Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. januar 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norrøna skuldi fara av Havnini mána- morgunin, men hesin túrurin varð avlýstur vegna ógvuliga ringa veðurforsøgn. Leiðsl- an og skiparin vænt- aðu ikki, at Norrøna hevði klárað heim- aftur til ásettu tíðina, og tá hon skal avstað aftur longu hóskvøld, hevði tað verið tor- ført at klárað henda túrin ILLVEÐUR Stefan í Skorini Veðurforsagnirnar í Norð- sjónum siga frá sera nógv- um vindi næstu dagarnar. Tí verður ætlaði túrurin hjá Norrønu av Havnini til Hanstholm og heimaftur avlýstur. Veðurfrøðingarnir ávara um vindmegi 9 á farleiðini hjá Norrønu. Vindmegi 9 er 21-24 metrar um sekundi. Tað hevði tí verið ógvuliga torført hjá Norrønu at hildið ferðaætlanina, sum løgd er frammanundan. Skiparin og leiðsan komu tí ásamt um ikki at sigla henda túrin, tí vánirnar fyri at koma heimaftur til ásettu tíðina ikki vóru góðar. Klára ikki hóskvøldið Heðin Joensen á farma- deildini hjá Smyril Line sigur, at vindurin hevði verið beint á kjaftin bæði niður til Hanstholm og uppaftur til Føroyar. Skipið fór tí at vera ógvuliga nógv seinkað. Ætlanin var, at Norrøna skuldi fara av Havnini mánamorgunin og úr Hanstholm mikudagin. Far- ast skuldi so avaftur Havn- ini hóskvøldið, men vegna nógva vindin hevði Norrøna ikki klárað aftur á Havnina, so hon kundi leggja frá landi til ta ásettu tíðina hóskvøld. Sum landið liggur nú, nýta viðskiftafólkini hjá Smyril Line nógv meira leiðina, ið siglir hóskvøld. Tí verður hon vald framum leiðina mánamorgun. Á hesum túrinum mána- morgun er sjáldan útselt umborð, meðan hóskvøld er skipið sum oftast heilt fult báðar vegir. Smyril Line metir tað tískil vera týdningarmiklari at halda ferðaætlanina henda túrin enn at sigla túrin mánamorgun. Nú er arbeiðið at breiðka Marknagils- vegin liðugt og koyr- andi var eftir nýggja vegnum leygardagin. Boði Haraldson, býarverkfrøðingur, væntar, at nýggi vegurin fer at avlasta ferðsluna í miðbý- num munandi MARKNAGILS- VEGURIN Stefan í Skorini Býráðið skipaði ikki fyri nøkrum hátíðarhaldi leyg- ardagin, tá koyrandi var eftir Marknagilsvegnum fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir. Orsøkin er, at vegurin ikki er rættiliga liðugur enn. Býarverkfrøðingurin, Boði Haraldson, sigur seg vænta, at breiðkaði vegurin fer at avlasta ferðsluna á Jóannesar Patursonargøtu munandi. Við ljóskurvarnar har er vanliga nógv ferðsla um morgunin og seinna- partin. – Vit eru spentir um, hvussu ferðslumynstrið fer at vera nú. Vit hava ferðslu- teljingar ymsastaðni í bý- num, og tær fara at vísa, hvussu Marknagilsvegurin verður brúktur. Væntandi fer ferðslan at glíða betur nú, sigur Boði Haraldson. Enn er vegurin ikki as- falteraður, tí asfalt fæst ikki úr Hundsarabotni hesa tíðina á árinum, og onkrir snøklar eru eisini eftir at gera. Boði Haraldson sigur, at Marknagilsvegurin stendur ovast á uppgávu- listanum, tá asfalt aftur fæst úr Hundsarabotni. Boði Haraldson sigur, at enn kann hann ikki meta um kostnaðin, tí arbeiðið ikki er liðugt enn. Norröna avlýsir vegna storm Marknagilsvegurin latin upp Norrøna mátti avlýsa túrin av Havnini mánadagin, tí stormur var á leiðini til Hanstholm. Norrøna hevði tí verið ov nógv seinkað Marknagilsvegurin fer at avlasta ferðsluna í miðbýnum munandi, væntar býarverkfrøðingurin Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 15 - 23. januar 2001 3 2 Nr. 15 - 23. januar 2001 Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Rentustuðulin - ein hjálp ella vansi Búskaparfrøðingurin Jonhard Eliassen mælir til at halda fast við gomlu avgerðina um at rentustuðulin skal lækka í stigum. Hann heldur tí, at Javnaðarflokkurin, sum hevur skotið upp at varðveita rentustuðulin á verandi stigi, tekur uppskot sítt aftur, so rentustuðulin lækkar sum ætlað, tá rentustuð- ulin varð hækkaður í kreppuárunum. Grundgevingin hjá Jonhardi Eliaseen er m. a., at soleingi vit hava ein rentustuðul, ber tað í sær, at sethús eru bæði ov dýr at keypa og at byggja. Tann einasti, sum hevur fyrimun av hesum er tann, sum annaðhvørt eigur nøkur hús ella grundstykki at selja. Eingin annar hev- ur nakran fyrimun av hesum, heldur búskap- arfrøðingurin, sum van- ur er at hava greiðar meiningar um búskapar- viðurskifti. Hann gloymir, at sjálvandi hava timburhandlar o.l. ein fyrimun, eins og tey, sum hava stór sethúslán, eisini hava ein fyrimun. Hetta er eitt áhugavert evni, sum er umrøtt á hesum plássi áður. Her er enntá nevndur tann møguleiki, at rentustuð- ulin varð heilt tikin av við ein brest fyri alla sølu og alla nýbygging, samstundis sum ein skiftisskipan varð gjørd fyri tey, sum búgva í sethúsum og hava lán, sum ganga eini 10, 15 ella 20 ár fram í tíðina. Tey hava lagt eina