Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 15 14 Nr. 15 - 23. januar 2001 Tað er neyðugt við sterkum mótstøðulið- um, um leikararnir á landsliðnum skulu mennast, heldur Ingi Olsen, sum tó var heldur troyttur, nú seks slíkir dystir eru farnir aftur um bak LANDSDYSTIR Jákup Mørk /Álvur Haraldsen Í mun til hinar fýra dyst- irnar, sum Føroyar hava spælt í undankappingini, so tóktist føroyski liðskiparin, Ingi Olsen, nakað troyttur, nú dystirnir móti Litava vóru á skránni. Undan dystunum ljóðaði eisini, at tað kanska var iva- samt, um hann megnaði at spæla báðar dystirnar, og hóast hetta skuldi vísa seg at bera til, so ásannaði hann eftir dystin, at møðin var farin at gera um seg. – Har eru fleiri smærri lutir, sum eru byrjaðir at fara, helt hann fyri. – Talan er um nakrar ógvuliga harðar dystir, og vit eru altso ikki vanir við at spæla seks somikið krevjandi dystir innan tríggjar vikur. Mann er eymur frá topp til tá, nú vit eru lidnir við hetta. Tá hugt verður eitt sindur fram í álmanakkan, so sæst tó, at stundirnar til at hvíla ikki eru tær nógvu. Longu mikudagin er týdningar- mikil dystur í steypakapp- ingini á skránni, men hóast tíðin er knøpp, so heldur Ingi ikki, at tað bara er um at hvíla nú. – Nei, vit kunnu ikki bara liggja stillir. Í morgin verð- ur helst onkur løtt venjing, og so sleppa vit at hvíla týsdagin. Vit hava 14 ella 15 – vónandi 15 – dystir eftir í vár, so nú er ikki at taka sær av løttum. Hinveg- in er einki at ivast í, at hørðu dystirnir, sum vit nú hava havt fara at koma okkum til góðar. Tað er snøgt sagt neyðugt við slík- um dystum, um vit skulu gerast betri. Tóku sær ikki av løttum Spurdur, um hann var ó- samdur, um sagt varð, at litaviska liðið var hitt besta av teimum, sum verið høvdu her í hesum umfari, segði Ingi, at tað var hann ikki. – Teir hava sjálvandi eitt sera gott lið, og eru hartil sera kropssterkir, so tað vil altíð verða tungt hjá okk- um. Í gjár fingu vit eina sera ringa byrjan upp á dystin, men eg haldi tað vera positvt, at vit megnaðu at reisa okkum aftur. – Tað er jú ein vandi, at menn kanska hava bestan hug at fara til hús, tá mál- talvan vísir 1-10, men vit megnaðu at reisa okkum aftur. Alt hatta tosið um at teir seta ferðina niður haldi eg ikki, at mann skal leggja so nógv í. Teir hava eisini málmunin at hugsa um, og fyri at tryggja sær víðari luttøku í kappingini skuldu teir vinna so nógv sum gjørligt, so hatta trúgvi eg ikki ordiliga uppá. Tí velji eg heldur at trúgva, at tað vóru vit, sum settu meira á, og tað haldi eg eisini at vit gjørdu. Megna ikki at binda leikarar Tað verður ofta tikið til, tá Føroyar luttaka í altjóða høpi, at vit eru við fyri at læra. Fyri ein spælara sum Inga, varð hetta kanska ser- liga aktuelt, nú litavar høvdu ein somikið góðan spælstýrara, og Ingi helt eisini, at júst 7-arin hjá teimum, Gintaras Savuky- nas, var ein leikari við framúr góðum evnum. – Tað er týðiligt, at tað er hann, sum bindur spælið saman. Tað sæst kanska best, tá hann ikki er á vølli- num, tí tá broyttist spælið hjá teimum fullkomuliga. Sjálvandi kann eg eisini læra nakað av hesum. Man lærir so leingi man livir, men størsti munurin í so máta er kanska, hvussu væl hann megnaði at binda tveir leikarar at sær. – Júst hetta at binda leik- arar at sær er nakað, sum vit ikki megna nóg væl. Hetta er galdandi fyri allar leikarar, og tað er eingin brádlig loysn