Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 21 20 Nr. 15 - 23. januar 2001 Við stórsigri á sandavágsmonnum hava havnarmenn veruliga blandað seg í toppin. Teir liggja nummar tvey aft- anfyri klaksvíkingar sum fingu 2-2 ímóti teimum altjóðu kollf- irðingunum. TALV: Carl Eli Nolsøe Samuelsen Toppdysturin hetta viku- skifti varð í Kollafirði har klaksvíkingar vitjaðu. Við IM Leif Kristensen á fyrsta borði hjá kollfirðingum og ongum Rana Nolsøe á úti- liðnum vóru útlitini ikki av teimum bestu hjá klaksvík- ingum. IM Leif Kristensen, sum búði og telvaði nøkur ár í Føroyum í 80´unum, var sjálvsagt favorittur við sín- um 2365 ratingstigum ímóti Steintór Rasmussen, men veruleikin varð tann at Steintór tíðliga fekk fyri- mun og eisini finnu meir. Leif fekk tó avviklað støð- una til eitt heldur óklárt endatalv, har tað vísti seg at Steintór møguliga átti at hildið fram tá tikið var javnt. Higartil hava út- lensku talvmeistarnir ikki havt tað lætt í Føroyum, og tað er gott tekin fyri føroys- kari telving. Klaksvíkingar høvdu styrkt annað borð við Willie Olsen sum hitti Hans Krist- ian Simonsen á øðrum borði. Hans Kristian fór í øgiligt álop við svarta fólk- inum og tá Willie framan- undan stóð kroystur varð lítil ivi um úrslitið. Enn einaferð vann Tummas M. Anthoniussen, hesaferð á Bernhard Thom- sen. Tummas vann sær nøk- ur tempo tá Bernhard óneyðugt reikaði runt við frúnni, og sektaði hesum við krútsterkum álopi sum vann. Á fjórða borði skiftust Ingolf Gaard og heimkomni Heri V. Thomsen um fyri- mun og endin varð at Ingolf bleiv tann seinasti at út- javna og samdust teir har- eftir um javnleik. Bæði liðini eru helst nøgd við úrslitið 2-2 Allarhelst ætlaðu kollfirðingar meir, men klaksvíksliðið hevur longu prógvað seg sum eitt verdugt boð til FM heitið, og tískil kunnu kollfirð- ingar ikki vera heilt ónøgd- ir. Gongur rætta vegin Sanniliga kann sigast at vend er komin í liðkapping- ina eftir 6. umfar. Fyri tveimum umførum síðani lógu teir úr Havnini á nið- asta plássi, men eftir at Flóvin Tór Næs hevur verið heima og styrkt um liðið er rættilig gongd komin í. Torkil Nielsn er burtur- staddur, og tískil fekk Bern- hard Augustinussen ábyrgd- ina á fyrsta borði ímóti Flóvin. Í Byrjanini hendi einki taluvert, men í mið- spælinum fekk Flóvin av- viklað støðuni til eitt betri endatalv við finnu meir, sum hann eisini vann. Gutti Petersen heldur fram við sínum góðum úrs- litum. Hann hitti Haldur S. Johansen á øðrum borði, og fekk ognað sær finnu í yndisbyrjanini sínari, lukk- aði sisilianarin. Haldur fekk býtt fólkið av, og í róka- endatalvinum samdust teir um javnleik. Eftir eina ringa kapping- arbyrjan hevur Herluf Han- sen fótað sær. Hann vann sunnudagin heldur lættliga á Hera Christoffersen. Her- luf fekk tvær sentrumsfinn- ur sum gingu beina leið ímóti málinum, og Heri gavst í vónleysari støðu. Á fjórða borði forðaði Olaf Berg Sonna Nielsen at fara í borg, og fekk eisini snildisliga kvalitet til hølvdar og tá kundi Sonni gevast. 