina Radó 9(4), Andrea Lütz 6, Christina Holm 4, Gurið Mortensen 2, Sólrun Krosslá 2, Mary Krosslá 1 Brotskøst: Neistin 3, VB 4 Útvísingar: Neistin 4, VB 1 Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hannis Wardum VB vann báðar Tað stóð nógv á, men VB var kaldari í avgerandi løtunum, og vunnu tí tvey sera týdningarmikil stig, sum kunnu fáa nógv at siga í oddastríðnum Mynd: Álvur Haraldsen Máltindurin: Simona Dziugyte Stjørnan 106 (23) Ioana Rapa VÍF 96 (22) Regina Radó VB 92 (31) Vesna Tomajek Stjørnan 91 (27) Annika Thomsen Neistin 89 (16) Sóleyð Mikkelsen VÍF 80 (27) Nicolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 64 Andrea Lütz VB 62 Gurið Mortensen VB 62 (4) Fríða Marjunardóttir VÍF 61 (8) Jórun Ludvig Kyndil 59 (11) Anna K. Samson Stjørnan 57 Joan M. Joensen Stjørnan 54 (5) Nicoleta Radu VÍF 51 Beinta Joensen Tjaldur 49 (9) Málskjúttarnir úr dystinum, Sóljan-VB, eru ikki taldir við í listanum. Máltindurin: Halgir D. Olesen H71 103 (13) Bjarni Wardum Kyndil 87 (17) Ingi Olsen VÍF 86 (20) Artur Johansen StÍF 76 (22) Dorica Tomic KÍF 71 (22) Sverri Justinussen Tjaldur 69 (8) Jónleif Sólsker Kyndil 65 (22) Sámal Joensen VÍF 63 (3) Áki Olsen VÍF 59 (4) Martin Hummeland VÍF 58 Costin Dumitrescu StÍF 57 (14) Jacob Jónsson Neistin 52 (6) Mortan Hansen Tjaldur 46 (3) Jens Martin Knudsen Tjaldur 46 (12) Marius Joensen StÍF 45 (1) Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 1 1 - 0 - 0 389 211 178 14 2. VB 2 2 - 0 - 0 358 265 93 13 3. Stjørnan 1 0 - 0 - 1 353 288 65 10 4. Neistin 1 0 - 0 - 1 279 293 -14 5 5. Kyndil 0 0 - 0 - 0 270 323 -53 5 6. Sóljan 1 0 - 0 - 1 233 349 -116 2 7. Tjaldur 0 0 - 0 - 0 169 322 -153 1 Støðan 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1. VÍF 12 11 - 1 - 0 394 284 110 23 2. StÍF 12 7 - 1 - 4 355 313 42 15 3. Kyndil 12 6 - 3 - 3 337 303 34 15 4. Neistin 12 6 - 0 - 6 287 303 -16 12 5. H71 12 4 - 0 - 8 313 340 -27 8 6. Tjaldur 12 3 - 0 - 9 276 365 -89 6 7. KÍF 12 2 - 1 - 9 263 317 -54 5 Lisbeth L. Petersen løgtingslimur So avgjørdur er landsstýris- maðurin í sjálvstýrismál- um, Høgni Hoydal, í grein við yvirskriftini Føroysk løgregla – ein avbjóðing, har hann viðger spurningin um yvirtøku av løgregluni. Ongin kann siga annað, enn at landsstýrismaðurin er produktivur. So produkt- ivur, at tað skal orka og tíð til at svara aftur ella seta spurningar til hansara av- gjørdu meiningar. Tað er spell, tí har er ikki altíð samsvar millum útsagnir hansara; men nú hevur so ein politistur, sum hevur aðra meining, dittað sær at siga sína hugsan og at seta spurningar, og tað gevur so almenninginum nakað at hugsa um, tíbetur. At tað er ein avbjóðing at fáa eina føroyska løgreglu, kunnu vit vera samd um, men hví skulu vit leita eftir nýggjum, stórum og kostn- aðarmiklum avbjóðingum, tá vit ikki enn hava tey røttu argumentini fyri, at vit eru før fyri at reka eitt føroyskt vælferðarsamfelag, sum støðan er í løtuni? Tað er bláoygt at trúgva, at tá vit avgera alt einsa- møll, so verður alt betri. Tað sama er galdandi, tá landsstýrismaðurin fortelur okkum so avgjørdur, hvat danir hugsa og gera. Og tað er ikki bara bláoygt ella naivt, tað er beinleiðis mis- vísandi, fyri at brúka milt orð. Vinnan skuldi fíggja Føroyska vinnan skuldi vera trygdin og álitið í nýggja fullveldinum, tí hon skuldi mennast og harvið fíggja mistu