Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 11 10 Nr. 15 - 23. januar 2001 Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, tá eitt hjól á flogfarinum hjá Atlantsflogi punkteraði í Kastrup sunnukvøldið. Flogfarið varð standandi í Danmark til mánamorgunin FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Flogfarið hjá Atlantsflogi settist aftur í Kastrup sunnukvøldið. Orsøkin var eitt punktera hjól. Tað var ongantíð nakar vandi á ferð. Men hending- in gjørdi, at flogfarið ikki kom til Føroya fyrr enn mánadagin, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Júst hvat hendi, visti hann ikki so nágreiniliga at siga frá, tá Sosialurin tosaði við hann. Men hann segði tó, at tað vóru trupulleikar við at fáa felguna av, tá punkteraða dekkið skuldi skiftast. – Og sum ikki einaferð hendir slíkt, tá fólk ikki eru at fáa hendur á, sigur Magni Arge. Sunnukvøldið var trupult at fáa hendur á teimum eykalutum, sum brúkast skuldu. Ikki fyrr enn mánamogrunin fekst tann seinasti luturin úr Svøríki. Ein grund er, sigur Magni Arge, at tað eru so fá feløg, sum brúka tað slagið av flogførum, sum Atlants- flog hevur. Av tí, at tað dró út við at fáa flogfarið klárt, vórðu ferðafólkini send á hotel sunnukvøldið, og komu so heim mánamorgunin. Annars sigur Magni Arge, at Atlantsflog aftur í ár fer at hava onkur tilboð, sum hann tó ikki vil avdúka enn. Atlantsflog eigur tvey flogfør. Tað seinna, sum felagið keypti, er í løtuni leigað út til British Mid- land, og flýgur úti í Europa. Men Atlantsflog skal hava tað flogfarið aftur um hálv- an juni, tá summarflúgv- ingin byrjar av álvara. Flog- farið verður verðandi her til 1. september, tá British Midland aftur hevur leigað tað fyri veturin. Sum er, er eingin avtala gjørd um at leiga flogfarið við føroysk- ari manning, sigur Magni Arge. Um tyrluna, sum Atlants- flog skuldi keypa úr USA, sigur Magni Arge, at av tí, at handilin ikki varð av- greiddur fyri ársskiftið, hevur tað drigið eitt sindur út. Men samráðingar eru í gongd, og hann væntar, at keypið verður avgreitt inn- an tvær vikur. Tað hevur ljóðað, at At- lantsflog hevur keypt hita- søkjandi útgerð at seta í tyrluna. Til tað sigur Magni Arge, at einki sum helst er keypt enn. Men hann váttar, at tað hevur verið upp á tal at keypa hesa útgerðina. Talan er um leitingarút- gerð, sum verður fest á tyrl- una. Útgerðin skrásetir hita og vísir so á einum skíggja, hvar eitthvørt, sum er heit- ari enn tað, sum rundan um er, er at finna. Til dømis eitt fólk, sum liggur á sjónum ella fyri tann skuld í kava. Flogfarið punkteraði Eitt óhapp í Kastrup sunnukvøldið gjørdi, at flogfarið hjá Atlantsflog ikki kom til Føroyar fyrr enn mánadagin MENTAN Birgir Kruse Meðan regnið stoytti niður, sungu tey um »Summar- kvøldið« hjá Chr. Matras á Landsbókasavinum. Ein hugnalig løta, har lisið varð úr nøkrum av teim í alt 11 yrkingasøvnunum, sum komu í fjør. Martin Næs landsbóka- vørður legði fyri við at hug- leiða um útgávur og yrk- ingar á føroyskum. Hann fýltist á, at yrkingar eru sjáldsamar at hoyra, serliga í miðlunum. Tí hetta tiltak við upplesturi. Tórbjørn Jacobsen lands- stýrismaður helt síðani røðu, har hann sló fast, at eingin sigrar á skaldskapin- um. Vit fingu eina vituga rundferð í