Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 15 - 23. januar 2001 7 6 Nr. 15 - 23. januar 2001 útsølan byrjar hósmorgunin kl. 09.00 ÷50% Viðgerðin var drúgv, tá stevningin hjá Jákupi Mørkøre móti Helenu Dam á Neystabø um ærumeiðing var fyri í Føroya Rætti fríggjadagin. Báðir partarnir eru grundleggjandi ósamdir um skyldurnar hjá einum embætismanni. Dómarin skal hugsa seg um til 13. februar áðrenn dómur fellur RÆTTARMÁL John Johannessen Hevur Jákup Mørkøre í sín- um starvi verið illoyalur og ólýðin móti politisku skip- anini í sínum starvi sum sjúkrahúsleiðari, ella hevur hann bert røkt sína skyldu? Hetta er spurningurin, sum Jørgen B. Petersen, dómari, skal taka støðu til innan 13. februar, tá hann skal fella dóm í rættarmáli- num millum fyrrverandi sjúkrahúsleiðaran og lands- stýrismannin í almanna- og heilsumálum. Jákup Mørkøre hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing í sambandi við, at hon segði honum úr starvi sum sjúkrahúsleiðari við teim- um grundgevingum, at hann var ólýðin og illoyal- ur, eftir at hann í Sjónvarp- inum hevði boðað frá, at sparingar á fíggjarlógini fóru at hava við sær hóp- uppsagnir á Landssjúkra- húsinum. Skyldur og fræsli Trætan millum Helenu Dam á Neystabø og Jákup Mørkøre snýr seg í stuttum um, hvøjar skyldur og hvussu stórt fælsi ein almennur sjúkrahúsleiðari hevur sum embætismaður. Helna Dam á Neystabø heldur, at Jákup Mørkøre hevur verið ólýðin móti henni, sum politiskum myndugleika, tá hann í miðlunum hevur gjørt við- merkingar til játtanina á fíggjarlógini til Lands- sjúkrahúsið. Fyrstu ferð, Helena Dam á Neystabø heldur Jákup Mørkøre hava verið illoylan móti sær, var, tá hann í Dimmalætting í august 1998 segði, at Landssjúkra- húsið hevði fingið 15 milli- ónir krónur ov lítið játtaðar til rakstur á fíggjarlógini. Aðru ferð var, tá Jákup Mørkøre í oktober 1999 í Sjónvarpinum boðaði frá, at sparingar á Landssjúkra- húsinum fóru at hava við sær hópuppsagnir. Men Jákup Mørkøre heldur ikki, at hann hevur verið ólýðin móti politisku skipanini. Hann vísir á, at hann allatíðina hevur hildið sínar skyldur. Útmeldingar- nar um, at sparingar fóru at føra til uppsagnir vóru eftir hansara tykki alt annað enn illoyalar. Eftir hansara fat- an, gjørdi hann ikki annað, enn at kunna um tær fylgj- ur, sum tað fekk fyri Lands- sjúkrahúsið, at hann helt seg innan fyri játtanina. Fyri at próvføra grundgev- ingarnar, fóru báðir partar niður í smálutir í samskifti- num á Landssjúkrahúsinum og í Almanna- og Heilsu- stýrinum ta tíðina, Jákup Mørkøre sat sum sjúkra- húsleiðari. Í hesum sam- andi vóru eisini fleiri emb- ætisfólk kallað inn sum vitni. Advokatarnir hjá báð- um pørtum royndu at fiska eftir øllum hugsandi smá- lutum, og tað kom fleiri ferðir fyri, at dómarin heitti á advokatarnir, um at halda seg til tað, sum hevði týdn- ing í málinum. Politikarin hevur valdið Undir proseduruni, sum var eftir náttura fríggjakvødið, royndi Bjørn á Heygum, advokatur hjá Jákupi Mørk- øre, at sannføra dómaran um, at Jákup Mørkøre hevði frælsi at úttala seg, og at hann aldri hevði tikið nakra avgerð, ið var illoyal móti landsstýrismanninum. Tí helt Bjørn á Heygum, at tað var rætt at døma Helenu Dam á Neystabø fyri æru- meiðing. Ein uppsøgn, har Jákup Mørkøre var skýrdur at vera illoyalur, var nevni- liga ógvuliga tyngjandi fyri Jákup Mørkøre. Jógvan Páll Lassen, sum var advokatur hjá Helenu Dam á Neystabø, vísti á, at uppsøgnin aldri var send út alment, men at tað var Ják- up Mørkøre, sum sjálvur hevði almannakunngjørt hana. Harafturat vísti Jógvan Páll Lassen á ymsikar løg- frøisligar tulkingar av skyldunum hjá embætis- monnum móti politisku skipanini. Hesar tulkingar