týsdagur 23. januar 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 23. januar 2001
19
gult cyan magenta svart
18
Nr. 15 - 23. januar 2001
gult cyan magenta svart
Okkara leikarar
kundu ikki gera
nakað fyri at hótta
ein litaviskan sigur í
teimum báðum dyst-
unum um vikuskiftið,
men tá alt kemur til
alt eiga føroyingar
helst at vera nøgdir
um avrikið í dystun-
um. Ikki minst, tá
havt verður í huga,
hvørja byrjan okkara
menn fingu í fyrra
dystinum
LANDSDYSTIR
Orð: Jákup Mørk
Myndir:Álvur Haraldsen
At
litaviska
landsliðið
mundi vera hitt sterkasta av
teimum trimum, sum Før-
oyar í hesari undankapping
hava spælt ímóti, man lítil
ivi vera um, nú dystirnir
eru farnir aftur um bak.
Samanlagt gjørdust teir
eisini vinnarar av bólkin-
um, og tó at hetta bert var
takkað verið einum betri
málmuni enn Sveis, so er
eingin ivi um, at litavar
vóru tað pettið betri. Í
øllum førum ikki, um mett
verður eftir dystunum, sum
teir um vikuskifitð leiktu
móti Føroyum.
Ræðani korter
Serstakliga varð hetta stað-
fest fyrsta korterið ella so
av dystinum í Vestmanna,
har eini 400 hundrað før-
oyskir áskoðarir vóru vitni
til eina sanna niðursápling
av føroysku vónini um eitt
stig í seinastu royndini á
hesum sinni.
Meðan okkara menn hesa
løtuna bert fingu hitt eina
málið, skoraði Litava heili
10 ferðir, og so var hesin
dysturin í roynd og veru av-
gjørdur. Veruligi styrkis-
munurin varð helst ikki
ímyndaður av hesum, tí
okkara lið kom serstakliga
illa frá byrjan í hesum dyst-
inum, og við eitt sindur av
umhugsni átti litavar heldur
ikki at sloppið at bygt sær
eina somikið trygga leiðslu.
Føroysku
leikararnir
framdu nevnliga tað stóra
mistakið – helst orsakað av
ov fáum royndum – at teir
gjørdu alt annað enn at sláa
kalt vatn í blóðið, tá spælið
ikki koyrdi. Ístaðin fyri at
fara aftur til grundleggjandi
elementini í hondbóltsspæl-
inum, royndu okkara onkrar
álospvariantar,
sum
leikararnir ikki kendu nóg
væl, og einasta avleiðingin
av hesum var, at litavar
sluppu enn lættari í verju-
partinum, og harav eisini
fingu enn lættari við at seta
kvik mótálop ígongd.
Time-out hjálpti
Ikki fyrr enn føroyski
bonkurin hevði biðið um
eitt time-out fekst spælið
aftur at hanga saman, og
eftir hetta gjørdist talan
eisini um ein undirhaldandi
dyst. Eisini tí gestirnir tókt-
ust áhugaðir í at undir-
halda. Hetta skal tó ikki
misskiljast, tí teir vóru so
sanniliga komnir eftir ein-
um sigri, men hesin varð
fingin í land við góðum,
skjótum
og
ágangandi
hondbóltsspælið, og hóast
leikararnir vóru sera væl
fyri kropsliga, so gjørdu
teir sær í nógv minni mun
enn eitt nú sveisarar dælt av
hesum.
Hetta viðførdi eisini, at
møðin í seinna dystinum
var nógv minni, enn ein
kundi verið bangin fyri.
Serliga við sveisaradystin-
um í huganum, har okkara
jú tóktust fullkoumliga út-
brendir í seinna dystinum.
Hygg og lær
At liðið hjá Litava er ein
sterk eind, er sjálvsagt, men
kortini vóru tað onkrir leik-
arar, sum skaraðu framúr.
Sterki strikuspælarin nær-
um sópaði okkara strikur til
viks, og málverjin var eisini
framúr í fyrra dystinum,
men fram um allar aðrar
var tað lítli 7’arin, Gintaras
Savukynas, sum var ein
fragd fyri eyga at fylgja.
