týsdagur 23. januar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ert tú til reiðar at
gjalda kostnaðin, so
ber longu nú til at
bíleggja eina privata
nýggjárskonsert við
Føroya Symfoni-
orkestri komandi ár.
Eimskip keypti eina
framførslu av
nýggjárskonsertini
herfyri, og tað hevur
vakt áhugan hjá fleiri
øðrum fyritøkum at
ogna sær eitt eintak
av næstu nýggjárs-
konsert.
KONSERTSØLA
Rúnar Reistrup
Eftir at Eimskip keypti eina
framførslu av nýggjárskon-
sertini hjá Føroya Symfoni-
orkestri fyrr í hesum mán-
aðinum, hevur orkestrið
fingið fleiri fyrispurningar
frá fyritøkum, ið kundu
hugsað sær at hoyrt sym-
foniskar
nýggjárstónar
komandi ár.
Eftirspurningurin
eftir
konsertini komandi ár vísir
seg nevniliga at vera stórur,
og tað frøir formannin í
Føroya
Symfoniorkestri,
Pól Jákup Thomsen.
– Hetta er ein góður máti
at fáa eitt meira aktivt sam-
starv í lag millum vinnu-
lívið og mentanina í Føroy-
um. Aðrastaðni er vanligt at
vinnulívið tekur umboð
fyri mentanina við á ferð-
um uttanlands og annars
brúkar mentanina at føra
seg fram við. Tað vísir seg
at vera eitt gevandi sam-
starv fyri bæði vinnuna og
mentanina, og tað haldi eg
at vit eiga at arbeiða fram
ímóti, sigur Pól Jákup
Thomsen.
Fortreyt fyri menning
Og alt bendir á at vinnu-
lívið og Symfoniorkestrið
hava funnið ein tóna saman
við árligu nýggjárskon-
sertini.
Tá Eimskip keypti eina
framførslu í ár var hetta
fyrsta ferðin, at orkestrið
spældi eina keypta konsert.
Men tað var ikki seinasta
ferð, lovar formaðurin í
Føroya Symfoniorkestri.
– Eg dugi als ikki at
síggja nakran vansa í at
selja eina framførslu til
eina fyritøku. Tvørturímóti
síggi eg tað sum eina neyð-
uga fortreyt fyri framhald-
andi menningini av Sym-
foniorkestrinum. Fortreytin
fyri at mennast, er at vit
spæla konsertir, men við
avmarkaðu fíggjarligu ork-
uni hjá orkestrinum, hava
vit ikki táð til meira enn
einar tvær ella tríggjar
konsertir um árið. Við at
lata fyritøkur keypa kon-
sertir, fáa vit møguleika at
spæla meir enn vit higartil
hava kunnað.
Prísurin hækkar
Men Føroya Symfonior-
kestur hevur tó ikki nakrar
ætlanir um at spinna gull
burturúr nýggja leiklutin-
um sum keypsvøra. Og
hóast fleiri fyritøkur longu
hava víst áhuga fyri at
keypa eina nýggjárskon-
sert, so verður í mesta lagi
ein framførsla seld.
– Tað vísti seg í ár at
tríggjar framførslur kanska
vóru í meira lagi fyi tón-
leikararnar, og tí verða tað í
øllum førum ikki fleiri
framførslur komandi ár,
sigur Pól Jákup Thomsen.
Men Symfoniorkestrið er
komið inn í handilsheimin,
og har eru tað útboð og
eftirspurningur, ið stýra
prísinum. Og tá útboðið er
lítið, fæst meira burturúr.
– Eg vænti at tann fyri-
tøkan, sum ætlar at keypa
eina framførslu av komandi
nýggjárskonsert, skal rokna
við at noyðast at gjalda upp
ímóti hálvthundrað túsund
krónur.
Sum skilst er hetta ein
nakað hægri upphædd, enn
Eimskip fekk sína nýggj-
árskonsert fyri í ár.
