týsdagur 23. januar 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 15 - 23. januar 2001
Beate L. Samuelsen
býráðslimur
Sjálvandi vita vita um allar
tær ætlanir og samtyktir,
sum gjørdar eru at fáa loyst
barnanansingartrupulleikar
nar í Tórshavnar kommunu,
har yvir 300 børn standa á
bíðilista og sum undan-
farna býráð við undanfarnu
forkvinnu í sosialu nevnd
ikki fekk herbergað fýra
undanfarnu árini.
Øll tey tiltøk, sum fígg-
ing er fingin til og sum
fígging nú skal fáast til fyri
at fáa loyst henda spurning,
skulu vit royna avgreiða í
hesi býráðssetu.
Tað er í so bláoygt at
halda, at nýggja býráðið fer
at steðga tí, sum longu er
farið í gongd og stungið út í
kortið hesum málinum við-
víkjandi.
Sjálvandi gera vit ikki tað.
Og eg kenni væl til tær
ætlanir, sum undanfarna
býráð er komið við. Men
tær røkka neyvan til at
loysa allan spurningin, tí
tað verða føddir nýggir før-
oyingar hvønn einasta dag,
og flestu teirra skulu eisini
hava ansingarpláss bæði
áðrenn og eftir ár 2003 í
okkara kommunu – um-
framt tær smábarnafamiljur
sum flyta til kommuna.
Vit vita øll um allar teir
stovnar og útibarnagarðar,
sum eru á veg – eisini nær
teir eru klárir at taka í brúk.
Hóast hetta koma vit
neyvan at fáa loyst henda
trupulleika 100 pst.
Tað varð meiri enn eina
ferð upplýst av undirritaða
upp undir valið í november.
Vit fara ikki at lova nak-
að, sum ikki kann haldast.
Men vit taka undir við al-
ternativum loysnum, sum
onnur koma við, um so er,
at allar treytir í sambandi
við slíkt verða uppfyltar.
At fyritøkur vilja vera við
at loysa barnaasingartrup-
ulleikan, eru vit fegin um.
Tí er tað spell, tá fyrireik-
ingararbeiði sum hetta hjá
Føroya Tele av ávísum ors-
økum dettur niðurfyri, tí
tað kundi skunda undir at
loyst barnanasingartørvin í
kommununi uppaftur skjót-
ari enn ætlað.
At kommunan nú hevur
keypt Marinustøðina fer
eisini at gera bíðilistan við
børnum til ansing munandi
stytri, um so er, at ein part-
ur av húsunum skal brúkast
til barnasning.
Men, góða Elin, tú veitst
væl, at fyri tað um øll tey,
sum standa á bíðilista fáa
tilboð um ansingarpláss
innan ár 2003, so eru fleiri
børn komin aftrat, ja, ikki
bara tey sum verða fødd
fram til tína ásettu tíðar-
freist, men eisini aftaná.
Tey skulu vit eisini hugsa
um.
Vit skulu nokk fáa loyst
so nógv av teimum trupul-
leikum, sum vit megna – og
kanska eitt sindur aftrat við
hjálp frá fyritøkum, sum
vilja taka undir við ætlanini
at fáa børnini ansað.
Vónandi verður tú fram-
vegis eins áhuga at hjálpa
til í hesum arbeiði og tú
hevur verið áður, soleiðis at
talan ikki verður um nakra
andstøðu, ið kemur at seta
forðingar fyri tí, sum hetta
býráðið kemur at útinna í
verki á barnansingarøkin-
um.
Skuldi tað hent, at tú ikki
gjørdi tað, klára vit tað
alíkavæl.
Elin Lindenskov
býráðslimur í Havn
Í samrøðu við Sosialin hós-
dagin lovar nývaldi borgar-
stjórin í Tórshavnar Komm-
unu at leggja doyin á at
loysa trupulleikan á barna-
ansingini komandi fýra ár-
ini. Tað kann ikki sigast
annað, enn at hetta eru sera
góð tíðindi frá nýggja borg-
arstjóranum. Eg las grein-
ina við spenningi, tí hetta
eru nýggir tónar frá Fólka-
flokkinum, sum annars ikki
hevur víst nakaran serliga
vilja at loysa málið seinastu
árini.