vístu heilt greitt, at emb- ætismenn hava skyldu at tæna politiska myndugleik- anum, og skulu tí ikki koma út við ógvusligum útsagn- um, sum kunnu skaða poli- tiska myndugleikan. Talan er um eitt ógvuliga torskilt mál, og tí ber ikki til at siga, um grundgeving- arnar í rættinum fríggja- dagin vóru til fyrimuns fyri nakran av pørtunum. Men 13. februar fæst at vita, um Føroya Rættur gevur Jákupi Mørkøre viðhald í ákærun- um móti Helenu Dam á Neystabø. Jákup Mørkøre krevur í fyrsta lagi, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing og í ørðum lagi, at hon verður dømd at viðurkenna, at Jákup Mørk- øre hvørki hevur verið ólýðin ella illoyalur. Jákup Mørkøre móti Helenu: Dómur fellur í februar 13. februar fellur avgerðin í sakarmálinum millum Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðara, og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann Mynd: Jens Kristian Vang Tingfundir á internetinum Nú ber til hjá øllum, sum hava teldu og in- ternet, at hoyra orða- skiftið á tingi bein- leiðis um internetið POLITISK UPPLÝSING John Johannessen Tað hevur í nøkur ár borið til at hoyrt allar tingfundir beinleiðis umvegis sendi- netið hjá Sjónvarpinum. Men hetta hevur bert borið til, tá Sjónvarpið annars ikki sendir. Nú hava tey, sum hava stóran áhuga fyri politikki, fingið ein møguleika aftur- at at fylgja við tí, sum fyri- ferst á tingsins røðarapalli. Fyritreytin er tó, at tú hevur teldu og atgongd til interne- tið. Á heimasíðuni hjá løg- tinginum ber nevnliga til at hoyra orðaskiftið beinleiðis í sokallaðum real stream. Fyri at hoyra orðaskiftið krevst eitt forrit, sum kall- ast Real Player, og er hetta at fáa ókeypis á internetin- um. Heimasíðan hjá løgtingi- num er at finna á www.log- ting.fo Umframt at hoyra ting- fundir bein- leiðis um sendinetið hjá Sjón- varpinum, ber nú eisini til at hoyra teir á inter- netinum Tríggir tingmenn leggja nú fram eitt uppskot, har teir mæla til, at studenta- skúlin í Hoydølum verður út- og um- bygdur STUDENTASKÚLI Magnus Dam Ætlanin um at byggja ein nýggjan studentaskúla í Havn er løgd í skuffuna í nøkur ár afturat. Landsstýr- ið ætlar ikki at fara undir byggingina fyrrenn í fyrsta lagi í 2003. Hetta hevur fingið nakrar tingmenn at taka spurning- in upp til viðgerðar í Løg- tinginum. Teir fara á ting- fundinum í dag at leggja fram uppskot um at loyva landsstýrismanninum at byggja nýggjan skúla í Hoydølum, eins og ætlanin upprunaliga var, tá ið ein arkitektakapping varð út- skrivað um nýggjan stud- entaskúla í 1996. Hendan ætlanin er síðani kolldømd, tí umstøðurnar skulu ikki vera nóg góðar í Hoydølum. Ætlanin er tí at byggja nýggjan studenta- skúla við Marknagilsvegin í staðin. Men hóast tørvur er á nýggjum skúla, so verður eingin bygging tey fyrstu árini. Vilja skunda undir Hetta halda Jákup Sverri Kass, Kristian Magnussen og Jenis av Rana ikki vera nakað gott hugskot. Teir vilja tí við sínum uppskoti skunda undir at byggja nýggjan studentaskúla. Teir skjóta upp, at Løgtingið samtykkir at geva landstýr- inum heimild til at byggja nýggjan studentaskúla. Og nýggi skúlin skal ikki vera við Marknagilsvegin, men í Hoydølum. Teir halda ikki, at grund- gevingarnar fyri at sleppa ætlanini frá 1996 eru nóg góðar, og teir halda haraft- urat, at tað verður bíligari at umbyggja skúlan í Hoydøl- um og byggja uppí enn at byggja nýtt við Markna- gilsvegin. – Óvissan um fram- tíðarstðuna hjá skúlanum hevur nú varað nóg leingi. Óvissan hevur havt við sær, at skúlin hevur manglað fígging til viðlíkahald í nógv ár, og skilið er hareft- ir. Tískil mæla vit til at rudda óvissuna um framtíð- arstøðu skúlans burtur, siga tingmenninir í viðmerking- unum til