Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Suðuroyingar eiga ikki at kenna tað sum teir hava tapt slagið um útgerðarstøðina. Enn eru tað “very early days” og verður olja funnin, so er einki til hindurs fyri at hava tvær útgerð- arstøðir, eina í mið- steðarøkinum og eina í Suðuroynni heldur Allan Jones frá Texaco ÚTGERÐARHAVN Jan Müller Allan Jones hevur arbeitt sum logistikkmaður hjá Texaco í 27 ár. Hann var við í fyrireikingunum hjá Texaco í Føroyum og var við til at gera tann partin av umsóknini til leiting, sum snúði seg um flutning, útgerðarstøð ol. Texaco rakk sum flestu kunnugt ikki til at fáa eitt loyvi at leita eftir olju og gassi við Føroyar. Tað verður ikki lætt at fordeila tað syndri av ar- beið, sum verður í sjálvari leititíðini. Tá fer bert at vera brúk fyri eini útgerðar- støð heldur Allan Jones, sum heldur ikki dylur fyri, at teirra boð uppá oljuút- gerðarhavn var Runavík. Teir høvdu gjørt eitt rætti- liga stórt kanningararbeiði og royndu so eisini at taka støðu til spurningin í um- sóknini, hvar ein útgerðar- støð skal vera. Hetta var eisini tað, sum Oljumála- stýrið bað oljufeløgini um at gera viðmerkingar til. Allan Jones heldur tað vera náttúrligt at taka Suð- uroynna við í myndina, tá tað kemur til eina veruliga framleiðslu. Sjálvur heldur hann ikki, at infrastrukturin í oynni loyvir eini útgerðar- havn har í løtuni. Her hugs- ar hann ikki minst um tyrlupallin, sum als ikki lýkur tey krøv, sum olju- vinnan setur til ein slíkan. Hann heldur, at verður tyrlupallurin útbygdur, so kann hann avgjørt vera við til at skunda undir eina út- gerðarhavn í oynni. Tað má vera ein tyrlupallur, sum kann taka ímóti teimum stóru tyrlunum frá pallun- um. Allan Jones sigur, at hann í sambandi við eina út- gerðastøð hevði brúkt Suð- uroynna at lata brennievni til eitt nú tyrlurnar, vatn og nakað av tilfarinum til sjálva boringina. Tað hevði kunnað spart millum 5-6 tímar sigling, um bátarnir sluppu undan at fara til t.d. Runavík. Hann heldur, at um føroyska samfelagið og ojufeløgini saman høvdu gjørt íløgur í at betra um tyrlupallin í Suðuroynni so hevði borið til longu nú at havt nakað av virksemi á Drelnesi. Allan Jones dylur ikki fyri, at Texaco í umsókn síni eisini tók við Suður- oynna, nú tað var eitt ynski hjá løgtinginum. -Vit mettu at hetta kundi fáa góða ávirkan á okkara umsókn, hvat tað so ikki gjørdi. – Um nú føroyskir mynd- ugleikar ynsktu, at oljufe- løgini fóru at brúka tvær útgerðarstøðir í sjálvari leitingini, høvdu feløgini so mett hetta skilagott? – Eg haldi hetta hevði verið skilagott uppá longri sikt. Men at rokna við at tveir operatørar sum Ame- rada Hess og BP høvdu viljað brúkt tvær útgerðar- havnir longu tað fyrsta leitiárið, loyvi eg mær at ivast nógv í. Hvat viðvíkur íløgum í eina ella tvær útgerðarstøð- ir í Føroyum eftir at olja er funnin, so heldur Allan Jones, at tað vil vera náttúr- ligt, at tað almenna, olju- feløgini og kontraktor- feløgini gera íløgurnar saman. Hetta hevur so verið mannagongdin nógva aðra- staðni. Um Texaco var ein av operatørunum longu tað fyrsta árið av leitingini, so høvdu teir sum sagt valt Runavík, men uppá longri sikt, so høvdu teir eina út- bygging av eini útgerðar- støð í Suðuroynni eisini, tí hon liggur nærri feltunum. So kanska innan fyri 2 