skaldskapinum, har siktið var persónligt og ikki sørt tengt at koyggjuni umborð. Hagani ber eisini til at ogna sær Chr. Matras, Sartre, Dylan og teir, helt hann fyri. Hans Tórgarð læs seks brot úr savni Regin Dahls »Smámunir«. Enn eitt lítil- látið heiti, hesum yrkjara so líkt. Í yrkingum eftir Regin Dahl er altíð ein tíðarleys fynd, leys av heimsins meldri og rákum. Ein frálík byrjan til eina yrkjaraløtu á landsins bókasavni. Men samtundis kravmikil til tað, ið seinni kemur. At hoyra yrkjarar sjálvar lesa, er altíð ein uppliving. Tóroddur Poulsen er ein uppliving hvørja ferðina. Hann læs úr teimum báðum søvnunum sum komu í fjør »Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí« og »Blóðroyndir«. Serliga hetta seinna savnið tykist hava fest røtur millum ung- fólk. Í heilum ganga tey og láta »Visiónin er kjøt, segði hønan við hanan ein egg- leysan dag«. Sum var tað ein mantra. Hetta eru orðakumlar, fyri at nýta eitt Regin Dahl’skt heiti. Orð, ið verða bend í ymsar ættir, slongd upp í loft og koma so niður- aftur, summi snákaði, summi ikki. Leikur við orð- um, oftast stuttligur, onk- untíð óvæntað diabolskur. Tóroddur arbeiðir í løtuni saman við grafiska listar- manninum Bjarne Werner Sørensen við bókini »Vill- vísi«. Annar skrivar og hin myndar, í víðari merking. Teir hava samstarvað í Keypmannahavn, har báðir búgva. Í løtuni leggja teir síðstu hond á bókina í graf- iska verkstaðnum í Lista- skálanum. Heiti »Villvísi« sipar til slokk, ið kemur upp av epli, ið ikki er sett niður sama ár. Ein villvísi. Oddfríður M. Rasmussen var triði upplesarin á Landsbókasavninum. Innan hann læs úr egna savninum »Rás/Sár«, læs hann eina yrking, har navnorðini vóru skift út við tey, sum í orða- bókini standa sjey longri frammi. N+7 at navni. Ein stuttlig stílroynd, tá tekstur- in er kendur. Hjørdis Trónd læs úr savninum hjá Johan Mort- ensen »svartur ælabogi«. Hetta er fyrsta yrkinga- savnið frá Johan, síðani hitt hugtakandi »Libido« í 1972. Tað var í tí savnium, at klassiskar aforismur sum »Effersøe á fløksufyltum vølli umgyrdur av leinkj- um« stóðu at lesa. Í nýggja lítla savni Johans eru orða- knøpp snapshots úr náttúr- uni. Væl framborin av sjón- leikaravandu Hjørdis. Síðani komu tríggir deb- utantar. Valdemar á Løg- mansbø, Absalon Absalon- sen og Davið Johannesen. Allir tríggir hava í fjør giv- ið út fyrsta yrkingasavnið. Valdemar læs og geiddi frá um barnaminni, oftast knýtt at sjónum, sigling og fiski. Eisini um vandan. Legði fyri við yrking um 16 einkj- ur úr savninum »Bátsbeina- bjølgur brunnin«. Hugtak- andi, tí tað var so ektað og staðbundið. Men sum yrk- ing og skaldskapur, bar hesin seinri partur av skránni meiri brá av at verða »brúksyrkingar«, sum Malan Marnersdóttir eisini nevndi tað. Systurin Óluva Skaale læs yrkingarnar hjá Abs- alon Absalonsen. Hann var til sjós, fingu vit at vita. Og hesin veruleiki hvíldi eisini ektaður yvir løtuni. Tey evni, Absalon dregur fram í fyrstu yrkingini, lisin varð, eru barnaminni, sett upp móti harðbalnu vinnuni á havinum, har alt tó er í skaparans hond. Ikki so hvast og harðrent, sum onk- ur annar vildi gjørt, men friðsælt og stundum bein- leiðis fitt. Óluva endaði við tveimum fosturlandsyrk- ingum úr savninum »Løkur lítli«. Davið Johannesen