á hesum. Vit eru snøgt sagt ikki nóg sterkir kropsliga, sjálvt um vit kanska í prosentum góvu okkum meira enn teir. Tað eru vit noyddir til at gera, og tað mugu vit gera í nógv ár framyvir. Framtíðin Júst hetta við framtíðini er nakað, sum fólk nú tosa um, tá tosað verður um hond- bóltslandsliðið. Spurdur, hvat hann heldur nú skal fara fram, er Ingi nóg so avgjørdur. – Fyrst og fremst skal venjaraskiftið, sum stendur fyri framman, fara fram skjótt, soleiðis at venjarin fær sett seg inn í arbeiðið sum skjótast. Síðani eiga vit at fara gongd beint sum kappingin er liðug, soleiðis at venjarin kann seta nær- mastu framtíðina út í kort- ið, og ikki minst mugu vit fáa dystir. – Eg havi sjálvur verið við síðani 1988. Síðani tá hendi einki fram til 1990, síðani fingu vit dystir í 1995 og so aftur í 1998. Sum støðan er nú, er næsta stóra uppgávan ikki fyrr enn um eitt ár, og fáa vit einki fyrr enn tá, so verður úrslitið tað sama. Vit koma at tapa við fimm, átta ella tíggju málum. Vit fáa ikki nakra rættiliga framgongd at síggja, fyrr enn arbeiði við landsliðnum verður eitt arbeiði við framhaldi í, sigur liðskiparin á føroyska manslandsliðnum at enda. Sámal Joensen skar- aði framúr í fyrra dystinum móti litav- um, og hóast hann ikki fekk spælt 100% í seinna dystinum, so smæddist hann so av- gjørt ikki burtur tá LANDSDYSTIR Jákup Mørk /Álvur Haraldsen Hugt yvir ein kamb, mundi besta persónliga føroyska avrikið um vikuskiftið vera tað hjá Sámali Joensen. Í verjupartinum var hann sera stinnur ta tíð, sum hann var á vøllinum, og eis- ini í álopspartinum gjørdi hann meira um seg, enn vit hava sæð seinastu dystirnar. Sambært stóra vestmenn- inginum, so eru hesir báðir lutir tó ikki tengdir serliga nær at hvørjum øðrum. Sjálvsálitið avgerandi – Eg haldi ikki, at verju- og álopsparturin eru so nær at tengd at hvørjum øðrum, tá metast skal um persónliga avrikið. Litavarnir høvdu ikki teir øgiliga stóru skjúttarnir, og tí riggaði tað sera væl hjá okkum at spæla við eini 6-0 verju. Sum nevnt, so var tað tó ikki bara í verjupartinum, at Sámal gjørdi um seg. Eisini í álopspartinum kom væl burtur úr, og kanska serliga beint eftir steðgin í fyrra dystinum fóru kúlur- nar ferð eftir beint í mesk- arnar. Spurdur, hví hann ikki hevði roynt hetta áðrenn, segði hann, at tað hevði hann sum so, men at tað ikki er altíð, at tað eydnast so væl. – Tað er bara so, at tá mann kanska kiksar tvey ella trý tey fyrstu skotini, so verður hugurin at royna aft- ur nakað minni. Leygar- dagin riggaði tað knappliga hjá mær, og so er bara at skjóta. Hondin verður klár Tíverri fyri føroyska liðið, noyddist Sámal av vøllin- um tíðliga í dystinum sunnudagin, og hóast hann seinni kom aftur á vøllin, so tóktist greitt, at okkurt bagdi hondini. Talan var tó ikki nakran álvarsligan skaða. Sámal greiddi frá, at hann blokkurin tað einu ferðina kom upp í hondina á honum, og tað doyvdi hondina nakað, men hetta er tó ikki nakað, sum fer at tarna honum mikudagin, segði hann at enda. Krevur framhald Tað týdningarmesta er, at leikararnir fáa støðugar avbjóðingar, heldur Ingi Olsen um framtíð- ina hjá føroyska hondbóltslandsliðnum Risin reistist Hóast hondin var heldur eym sunnudagin, so verður Sámal aftur til reiðar, tá fyrra hálvfinalan skal spælast mikudagin Talið av luttakandi liðum var methøgt í NS-kappingini, sum flogbóltsfelagið, Mjølnir, skipaði fyri um