ella 3 ár høvdu vit sæð, at bæði føroyingar og oljufeløgini høvdu gjørt íløgur í at útbyggja eina útgerðarstøð í Suðuroynni heldur Allan Jones fyri. Hann heldur, at talan kundi verið um at lagt eini 20 til 25% av samlaða útgerðarvirkseminum á Drelnesi. Hví Runavík! Vit spurdu serfrøðingin hjá Texaco í útgerðarvirksemi, hví teir heldur høvdu valt Runavík framum Havnina til eina útgerðarhavn í leititíðini? – Tá boripallarnir fara í gongd við at leita hava teir sera stóran tørv á rørum og allari tí útgerð og tilfari, sum fer niður í sjálvt bori- holið. Tú fær brúk fyri stór- um øki á landi til at goyma hesa útgerð og tilfar á, og eg haldi, at tað eru fleiri møguleikar at útbyggja havnaøkið í Runavík heldur enn í Havn. Allan Jones heldur somu- leiðis, at tað verður eitt stríð millum fleiri áhuga- mál í havnini í Havn. Handilsliga virksemið í havnini veksur fyri hvønn dag. Oljuvinnan hevur brúk fyri at kunna virka 24 tímar um samdøgrið. Hon krevur bæði stórt kei- og goymslu- pláss. Tey fólkini, sum í dag brúka havnina í høvuðs- staðnum fara tí at koma í stríð við oljuídnaðin. – Sjálvur haldi eg, at man eigur at skilja hesi ymisku áhugamálini. Sund hevur Allan Jones fyri langari tíð síðani av- skrivað. -Absolutely no way. Avgjørt ikki Sund. Hetta er ikki ein nóg trygg havn. Eg havi tosað við fleiri um hetta, eitt nú sjó- verjuna og havi fingið tað burtur úr, at er nógv alda og ringt veður, so er vandi fyri, at hetta kann skaða skipini við bryggju á Sundi. Allan Jones heldur tað annars ikki vera øðrvísi at hava eina oljuútgerðarhavn í Aberdeen og eina aðra í Hetlandi ella í Peter Head enn at hava eina í t.d. Runa- vík og eina í Suðuroynni. Hann heldur tað vera sera sunt við kapping. Allan Jones dylur ikki fyri, at hann er sera vón- svikin av, at Texaco ikki fekk nakað leitiloyvi við Føroyar. – Vit gjørdu eitt sera stórt og gott arbeiði. Hann dugur ikki at siga, um Texaco fer at vera áhugað í Føroyum í framtíðini, nú tað er keypt upp av Chev- ron. Pláss fyri útgerðarhavn í Suðuroy Verða tyrlupallur í Suðuroya kann ikki taka stórar tyrlur sum hesa. Tyrlupallurin má útbyggjast um útgerðarvirksemi skal vera í oynni, heldur royndur logistikkmaður Nr. 15 - 23. januar 2001 9 8 Nr. 15 - 23. januar 2001 byrjar mikudagin 24.01 kl. 10.00 Kom inn og ger kvetti Rótikassar kr. 50,- BARNAÚTGERÐ N. Finsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tlf. 315101 Klaksvíksvegur 63 • 700 Klaksvík • Tlf. 456530 ÷40% ÷50% Kári Annand Berg vann leygarkvøldið kappingina um at gerast ársins DJ KAPPING Eyðun Klakstein Eini 800 fólk vóru leygar- kvøldið til finaluna í kapp- ingini um at gerast Ársins DJ. 10 plátuvendarar skuldu luttaka í finaluni, men tveir teirra góvu avboð undan finaluni. Av teimum átta, sum dystaðust leygarkvøldið, var tað bert ein, sum kundi kalla seg vinnara eftir kappingina, og tað gjørdist DJ Estevez – Kári Annand Berg. – Eg eri fegin um, at eg vann kappingina. Ivaleyst verða onkrar stórar upp- gávur á skránni komandi tíðina orsaka av hesi kapp- ingini, sigur Kári Annand Berg, sum eisini er kendur sum ein av plátuvendarun- um í Útvarpi Føroya. Innleiðandi umfør í Árs- ins DJ kapping vóru kring landið, og tað vóru eisini plátuvendarar ymstastaðni frá, sum kappaðust í final- uni leygarkvøldið. Ferðavinnan í