Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 17 16 Nr. 15 - 23. januar 2001 Ikki bara í hædd, men eisini í avrikinum var Sámal Joensen úr VÍF stóri leikarin hesa- ferð. Hinvegin mundi ikki vera nakar av liðfeløgunum, sum beinleiðis dumpaði í seinastu royndini hjá føroyska liðnum á hesum sinni LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk Johan Danielsen Orsakað av avrikinum hjá Jens Skipagøta, noyddist strandamálverjin leygar- dagin finna seg í at sita á beinkinum leygardagin, tí rúmd eisini skuldi vera fyri, at Bárður Nielsen slapp at royna síni evni. Royndi seg tó eina løtu í dystinum sunnudagin, tó uttan at hetta á nakran hátt kann verða grundarlag undir nakrari veruligari døming av avriki hansara. Jens Skipagøta Eftir kanóndystirnar móti Sveis, var tað ikki annað enn náttúrligt, at Jens byrj- aði inni í fyrra dystinum móti Litavum. Hevði tó sera torført við at seta seg veruliga ígjøgnum í hesum dysti, men tað skal ikki bert liggja honum til last. Í nógvum førum var hann nevnliga seldur av verjuni, og kundi tí lítið og einki gera við nógvu málini frá mótstøðumonnunum. Bárður Nielsen Eftir at hann bert fekk eina lítla løtu móti rumenum, fyri síðani at síggja dystir- nar móti Sveis frá áskoð- araplássunum, varð Báður innlimaður til hópin móti litavum. Ikki kann sigast annað enn, at Bárður loft- aði hesum møguleika við báðum hondum, tá hann varð settur á vøllin í dyst- inum leygardagin. Tað kor- terið, sum hann var á vøll- inum, eydnaðist honum nærum at steingja málið fyri gestunum, og var hann tí ein sera týðandi orsøk til, at føroyska tapið varð av- markað. Afturlítandi kann eisini sigast, at tað var eitt sindur spell, at hann ikki fekk møguleikan fyrr í dystinum, tí tá hann slapp framat, var Jens at kalla skotin niður av mótstøðuni. Halgir Dahl Olesen Fekk hampuliga nógv av spælitíð í báðum dystunum, men megnaði tó ikki rættiliga at sannføra um, at hann framyvir eigur at vera sjálvskrivaður millum teir fremstu á landsliðnum. Stóð seg væl í verjupartin- um, har stríðsvilji hansara rættiliga kom til sín rætt, men ofta vóru avgerðir hansara í álopspartinum ikki nóg væl umhugsaðar. Avrikið var tó á einum slíkum støði, at hann eisini framyvir fer at teljast mill- um føstu menninar í hóp- inum kring landsliðið. Janus Einar Sørensen Eftir at hann legði út við nøkrum kanóndystin í landsliðsbúnanum, tóktust seinastu avrik hansara at vera eitt sindur merkt av møði. Tað skal tó eisini leggjast afturat, at sterki strikuspælarin hjá litavum so avgjørt ikki var ein lætt- ur mótstøðumaður at dansa við, og til tíðir fekk Janus Einar eisini eina rættiliga harða viðferð frá mótstøð- uni. Hóast hann sostatt ikki fekk loyvi til at spæla upp til sítt besta hesaferð, so hevur eingin annar tikið yvir á plássinum, so Janus Einar verður helst eisini framyvir fremsta evnið til strikuplássið. Sámal Joensen Var í leygardagsdystinum uttan iva besti føroyski leikarin. Serliga var hann stinnur í verjupartinum, har hann dugdi at binda saman, umframt at blokkarnir sótu væl. Í seinna hálvleiki sóust brádliga eisini tær skot- royndirnar, sum vit kanska hava saknað frá honum í undanfarnu dystunum, og at hesar sótu í meskunum økti bara um sjálvsálitið og spæligleðina. Byrjaði eisini væl í seinna dystinum, men fekk ein snudd í hondina í fyrra hálvleiki, og tí gjørd- ist leiklutur hansara heldur avmarkaður sunnudagin. Hans Áki Dal Christiansen Umframt at