vikuskiftið FLOGBÓLTUR, YNGRI DEILDIR Liðini í yngru deildunum í flogbólti bert økjast. Fyri bert tveimum árum síðani vóru bert umleið 65 lið, sum teknaðu luttøku, men í NS-kappingini (Norðoya Sparikassi), sum Mjølnir skipaði fyri í Klaksvík um vikuskiftið, vóru heili 101 lið tilmeldað, og hetta er tað mesta, sum higartil hev- ur verið tilmeldað í eini flogbóltskapping í Føroy- um. Tað eru serliga yngstu leikbólkarnir sum økjast nógv og eru hetta teimum ymsu feløgunum at takka, tí tey gera eitt stórt arbeiði, soleiðis at tey yngru fáa umstøður at leika flogbólt. Størsti bólkurin var gentur 12 ár, har heili 28 lið luttóku. Fyrr hava kvinnuliðini hava stóran meirluta í til- melding av liðum, men nú byrja dreingjaliðini eisini spakuliga at økjast. Eisini á Viðareiði og á Fossánesi Vanliga hevur kappingin bert verið í Klaksvík, men orsakað av tí metstóru lut- tøkuni, var í ár eisini neyð- ugt at lata dreingir 12 ár spæla á Fossánesi og dreingir 14 á Viðareiði. Hetta er kanska eitt sindur óheppið, men tað var einki annað at gera, um kapp- ingin skuldi gjøgnumførast. TB vann mest Í kvinnudeildini var tað enn einaferð TB, sum vann mest. Liðini av Tvøroyri vunnu allar kvinnubólk- arnar uttan gentur 16 ár, har KÍF megnaði at vinna á Fleyr í finaluni. Fleyr best hjá dreingjunum Í dreingjadeildini var tað serliga havnarfelagið Fleyr, sum gjørdi um seg, eins og SÍ eisini fekk eitt gott úrs- lit. Fleyr vann tríggjar deildir, meðan SÍ vann 2. Fleyr vann tryggan sigur móti einum skerdum SÍ liðið. Somikið tryggan, at stundir eisini vóru til at geva ungu leikar- unum nakrar royndir FLOGBÓLTUR, MENN Føroyameistararnir úr Fleyr vunnu sum væntað dystin í Sørvági sunnudagin. SÍ hevur ikki havt somu styrki í ár sum seinasta ár, tí onkrir av høvusstuðlunum á liðnum ikki hava fingið leikt í ár. Og soleiðis var eisini sunnudagin. Annfinn Joen- sen, Jón Falkvard og Jón Nielsen vóru ikki við, og tá ein ikki hevur eitt full- mannað lið ímóti havnar- liðnum Fleyr, kann ein ikki rokna við at koma á sigurs- skammilin, tí hetta er Fleyr-liðið ov vælleikandi til. Suni Hansen bestur Á SÍ liðnum var tað leikandi venjarin, Suni Hansen, sum vísti besta spælið, men yvirmaktin var tó so stór frá Fleyr, at tað ongantíð var ivi um, hvør fór at vinna dystin. Bitið í álopinum hjá SÍ var ov lítið, til at hetta kundi órógva Fleyr-liðið. Í fysta settinum legði Fleyr seg beinanvegin klárt á odda, og Sí fekk ongantíð samband við havnarliðið aftur, og settið endaði við einum klárum sigri til Fleyr upp á 25-14. Hini settini vóru javnari, men tað var tó alla tíðina Fleyr, sum var við yvirlutan. Allir leiktu 2. og 3. settið endaður ávikavist 25-18 og 25-20 til Fleyr. Fleyr royndi seg í hesum settunum eisini við teimum ungu leikarunum, sum ikki hava leikt so nógv inni á vøllinum, og Andrass Hansen og Bergur Olsen komu væl frá dystinum, men teir vóru væl stuðlaðir av teimum meira royndu leikarunum hjá Fleyr. Hevði Fleyr ein lættan dyst hetta vikuskiftið, so mugu teir komandi vikuskifti prógva, um tað eru teir ella Fram, sum eru tað besta liðið í Havnini, tí komandi leygardag møtat hesi liðið í grannauppgerð kl. 15,00 í Gundadals- høllini. Kappingarnar hjá yngru deildunum fáa nú somikið stóra undirtøku, at tað kann gerast trupult at avgreiða tær um eitt og sama vikuskifti FLOGBÓLTUR Virgar Djurhuus, sum er ein av teimum sum hevur tær bestu royndirnar innan