uppskotið. Teir mæla til, at lógin um ávísar skúlar verður broytt, so tað kemur at standa í lógini, at nýggi skúlin skal liggja í Hoydølum, og í við- merkingunum siga teir, at støðið skal takast í ætlan- unum, sum vóru frammi í samband við arkitekta- kappingina. – Vit tosa í hesum føri um ein skúla, sum skal kunna lúka tey endamál og tær treytir, sum vit í einum framkomnum samfelag eiga at kunna bjóða næm- ingum og lærarum, siga teir tríggir tingmenninir. Vilja útbyggja skúlan í Hoydølum Tríggir tingmenn mæla til, at tað verður lógarfest, at nýggjur studentaskúli skal byggjast í Hoydølum. Ætlanin hevur annars verið at byggja nýggjan skúla við Marknagilsvegin. Broytt trivnaðarráð Uppskotið um at seta eitt Trivnaðar- og heilsuráð at endur- skoða almanna- og heilsuverkið verður helst samtykt í løg- tinginum í dag. And- støðan heldur, at pengarnir eru burt- urspiltir TRIVNAÐARRÁÐ Magnus Dam Trivnaðar- og heilsuráðið kann síggja fram til eitt sera umfatandi og uttan iva drúgvt arbeiði. Ráðið skal finna útav, hvussu føroyska almanna- og helsuverkið skal skipast í framtíðini, og hvussu vit tryggja, at støðið er nóg høgt. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð hósdagin upp- skotið um nýggja ráðið, og í dag er triðja viðgerð av málinum. Løgtingið samtykti hós- dagin eitt broytingarupp- skot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, sum inniber, at uppgávurnar hjá ráðnum verða nakað broytt- ar í mun til upprunaligu ætlanina. Trivnaðarnevndin helt millum annað, at uppgávur- nar fara at verða so umfat- andi, at neyðugt verður við einum skrivara fulla tíð, sum skal samskipa arbeið- ið. Hesa mannagongdina brúkti kommununevndin, og Grundlógarnevndin hev- ur somuleiðis ein skrivara í starvi fulla tíð. Broyttu arbeiðssetningin Meirilutin í trivnaðar- nevndini helt harafturat, at uppgávurnar, sum ætlanin var at áleggja nevndini, ikki eru nóg greitt lýstar. Nevndin mælir tí til eitt øðrvísi býti enn Almanna- og heilsumálastýrið. Sam- bært álitinum frá meirilut- anum skal nevndin leggja dent á fimm spurningar. Fyrsti spurningurin, sum greiði skal fáast á, er, hvussu almanna- og heilsu- verkið kann virka meira fyri fyribyrging enn tað ger í dag. Ein spurningur snýr seg um klientgering, og hvussu vit fyribyrgja, at fólk verða »hangandi« í al- mannaverkinum. Ein spurningur snýr seg um fíggingina, og hvussu vit tryggja, at samfelagið fær sum mest burtur úr pengun- um, sum verða játtaðir til almanna- og heilsuøkið. Ráðið skal eisini finna útav, hvussu almanna- og heilsu- verkið kann samskipast so- leiðis, at tænasturnar verð- ur skipaðar eftir tørvinum hjá borgarunum, heldur enn eftir tørvinum hjá almanna- og heilsuverkinum. Og har- afturat skal Trivnaðar- og heilsuráðið kanna, hvussu vit skipa heilsuverkið eftir føroyskum leisti og ikki bert eftir innfluttum fyri- skipanum. Burturspilt Minnilutin í nevndini, um- boðini hjá Javnaðarflokkin- um og Sambandsflokkin- um, halda hinvegin ikki, at tað er eitt gott hugskot at seta Trivnaðar- og heilsu- ráðið, sum væntandi fer at kosta umleið tvær milliónir krónur. Teir halda ikki, at uppskotsstillararnir hava eina realistiska fatan av, hvussu almanna- og heilsu- verkið er fyriskipað, og hvørji krøv verða sett hes- um verkum dagliga. – Landsstýrið hevur í trý ár hildið uppá, at tað skuldi koma við einum sonevnd- um »idé-katalogi« við tí endamáli at gera alla lands- umsitinigina einfaldari, ódýrari, effektivari og í øll- um viðurskiftum skipa eftir einum føroyskum leisti. Men enn hevur eingin "idé" hesum viðvíkjandi sæg dagsins ljós, tvørturímóti hevur gongdin verið tann øvugta, sigur minnilutin í sínum viðmerkingum til uppskotið. – Tá ið politiski myndug- leikin sjálvur sostatt ikki megnar hesa uppgávu, verður hvaðna verri hjá ein- um ráði uttan nakað polit- iskt mandat og uttan, at nakar arbeiðssetningur yvirhøvur er við í lógar- uppskotinum, leggur minnilutin afturat. Minnilutin heldur ikki, at ráðið fer at koma við nøkr- um uppskotum um sparing- ar, og at pengarnir høvdu verið betri nýttir til aðrar neyðugar játtanir. 