Årligi stuðulin frá land-
inum til Føroya Symfoni-
orkestur er 180.000 krónur,
so tað er eyðsæð, at hálvt-
hundrað túsund krónur gera
mun í fíggjarætlanini hjá
orkestrinum.
Í Føroya Symfoniorkestri
spæla tey sær í løtuni við
tankanum
um,
hvørjar
møguleikar
fyritøkur
í
framtíðini skulu hava at
bíleggja orkestrið at spæla
til privat tiltøk.
– Tað kann hugsast at vit
eisini fara at gera onkra
minni samanseting burturúr
tónleikarum úr orkestrinum
og so selja konsertir við
einari avmarkaðari útgávu
av orkestrinum, sigur Pól
Jákup Thomsen, formaður í
Føroya Symfoniorkestri.
Nýggjárskonsert til sølu
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Í hesum døgum eru umboð
frá Plátufelagnum Tutl í
franska býnum Cannes á
sølustevnu hjá altjóða tón-
leikavinnuni.
Kristian Blak og Svend
Højgaard fóru til Cannes
fríggjadagin, báðir um-
boðandi Tutl, og síðan tá
hava teir hitt alskyns umoð
fyri tónleikaídnaðin í fjar-
skotnum londum eins væl
og úr grannalondum okk-
ara.
– Áhugin úr Asia er
rímiliga stórur, og higartil
hava vit verið fundi við
umboð úr millum øðrum
Taiwan, Kina og Japan,
sigur Kristian Blak. Har-
umframt hava teir verið í
samband við feløg úr øllum
Norðurlondum umframt úr
Fraklandi, Spania, Ungarn
og Eysturríki.
Hetta er fjórða ferðin, at
Tutl er við á árligu sølu-
stevnuni í Cannes, og før-
oyska plátufelagið hevur
við tíðini fingið eitt rætti-
liga umfatandi kontaktnet
uttanlands.
– Teir flestu av teimum
fundunum, sum vit hava á
skránni her niðri, eru kom-
nir í lag eftir at úlendsku
feløgini hava sett seg í
samband við okkum. Tað
vísir, at tey hava áhuga í tí,
sum vit hava at bjóða, sigur
Kristian Blak úr Cannes.
Hann fer haðani í dag,
men Svend Højgaard verð-
ur á sølustevnuni til fríggja-
dagin, tí nógv skal fáast frá
hondini.
– Okkara fundarskrá er
fylt upp av smærri fundum
frá níggju á morgni til
einaferð út kvøldið hvønn
dag, sigur Kristian Blak.
Tað er vanliga ikki á
sjálvari sølustevnuni, at
formligir sáttmálar verða
undirskrivaðir. Hetta fer
oftast fram aftaná. Men
Pláturfelagið Tutl hevur tó
undirskrivað ein sáttmála
um vikuskiftið. Hesin varð
gjørdur við ein franskan
internethandil, ið selur al-
skyns tónleik.
Kristian Blak metir avtal-
ur hesum slag vera sera
umráðandi, hóast tær neyv-
an fara at síggjast serliga
nógv aftur á sølutølunum.
– Hetta snýr seg um at
geva fólkum uttanlands ein
møguleika at ogna sær
okkara tónleik, og har eru
internethandlar sera áhuga-
verdir fyri okkum, sigur
Kristian Blak.
Tutl í Cannes
Nr. 15 - 23. januar 2001
5
4
Nr. 15 - 23. januar 2001
– Nú gongur tað av
álvara tann vegin, at
dagrøktarar kring alt
landið fara í verkfall
og sostatt verður
ongin barnaansing
SÁTTMÁLATRÆTA
Áki Bertholdsen
Nú er tað nógv, sum bendir
á, at dagrøktarar kring alt
landið fara at leggja ar-
beiðið niður fyrsta dagin.
Orsøkin er, at onki røkist
fyri, at Fíggjarmálastýrið
vil góðkenna teir nýggju
sáttmálarnar,
sum
eru
gjørdir ímillum tær flestu
kommunurnar og Føroya
Arbeiðarafelag um viður-
skiftini hjá dagrøktarunum.