At byrja við sær út sum
um vilji er at loysa málið,
tó torir borgarstjórin ikki at
lova øllum børnunum pláss
komandi fýra árini. Borgar-
stjórin leggur dent á, at vit
hava nøktað tørvin hjá 75
prosentum. Hann sigur
einki um, hvussu stóran
part hann ætlar at loysa. Út
frá samrøðuni við borgar-
stjóran, og samrøðuna við
forkvinnuna
í
Sosialu
nevnd við Útvaripð dagin
fyri, kunna vit bert ásanna,
at nýggi meirilutin í Tórs-
havnar Kommunu ikki hev-
ur í hyggju at fylgja mál-
setninginum, sum undan-
farna býráð setti sær, nevni-
liga at loysa barnaansingar-
tørvin áðrenn 2003. Tey
hava heldur ikki ætlanir um
at hava 100 prosent barna-
ansing í Kommununi.
Jan Christiansen sigur, at
í seinastu setu vóru loysnir-
nar
av
barnaansingini
merktar av, at tað vóru
hálvar loysnir. Til hetta má
eg spyrja, hvørjar eru tær
hálvu loysnirnar? Eg kenni
so einki til nakra hálva
loysn.
Í samrøðuni vísir Jan
Christiansen
á
narkrar
loysnir, allar loysnir sum
undarnfarna býráð hevur
fyrireikað og sett pening av
til á verandi fíggjarætlan.
Tá so er, er lætt at vísa á
ætlanir. Fyrsta loysnin hann
nevnir, er at ein ríðihøll í
Havnardali skal hýsa einum
útibarnagarði, eitt mál,
Sosiala nevnd og Trivnað-
ardeildin hava arbeitt við í
longri tíð, málið er ikki
loyst enn, tí semja ikki er
fingið um leigukostnaðin.
Síðani nevnir hann, at tað
er betur at byggja smærri
stovnar, tí at Barnagarðurin
í Vesturbýnum er eitt dømi
um, at tað tekur longri tíð at
byggja størri stovnar. Rætt
er, at tað hevur tikið alt ov
langa tíð at byggja barna-
garðin í Vesturbýnum, men
at skylda uppá støddina er
ikki rætt. Grundin til, at
hesin stovnur hevur tikið so
langa tíð, er politiskur
óvilji, serliga frá teimum,
sum nú sita í meirilutanum
í býráðnum.
Jan Christiansen sigur
eisini, at seinasta mánadag
samtykti Byggi- og býar-
skipanarnevndin at gera
eina stovu afturat í hesum
stovninum til børn við ser-
ligum tørvi. Her fær Jan
Christiansen tað at ljóða,
sum um at hetta er nakað
nýtt. Henda stovan hevur
alla tíðina verið við í ætlan-
ini. Upprunaliga skuldi ein
spælistova til dagrøktina
byggjast. Henda ætlan var
tó slept rættuliga tíðiliga, tí
vit mettu, at tørvur er á eini
stovu til børn við serligum
tørvi. Sosiala nevnd sam-
tykti endaliga tann 5. des-
ember 2000 at biðja býráð-
ið um pening til hesa ætlan.
Málið var fyri á býráðs-
fundi tann 14. desember
2000, tá var tað ein býráðs-
limur í núverandi meiriluta,
sum fekk forhálað málið,
soleiðis at tað skuldi aftur í
nevnd. Sjálvandi fyri at fáa
tað at síggja út sum, um at
hetta var ein ætlan hjá
nýggja meirilutanum, so-
leiðis sum borgarstjórin nú
fær tað at ljóða.
Borgarstjórin vísir til Bý-
lingahúsini, sum eru runt
um í býnum. Ja, eg haldi
eisini at vit skulu hyggja at
býlingahúsunum, serliga
teimum innfluttu. Tað er
rætt, at hesi húsini vóru
skjót og bílig. Vit mugu eis-
ini hyggja eftir øllum trup-
ulleikunum, sum hava verið
við hesum innfluttu húsum.
Øll eru umvald, tí tilfarið
tey vóru gjørd úr, ikki
hóskaði til tað Føroyska
veðurlagið, leggja vit so
meirkostnaðin
afturat
keypsprísinum, man verða
minni munur á.
Tað einasta nýggja, eg
dugi at síggja í hesi sam-
røðuni, er at vit skulu hava
bíligari alternativar loysnir,
men hvørjar hesar loysnir
eru, sigur Borgarstjórin
einki um. Hann sigur held-
ur einki um, hvønn politik
nýggji meirilutin í Tórs-
havnar Kommunu ætlar at
reka á barnaansingarøkin-
um.
Vit í minnilutanum, fara
framhaldandi at arbeiða
fram ímót 100 prosent
barnaansing innan ár 2003.
