Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 227 - 23. november 2006 ] Europeisku meistararnir eru kroystir í sínum bólki í Champions League. Liverpool heldur stílin í Europa, og Chelsea er komið víðari, hóast liðið tapti í gjárkvøldið Champions League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dynamittbólkurin í Champ­ ions League stendur nú til at spreingja. Eftir næst­sein­ as­ta umfarið í gjárkvøldið er tað greitt, at europeisku meistararnir úr Barcelona fáa sín seinasta kjans fyri at tryggja sær luttøkuna í átt­ an­da­parts finalunum næsta ár. Úrslitini í bóli A lagaðu seg soleiðis, at Chelsea trygg­ja­ði sær víðari luttøku, hó­ast liðið tapti útivølli í Bremen. Heimaliðið skor­ aði einasta málið á We­ser­ stad­ion, og Werder Bremen dró seg upp á javnt við Chel­sea. Barcelona spældi á úti­ vøl­li í Sofia, og har vann span­ska liðið 2-0. Franski á­lop­s­spæl­ar­in Guily skor­ aði tíðliga í dystinum, og mið­­vall­­ar­­in Iniesta legði eitt mál afturat í seinna hálv­­leiki. Støðan í bólki A er nú tann, at Chelsea og Werder Brem­en hava 10 stig í part, með­an Barcelona hevur 8 stig. Chelsea er betur inn­ an­hýs­is enn Bremen, og tí er Chelsea komið víðari áð­renn seinasta umfar. Í seinasta dystinum hitt­ ast júst Barcelona og Wer­ der Bremen, og tað verð­ur eitt rættiligt brak av ein­um dysti, tí bert eitt av teim­ um feløgunum kann koma víðari í kappingini. Dyst­ ur­in verður spældur 5. des­ em­ber. - Tað var týdningarmikið, at vit sloppu undan at fáa fleiri skaðar í hesum dyst­ in­um. Nú hava vit ein dyst eft­ir, og vit skulu vinna á Brem­en. Tað eri eg vísur í, at vit fara at klára, segði ven­jar­in Frank Rijkaard við fjøl­mið­larnar eftir dystin. Gerrard sum James Bond Liver­pool hevur stórar trup­ ul­­leik­­ar í heimligu kapp­ing­ ini, har serliga úrslitini á úti­vølli hava verið vánalig. í Champions League er støð­an ein heilt onnur, tí har er Liverpool fremst í síni bólki og hevur ongan av teimum fimm dystunum higartil tapt. Í gjárkvøldið spældi Liver­ pool toppdyst í bólkinum í­móti hollendska felagnum PSV, og Liverpool vann dyst­in 2-0 við málum, sum vórðu skotin í seinna hálv­ leiki. Liverpool hevði yvir­ lut­an alla tíðina, og sum ikki einaferð var tað Stev­ en Gerrard, sum var stóra drívmegin á liðnum. Eftir at Xabi Alonso og Mark Gon­ zal­es noyddust av vøllinum við skaðum longu í fyrra hálv­leiki, var enn meira lagt í hendurnar á Gerrard, og hann sveik ikki. Hann legði Liverpool á odda 1-0, og seint í dystinum økti Peter Crouch til 2-0. Báðu ferð­ir­n­ar var tað hollendski á­lop­s­spæla­ rin Dirk Kuyt, ið hevði næstseinasta fótin á bólt­ in­um. Nýggi James Bond, sjón­leik­ar­in Daniel Craig, segði herfyri, at Steven Gerr­ard hevði verið ein góð­ur avloysur sum Bond, tá ið hann sjálvur gevst í leiklutinum. Í øllum før­um kann enn einaferð stað­fest­ ast, at Gerrard eigur lívið í Liverpool í europeiskum dys­ti. Tað er greitt, at Liverpool og PSV koma víðari frá bólki C. Roma í trupulleikum Fýra aðrir dystir vóru eisini spæld­ir í gjárkvøldið. Í bólki B var týska Bayern á vitj­an hjá Spartak Moskva, og dysturin endaði við javn­ leiki 2-2. Russiska liðið leg­ði seg á odda, men tá ið Pizarro hevði skorað tvey frálík mál, líktist alt sær sjálvum, og Bayerm var á veg ímóti sigrinum. Men tað eydnaðist Spartak Mosk­va at javna til endaliga úr­slit­ið 2-2. Í hinum dystinm í bólki B syrgdi gamli málrevurin Hern­an Crespo fyri, at Int­er vann 1-0 á Sporting Lissa­ bon. Bayern og Inter eru