Føroya Arbeiðafelag fer
mikudagin at kalla dagrøkt-
ararnar í teimum komm-
unun, sum hava sáttmála
við felagið saman til fund-
ar.
– Á tí fundinum fer
spurningurin um at leggja
arbeiðið niður, at verða
viðgjørdur, sigur Inge-
borgVinther, formaður í
Føroya Arbeiðarafelag.
Eitt verkfall fer at leggja
alla barnaansing lamna í
teimum allarflestu komm-
ununum í landinum.
Hetta boðar felagið frá í
einum brævi, sum er sent
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað kom heilt óvart á Før-
oya
Arbeiðarafelag,
at
Fíggjarmálastýrið ikki vil
góðkenna
sáttmálarnar,
sum eru gjørdir um dag-
røktararnar.
Tað stendur í sáttmálan-
um, at hann kemur í gildið,
treytað av, at Fíggjarmála-
stýrið góðkennir teir.
– Men vit hava ongantíð
ivast í, at hetta var bara ein
formlig áseting.
IngeborgVinther sigur, at
tað eru kommunurnar, sum
betala allar útreiðslur í
standast av sáttmálnum.
Tískil hevur Fíggjarmála-
stýrið onki við sáttmálan at
gera.
– Tí ivaðust vit ikki í, at
góðkenningin varð ikki
annað enn ein avgreiðslu-
spurningur, sigur Ingeborg
Vinther.
Bíða ikki leingi
Ingeborg Vinther sigur, at
dagrøktararnir hava nú
bíðað so leingi eftir at fáa
viðurskiftini í rættlag, at nú
verður ikki bíðað leingi
afturat.
– Vit skulu hava viður-
skiftini í rættlag sum skjót-
ast, leggur hon dent á.
Hon sigur, at tað er full-
komiligur
ruðulleiki
á
økinum í løtuni. Hesum
kunnu vit ikki liva við, tí
dagrøkarar vita ikki, um
teir eru keyptir ella seldir.
Ingeborg Vinther sigur, at
tey hava heldur ikki fingið
at vita, hvørjum sáttmála
dagrøktarar ganga eftir sum
er, ella um tey ganga eftir
nøkrum sáttmála yvirhøv-
ur.
Sum tað sæst í grein
aðrastaðni í blaðnum, fær
Føroya Arbeiðarafelag ikki
svar frá Fíggjarmálastýr-
inum uppá teir fyrispurn-
ingar, sum felagið hevur
sett.
Samstundis
hevur
Komunala Arbeiðsgevara-
felagið biðið um fund við
Føroya Arbeiðarafelag um
støðuna.
Ingeborg Vinther sigur, at
ein slíkur fundur loysir
ongar trupulleikar, tí at tað
er Fíggjarmálastýrið, sum
ikki vil góðtaka sáttmálan.
Hon sigur, at tað verður
ikki talan um, at tey fara at
gera ein nýggjan sáttmála,
har
umstøðurnar
verða
verri fyri dagrøktararnar,
enn tær eru í sáttmálunum,
sum eru gjørdir.
Føroya Arbeiðara-
felag vil hava Løg-
mann at taka neyðug
stig til at fáa Karsten
Hansen at halda
grundleggjandi,
fyristingarligar reglur
KLAGA
Áki Bertholdsen
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður, er nú klagaður fyri
Løgmanni.
Tað er Føroya Arbeiðara-
felag, sum hevur klagað
landsstýrismannin í fíggjar-
málum fyri Løgmanni.
Føroya Arbeiðarafelag
sigur, at Karsten Hansen
heldur ikki tær grundleggj-
andi, fyrisitingarligu regl-
arnar. Og tað má Løgmaður
syrgja fyri, at hann ger.
Tað er í sambandi við
sáttmálarnar um dagrøkt-
arar, at Føroya Arbeiðara-
felag er so ónøgt við ar-
beiðslagið
hjá
Karsten
Hansen, at tað nú hevur
klagað hann fyri Løg-
manni.