Tað sum vit vilja, er at út-
byggja barnaansingar til-
boðini, soleiðis at øll børn
fáa tilboð um mennandi
barnaansing, har børn og
starvsfólk kunnu mennast
og trívast.
Góða Elin
Einki nýtt á barnagarðsøkinum
Sepideh Taheri, yvirlækni
Odmar Færø, yvirlækni
Tíðindaskriv
Tey seinastu árini eru vit
vorðin varug við, at ein
aðtastaðni ógvuliga sjáld-
som sjúka, sum tey á ensk-
um rópa »Glykogen storage
disease type III A« rættiliga
ofta kemur fyri í Føroyum.
Á føroyskum kunnu vit
rópa sjúkuna glykogen-
goymslu-brek, stytt GGB.
Sjúkan kemur í hvussu so
er líka ofta fyri sum viðføtt
stoffskifti (myzødem) og
tvær til tríggjar ferðir so
ofta sum Föllings sjúka (fe-
nylketonuri). Báðar hesar
sjúkurnar verða øll nýfødd
kannað fyri. Við tað at fólk
ikki nýtist at merkja nakað
til sjúkuna í fyrstani, halda
vit, at tað er rímiligt at
upplýsa bæði starvsfólki
innan heilsuverkið og al-
menningin í Føroyum eitt
sindur um hesa sjúkuna.
Aftaná at tú hevur etið,
verður yvirskotið av kolhy-
dratum (sukur) vanliga
goymt antin sum feitt ella
stívilsi í livrini, vøddunum
ella hjartanum. Meira enn
15 ymisk sløg av GGB eru
kend í løtuni. Tað slagið,
sum vit hava sæð í Føroy-
um, hevur frámerkið »III A,
amyloglukosidasu mangul«
(ella eisini eftir teimum
fyrstu, sum ávístu sjúkuna:
»Cori-«
or
»Forbes-
«sjuka.) Fólk við sjúkuni
GGB eru ikki før fyri at
nýta stívilsi og at umlaga
tað til sukur, tá blóðsukrið
lækkar. Í minsta lagi 12
fólk í Føroyum hava GGB
III A. Til samanberingar
verður mett at umleið
100.000 fólk í allari verðini
hava sjúkuna. Hetta kundi
bent á, at minst ein av tríati
føroyingum er berari av
sjúkuni. Berarin sjálvur er
frískur, men um tveir berar-
ar fáa eitt barn, eru tað 25%
(t.v.s. ein av fýra) møgu-
leikar fyri at hetta barn hev-
ur sjúkuna. Síðan 1994 eru
6 børn í Føroyum fødd við
GGB III A.
Vit á barnadeildini á
Landssjúkrahúsinum fara
at bjóða til fundar í Gesta-
borðstovuni á Landssjúkra-
húsinum leygardagin 27.
januar kl. 14, at greiða
nærri frá sjúkuni:
• Hvørji eru sjúkueyð-
kennini hjá børnum?
• Hvussu eru sjúkueyð-
kennini hjá vaksnum
fólki?
• Hvørjir eru viðgerðar-
møguleikarnir?
• Hvørji eftirlit skulu fyri-
skipast?
• Hvussu kanst tú vita, um
tú sjálvur ert berari av
sjúkuni?
• Hvør eigur at vita um
sína beratastøðu?
Ætlanin er at greiða frá á
einum støði, ið almenning-
urin er førur fyri at skilja.
Tað vera Bettina N. Han-
sen, 1. hjálparlækni á
Landssjúkrahúsinum, An-
drew Hicks, biokemikari,
Sepideh Taheri, barnalækni
á Landssjúkrahúsinum og
Ulrik Steuerwald, fyrrver-
andi barnalækni á Lands-
sjúkrahúsinum, sum greiða
frá og svara spurningum.
Øll, sum hava áhuga at
fáa meira at vita um hetta
viðfødda brek, eru væl-
komin.
Glykogen-gloymsku-brek av slagnum III A
– serføroysk sjúka
VIÐMERKINGAR
Í seinasta lagi í 2002
skulu føroysku
feløgini ganga møtu-
miklu krøvunum hjá
UEFA á møti. Verður
hetta ikki so, kunnu
liðini ikki luttaka í
europeiskum høpi
UEFA-REGLUR
Jákup Mørk
Boðini omanfyri ljóða bæði
álvarslig og ógvuslig, men í
verandi líki er boðini frá
europeisku
fótbóltssam-
gonguni ikki at misskilja.