prest- ur, læs fimm yrkingar úr egna savninum »110 yrk- ingar«. Tríggjar teirra rættir sálmar og hinar báðar fost- urlandsyrkingar. Malan Marnersdóttir endaði løtuna við nøkrum lærdum orðum um skald- skap, har vit fingu at vita um yrkingarlagið, sum nevnist haiku og eina menningarskipan, at seta yrkjarar og yrkingar teirra inn í. Ikki var alt úr ovastu skuffu, sum kom út í fjør, tað var vist. Bert Regin Dahl náddi hægsta mát. Malan nevndi tó eisini yrk- ingasavnið »Blues« hjá Símun J. Johanesen, sum kom í fjør. Honum barst frá at møta til tiltakið, eins og týðaranum Alexanduri Kristiansen. Spell, tí spenn- andi hevði verið at hoyrt um júst týðingar og tað megnaravrik Alexandur hevur gjørt á hesum øki. Men tað høvið býðst helst eina aðru ferð. Frálíka tiltakið á Lands- bókasavninum endaði við at øll tey fjølmentu sungu »Dimmið«, meðan Chr. Matras hómaðist í gongini. Sum áhoyrari helt eg, at flestu føroysku yrkingar, sum komu í fjør, vóru í so stevfastar og vanabundnar. Bert fáar yrkingar »stritt- aðu«, ella stóðu í andarisi og gingu nýggjar, óvænt- aðar leiðir. Landsbókasavnið er frálíkt høli til fundir og framsýningar. Serliga for- vitnislig er aktuella fram- sýningin um Chr. Matras. Men hvørt til sína tíð. Um- hvørvið kann gerast nakað lært. Vildi ynskt, at yrkjarar næstu ferð fingu saftigari umhvørvi, at framføra í. Til dømis í pakkhúsunum kring vánna í Havn. Sunnudagur á Landsbókasavninum Martin Næs landsbókavørður Tóroddur Poulsen og Bjarne Werner Sørensen vælnøgdir kring komandi bókina “Villvísi” Tingfólk umboðandi allar flokkar vilja hava nýggju barsils- skipanina at umfata heimaarbeiðandi kvinnur eisini. - Eg taki undir við tankanum, men tað kostar, tí skipanin kann ikki gerast bíligari, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður BARSILSFARLOYVI Turið Kjølbro Fríggjadagin var fyrsta við- gerð av løgtingsuppskotin- um um barsilsskipan. Hóast flest tingfólk tóku undir við uppskotinum, vístu tey á nøkur lýti í uppskotinum, ið eiga at verða rættað, áðrenn skipanin fer at virka. Sambært orðaskiftin- um var størsta lýtið tann veruleikin, at heimaarbeið- andi kvinnur ikki eru um- fataðar av skipanini. Og uttan mun til flokstilknýti vóru tey flestu samd um, at hesar so ella so eiga at sleppa upp í part. Grundin til, at arbeiðs- krav verður sett teimum, ið skipanin skal fevna um, er, at barsilspeningur er ætlað- ur at vera endurgjald fyri tap av vinnuligum inntøk- um. Er eingin inntøka, er einki tap. Og sambært við- merkingunum í uppskotin- um eru 13 prosent av kvinnunum á barnsburðar- aldri heimaarbeiðandi. Onkur skjeyt upp, at eitt minstamark fyri útgjaldi til allar kvinnur uttan mun til um tær eru virknar á ar- beiðsmarknaðinum verður sett. Sambært uppskotinum er ein møguleiki, at hesar tekna eina trygging, so- leiðis at tær eisini fáa eitt útgjald, tá tær eiga børn. – Onkur skal gjalda fyri hesar kvinnur og tíðina, tær eru í farloyvi. Man tað vera sjómaðurin, sum vinnur so mikið, at inntøka hansara saman við sparsemi, er nóg mikið til konu og børn. Um tað hevði borið til at býtt inntøkuna hjá manninum í tvey, høvdu hesar eisini verið javnsettar við aðrar barnakonur, segði Leila á Lofti, framsøgufólk fyri Fólkaflokkin. Eisini Hans Pauli Strøm, framsøgufólk