17 tingmenn, samgongu- flokkarnir saman við Mið- flokkinum, atkvøddu fyri uppskotinum við aðru við- gerð, meðan 11 tingmen úr Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at- kvøddu ímóti uppskotinum. Á tingfundinum í dag skal uppskotið so til triðju og seinastu viðgerð. Almanna- og heilsumálastýrið ætlar at brúka eina millión krónur í ár til eina royndarskipan við økisterapi til fólk við rørslubreki. Samstundis skal tørvurin á viðgerð lýsast ØKISTERAPI Magnus Dam Í staðin fyri at brúka nógv- an pening uppá at senda fólk av landinum til upp- venjingar, skulu rørslutarn- að fáa fleiri tilboð um venj- ing og uppvenjing í Føroy- um. Hetta kemur fram í ein- um svari frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýris- kvinnu, uppá fyrispurning frá Rúnu Sivertsen um venjingartilboð til rørslu- tarnað. Rúna Sivertsen vildi hava at vita, um nøkur ætlan er um at gera eina skipan, sum tryggjar teimum rørslutarn- aðu neyðuga vegleiðing og venjing í Føroyum. Møgu- leikarnir í Føroyum í dag eru ikki góðir, og stórur tørvur er á betri tilboðum. Betri venjingartilboð høvdu eisini minkað um tørvin á stuðulsfólki, koyri- stólum og skurðviðgerðum, vísti Rúna Sivertsen á í sín- um viðmerkingum. Í dag verða nógv fólk send av landinum til upp- venjingar, tí tey ikki kunnu fáa hesa viðgerðinga heima í Føroyum. Hetta kostar nógvan pening, og hesin peningurin hevði verið betri nýttur í Føroyum, heldur tingkvinnan hjá Fólkaflokkinum. Royndarskipan við økisterapi Eftir svarinum at døma, er ein glotti at hóma hjá hes- um fólkunum. Ein millión krónur eru settar av á fíggj- arlógini til eina royndar- skipan við økisterapi, og ætlanin er at seta hesa skip- anina í verk um stutta tíð. Ætlanin er, at økisterapi skal vera á tveimum støð- um í landinum, men enn er ikki greitt, hvar hetta verð- ur. Fólk, sum ikki hava tørv á tungari og truplari við- gerð kunnu so fáa regluliga venjing úti í økisterapiini. Tann meira intensiva við- gerðin skal framvegis fara fram á sjúkrahúsunum og í nøkrum førum uttan fyri landoddarnar, har góð tilboð eru. Ein arbeiðsbólkur er eis- ini settur at lýsa tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing í Føroyum, og hann verður væntandi liðugur við sítt arbeiði hesa vikuna. Hesin arbeiðsbólkurin hev- ur mælt til at gera eina royndarskipan við økister- api í tveimum støðum í Føroyum og at arbeiða við at gera eina meira samskip- aða intensiva viðgerð eftir- fylgjandi. Arbeiðsbólkurin skal lýsa, hvussu nógvir føroy- ingar hava eitt ella annað rørslubrek í dag og meta um, hvussu stórt talið verð- ur um nøkur ár, og hvussu aldursbýtið verður. Bólkur- in skal lýsa, hvussu vit í Føroyum nøkta tørvin á viðgerð á besta og mest skynsama hátt, og hann skal somuleiðis lýsa, hvussu almanna-, heilsu- og skúlaverkið kunnu sam- starva um at loysa tørvin. Í hesum sambandi skal hav- ast í huga, at fíggjarliga orkan er avmarkað. Helena Dam á Neystabø sigur í svarinum, at tað er rætt, at samskipaði tilboð í Føroyum til øll rørslutarnað kundu spart tí almenna pening. Men hetta hendir ikki eftir einum degi. – Tað er neyðugt at brúka orku til at seta dyggar skip- anir á stovn, og tað skerst ikki burtur, at sparingarnar koma ikki innan eitt stutt áramál. Tær koma í einum longri tíðarhøpi, vísir hon á. Ein millión til økisterapi