Norð- oyggjum hevur sett Christian Olsen sum nýggjan leiðara av Norðoya Kunningar- stovu FERÐAVINNA Eyðun Klakstein 1. mars tekur nýggjur leið- ari við á Norðoya Kunning- arstovu í Klaksvík. Nevndin fyri Ferðavinn- una í Norðoyggjum av- gjørdi í farnu viku, at tað verður Christian Olsen í Klaksvík, sum skal verða leiðari á Kunningarstovuni. Sjey umsøkjarar vóru til starvið, sum verður fulltíð- arstarv. Fleiri pengar Arbeiðið á Norðoya Kunn- ingarstovu hevur higartil bygt nógv á áhugan hjá teimum fólkum, sum hava havt við ferðavinnuna at gera. Í fjør samtykti Klaksvík- ar býráð, at játtanin til Kunningarstovuna skuldi hækkast, so møguleiki var fyri at seta fólk í fulltíðar- starv. Arbeiðið hjá Ferðavinn- uni í Norðoyggjum verður lutvíst eisini fíggjað av pengum frá Ferðaráði Før- oya. Ymsar uppgávur Norðoya Kunningarstova heldur til í niðastu hædd í býráðshúsunum í Klaksvík, og her skal hon eisini halda fram at húsast. Nýggi leiðarin á Norðoya Kunningarstovuni skal taka sær av tí arbeiði, sum van- liga hoyrir til slíka kunn- ingarstovu. Harafturat skal hann eis- ini verða við í arbeiðnum hjá Handilsfelagnum í Klaksvík og avgreiða onkar uppgávur fyri Klaksvíkar kommunu, sum hava við ferðavinnu og ferðing at gera. Tað hevur týdning at fáa formligu viður- skiftini upp á pláss, so verulig arvagransking kann fara fram í Føroyum. Hetta halda tingfólkini Rúna Sivertsen og Kristian Magnussen ARVAGRANSKING Eyðun Klakstein Tað er umráðandi, at føroy- ingar gera sín egna bio- banka og tryggja neyðuga lógarverkið fyri, at verulig arvagransking kann fara fram her í landinum. – Í løtuni senda vit blóð- royndir av landinum fyri at verða kannaðar, og harvið senda vit eisini úrslit og úr- tøku av granskingini av landinum, sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. – Tað hevur týdning, at vit fáa formligu viðurskift- ini upp á pláss, so vit hava eina greiða skipan fyri, hvussu arvagransking kann fara fram í Føroyum, sigur Kristian Magnussen, sum er tingmaður fyri Javnaðar- flokkin. Tey bæði tingfólkini eru limir í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, sum áður hevur havt arvagransking- ina til viðgerðar. Tingfólk vóru ótrygg Í 1998 var eitt uppskot um føroyska arvagransking løgd fyri løgtingið. Ætlanin var, at Almanna- og Heilsumálastýrið og Vinnumálastýrið skuldu fara undir at fyrireika arva- gransking í Føroyum. Hetta skuldi gerast í samstarvi við íslendingar, sum hava gjørt nógv við hetta økið. Tingfólk kendu seg ótrygg við uppskotið, tí skoðbráið at viðgera tað var stutt, og fleiri tingfólk hildu seg vita ov lítið um, hvat granskingin fór at hava við sær. Tí var uppskotið felt, og ætlanin var av ongum. Ein av teimum, sum at- kvøddi ímóti hesum upp- skoti, var Rúna Sivertsen. – Viðgerðin av hesum uppskotinum var merkt av, at tingfólk vistu lítið um arvagransking, og tey stúrdu fyri, hvørjar avleið- ingarnar fóru at vera, sigur hon. – Eg kann siga fyri meg, at eg veit meiri um arva- gransking nú, og eg haldi, at tingfólk eiga at seta seg væl inn í hetta mál, so vit kunnu fáa eitt gott og trygt lógarverk fyri føroyskari arvagransking, sigur Rúna Sivertsen. Neyðugt við kjaki Kristian Magnussen heldur, at tað er sjálvsagt, at føroy- ingar fáa sín egna bio- banka, har upplýsingar um føroyingar kunnu verða