Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 227 - 23. november 2006 ] -Kundi fari báðar vegir Eftir sera týdningarmikla ÍF-sigurin fingu vit orð­ ið á ein av royndastu leik­ar­un­um hjá ÍF, Ran­ di Larsen. Hon var glað fyri sigurin, men metti, at hann kundi fari báðar veg­ir. - Liðini í meistaradeildini hjá kvinnum eru ótrúliga jøvn, og tað síggja vit ei­si­ni í dag. Dysturin kun­di fari báðar vegir, men tíbetur vinna vit dyst­in. Vit fáa eina rin­ ga byrjan, og tað tykist, sum vit ikki eru heilt gear­að­ar upp fyrstu sett­ ini. Men tá vit so koma í gongd, so gongur ó­trú­ liga væl. Eg haldi, at rut­in­an kemur okkum til góð­ar at enda í dag, og at hon er størsta orsøkin til sigurin. -Eg eri sera vónbrotin Eftir sjeynda ósigurin á rað hjá KÍF fingu vit orð­ ið á ein av leik­ar­un­um hjá KÍF, Ellu Joen­sen. Hon var ógvuliga skuff­ að eftir enn eitt tap. - Hetta var ræðuligt. Vit út­føra taktikkin til fulnar fyrstu tvey settini, og her megna vit eisini at hal­da konsentratiónini. Í triðja setti gerast vit held­ur ókonsentreraðar, og eftir hetta missa vit høvdið. Vit blíva bang­ nar og tora ikki at gera feilir. Man skal tora at gera feilir, tí ann­ars vinnur man ikki flog­ bólts­­dyst­ir. Í síðsta enda kem­ur rutinan tó ÍF til góð­ar, men tá skuldu vit helst longu havt vunnið dystin. Føroysk genta við íslendskum meti Føroyska Kristin Lív Jónsdóttir, sum er ættað úr Miðvági, setti um vikuskiftið nýtt íslendskt met í renning á 80o metrum. Kristin Lív rann teinin í tíðini 2.37,59, og hetta var júst nóg mikið til at tryggja henni gullið í stórari rennikapping, eins og talan var um nýtt met á teininum. Kaj Ennigarð til KÍ KÍ kundi í gjárkvøldið boða frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Kaj Ennigarð úr GÍ. Kaj er 22 ára gamal, og seinnu árini hevur hann verið fastur partur av GÍ-hópinum. Tað var tó ikki fyrr enn í ár, at hann veruliga beit seg fastan, og flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at hann í ár var ein av hornasteinunum í góðu úrslitunum, sum GÍ fekk stóran part av árinum. ÍF megnaði at venda einum hóttandi tapi til ein tepran sigur í meistaradeildini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hjá KÍF í Kollafirði. Ikki minst takkað verið stórspæli frá Helen á Lakjuni KVINNUFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo ÍF tryggjaði sær ein týdn­ing­ar­mikl­an sigur í meistaradeildini hjá kvinn­ um, tá tær vunnu harða útidystin ímóti KÍF. Tað leikaði tó hart á hjá kvinn­ un­um úr Fuglafirði, sum tap­tu fyrstu tvey settini, áð­renn tær komu í gongd. Tær vístu tó góðan vilja og megn­aðu at berja seg inn aft­ur í dystin, sum tær at enda vunnu 3-2. KÍF legði hart út Í byrjanini var annars einki sum bendi á, at ÍF fór at vinna dystin á botnliðnum. KÍF legði bragdliga fyri, og kvinnurnar úr Kollafirði vun­nu eisini fyrsta settið. ÍF kom á odda 0-3 beinanvegin í hes­um settinum, men KÍF svaraði skjótt aftur. Nakrar bólt­­ar seinna hevði KÍF javn­að út, og so fylgdust lið­ini í eina løtu. Mitt í fyrs­ ta setti megnaði KÍF tó at vin­na seg fram við ÍF, og at enda vann KÍF settið trygt, 25-19. Í øðrum setti legði ÍF betri fyri. Eftir eini løtu høvdu tær vunnið seg fram um 8-12, og henda munin hildu tær leingi. Seint í settinum vann ÍF ein týdningarmiklan bólt og