hann enn eina- ferð sýndi styrki á vong- plássinum, prógvaði Hans Áki hesa ferð, at hann er eitt sera væl brúkiligt al- ternativ til strikuplássið, tá liðfelagin í Kyndli skal hava hvíld. Hetta varð eisini roynt í hinum dystun- um, men ikki so væl eydn- að sum hesa ferð. Vónandi koma tó eisini aðrir striku- spælarar inn í hópin, tí tað er fyrst og fremst á vong- plássinum, at vit vilja síggja Hans Áka sýna kynstur síni. Áki Olsen Vandamikli vestmenning- urin sýndi enn einaferð, at tað neyvar er nakar leikari í landinum, sum er betri í álopspartinum. Royndi alla tíðina at hótta mótstøðu- málið, og hetta gav eisini betri rúmd til viðleikarar- nar, sum á tann hátt fingu møguleika til fleiri skot- royndir. Tóktist eitt sindur eymur í fótliðnum í seinna dystinum, og varð tá fyri tað mesta spardur í verju- partinum. Marius Joensen Kom rættiliga skjótt á vøll- in í fyrra dystinum, tá John- ny Joensen varð skaddur. Skuldi sostatt royna seg á »problem-plássinum« á høgra veingi, og hetta gekk hóast alt á eini leið. Var sera drúgvur í verjupartin- um, har hann við kvikleika og ágrýtni fekk fatur á nógvum, men í álopspartin- um gekk minni væl. Hetta serliga tí hann ikki er lám- ur, og tískil ikki í nóg stór- an mun fekk hótt mótstøðu- verjuna. Kundi kanska ver- ið nakað frekari, soleiðis sum vit síggja hann í heim- ligu kappingini, men hetta er ivaleyst nakað, sum kemur í takt við vaksandi royndirnar. Agnar Joensen Slapp at royna seg nakað í teimum báðum dystunum um vikuskiftið, men onkursvegna tykist hann heldur afturhald- andi á vøllinum. Framdi sum so ikki nøkur mistøk á vøllinum, men komst hetta eisini av, at hann ofta er í so smæðin til at royna nakað. Hevur tískil ikki megnað at sligið sítt navn fast á liðnum, men er hinvegin heldur ikki dumpaður. Bjarni Wardum Eftir at hann í fyrsta lands- dystinum kom við upp á avboð, hevur Bjarni í størri og størri mun syrgt fyri, at ein komandi landsliðsvenj- ari neyvan sleppur uttan um navn hansara, tá liðið skal setast. Slapp í seinasta dystinum í nógv størri mun at hava ynskisleiklutin á miðjuni, og kom hann eis- ini væl frá hesari uppgávu. Hevur dirvið og førleikan til at skapa nakað í dystun- um, og syrgir tí eisini fyri einum parti av undirhaldin- um. Onkun tíð kunnu av- gerðirnar tó ikki tykjast nóg umhugsnar, men við vaksandi royndum fer hetta uttan iva at batna. Ingi Olsen Føroyski liðskiparin tóktist í seinastu dystunum at vera heldur slitin, og megnaði tí ikki at seta sama dám á spælið, sum hann gjørdi í serliga teimum fyrstu dyst- unum. Tað er tó einki iva- mál um, at hann er náttúr- ligi leiðarin á føroyska lið- num. Royndirnar gera, at hann so at siga altíð megnar at halda høvdið kalt, og harumframt hevur hann eisini eyðsýnda eginleikan av at veksa við uppgávuni. Ein leikari, sum landsliðið als ikki kann vera fyri uttan. Johnny Joensen Byrjaði leygardagin á veinginum, men varð tíð- liga hjálptur av vøllinum eftir samanstoyt við mót- leikara. Verður tí uttan fyri meting hesaferð. Sámal var størstur Sámal Joensen varð í fjør kostin ársins verjuleikari í føroyskum hondbólti, og um vikuskiftið sýndi hann, at hetta ikki var av tilvild. Harumframt gjørdi hann eisini nógv um seg í álopspartinum, har hørðu skotini góvu fleiri føroysk mál Fráfarandi landsliðs- venjarin heldur, at tað er av alstórum týdn- ingi, at landsliðið sum skjótast fær fleiri avbjóðingar, soleiðis at liðið kann brýnast enn meira