venjing av ungum flog- bóltsleikarum, og í fleiri ár eisini hevur verið venjari hjá kvinnuunglingalands- liðnum, sigur eftir kapping- ina NS-Cup í Klaksvík um vikuskiftið, at nú er kapp- ingin vorðin so stór og umfatandi, at onkur broyt- ing má gerast í framtíðini. Tekin eru eisini um, at hesin vøkstur heldur áfram, tí tað er serliga innan teir yngru aldursbólkarnar, at økingin er. Á aðalfund Virgar Djruhuus vil tí mæla til, at málið verður tikið upp á aðalfundinum hjá Flogbóltssambandinum í apríl, soleiðis at feløgini saman við FBF kunnu finna fram til eina skipan, soleiðis at kappingin í framtíðini ikki verður eins umfatandi. Hann vil tí mæla til, at ein møguliga skipar steypa- kappingarnar yvir 2 viku- skifti, men við tað at tað kann vera trupult at fáa hallir, kann hetta eisini verða ein trupulleiki. Betri leikarar – Famgongdin hjá leikarun- um hevur eisini verið stór. Fyri bert fáum árum síðani sást tú ikki, at tey 9-12 ára gomlu royndu at leika bólt- in ímillum sín, men tey royndu bert at koyra hann yvir um netið aftur, men í dag er tað soleiðis, at tey í flestu dystunum royna at leika »tríggjar bóltar«. Hetta er ein fragd at síggja, sigur Virgar Djurhuus. Tríggjar av lands- liðsleikarum okk- ara vóru á liðnum, sum um vikuskiftið tapti sera tepurt FLOGBÓLTUR Føroysku landsliðsleik- ararnir í Danmark, sum leika við Frederiksberg Volley, Annika Joensen, Hjørdis Mortensen og Alvilda Ólavsdóttir, leiktu ein sera spannandi dyst um vikuskiftið, tá tær møttu Holte, sum seinastu mongu árini altíð hevur verið millum tvey tey bestu liðini í Danmark. Frederiksberg Volley leikar í fremstu flog- bóltsdeildini í Danmark, og liðið hevur í ár klárað at kvalifiserað seg til endaumfarið um Dan- marksmeistaraskapin. Spenanndi 4. sett Væntað var framman- undan, at Holte fór at vinna dystin, og so var eisini. Holte vann við sett-úrslitinum 3-1. Men dysturin gjørdist rætti- liga spennandi og liðini vóru sera jøvn. Holte dróg tó longra stráið tá avtornaði, og vann 4. og avgerandi settið 26-24, sigur Annika Joensen í stuttari viðtalu. – Næsta vikuskiftið skulu vit leika ímóti HIKAalborg. Dysturin verður sunnudagin. Frederiksberg Volley hevur sostatt vunnið ein og tapt ein dyst í enda- umfarinum. Støðan, meistaradeild menn: Dystir * Sett Lið leikt. vunn. tapt. vunn. tapt mun. stig Mjølnir 9 8 1 26 9 17 9 ÍF 10 7 3 24 13 11 9 Fram 10 5 5 21 19 2 6 Fleyr 10 5 5 18 18 0 6 SÍ 11 0 11 3 33 -30 0 Støðan, meistaradeild kvinnur: Dystir * Sett Lið leikt. vunn. tapt. vunn. tapt mun. stig Dráttur 13 12 1 38 8 30 15 Mjølnir 12 11 1 34 7 27 13 Fleyr 13 6 7 20 27 -7 7 ÍF 12 4 8 15 27 -12 5 TB 12 4 8 22 25 -3 4 Fossánes 12 0 12 1 36 -35 0 Ikki 101 Dalmatinar – men 101 lið SÍ-Fleyr 3-0 (14-25, 18-25, 20-25) Føroyameistararnir vunnu í Sørvági Frederiksberg Volley tepran ósigur Higartil hevur talan verið um ein sigur og eitt tap í endaspælinum hjá Frederiksberg Volley Virgar Djurhuus, TB: - Okkurt má gerast Annars vóru úrslitini í kvinnudeildini hesi: Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Gentur 9: TB a Fleyr TB b Gentur 12: TB a Mjølnir a Mjølnir b Gentur 14 TB a SÍ KÍF Gentur 16: KÍF Fleyr Dráttur Kvinnuungl: TB Fleyr KÍF Samlaða úrslitið í dreingjadeildini var hetta: Nr. 1 Nr. 2 Nr. 3 Dreingir 9: SÍ TB Fleyr Dreingir 12: Fleyr Mjølnir a Mjølnir b Dreingir 14: SÍ Mjølnir TB Dreingir 16: Fleyr SÍ a SÍ b Mansungl: Fleyr Fram SÍ