3,5-0,5 til Havnina. Styrkurin frá flatlondum verður allarhelst ikki við komandi umfar sum verður leikt 4. febrúar, og sanda- vágsmenn mugu nærum gera tað ómøguliga um teir skulu gera sær vónir um framhaldandi umboð í fremstu røð næsta kapping- arár. Vestmenningar vaknaðir Nú bragdaði endiliga hjá vestmenningum. Við 3-1 sigrinum á toppliðnum úr Hvalvík hava eisini teir nomið við toppin, og hesa- ferð varð tað fyri fyrstu ferð triðja- og fjórða borð at takka. John Rødgaard hevur ikki veruliga havt eydnuna við sær í ár, og ímóti Martin Brekká eydnaðist tað hon- um ei heldur at vinna. Javn- leikur varð úrslitið. Eisini talvið millum Torbjørn Thomsen og Finnbjørn Zachariassen bleiv javnt. Hinvegin vunnu John Jacobsen og Kári Durhuus á ávikavist Sámal Christian- sen og Gunnar Joensen. Hetta er júst hvat vestmenn- ingar hava manglað, nevn- liga at lægru borðini fáa stig, og heldur hesin stimi fram koma teir helt langt. Bert trý stig eru frá klaks- víkingum niður til næsta- ftasta lið, Vestmanna. 2. deild Spenningurin í 2. deild øk- ist nú runavíkingar við Ólavi Simonsen á odda eru byrjaðir endaspurtin. Teir vunnu stórt á Gøtu, 3-1, og meðan Havnin 2 vann tep- urt á Havnini 3, er munurin minkaður í toppinum. Dysturin millum Klaks- vík og Toftir er útsettur. Í triðju deild stendur stríðið millum Vestmanna, Havn- ina og Kollafjørð, meðan hini liðini bert hava æruna at spælu fyri. Eyðun deilt fyrsta pláss Fýra føroyingar hava júst luttikið í einari vikuskiftis- kapping í Farum. Hesir vóru Eyðun Nolsøe, Carl Eli Nolsøe Samuelsen, Regin Reinert, sum allir lut- tóku í fremsta bólki, og Dannie Nielsen sum var í triðja bólki. Eyðun varð seedaður næsthægstur og Carl Eli fjórðhægstur. Tað gekst væl í hond, tí tá avtornað var fekk Eyðun deilt fyrsta pláss við sínum fýra stigum av fimm møguligum, með- an Carl Eli fekk hálvtfjórða stig og endaði nummar trý. Regin fekk tvey stig, meðan Dannie fekk trý stig í sínum bólki. Wijk ann Zee Shirov eigur enn oddasessin í GM kappingini í Hollandi. Undan áttinda umfari sum bleiv telvað í gjár lá hann hálvt stig omanfyri Kas- parov og Kramnik, sum hava fimm stig. Síðani koma nøvn sum Moroze- vich, Adams og Anand. Trettan umfør skulu telvast. Talvið í sjeynda umfarið millum Kasparov og Topa- lov er talvið hesa vikuna. Eitt sera vilt og snøgt talv. Havnarmenn hótta klaksvíkingar Í GM kappingini í Hollandi telv- aðu Kasparov og Topalov eitt sera snøgt og spennandi talv, sum eisini sæst á hesum síðum. Shirov er á odda í sterku kappingini 1. Deild KT KTF 2-2 IM Leif Kristensen(2365) Steintór Rasmussen (2055) 0.5-0.5 Hans Kristian Willie Olsen (2005) 1-0 Simonsen (1785) Tummas M. 0-1 Bernhard Thomsen (2015) Anthoniussen (1900) 0.5-0.5 Heri V. Thomsen (1900) Ingolf Gaard (1770) VT TFS 