til framtíðar uppgávur LANDSDYSTIR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Eftir at hann fyrst hevði fingið obligatoriska brúsu- túrin frá leikarum sínum, fingu vit orðið á ein renn- vátan landsliðsvenjara, ella skuldi vit sagt fyrrverandi landsliðsvenjara. Tað hevur alla tíðina verið greitt, at Palli Joensen skuldi fara frá eftir hesar uppgávurnar, og nú alt er farið aftur um bak, spurdu vit Palla, hvat tað var fyri eitt lið, sum hann nú lat úr hondum, og hvørja upp- gávu hann helt vera av størstum týdningi fyri ein komandi venjara. Framhald – Tað eru fleiri partar, sum eru týdningarmiklir hjá ein- um komandi venjara, men ein partur av tí er í øllum førum, at liðið innan stutta tíð fær fleiri avbjóðingar. Til dømis kann eg nevna, at eg tosaði við venjaran hjá litavum, og hann segði mær, at teir hava spælt 18 dystir seinastu tveir mán- aðirnar. – Tað er júst hetta, sum ger, at liðini verða brýnd til komandi avbjóðingar, og hyggur mann eftir okkara liði, so haldi eg nógv er hent hesar seinastu vikur- nar. – Sjálvandi eru tað eisini lutir, sum taka nógva tíð at broyta. Áður hevur likams- ella styrkisvenjingin verið nevnd, og hetta er sjálvandi tann drúgvasti parturin. Hetta er nakað, sum má liggja úti í feløgunu. Arbeiða við hópinum Um liðið, sum hann nú letur úr hondum, heldur Palli, at talan sum so ikki er um eitt lið, men heldur um ein hóp. – Tá man lesur ella hoyrir fjølmiðlarnar, so verður kanska sett spurnartekin við, hví mann ikki brúkti tann og tann leikaran, men soleiðis síggi eg ikki sjálv- ur upp á hetta arbeiðið. Tað er ikki soleiðis, at eg bert skal taka teir 12 leikararnar, sum eg haldi eru best fyri, tí vit arbeiða við einum hópi. Vit tosa jú so ofta um breiddina, og hendan er ikki minst týdningarmikil á landsliðnum. - Einasti møguleikin fyri at allir í hópinum skulu mennast, er um teir eisini allir fáa møguleikan at vera við, og tað lyfti fingu allir 16 áðrenn vit fóru undir upp- gávuna. Hjá onkrum hevur so borist frá, tí arbeiðis- umstøðurnar ikki loyvdu nóg nógvari venjing, Høgra síðan Júst hetta við, at fólk hava ymsar fatanir av, hvussu liðið eigur at síggja út, var eisini nakað, sum landsliðs- venjarin merkti til um viku- skiftið. Tað varð frá fleiri síðum mett sum ein skeiv avgerð, at Heini Joensen ikki var við í dystinum leygardagin. – Tað vil sjálvandi altíð vera okkara meting, hvussu liðið kemur at síggja út. onkuntíð royna vit so at grundgeva okkara fatan, og onkuntíð ikki, og tað skulu vit so eisini hava loyvi til. Tað haldi eg vit eiga at hava rætt til. – Eg vil tó siga somikið sum, at ein og hvør leikari á landsliðnum skal kunna finna seg í, at hann ikki er við til hvønn dyst. Líka mikið, hvør mann er, so eigur mann at finna seg í hesum, og allir leikararnir fingu lyfti um spælitíð áðrenn vit fóru í holt við dystirnar, og so sigi eg ikki meira um hatta málið. Júst Heini kundi annars verið ein møgulig loysn upp á trupulleikan, sum føroyska liðið tóktist at hava í høgru álopssíðu. Ein trupulleiki, sum kemst av, at lámirnir eru ov fáir í tali, og sum millum annað við- førdu, at vit ikki fingu nak- að mál av høgra veingi í nøkrum av dystum, sum leiktir vórðu á hesum sinni. Spælararnir, sum spældu á plássinum, fingu tó onkur mál, men einki av hesum varð skotið av veinginum. Til hetta hevði fráfarandi venjarin tó onga loysn sum so. – Tað finst eingin loysn sum so. Lat meg siga, at vit sum so heldur ikki hava