Við fríspælingum, sum
neyvan hava sæð sín líka
her á landi, fann hann ferð
eftir ferð fram til leysar
viðleikarar. Tað kundi satt
at siga gera tað sama,
hvussu okkara royndu at
verja fyri, og at Palli í
seinna dystinum sá seg
noyddan at senda Inga út
eftir honum, sigur eisini eitt
sindur um týdningin, sum
hann hevði fyri litaviska
liðið. Mann fyri mann eru
vit jú gjarna við undirlutan
í slíkum dystum, og tí er tað
aloftast ikki nakað serliga
gott hugskot at fara undir
mansverju, men í hesum
førinum kundi tað kort-
ini loysa seg. Savu-
kynas var snøgt
sagt bindiliðið í
øllum tí, sum fyri-
fórst
í
litaviska
álopspartinum, og tað var
nú ikki so lítið, sum
fyrifórst.
Tríggjar málverjar
Skal takast saman um av-
rikið hjá føroyska liðnum í
hesum
báðum
seinastu
dystunum, og sum so eisini
teimum fýra undanfarnu,
so er einki at ivast í, at tað
bæði er talan um pluss og
minus.
Eitt tað mest positiva, og
sum so dyggiliga varð
prógvað í Vestmanna leyg-
ardagin, er, at vit ikki bert
hava ein ella tveir, men í
øllum førum tríggjar mál-
verjar, sum hava tær dygdir,
ið krevjast í slíkum dystum.
Eftir at Johan móti rumen-
um og Jens móti sveisarum
høvdu staðið seg framúr í
løtum, var tað Bárður Niel-
sen, sum á heimavøllinum í
Vestmanna rættilga slapp at
vísa síni kynstur.
Heldur óvæntað varð
hann tikin framum Johan til
dystin, og tá hann seinasta
korterið varð settur á vøll-
in, takkaði hann so dyggi-
liga fyri álitið. Eftir at hann
fyrst tók sær av tveimum
brotskøstum var sjálvsálitið
líka sum í lagi, og gjørdi
hann ikki mætari enn at
læsa fyri málslúsunum hjá
litavum. Tvey mál var alt,
sum gestirnir fingu burtur
úr hesa løtuna, og einki er
at siga til, um vestmenning-
ar vóru ernir av bygdar-
manninum, meðan litavar
helst høvdu fingið okkurt
at hugsa um til næstu upp-
gávuna. Einasta, sum mann
sum føroyingur kundi iðra
seg um í hesum, var, at
Bárður ikki varð tveittur
inn nakað fyrr, men Palli
mundi neyvan gruna, hvat
var í væntu, tá hetta varð
gjørt.
Sámal raknaði við
Annars nýtti ein annar
vestmenningur,
nevnliga Sámal
Joensen,
eisini
dyst-
in í
Vest-
manna til
at stað-
festa sítt
pláss á lið-
num. Nak-
að, sum
hann ikki
hevur gjørt í
so stóran
mun, síðani
fyrsta av teim-
um trimum
dystunum móti
Grønlandi.
Talan var um klassamun
Ingi Olsen fekk ein minni krevjandi leiklut í dystinnum sunnudagin, soleiðis at nærdystirnir við mótstøðuverjuna gjørdist heldur
færri, enn teir vóru leygardagin
Leygardagin, 20. januar
Føroyar-Litava 17-25 (7-15)
Ítróttahøllin í Vestmanna
Málskjúttar:
Føroyar: Sámal Joensen 6, Áki Olsen 4, Bjarni Wardum 3(1), Hans Áki Dal
Christiansen 2, Agnar Joensen 1, Ingi Olsen 1
Litava: Andrius Stelmokas 8(1), Gintautas Vilanizkis 3, Gintaras Savukynas 3,
Vaidas Klimciauskas 3, Mindaugas Andriuzka 3, Aurelijus Sabonis 2, Marius
Kasmauskas 1, Augustas Strazdasz 1, Robertas Pauzuolis 1
Brotskøst: Føroyar 2, Litava 4
Útvísingar: Føroyar 3, Litava 4
Í stuttum:
Litavar hóttu fyrsta korterið við at bumba føroyska liðið niður og norð, men eftir
fyrsta korterið ressaðust okkara nakað, og megnaðu at halda fast í litavum, so
munurin ikki gjørdist størri. Ikki minst var hetta takkað verið Bárði Nielsen, sum
seinasta korterið at kalla læsti fyri í føroyska málinum
Dagsins detalja:
Við føroyskum eygum bjargingarnar hjá Bárði, men hinvgin slepst illa uttan um,
at litaviski 7’arin, sum sæst á myndini niðanfyri, hevði nakrar fríspælingar, sum
hvørki føroysku leikararnir ella áskoðararnir høvdu minsta varhugan av.