Øll lið, sum luttaka í euro-
peiskum høpi skulu hava
góðkenning frá fótbólts-
sambondunum í einstøku
londunum.
Tvey ára skiftis´tíð
Hetta er í fjør samtykt av
aðalnevndini
hjá
euro-
peisku fótbóltssamgonguni,
og hava fótbóltsfeløgini í
ymsu londunum síðani
hetta fingið tvey ár til at
ganga krøvunum frá UEFA
á møti.
Ísak Mikladal, aðalskriv-
ari í FSF, ásannar, at talan
fyri føroysk feløg kann
gerast um møtumikil, men
at møguleiki er fyri, at hesi
verða tillagað serføroysk-
um viðurskiftum, men at
hetta tó ikki er nakað, sum
føroysku feløgini eiga at
taka sum ein kodda av
nøkrum slag. Vandi er
nevnliga fyri, at UEFA
heldur fast um upprunaligu
krøvini, og tá kann gerast
tungt hjá føroysku feløgun-
um at fylgja við.
At fylgja við er tó neyð-
ugt, at nakar møguleiki skal
vera fyri at fáa fatur í
UEFA-pengunum,
sum
europeiska luttøkan kastar
av sær, og sum nú eisini
verða býttir til tey liðini í
bestu deildini, sum ikki
vinna sær rætt til euro-
peiska luttøku.
FSF skal góðkenna
Tað verður FSF, sum skal
umsita reglurnar hjá UEFA
í Føroyum, og verður hetta
gjørt soleiðis, at FSF fær
heimil til at útgeva loyvi til
feløgini. Eitt slag av lisensi
kann hetta kallast, har FSF
yvir fyri UEFA váttar, at
felagið lýkur ásettu treytir-
nar.
Ísak Mikladal sigur í hes-
um sambandi, at FSF einki
annað val hevur í hesum,
enn at fylgja teimum krøv-
um, sum UEFA setir.
Líkamikið um hesa verða í
upprunaútgávuni ella í eini
linari útgávu.
– Halda vit okkum ikki
til reglurnar, kann eitt nú
hugsast, at hetta fær av-
leiðingar fyri landsliðsfót-
bóltin, so her er einki at
gera frá okkara síðu.
Reglurnar
Sum skilst á aðalskrivaran-
um, er talan í hesum førum
um umfatandi og drúgt
lógarverk, men út frá sam-
andráttinum, sum FSF gav
feløgunum á fundi 25. no-
vember í fjør, kann í stutt-
um sigast, at reglurnar
umfata hesi viðurskifti.
Ítróttarlig
viðurskifit.
Hetta inniber millum ann-
að, at felagið skal hava eina
ungdóms menningarætlan,
skal hava útbúnar venjarar,
hava eina ætlan fyri fatan-
arviðurskifti millum leikar-
ar, venjarar og dómarar.
Fíggjarlig
viðurskifti.
FSF skal kunan hava eftirlit
við fíggjarligu viðurskift-
um felagsins, og inniber
hetta millum annað, at
gjøgnumskygni í fíggjar-
viðurskiftunum skal betr-
ast, og at leiðslubygnaðurin
í feløgunum skal mennast.
Persóns- og umsitingarlig
viðurskifti.
Her
verður
kravt, at felagið hevur yms-
ar serfunktiónir, og í sam-
andráttinum verða m.a.
nevnd starvsøkini: yrkis-
krivari, trygdarovasi, figgj-
arstjóri,
høvuðsvenjari,
leiðari av ungdómsmenn-
ingini,
undirvísarar
og
heilsustarvsfólk.
Infrastrukturur og líkn-
andi viðurskifti. Serstøk
krøv til stadion og venj-
ingaranlegg.
Lógarreglur. Hetta er
meira formligi parturin, har
tryggjað verður at alt
pappírsarbeiði, m.a. í sam-
band við omanfyristand-
andi, er sum tað skal.
Avleiðingar
At meta eftir upprunakrøv-
unum hjá UEFA, er als
eingin møguleiki fyri, at
nakað føroyskst felag kann
fáa góðkenning, tí millum
annað verður sagt um vøll
felagsins, at hesin skal hava
10.000 sitipláss.
Í hesum øki er kanska
sjálvsagt, at føroyingar fáa
sertreytir, men verða treyt-
irnar ikki linkaðar á øðrum
økjum, er stórur vandi fyri,
at einki, ella í besta føri
okkur teinstakt felag hevur
møguleika at ganga hesum
á møti.