3-1 IM John Rødgaard (2310) Martin Brekká (2070) 0.5-0.5 Torbjørn Thomsen (2220) Finnbjørn 0.5-0.5 John Jacobsen (1915) Zachariasen (2045) 1-0 Kári Durhuus (1770) Sámal Christiansen (1845) 1-0 Gunnar Joensen (1845) ST HT 0.5-3.5 Bernhard Flóvin Þ. Næs(2235) 0 - 1 Augustinussen(1850) Haldur S. Johansen(2030) 0.5-0.5 Gutti Petersen(1575) Herluf Hansen(2020) 0 - 1 Heri Christoffersen(1630) Olaf Berg(1895) 0 - 1 Sonni Nielsen(1745) 2. Deild TT KTF 2 Útsettur RT GT 3-1 Ólavur Jónfinn 1-0 Simonsen(2175) Thomsen(1850) 0.5-0.5 Brandur K. John Joensen(1725) 1-0 Jacobsen(1710) Reinhold 0.5-0.5 Rúni Jacobsen (1700) Isaksen (1725) Eyðun Jákup F. Lamhauge(1600) Joensen (1690) HT 2 HT 3 2.5-1.5 Jóhan Gaard(1820) Johan E. 0-1 Michael Jensen(1800) Hansen(1595) 1-0 Poul Poulsen(1770) Jón 0.5-0.5 Jógvan Næs(1680) Andreasen(1635) 1-0 Andrias Jacobsen(1295) Remi Petersen 1.deild Støðan eftir 6. Umfar 1. KTF, Klaksvik 14.5 2. TFS, Hvalvík 12.5 3. HT, Tórshavn 13 4. KT, Kollafjørður 12.5 5. VT, Vestmanna 11.5 6. ST, Sandavágur 8 3.deild Støðan eftir 6. Umfar 1. KT 2, Kollafjørður 17.5 2. VT 2, Vestmanna 17.5 3. HT 4, Tórshavn 17 4. KTF 3, Klaksvík 8.5 5. Rókur, Oyri 6.5 6. VT 3, Vestmanna 5 Kasparov,G (2849) - Topalov,V (2718) Corus Wijk aan Zee NED (7), 21.01.2001 1.e4 c5 2.Nf3 d6 3.d4 cxd4 4.Nxd4 Nf6 5.Nc3 a6 6.Be3 e6 7.f3 b5 8.g4 h6 9.Qd2 Nbd7 10.0-0-0 Bb7 11.h4 b4 12.Na4 Qa5 13.b3 Nc5 14.a3 Nxa4 15.axb4 Qc7 16.bxa4 d5 17.e5 Nd7 18.f4 Nb6 19.Rh3 Nc4 20.Qc3 Rc8 21.Bd2 Be7 22.Be1 Rb8 23.f5 Bc8 24.Bxc4 dxc4 25.Qf3 Bd7 26.fxe6 fxe6 27.g5 hxg5 28.hxg5 Talvið hesa vikuna 2. deld Støðan eftir 6. Umfar 1. HT 2, Tórhavn 15.5 2. RT, Runavík 13 3. GT, Gøta 12.5 4. KTF 2,Klaksvik 11 5. TT, Toftir 11 6. HT 3, Tórshavn 5 (leggið til merkis at Topalov hevur møguleika at taka fýra finnur hjá Kasparov, men støðan er somikið hættislig at Topalov ikki hevur tíð at taka nakra finnu) Rxh3 29.Qxh3 Qxe5 30.Qh5+ Kf8 31.Nf3 Qe3+ 32.Kb2 Be8 33.Qh8+ Kf7 34.Bc3 1-0 Einki um tosið Tosið um at Jákup Mikkelsen hevur sett fram ynski um at koma til FCK tykist ikki at hava nakað hald í veruleikanum, men vísir hinvegin, hvussu skjótt mál verða blást upp í fjølmiðlunum SUPERLIGA Jákup Mørk Síðani Jákup Mikkelsen í seinastu viku setti seg sjálvan á sølulistan, hevur ljóðað, at føroyski lands- liðsmálverjin hevur eitt ynski um at sleppa at spæla við høvuðsstaðarfelagnum, FCK. Einki hald Sambært málverjanum sjálvum hevur alt hetta tos- ið tó ikki nakað hald í veru- leikanum. Tosið er íkomið, eftir at heimasíðan, fck-online.dk, hósdagin setti seg í sam- band við hann. Spurdur um hann hevði havt áhuga í at koma til FCK, svaraði Ják- up, at tað hevði sjálvandi verið ótrúliga stuttligt. Tá vit sunnudagin tosaðu við Jákup, hevði hann sjálvur bestan hug at smíla at øllum hesum tosi. – Eg setti meg fyrst og fremst á sølulistan, tí eg var eitt sindur ótolin eftir, at Herfølge