fyri Javn- aðarflokkin, vísti á henda órættin. – Tað er gleðiligt, at øll framsøgufólkini vísa á, at tað er ikki rætt at útihýsa kvinnur, sum ikki arbeiða úti. Skulu hesar rinda eina trygging fyri at verða um- fataðar, er spurningurin, hvør skal rinda tryggingina, tí hesar fáa jú onga løn, Eftir fyrstu viðgerð fer lógaruppskotið í Vinnu- nevndina og Jákup Sverri Kass, limur í Vinnunevnd- ini, lovaði frá tingsins røð- arapalli, at spurningurin um tær heimaarbeiðandi kvinnurnar verður viðgjørdur gjølliga har. – Skipanin eigur eisini at fevna um hesar kvinnurnar, segði hann. Broytingar kosta Skal nýggja barsilsskipanin fata um heimaarbeiðandi kvinnurnar eisini, verður kostnaðurin av henni ein heilt annar, vísti Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur á. – Eg taki fult undir við tankanum, men av tí at henda skipanin er eitt ar- beiðsmarknaðarmál og har- við tekur støði í lønarmissi fyri arbeiði í einum tíðarbili frammanundan, eiga skipanirnar at haldast atskildar. Ein møguleiki fyri at fáa tær heimaarbeiðandi kvinn- urnar uppí, er, at inntøkan hjá manninum verður býtt í tvey. Sambært samgongu- skjalinum skal virkast fyri hesum møguleikanum, men enn er einki hent. Kemur Vinnunevndin til tað, at skipanin skal fata um tær heimaarbeiðandi eisini, taki eg tað til eftirtektar. Men broytingar kosta, tí skipanin kann ikki gerast bíligari enn lógaruppskotið leggur upp til, segði hann. Barsilsskipanin eisini fyri heimaarbeiðandi Løntakarar kunnu verða úr arbeiði vegna sjúku í 24 vikur, meðan sjúkrafarloyvið hjá barnakonu bert er 13 vikur BARSILSFARLOYVI Turið Kjølbro Sambært lógaruppskot- inum um nýggja bar- silsskipan hevur barnakona rætt at fara í barns- burðarfaloyvi, tá mett verð- ur, at fýra vikur eru eftir til barnsburð. Í tí føri, at heilsuvandi stendst av at vera til arbeiðis, kann kvinnan við læknaváttan fara í farloyvi áðrenn. Tó ikki áðrenn 13 vikur eru eftir til, at kvinnan skal eiga. Lisbeth L. Petersen, tingkvinna fyri Sam- bandsflokkin, vísti í síni framløgu undir fyrstu viðgerð av lógaruppskot- inum um barsilsskipan á, at tað eru kvinnur sum gerast sjúkar áðrenn 13 vikur eru eftir til barnsburð, og at hesar eru fyri vanbýti, tí tær eru ikki umfataðar av nakrari skipan, sum ger, at tey kunnu fáa endurgjald vegna lønarmiss. – Onnur, ið gerast sjúk, kunnu fáa løn ella pen- ingaveiting upp til 24 vikur, meðan ein barnakona bert fær í 13 vikur, segði hon. Eingin tíðarfreist Eisini Marius Dam, tinglimur úr Sambands- flokkinum og Jenis av Rana, tinglimur úr Mið- flokkinum, báðir komm- unulæknar, vístu á henda órættin barnakonur eru fyri. – Møguleikin fyri, at barnakona kann fara í sjúkrafarloyvi eigur at verða betri. Ein gongd leið er, at eingin tíðarfreist verður ásett, soleiðis at barnakonan fær farloyvi frá tí degi, at vandi er fyri mammu og barn at vera til arbeiðis, segði Marius Dam. Bjarni Djurholm, ið vegna landsstýrið hevur lagt uppskotið fyri tingið, segði, at spurningurin skal takast til viðgerðar. – Vit eiga at finna fram til, um tað er nøkur skipan, sum kann verða galdandi fyri tær kvinnur, sum gerast sjúkar áðrenn 13 vikur eru eftir til barnsburð. Men hetta er eisini ein spurningur um pengar. Sjúkar barnakonur verri fyri Eitt triðja notat er nú