Møguliga kann hetta
gerast av størri feløgunum,
men tað er ilt at ímynda
sær, at lið av smáplássi flyt-
ir upp í bestu deildina, fyri
síðani at lata upp skriv-
stovu, gera greiðan bygna
fyri ungdómsdeildina (teir
hava kanska onga), seta
fjølmiðlaovasta o.s.fr.
Avleiðingin av øllum
hesum kann lættliga hugs-
ast tann, at tað í besta føri
bert verða tey størru fe-
løgini, sum koma at hava
rætt til allar sveisarafrank-
arnar.
Í ringasta føri tann, at
eingin fær rætt til hesar, at
føroysku feløgini missa
altjóða avbjóðingarnar, og
at leikararnir í heimligu
kappingin tí hava smærri
menningarmøguleikar.
Snøgt sagt ein ónd ringrás,
har avleiðingin í seinasta
enda verður tann, at før-
oyskur fótbóltur verður
settur 15 ár aftur í tíðina.
Oyggjaleikirnir
verða
størsta avbjóðingin, sum
leikarar
fáa,
umframt
møguliga onkran av søgu-
ligu landsdystunum móti
hetlendingum.
Nr. 15 • týsdagur • 23. januar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Kunnu missa
europeisku luttøkuna
Eins og vanligt
hava fótbóltsfeløg-
ini og FSF havt
fund, nú tað fer at
stunda til aðal-
fundin hjá Fót-
bóltssambandinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Umframt at tosað varð
leysliga um tey evni,
sum
frammn
undan
vórðu sett á skránna, so
var mest áhugaverdi
parturin av fundinum
helst, hvussu leikast skal
í kappingini í Løgmans-
steypið, sum í ár er sett
at byrja longu 3. mars.
Tá spæla liðini, sum
ikki verða seedaði bein-
leiðis í bólkarnar um
pláss í hesum, og eru
hesi liðini TB, Royn,
LÍF, AB, Sumba, Fram,
ÍF og Skála.
Tvey av hesum vinna
seg fram til bólkaspælið,
har bólkarnir eru hesir:
Bólkur 1: KÍ, B71,
B68 og eitt lið úr inn-
leiðandi umfarinum.
Bólkur 2: GÍ, B3, HB
og eitt lið úr innleiðandi
umfarinum
Bólkur 3: FS Vágar,
EB/Streymur, NSÍ og
VB.
Sum nevnt, verður
sjøtul settur á innleið-
andi umførini 3. mars,
og 17. mars fer bólka-
spælið í gongd. Tey
bæði fremstu liðini í
hvørjum bólki, umframt
teir báðir bestu 3’ararnir
koma í fjórðingsfinal-
una, sum verður spæld
22. apríl.
Hálvfinalurnar verða
ávíkavist 13. og 24. mei,
meðan tað ikki enn er
greitt, nær finalan í
kappingini um Løg-
manssteypið skal spæl-
ast.
Onnur mál
Av øðrum málum, sum
vórðu nevnd á fundin-
um, var kanska størist
spenningur
um,
um
nakrar broytingar fóru at
verða í kappingarreglun-
um, og sonevndu dis-
ciplinerreglunum.
Í kappingarreglunum
vórðu sum so ikki
framdar nakrar broyt-
ingar, men semja tykist
tó at vera um, at kapp-
ingarnar
fyri
yngru
deildirbar í størri mun
verða loystar frá kapp-
ingunum fyri vaksnu
deildirnar.
Viðvíkjandi discipli-
nerreglunum vórðu ong-
ar broytingar framdar,
men feløgini fingu eitt
upplegg frá FSF, um
hvussu hetta kundi verið
skipað
framyvir,
og
ætlandi verður ikki nak-
að sett í verk hesum við-
víkjandi, fyrr enn til
aðalfundin næsta ár.
Sjálvur aðalfundurin
hjá FSF skuldi ætlandi
haldast í Norðurlanda-
húsinum hin 3. mars,
men hetta er nú broytt,
soleiðis
at
fundurin
ístaðin verður hildin 17.
februar. Enn er tó ikki
greitt, hvar fundurin
verður hildin.
Løgmanssteypið
byrjar 3. mars
Vil heilt illa til, kann seinasat europeiska luttøkan hja føroyskum fótbólti verða komandi ár. Hetta, um so er, at UEFA krøvini frá
2002 at rokna gera føroyska luttøku ógjørliga