legði seg harvið á odda 15-20, og so tóktist sett­ið avgjørt. Men KÍF-kvinnu­r­ nar vildu ikki geva skarvin yv­ir. Tær kempaðu um hvø­ nn bólt, og av næstu sjey bóltunum vann KÍF seks teirra, og so stóð á jøvn­um 21-21. Eftir hetta skift­ust liðini um at føra, men at enda dró KÍF longra stráð­ ið. Tær vunnu annað sett 29-27. Hesi bæði fyrstu settini fekk KÍF spælið at hanga sam­an. Móttøkurnar vóru góð­ar, álopið koyrdi væl, blokk­ur­in riggaði og so vístu leikararnir eisini rætta vilj­an, sum hevur manglað síð­stu dystirnar. KÍF dovnaði tó nakað í trið­ja setti, og hetta gav ÍF ein nýggjan møguleika at koma inn í dystin. Hen­da møguleika tóku ÍF-leik­ar­ar­ nir við opnum ørmum. Eftir lít­la­ri løtu førdi ÍF 2-8, og hen­da leiðslan bara øktist. At enda vann ÍF triðja sett 16-25, og her var munurin stór­ur á liðunum. Gongdin í fjórða setti var nak­að tann sama. Her var KÍF betri við fyrstu løtuna, og tær vóru eisini framman fyri 10-9, men so dró ÍF frá. Løtu seinni førdi ÍF 11-16, og so økti ÍF enn meir um leið­sl­una. Helen gjørdist avgerandi Í avgerandi javnbrótaranum komu royndirnar ÍF til góð­ar. Stóran part av dyst­ in­um hevði ÍF lagt nógv á herðarnar hjá Helen á Lak­juni, og hon vísti eisini høg­an klassa í fimta setti. Mest sum allir bóltarnar fóru til hana, og í flestu før­un­um takkaði hon fyri á­lit­ið og knallaði bóltin í gólv­ið. KÍF royndi tó at fylg­ja við, men alt settið halt­aðu tær aftanfyri rut­in­er­ aðu fuglfirðingarnar. Sei­nt í settinum førdi ÍF 7-12, tá KÍF tók time-out. Eft­ir hetta gjørdi KÍF eina sein­ astu roynd at koma aftur í dyst­in. Tær megnaðu eisini at vinna seg upp á 12-14, men so steðgaði. ÍF vann síð­sta bóltin, og sostatt fingu tær vent einum hótt­ andi tapi ímóti einum av botn­lið­un­um til ein sera týd­ni­n­gar­mik­lan sigur, ikki minst takkað verið eini væl­ leik­andi Helen á Lak­ju­ni, sum veruliga traðkaði til, tá ÍF hevði brúk fyri henni. Tað, sum hevur ljóðað seinastu dagarnar, varð veruleiki í gjárkvøldi. Tomislav Sivic verður nevnliga nýggjur venjari hjá VB/Sumba. Tað vóru boðini, sum spælararnir fingu frá leiðsluni á spælarafundi í gjárkvøldið, og sum skilst er boðini væl móttikin millum spælararnar. Ikki minst, tí felagið hevði góð úrslit í 1996, tá Tomislav av fyrstan tíð kom til føroyskan fótbólt. Ta ferðina sum spælandi venjari hjá VB. Eftir hetta fór hann til Havnar, har hann vandi B36 í trý ár. Og har hann millum annað var við til at tryggja felagnum fyrsta gullmerkið í 35 ár. Árini 2000 og 2001 var hann venjari hjá KÍ, men siðani hevur tað verið uttanlands, at hann hevur roynt seg. Hann var venjari hja U-landsliðnum heima í Serbia, umframt at hann eisini hevur fingið royndir í bestu serbisku deildini. Eitt skifti tóktist hann eisini skula gerast næsti venjarin hjá Uganda, men hetta varð tó av ongum, tá fótbóltssambandið har ikki helt tey lyfti, sum annars vórðu givin. Síðani hevur hann aftur virka sum venjari í Serbia, men har hava úrslitini tó verið rættiliga sveiggjandi. Mynd: Sivic ÍF ÍF megnaði at venda einum hóttandi tapi til ein týdningarmiklan sigur, tá tær vitjaðu hjá KÍF í Kollafirði í gjár. Við sigrinum heldur ÍF fast um góðu støðuna í oddinum Mynd: Álvur Sivic aftur í Vági KÍF-ÍF 2-3 (25-19, 29-27, 16-25, 16-25, 12-15): ÍF heldur fast um góðu støðuna