skuldi taka okkurt stig í samband við sáttmál- an hjá mær, sum rennur út í summar. Nakað eftir hetta ringdu tey frá fck-online, og tá svaraði eg sjálvsagt, at tað hevði verið spennandi. Minni enn ein tíma eftir, at eg hevði tosað við tey, ringdu tey frá Radiosporten og spurdu, um eg veruliga var ávegis til FCK. Hatta vísir í øllum førum, at mann skal ansa eftir, hvat sagt verður við pressuna, leggur málverjin afturat. Annars upplýsir Jákup, at stigið hjá honum við at seta seg á sølulistan tykist at hava loyst seg, tí longu dag- in eftir setti leiðslan í Her- følge seg í samband við hann, fyri at fáa ein fund í lag. Ein fundur, sum varð hildin í gjár, og sum vit tí- skil ikki kenna úrslitið av. Herfølge kravdi meira Annars skrivar danska heimasíðan eisini, at FCK fyri nakað síðani var í sam- ráðingum við Herfølge um eitt møguligt keyp av før- oyska málverjanum, og hesum játtar Jákup eisini. – Tað var fyri einum tveimum árum síðani. Eg varð spurdur, um hetta hevði havt mín áhuga, og eftir at eg hevði svarað játt- andi, fóru feløgini at sam- ráðast. Minnist meg rætt, vildi FCK lata á leið 2,7 mió kr. fyri meg, men tá Herfølge samstundis hevði fyrispurning frá einum skotskum felagi, royndu teir at trýsta prísin upp. Endin varð, at handilin varð av ongum, og ístaðin keypti FCK Michael Stensgaard, sigur Jákup um hetta. Vil víðari Tað tykist tó greitt, at Jákup í løtuni ikki hevur tann stóra áhugan at verða ver- andi í Herfølge. Fyri nøkrum vikum síð- ani førdi Norðlýsi fram, at Jákup ikki vildi vísa aftur, at hann fer at spæla við KÍ seinni í ár, og hóast eingin avgerð er tikin, so vil Jákup framvegis ikki afturvísa hesum. – Nú havi eg verið í Her- følge í sjey ár, og sjálvur haldi eg, at tað nú er tíð til at royna okkurt annað. Í hesum sambandi hava kon- an og eg eisini tosað um møguleikan at flyta heim aftur. Sonurin verður seksár í apríl, og so er skjótt aldur til skúlagongd, so tað er klárt, at Føroyar eisini eru í myndini. – Enn er tó einki sum helst avgjørt í øllum hes- um. Einki felag hevur enn sett seg í samband við meg, men í løtuni eri eg í øllum førum opin fyri øllum møguleikum, sigur Jákup Mikkelsen at enda. Hóast týdningurin av einum framhaldandi landsliðsarbeiði frá fleiri síðum verður førdur fram, so hevur hondbóltssambandi enn ongar ítøkiliga ætlanir á borðinum um, hvussu leisturin verður framyvir LANDSDYSTIR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen At júst farnu landsdystirnir – teir fyrstu í altjóða høpi í drúgt áramál – hava verið eitt ódnartak hjá Hond- bóltssambandinum, er einki at ivast í. Tungt ella ikki, so tykist tó breið semja at vera um, at landsliðsleikarar okkara eiga at fáa so nógv- ar og títtar avbjóðingar av- bjóðingar sum gjørligt. Tá vit eftir seinastu dyst- irnar fingu orðið á for- mannin í HSF, Petur Ova Petersen, ásannaði hann eisini týdningin av hesum, men hann