skrivað um tey 0,8 prosentini, sum alment lønt hava goldið í barns- burðargrunn síðstu 5 árini BARSILSFARLOYVI Turið Kjølbro Enn eru allar súður ikki syftar um tey 0,8 pro- sentini, ið starvsfólk á almenna arbeiðsmarkn- aðinum hava goldið í barnsburðargrunn síðani 1. januar 1996, og ringt er hjá fólki at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt. Landsstýrismað- urin í arbeiðsmarknaðar- málum, Bjarni Djur- holm, og eitt samtak av 12 fakfeløgum, hava ymiska tulking av spurninginum. Fakfe- løgini tvíhalda um, at tey 0,8 prosentini gjørd- ust partur av lønarhækk- ingini undir samráðing- unum í 1995, meðan landsstýrismaðurin hinvegin vísir á, at tey 0,8 prosentini eru partur av lønarkarminum til al- mennu stovnarnar, so- leiðis, at teir kunnu seta avloysara fyri kvinnu, sum fer í barnsburðar- farloyvi. Fleiri tingfólk við- gjørdu spurningin undir fyrstu viðgerð av lógar- uppskotinum um nýggja barsilsskipan. – Hesi viðurskifti mugu fáast í rætt lag. Alment lønt starvsfólk hava havt rættin at fara í barnsburðarfarloyvi við løn síðstu 20-30 árini, og tí er ikki rætt at hótta ta skipanina við at á- leggja teimum at gjalda eina ferð afturat nú. Spurningurin er, um tað ikki hevði verið best, at latið tey alment løntu varðveitt skipanina, sum er galdandi, og gjørt eina serliga skipan fyri restina av arbeiðsmark- naðinum, segði Finnur Helmsdal, framsøgufólk fyri Tjóðveldisflokkin. Hildur Patursson, tingkvinna úr Tjóðveld- isflokkinum, segði, at tað er brot á sáttmálan, at tey 0,8 prosentini verða tikin frá teim al- ment løntu á henda hátt. – Tey 0,8 prosentini eru partur av eini lønar- hækkan, og tí er ikki rætt, at tey skulu gjalda eina ferð afturat. Vinnu- nevndin eigur at viðgera henda spurningin nærri, tí tað má vera slætt borð, áðrenn skipanin fer at virka, segði hon. Lisbeth L. Petersen, framsøgufólk fyri Sam- bandflokkin, skjeyt í hesum sambandi upp, at um eingin semja fæst um hesi prosentini, kann spurningurin loysast við, at fakfeløgini fáa eina skiftistíð. Nýtt notat Meðan stjórin á Lønar- deildini í Fíggjarmála- stýrinum gevur fakfe- løgunum rætt í, at tey 0,8 prosentini eru partur av lønarhækkingini hjá teim alment løntu, gevur ein fulltrúi í Fíggjar- málastýrinum landsstýr- ismanninum rætt í, at virðið er ongantíð sett á barnsburðargrunnin sum partur av lønarhækkan. – Tað er løgið, at landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálu m bíleggur eitt notat, sum talar fyri hansara søk, tá ið eitt notat er til frammanundan, sum sigur nakað annað, segði Hans Pauli Strøm, fram- søgufólk fyri Javnað- arflokkin. Landsstýrismaðurin vísti aftur, at hann hevði bílagt notatið við tí endamáli. – Fíggjarmálastýrið hevur gjørt eitt nýtt no- tat, sum Vinnunevndin fær handað, upplýsti Bjarni Djurholm. Hvat notatið sigur, segði landsstýrismaðurin einki um. Tey 12 fakfeløgini hava víst á, at verður greiða ikki fingin á teim 0,8 prosentunum, áðr- enn nýggja barsilsskip- anin fer at virka, fara tey at leggja 0,8 prosent omaná lønarkrøvini til næstu lønarsamráðingar. Orð ímóti orði um tey 0,8 % Allar kvinnur á barnsburðaraldri, ið eru virknar á arbeiðsmarknaðinum, verða javnsettar í nýggju barsilsskipanini. Men skipanin útihýsur sum er tær kvinnur, ið eru heimaarbeiðandi