fingið so nógv frá vinstra veingi fyrr enn í dag, men júst hasum trupulleikanum hava vit arbeitt við, síðani hópurin varð úttikin. Vit hava roynt ymsasr loysnir við teimum lámum, sum vit hava havt, men tíverri hava forfall eisini gjørt seg galdandi, og tí hevur ikki altíð verið gjørligt at havt hesar við í hópinum. – Tað er ikki nøkur loysn sum so á trupulleikanum. Lamirnir í føroyskum hondbólti eru ikki so nógv- ir, og mann kann ikki bara skifta hond uttan víðari, sigur Pauli Joensen at enda, áðrenn hann slapp sær inn í skiftirúmið at fáa onkur turr klæði á kroppin. Eftir at hava staðið í skugganum av Johan Danilsen og Jens Skipagøta trein Bárður Nielsen rættiliga á pallin leygardagin, tá hann í eitt korter at kalla stongdi málið fyri litavum LANDSDYSTIR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Ein skuldi næstan hildið, at føroysku málverjarnir onk- ursvegna høvdu avtalað, at teir skuldu skiftast um at standa væl, soleiðis sum avriki teirra hava háttað seg. Fyrst átti Johan stóran heiður av dystunum móti Rumenia. Síðani tók Jens sær av sveisarunum, og endiliga slapp Bárður fram- at móti litavum, og avrik hansara stóð einki aftan fyri hinar. Til hetta segði málverjin, at tað sum so bert ráddi um at taka møguleikan, tá hann beyðst. – Sjálvandi vónar tú altíð at fáa kjansins, og tá hann so er har, so mást tú bara prógva, at tú ert á hædd við hinar, ella allar helst eitt sindur betri. Bilsin Eftir avrikini hjá kapping- arneytunum var tað kanska eitt sindur óvæntað, at Bárður nú skuldi fáa møgu- leikan, og sjálvur var hann eisini eitt sindur bilsin um hetta. – Eg var kanska eisini eitt sindur bilsin sjálvur. Eg var jú ikki við móti Sveis, og tá hinir stóðu seg somiki væl, so fingu teir kanska loyvi at halda fram. Palli valdi so at geva mær møguleikan, og frá tí at eg fekk boðini, hugsaði eg at kalla bert um at fyrireika meg so væl sum gjørligt. – Tá eg so í seinna hálv- leiki leygardagin fekk boð- ini um at eg skuldi inn, var bara at gera seg kláran. Eg hitaði upp í nakrar fáa minuttir, og eg kendi meg væl, tá eg fór á vøllin. Tá mann so eisini fær eina góða byrjan, so er ,mann við í dystinum, og so gong- ur tað bara.. Byrjanin nógv at siga Týdningurin av, hvørja byrjan málverjin fær, kundi eisini síggjast, tá Bárður royndi seg móti rumenum. Hann ásannar eisini, at so er, men leggur tó dent á, talan ikki var um somu lið. – Eftir mínari fatan vóru rumensku leikararnir teir, sum dugdu best at skjóta. Teir skutu at kalla ikki, fyrr enn vit høvdu valt síðu, og so vóru vit eisini seldir. Bæði sveisarar og litavar høvdu meira við at skjóta beint á. Kanska eisini or- sakað av, at teir eru vanir við at málverjarnir koritni standa og bíða. – Á meginlandinum er tað jú soleiðis, at allir mál- verjarnir fáa veruliga venj- ing, og tí spæla teir eisini at kalla eins. Vit eru hinvegin meira ella minni sjálvlærd- ir, og tí hava vit kanska ein annan spælistíl, oig hartil okkara egna stíl hvør sær. Fáa vit ta røttu byrjanina, so kann tað eisini ørkymla teir, men er byrjanin hin- vegin ikki góð, so gerst einki hjá okkum, sigur Bárður at enda. Avbjóðingar Framhaldandi avbjóðingar hava størsta týdningin fyri menningina av liðnum, helt ein rennvátur landsliðs- venjari, tá vit eftir brúsu- túrin fingu orð á hann Triði málverjin Avrikið hjá Bárði leygardagin var í stóran mun viðvirkandi til, at litaviski sigurin á Føroyum ikki gjørdist størri enn gott var