kom­in víðari frá bólkinum, men Inter hevur framvegis møgu­leik­an at toga seg upp á fremsta plássið í bólk­in­ um. Roma skapti sær sjálvum trup­ul­leik­ar, tá ið liðið tapti 1-0 á útivølli í móti Shaktar Don­et­sk. Ukrainska liðið var tað betra í dystinum, og Inter hevði stóran part av dyst­in­um trupulleikar við at skapa kjansir. Í hinum dystinum í bólki D vann Valencia 2-0 á Olymp­iakos, og spanska lið­ið hevur vunnið bólkin. Ro­ma liggur næstfremst, men Shaktar er bert tvey stig aftanfyri undan seinasta um­­fari­n­um.Í seinasta dyst­ in­um skal Roma spæla á útivølli ímóti Bayern, með­ an Shaktar skal til Lissabon at spæla. Seinastu dystirnir í bólka­ spæl­in­um í Champ­ions Leag­ue verða spældir 5. og 6. desember. Champions League, bólkaspælið Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 5 3 - 1 - 1 8 4 4 10 2 Werder Bremen 5 3 - 1 - 1 7 3 4 10 3 Barcelona 5 2 - 2 - 1 10 4 6 8 4 Levski Sofia 5 0 - 0 - 5 1 15 -14 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bayern München 5 3 - 2 - 0 9 2 7 11 2 Inter Milan 5 3 - 0 - 2 4 4 0 9 3 Sporting Lissabon 5 1 - 2 - 2 2 3 -1 5 4 Spartak Moskva 5 0 - 2 - 3 4 10 -6 2 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Liverpool 5 4 - 1 - 0 9 2 7 13 2 PSV Eindhoven 5 3 - 1 - 1 5 3 2 10 3 Bordeaux 5 1 - 1 - 3 3 6 -3 4 4 Galatasary 5 0 - 1 - 4 4 10 -6 1 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Valencia 5 4 - 1 - 0 12 5 7 13 2 Roma 5 2 - 1 - 2 7 4 3 7 3 Shakhtar Donetsk 5 1 - 2 - 2 5 10 -5 5 4 Olympiakos 5 0 - 2 - 3 5 10 -5 2 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Lyon 5 4 - 1 - 0 11 2 9 13 2 Real Madrid 5 3 - 1 - 1 12 6 6 10 3 Steaua Bucharest 5 1 - 1 - 3 6 10 -4 4 4 Dynamo Kiev 5 0 - 1 - 4 3 14 -11 1 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd 5 3 - 0 - 2 7 4 3 9 2 Celtic 5 3 - 0 - 2 7 6 1 9 3 Benfica 5 2 - 1 - 2 6 5 1 7 4 FC København 5 1 - 1 - 3 2 7 -5 4 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FC Porto 5 3 - 1 - 1 9 4 5 10 2 Arsenal 5 3 - 1 - 1 7 3 4 10 3 CSKA Moskva 5 2 - 2 - 1 2 2 0 8 4 Hamuburg SV 5 0 - 0 - 5 4 13 -9 0 Bólkur H v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 AC Milan 5 3 - 1 - 1 8 2 6 10 2 Aek Athen 5 2 - 1 - 2 4 7 -3 7 3 Lille 5 1 - 3 - 1 6 5 1 6 4 Anderlecht 5 0 - 3 - 2 5 9 -4 3 Dýrur Liverpool-sigur Hóast tey við Merseyside fegnaðust um sigurin á PSV Eindhoven, so tóktist hesin sigurin eisini at kosta sítt. Longu undan steðginum noyddust Xabi Alonso og Mark Gonzalez av vøllinum við skaða, og eftir steðgin legðist Jermaine Pennant afturat hesum listanum. Ballack og Drogba klárir Hóast Chelsea nú hevur spælt seg víðari til næsta umfarið í Champions League, so var tað ikki, sum vigaði mest í eftirmetingini hjá José Mourinho. Chelsea-venjarin var hinvegin ovurhonds fegin um, at skaðarnir hjá Didier Drogba og Michael Ballack ikki tykjast serliga álvarssamir. Teir báðir fingu snuddir í dystinum mikukvøldið, men sum skilst, so eru teir longu tøkir sunnudagin, tá stórdystur er á skránni í Premier League. Tá skal Chelsea nevnliga spæla móti Manchester United. Barcelona hevur ein kjans eftir Eidur Gudjohnsen og liðfelagarnir í Barcelona hava framvegis møguleikan at koma víðari í Champions League Mynd: Scanpix Úrslit, Champions League Bólkur A Levski Sofia-Barcelona 0-2 Werder Bremen-Chelsea 1-0 Bólkur B Spartak Moskva-Bayern München 2-2 Inter Milan-Sportin Lissabon 1-0 Bólkur C Bordeaux-Galatasary 3-1 Liverpool-PSV Eindhoven 2-0 Bólkur D Shakhtar Donetsk-Roma 1-0 Valencia-Olympiakos 2-0