fíggj- arætlan fleiri ár fram. Í hana er rentustuðulin bygdur inn, og tað ber ikki til at taka hann av, tí so hevði tað ført til fíggjarligt ragnarrok fyri hesi. Grundgevingin fyri at taka hetta evnið upp á hesum stað var at fáa eitt orðaskifti um henda spurning, tí pástandurin var - og er framvegis - at rentustuðulin heldur keypsprís og byggiprís uppi á einum ónegðuga høgum støði. Um tað er so ella ikki, kunnu vit øll og sjálvandi búskap- arfrøðingar hava eina meining um, men líkt er til, at tað er torført at fáa eitt orðaskifti um hetta mál. Men spurn- ingurin er framvegis, um prísirnir at keypa og byggja hús ikki lækkaðu líka nógv sum rentu- stuðulin í dag er? Orsøkin hjá Javnaðar- flokkin at leggja upp- skotið um at varðveita rentustuðulin fram var hon, at kostnaðarstøðið er hækkað so nógv í seinastuni, at lækkar rentustuðulin, fáa fólk ikki endarnar at røkka saman. Men so løgið tað ljóðar, so koma bú- skaparfrøðingar nærum ongatíð inn á tann spurningin: -Hevur van- ligi føroyingurin ráð at búgva í Føroyum. Vit hava upplivað ta seinastu tíðina, at oljan og bensinið er hækkað nógv. Harafturat er rent- an hækkað nakað. Og samstundis eru flest all- ar aðrar vørur hækkaðar í prísi. Fer so rentustuð- ulin eisini at lækka, so treingir hetta so nógv um hjá tí vanligu før- oysku familjuni at lív- bjarga sær, at hon klárar tað valla. Samanumtikið merkir tað, at skal rentustuðul- in ikki lækka, má okk- urt annað gerast fyri at fólk kunnu klára seg! Men slíkar spurningar viðgera búskaparfrøð- ingar tíverri sjáldan. Sosialurin DAGSINS MEINING Lago farin Hósdagin andaðist Jákup Joensen, vanliga nevndur Lago í Kvívík 81 ára gam- al. Lago var ein tíðandi maður í Kvívík og hann var eisini væl kendur uttanfyri heimbygdina. Lago var mesta partin av lívinum røktingarmaður í stóra Ognarhaganum í Kví- vík, sum telir heilar 12 merkur. Sum 16 ára gamal fór hann at røkta saman við pápanum og tá pápin legð- ist fyri røktaði hann einsa- mallur. Hetta verður av kví- víkingum mett at vera eitt bragd, tí áðrenn vóru fýra røktingarmenn í haganum. Lago var óførur at kenna seyð og í Ognarhaganum var ikki so lítið at minnast til. Hagin er stórur 12 merkur og hvør mørkin ber upp til 32 áseyðir. Tá væl var lambað, so vóru nógv ferføtt at minnast lit og onnur eyðkenni á og Lago kendi hvønn einasta seyð í haganum. Lago var skemtingarsam- ur og dugdi væl í práti. Ein eldri kvívikingur fortelir okkum, at tá teir sigldu sum yngri við Fonsdal og Egil, so savnaðist fólkið altíð um Lago á frívaktini. Hann var skemtingarsamur og dugdi at sita undir og hann var ein lívligur maður. Lago hevur eisini veirið útróðrarmaður í mong ár, hann var góður miðjamaður og væl lá fyri at fáa fisk. Tað er ikki óvanligt, at góð- ir røktingarmenn eisini eru góðir miðjamenn. Til bæði yrkini krevst skil og hegni. Politiskt var Lago grammur sambandsmaður sum alt slagið undan Kolli- num. Hans Iversen, løg- tingsmaður í mannsaldrar, var morbróður Lago´s. Lago var giftur Marionnu úr Kvívík. Tey eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina dóttir. NØVN Í VIKUNI Kunngjørt verður fyri slekt og vinum, at kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Tummas Thomassen í Havn føddur í Sandavági 5. august 1909 andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 20. januar. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týsdagin kl. 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin kl. 12.00. Familjunar vegna Kristoffur, Jóna og Janus Elsa Johanna,Tummas Petur og Poul Christoffur Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp- semi, tá kæra kona mín, mamma, omma og vermamma okkara Oddvør í Bø andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkara, sum talaðu og á annan hátt hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Starvsfólkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hon fleiri ferðir var í sam- bandi við sjúkuna, eru vit sera takksom fyri dygdar- verk og frálíkt handalag. Sama skotsmál og somu tøkk skulu heimasjúkrasystrarnar fáa. Og ikki minst Jaspur Petersen, lækni, fyri hansara aldri svíkjandi áhuga og ótroyttiligu royndir í fleiri ár at lekja og linna. Vit takka teimum mongu, sum í sambandi við jarðar- ferðina lótu peningagávur til Krabbameinsfelagið og øllum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Og ikki at gloyma øll tey, sum undir longu sjúkra- leguni sendu heilsanir, vitjaðu og á annan hátt høvdu samskifti við Oddvør.Tað fløvaði.Tøkk øll somul. Fyri tey avvarðandi Líggjas Kæri sonur og bróðir okkara Ingi andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 20. januar, 48 ára gamal. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið 23. januar kl. 19 heim í Ebenezer. Fyri tey avvarðandi Elsa og Ingálvur av Reyni