inntøkumøgu- leikarnar, sum vit annars eiga í dag, umframt at okk- ara samfelag skuldi rekast so »rationelt og effektivt«, at alt fór at bera til. Neyð- ugt skuldi ikki verið at nevnt her, at tá var talan um at skera »skaðiligu« donsku heildarveitingina burtur, sum í løtuni er triðingurin av føroysku fíggjarlógini. Tá talan er um vinnuna, so má ásannast, at hon er sárbar, og tað er eisini gald- andi fyri okkara høvuðs- vinnu, fiskivinnuna. Fiska- ríkidømi eiga vit ikki ær- una av sjálvi, tað kemur og fer, og ávirkan á prísir á verðinsmarknaðinum hava vit heldur ikki. Í løtuni er okkara vinna illa fyri av høgum oljuprísum, sum vit heldur ikki hava ávirkan á, og soleiðis kundi verið hildið fram. Men sjálvandi kunnu vit, um vit bera okk- um skilagott at, troyta teir møguleikar, sum vera latnir okkum, eru vit heppin, og tað hava vit verið seinastu tíðina á fleiri økjum. Postulatini Fyri at venda aftur til spurningin um yvirtøkur, avbjóðingar og fullveldi, ella hvat tey so fara at kalla tað í framtíðini, (loysing ella tjóðveldi eru ikki orð, sum eru in í løtuni) so hevur sami landsstýrismað- ur ferð eftir ferð sagt, at vit ikki skulu verða verri fyri, tá alt verður so føroyskt, sum hann vil hava tað. Í sambandi við Hvítubók, segði hann t.d., at hon lýsir »worst case« – hesum hava fleiri búskaparfrøðingar longu afturvíst fleiri ferðir. Bíligari fyrisiting er eis- ini eitt av teim postulatum, sum landsstýrismaðurin hevur nevnt – Har er so onki hent, sum kann prógva tað. Tvørturímóti! Sum dømi nevnir hann m.a í blaðgrein við yvir- skriftini Við reim og selum, at okkara fyrisiting byggir á danskar fyritreytir, sum upprunaliga eru ætlaðar einum donskum tørvi, og í einum fullveldi verður neyðugt við umskiping, samanlegging og tillaging av stovnum og arbeiðs- gongdum til føroysk viður- skifti – bæði hvat viðvíkur fortreytum og tørvi. Hetta eigur at kunna hava við sær, at umsitingin fer at kosta minni enn tað, sum tølini í frágreiðingini vísa. Og hann endar við at siga, at »har eru uttan iva stórir pengar at vinna«! Enn er so onki hent, sum prógvar slíkt úttalilsi! Hvítabók Í fyrstnevndu greinini hjá landsstýrismanninum, sum viðger spurningin um løg- regluna í framtíðini, vísir hann til ymiskt í Hvítubók, sum skal undirbyggja tað, hann sigur. Men lesa vit fylgibind 2. til somu bók, so stendur t.d. á bls. 11 um Løgreglu og Ákæruvald, at føroyskt full- veldi er ført fyri at átaka sær ábyrgdina av lóggávu og fyrisiting á hesum øki. »Men fíggjarliga er talan um eitt rættiliga tungt øki« Her ber so til hjá teimum, sum eiga bøkurnar, at lesa sjálvi um mettu 63 mill. kr. o.a. Á bls. 14 í sama fylgi- bindi verður INTERPOL og møguliga Schengensam- starvið nevnt (sera aktuelt í løtuni) undir heitinum Millumtjóða samstarv, og her verður sagt : »Hetta fer helst at krevja 3 – 4 ársverk afturat í løgregluni«. So, hvar fór nú argumentið fyri umsitingarligari sparing? Í somu grein skrivar landsstýrismaðurin eisini, at »vinnumøguleikarnir, livistøðið og almenna tæn- astustøðið skulu ikki versna. Tað er orsøkin til, at vit fegnast um kanningar- úrslitini í Hvítubók. Tey vísa púra greitt, at tað ber til at røkka aðalmálinum – og væl tað « Hesum eru, sum áður nevnt, búskaparfrøðingar ikki samdir við honum í. Føroyska løgreglan í framtíðini Starvsviðurskifti og sátt- málar verða ikki verri, sig- ur Høgni