goymdir. – Vit skulu goyma blóð- royndir og upplýsingar í Føroyum, og ikki sum nú senda alt av landinum, hvørja ferð kanningar skulu gera. Vit hava onga ávirkan á tað, men vit mugu bara vóna, at okkara royndir eru væl vardar uttanlands og ikki verða misnýttar, sigur Kristian Magnussen. – So leingi vit ikki hava okkara egnu arvagransking, mugu vit í hvørjum ein- støkum føri meta um, um granskingin skal fara fram, soleiðis sum Vísindasið- semisnevndin ger. Kristian Magnussen heldur, at arvagransking er eitt álvarsmál, sum eigur at verða viðgjørt væl og virðl- iga av politikarum og fólki, áðrenn eina føroysk skipan verður gjørd. – Føroyingar eru eitt gud- røkið fólk, og tað eru iva- leyst nógv sum meta arva- gransking sum ógvusliga og sum eitt prinsippmál. Tí er neyðugt við einum veru- ligum kjaki um arvagransk- ing, tí tað er ikki bara bara, sigur Kristian Magnussen. Óttin beinast av vegnum Rúna Sivertsen heldur, at lóggávan, sum verjir upp- lýsingarnar, sum eru í arva- granskingini, má koma sum skjótast. – Vit mugu staðfesta, hvussu arvagranskingin skal fara fram, hvørjar upp- lýsingar kunnu brúkast, hvør kann brúka tær, hvør skal hava atgongd til tær og so víðari. Vit mugu hava greiðar reglur fyri alt hetta, so fólk kunnu kenna seg trygg, sigur Rúna Sivert- sen. – Tað er eisini umráð- andi, at politikarar seta seg væl inn í arvagransking, so óneyðugur ótti kann beinast av vegnum, tá málið aftur skal viðgerast. Kristian Magnussen heldur, at neyðugt er við rættiligari viðgerð av arva- granskingini, tí hon kann brúkast til so nógv. Tað ræður um at gera av, hvat føroyingar ætla at brúka hana til. Politikarar vilja hava føroyskan biobanka: Lógarverk má gerast fyri arvagransking Neyðugt er við føroysku biobanka og greiðum reglum fyri, hvussu arvagransking í Føroyum skal fara fram, halda politik- arar – Vit mugu staðfesta, hvussu arvagranskingin skal fara fram, hvørjar upplýsingar kunnu brúkast, hvør kann brúka tær, og hvør skal hava atgongd til tær, sigur Rúna Sivertsen, tingkvinna – Tað er neyðugt við einum veruligum kjaki um arva- gransking, tí tað er ikki bara bara, sigur Kristian Magnuss- en, tingmaður INNBROT Eyðun Klakstein Um vikuskiftið vóru óbodnir gestir umborð á Norðlýsinum, sum liggur við bryggju í Havn. Løgreglan í Havn, sum fekk fráboðan um málið, dugir ikki at siga, um na- kað er stolið úr skipinum. Umframt innbrotið um- borð á Norðlýsinum, vóru eisini herverk gjørd ymsastaðni í høvuðs- staðnum. Millum annað hevði onkur gjørt seg inn á dansistaðið Casablanca, og har hevði hurðin fyri skaða. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning fríggjadagin. ÓHAPP Eyðun Klakstein Tíðliga sunnumorgunin fór ein bilur út av vegnum við Áirnar. Bilurin var á veg norðureftir. Løgreglan í Havn sigur, at rúsdrekka var ikki upp í málinum. Heldur var tað bilførarin, sum var so lin- ur, at hann var burtur eina løtu, meðan hann koyrdi. Fýra fólk vóru í bilin- um, og tey vórðu øll flutt á Landssjúkrahúsið við smærri snuddum. Tann eini persónurin varð liggj- andi ein dag, tí hann hevði fingið hart slag í høvdið undir óhappinum. Innbrot umborð á Norðlýsinum Bilur fór út av Leiðari settur í Norðoya Kunningarstovu DJ Estevez ársins plátuvendari Christian Olsen í Klaksvík verður nýggjur leiðari á Norðoya Kunningarstovu