At síggja Gintaras Savukynas spæla mundi vera ein sonn fragd hjá teimum, sum
vildu síggja gott hondbóltsspæl, og ein marra hjá teimum, sum høvdu vónir um
ein føroyskan sigur
Sunnudagin, 21. januar
Litava-Føroyar 29-21 (13-8)
Ítróttahøllin á Hálsi í Havn
Málskjúttar:
Litava: Andrius Stelmokas 9, Robertas Pauzuolis 4(2), Gintautas Vilanizkis 3,
Gintas Galkauskas 3, Vaidas Klimciauskas 3, Augustas Strazdasz 2, Aurelijus
Sabonis 2, Gintaras Savukynas 2, Mindaugas Andriuzka 1
Føroyar: Áki Olsen 6, Ingi Olsen 5(1), Sámal Joensen 4, Bjarni Wardum 2(1),
Hans Áki Dal Christiansen 2, Halgir Dahl Olesen 1, Marius Joensen 1
Brotskøst: Litava 5, Føroyar 3
Útvísingar: Litava 7, Føroyar 5
Dómarar úr Íslandi:
Sigurðsson og Haraldsson
Í stuttum:
Føroyska liðið byrjaði hesa ferð heldur betri enn í fyrra dystinum, men so við og
við øktist munurin millum liðini, og eingin í okkara parti kann protestera ímóti,
at munurin at enda gjørdist rættiliga greiður. Hóast dystirnir aftur hesa ferð lógu
dag um dag, merkti hetta ikki okkara leikarar í sama mun, sum fyri viku síðani,
men hetta hongur eisini saman við, at spæli hjá litavum í minni mun varð bygt á
kropsliga styrki
Dagsins detalja:
Tá litavar seint í dystinum gjørdu ikki bara flúgvara men dupultan flúgvara.
Annars aftur hesa ferð mongu fríspælingarnar frá Savukynas. Onkur úr 20 metra
fjarstøðu, og onkur við rygginum til viðleikara. Hetta seinna megnaði okkara egni
Áki Olsen tó eisini at gera honum eftir.
Í verjupartinum sýndi
hann aftur dygdirnar, sum í
fjør gjørdu hann til ársins
verjuleikara, og tá hann í
seinna hálvleiki fór at
sleppa
kanónkúlunum
ímóti litavisku meskunum,
tóktist spæl hansara at
ganga upp í eina hægri
eind.
Sjálvsálitið, sum hetta
gav, tóktist Sámal eisini at
hava borið við sær til
seinna dystin, men tíverri
fyri okkara lið fekk hann
ein snudd í hondina tíðliga
í seinna dystinum, og hóast
hann seinni kom inn aftur á
vøllin, so gjørdist leiklutur
hansara heldur skerdur
sunnudagin.
Nógvar flytingar
Fyri føroyska beinkin
viðførdi hetta, at takt-
isku
flytingarnar
máttu gerast við enn
størri
umhugsni,
enn talan hevði
verið um framm-
anundan, og tað
var kanska júst á
hesum
øki,
at
dystirnir leygar-
og
sunnudagin
vóru ymiskir.
Í mun til dystin
leygardagin royndu
føroyingarnir seg sunnu-
dagin við fleiri heilt øðrvísi
uppstillingum.
Uppstill-
ingar ið sum so eisini vóru
ymiskar frá teimum, sum
liðið hevur roynt í hinum
landsdystunum. Vit sóu
millum annað Inga Olsen
royna seg í einum nógv
meira reikandi leikluti.