Hoydal, og for- maðurin í Føroya Politista- felag sigur seg hava fingið at vita, at útbúgvingin verð- ur hin sama (donsk?) og møguleikarnir eins góðir við víðariútbúgving. Júmen, hvussu kann landsstýrismaðurin tryggja teimum og okkum øllum, sum vilja hava eina væl- virkandi og góða løgreglu, slíkt ? Er tað veruliga so, at full- veldissamgongan í Tinga- nesi stendur aftanfyri slíkar pástandir? Alt verður sjálvsagt tryggjað Børge J.H. Christiansen, Cand. Merc. Aud. Skrásettur grannskoðari Dette er ikke et læserbrev, men blot er præcisering af nogle begreber. Som gammel overkon- stabel af 1. Grad (jeg forlod militæret í 1984) irriterer det mig gang på gang at læse, at ordet forsvar sættes lig med hæren. Som er ek- sempel kan jeg nævne, at der í Sosialurin for nogen tid siden stod, at chefen for hæren var på besøg på Færøerne I forbindelse med sammenlægningen af Ma- rinestøðin og Flyvestation Tórshavn. Jeg vil gerne vide, hvad en hær-mand skulle have at gøre I forbindelse med at to andre værn lægges sammen. Det korrekte er selvfølgelig, at det var forsvarschefen, der var på besøg (for- svar=verja). Jeg kunne også læse I en overskrift í Dimmalætting, at der var en hærchef, der var på besøg, men I artiklen havde de skrevet korrekt, at der var tale om en forsvarschef. I lørdags måtte jeg så læse, at der nu kun var hærafdeling på Færøerne. Nej, der er ingen hær- afdeling, men der er kun ern forsvarsafdeling på Færøerne. Nu er jeg selvfølgelig klar over, at problemet ligger I, at ingen færinger er værnepligtige, så for dem er det jo det samme, om der er tale om hæren eller forsvaret. Men da jeg var inde I Flyvevåbnet (ikke hæren), var der 3 værn: Hæren, Søværnet og Flyvevåbnet. Hver af disse værn havde en øverstoverordnet chef, som hed henholdsvis: chef for hæren, chef for søværnet og chef for flyvevåbnet. Som chef over dem var der så en forsvarschef. Jeg vil forslå jer, at I får jer en snak med den overordnede for forsvars- afdelingen í Mjørkadali. Han vil sikkert kunne forklare jer, hvordan opdelingen I forsvaret er nu. Det er jo trods alt næsten 17 år siden, at jeg forlod forsvaret. Verjustøð ikki hernaðarstøð Finnleif Guttesen borgarstjóri Eru tað útlendskar fyri- tøkur sum skulu ráða í Føroyum, har løgtings- og landstýrismenn bert nikka og góðtaka tær loysnir sum hesar fyri- tøkur koma við? Sum ikki einaferð, so bleiv tað við sjey tumma seymi staðfest av oljufeløgunum, at Suðuroyggin er ein út- oyggj, fólkatalið mink- ar, tey ungu sum fáa sær eina útbúgving vilja gjarna koma aftur til oynna, men her er einki arbeiði at koma aftur til. Í orðaskiftinum um eina oljuútgerðarhavn, siga norðingar, at suðr- ingar kunnu bara bjóða seg fram í miðstaðar- økinum og tað er eingin ivi um, at tað koma suðringar at gera, tí dugandi eru teir, men hetta fer at hava ta av- leiðing við sær, at fólkatalið minkar enn meira, tí sambandið við Suðuroynna er so vána- ligt at tey, sum bjóða seg fram í oljuvinnuni vera noydd at flyta til miðstaðarøki, hetta máttu sjálvt løgtings- og landsstýrismenn skilt! Um hetta er viljin hjá løgtinginum, ja so skulu løgtingsmenn bert gera sum nú, sita hendur í favn, seta nakrar nevndir og so hendur einki meir. Tvøroyri, tann 15. januar 2001. Føroyar anno 2001 Er tað hetta før- oyakortið, løg- tings- og landsstýr- ismenn vilja síggja í framtíðini? VIÐMERKINGAR