Í allarflestu kommunum
kring landið hava dagrøkt-
arar ikki havt skipað viður-
skiftið, men í fjør fekst
hetta í rættlag.
Nakrar kommunur hava
gjørt sáttmála við Starvs-
mannafelagið um dagrøkt-
ararnar. Men tær allarflestu
kommunurnar hava gjørt
sáttmála við Føroya Ar-
beiðarafelag.
Men enn eru verri enn so
allar súður syftar, tí stutt
fyri jól kom undan kavi, at
Fíggjarmálastýrið ikki vildi
góðkenna
sáttmálarnar,
fyrrenn fleiri broytingar
vórðu gjørdar.
Og tað er í hesum sam-
bandi, at Føroya Arbeiðara-
felag er so ónøgt við ar-
beiðslagið hjá landsstýris-
manninum í Fíggjarmálum,
at felagið hevur klagað
hann fyri Løgmanni.
Svarar ikki
Í klaguni til Løgmann sigur
Føroya Arbeiðarafelag, at
Fíggjarmálastýrið
góð-
kendi teir fyrstu sáttmálar-
nar, sum felagið gjørdi við
nakrar kommunur um dag-
røktarar.
– Men teir seinnu sátt-
málarnar hevur Fíggjar-
málastýrið noktað at góð-
kenna, hóast treytirnar í
teimum eru heldur linari
fyri kommunurnar enn í
teimum, sum eru góðkend-
ir, sigur Føroya Arbeiðara-
felag í Klaguni.
Í hesum sambandi sendi
Føroya Arbeiðarafelag tann
20.12.00 Karsten Hansen
bræv um málið og síðani
eru áminningarbrøv eisini
send, sigur felagið.
– Vit hava onki hoyrt aft-
ur frá Karsten Hansen og
tað meta vit vera brot á
grundleggjandi fyristingar-
ligar reglar, tí tað átti sjálv-
sagt at verið so, at lands-
stýrismaður svaraði teim-
um skrivum, sum send
verða honum.
Føroya Arbeiðarafelag
vísir á, at tað er Løgmaður,
sum hevur høvuðsábyrgd-
ina av umstingini hjá
Landsstýrinum.
– Tí fara vit at heita á
tygum um at taka neyðugu
stigini, soleiðis at brøv
okkara verða svarað, sigur
Føroya Arbeiðarafelag í
brævinum til Løgmann.
Felagið skoytir uppí, at
málið hevur skund og tí
vóna tey, at Løgmaður av-
greiðir áheitanina so skjótt,
sum til ber.
Føroya Arbeiðarafelag
skoytir uppí, at tað um-
hugsar at fara víðari við
málinum, men tey vilja
fyrst royna at heita á Løg-
mann um at fáa viðurskift-
ini í rættlag.
Føroya Arbeiðarafelag
hevur áður boðað frá, at tað
umhugsar at stevna Fíggj-
armálastýrinum, tí tað held-
ur, tað er farið út um sínar
heimildir, tá ið tað noktar at
góðkenna sáttmálarnar.
Orsøkin til, at Fíggjar-
málastýrið ikki vil góð-
kenna sáttmálarnar, er m.a.
at 1. mai er frídagur. Sam-
stundis krevur Fíggjar-
málastýrið, at lønin verður
roknað øðrvísi út so at hon
verður knappar 200 krónur
lægri fyri hvørt barnið, enn
tað annars er avtalað í sátt-
málanum.
Hava klagað Karsten Hansen
fyri løgmanni
Karsten Hansen svarar ikki brøvum, sum Føroya Arbeiðara-
felag sendir honum. Tað má Løgmaður syrgja fyri, at hann
ger, sigur Føroya Arbeiðarafelag
Nærkast verkfalli í hvørjum
Tað er nú líkt til, at øll
barnaansing í tí mesta av
landinum, verður løgd lamin
nú. Hendan støðan, sum nú
er íkomin, kann ikki halda
fram, sigur Ingeborg Vinther