Kanska eisini í eini roynd at
seta vanliga miðspælaran á
pláss, har nærdystirnir vóru
færri, ásannandi at hesir
høvdu kostað nógvar kreftir
í undanfarnu dystunum.
Hetta viðførdi, at Bjarni
Wardum í nógv størri mun
slapp at royna seg mitt fyri.
Ein uppgáva, sum hann til
tíðir kom væl frá, og har
hann eisini prógvaði, at
hann væl kann verða rætti
maðurin til plássið, tá Ingi
einaferð í framtíðini leggur
harpiks og skógvar á hill-
ina.
Eisini sóu vit Hans Áka í
nógv størri mun royna seg á
strikuni, har Janus Einar
annars hevur havt at kalla
patent upp á plássið.
Eingin Heini
Á summum økjum eydnað-
ust hesar flytingar eisini
væl, men eingin av hesum
kundi kortini loysa kanska
størsta trupulleikan, sum
føroyska liðið hevur havt,
meðan landsdystirnir hava
verið á skránni.
Vongspælið hevur í sam-
fullar seks dystir verið
skert av, at skothóttanin
ikki gerst nóg stór, tí talan í
ov stóran mun hevur verið
um
høgrahandaðir
spælarar, sum hava røkt
plássið høgrumegin, og
hetta
hevur
gjørt
uppgávuna hjá mótstøðu-
verjuni lættari enn neyðugt.
Tað er jú soleiðis, at ein
høgrahandaður ikki fær
hótt málið á sama hátt sum
ein lámur, tá hann er
staddur úti í borðinum, og
tí kann verjan draga ein ella
kanska tveir metrar longur
inn móti miðjuni, og harvið
í størri mun byrgja fyri mitt
á.
Tann loysn, sum higartil
hevur riggað best, var tá
Heini Joensen í fyrra dyst-
inum móti Sveis varð settur
á plássið, men tann loysnin
varð so ikki mett nóg góð
til dystin leygardagin. Í øll-
um førum var Heini ikki út-
tikin til dystirnar hesa ferð,
og tá John Zachariassen so
heldur ikki var tøkur til
dystirnar, gjørdist tað so
sum so við hóttanini úr
høgru.
Gott undirhald
Tá tikið verður saman um
dystirnar móti litavum, ber
helst til at siga, at okkara
leikarar sluppu somikið
snikkaleysir, sum gjørligt,
burtur úr hesum dystum.
Áðrenn
landsdystirnir
yvirhøvur
byrjaðu,
var
Litava kanska landið, sum
vit mettu okkum hava best-
ar møguleikar ímóti, men
úrslitini higartil – og spælið
í dystunum um vikuskiftið
– hava prógvað, at hetta als
ikki var so.
Talan var hinvegin um
tað sterkasta av teimum
trimum mótstøðuliðum, og
tað skal eisini sigast, at við
hondbóltsspælinum, sum
teir sýndu, so var tað eisini
fult uppiborið, at tað gjørd-
ust teir, sum vunnu undan-
kappingarbólk okkara.
Til tíðir var spælið av
slíkum slag, sum neyvan er
sætt fyrr í Føroyum, men
sæð burtur frá fyrsta kort-
erinum leygardagin, so
megnaðu teir kortini ikki at
sópa okkara leikarar av
vøllinum.
Spennnandi
gjørdist tað ongantíð, men
fingu
áskoðarrnir
ikki
spenning, so vingu teir í
øllum førum lærdóm um,
hvussu hondbóltur eisini
kann spælast, og tað er hó-
ast alt eisini eitt slag av
undirhaldi.
Sunnudagin slapp Bjarni í stóran mun at royna seg sum spælskipari, og hann dumpaði á ongan
hátt til hesa próvtøkuna
Føroyingar noyddust at
stríðast fyri at halda mót-
støðuni frá fatinum. Her
hevur Halgir fingið væl fatur
í einum teirra
Einki at ivast í, at mest
eyðsýndi føroyski leikarin
hesa ferð var Sámal Joensen.
Í verjupartinum var hann
framúr, og tá so skotini eisini
fóru at sita, varð hin væl
kendi prikkurin settur