legði tó afturat, at enn er so einki avgjørt í so máta. – Tað einasta, sum liggur heilt fast, er at arbeiðið skal halda fram. Næsta stóra til- takið verður so HM undan- kappingin, sum verður um á leið eitt ár, men sjálvandi vóna vit, at nakað so eisini hendir frá nú av og fram til ta tíð. – Tað er tó fyrst og fremst ein fíggjarligur spurningur, men tað er mín vón, at vit fáa møguleikan at luttaka í onkrum kappingum. Kanska ber eisini til at fáa onkran venjingardyst móti øðrum landsliði ella einum sterkum felagsliðið. Í summar er sonevnda Challenge-kappingin, sum er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, sum annað hvørt ár verður hildin fyri ávíkavist mans- og kvinnu- landslið. Í fjør meldaðu vit kvinnuliðið til hesa kapp- ing, men tíverri sluppu vit ikki upp í part. Tað er so- leiðis, at bert seks lið eru við í kappingini, so tað er heldur ikki víst, at vit kunnu sleppa við í ár, men tað hevði so verið ein møguleiki. Eisini eru kapp- ingar í Danmark ímeðan okkara kapping liggur still, so eisini har er møguleiki at fáa dystir, sigur Petur Ove. Venjaraspurningurin Áðrenn farast kann undir nakra kapping, er tó sjálv- sagt neyðugt við eini loysn á venjaraspurninginum, og eins og við so nógvum øðr- um, so er talan eisini her um spurning, sum fyri ein part er fíggjarligur. – Vit hava havt samband við onkrar norðurlendskar venjarar, men tað vísur seg, at talan í flestum førum er um upphæddir, sum eru ov stórar hjá okkum at bera, sigur Petur Ove. Hann leggur tó afturat, at enn hava teir sum so ikki rætti- liga kannað marknaðin, og áðrenn hetta er gjørt, er sum so einki at taka støðu til. – Fyrst og fremst mugu vit sjálvsagt kanna, hvørjir møguleikar eru tøkir hjá okkum, og síðani mugu vit eisini royna at fáa leikarar- nar við í avgerðina um, hvussu hesin spurningur skal loysast. Júst nær hetta arbeiði kann vera liðugt, dugir for- maðurin í HSF ikki at siga, men hann leggur tó afturat, helst ikki skal ganga ov long tíð, til málið er loyst. Hann vísir á, at fyrireiking- ararbeiðið til hetta helst skal vera liðugt undan aðal- fundinum hjá HSF, sum verður stutt eftir kappingar- lok. At enda spurdu vit Petur Ova, um tað eru serligir førleikar, sum HSF ætlar at leggja seg eftir, nú nýggjur venjari skal finnast, men út yvir tað málsliga, er ikki nakað serstakt, sum fellur formanninum til hugs. – Nei tað veit eg ikki. Ikki annað enn tað, at spæl- ararnir helst skulu skilja hvat venjarin hevur at siga, og eg rokni við, at teir helst vilja hava ein venjara, sum í minsta lagi tosar norður- lendskt, sigur Petur Ove Petersen at enda. Nóg mikið at tríva í HSF formaðurin roknar við, at eitt uppskot til loysn upp á venjaraspurn- ingin er komin upp á pláss undan aðal- fundinum hjá HSF Hóast fjølmiðlarnir hava gjørt nakað burturúr, so sigur Jákup, at í løtuni er so einki um tosið um at hann kom- andi ár skal spæla við FCK