hósdagur 23. november 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 227 - 23. november 2006
Gott jólaborðhald
sjálvandi á Café
Karlsborg í Vágsbotni
Uppskot okkara um at javn
seta
flutningskostnaðin
um Suðuroyar-. Skopunar-
og
Kallsoyarfjørð
við
flutningskostnaðin undir
Vestmannasundi og Leir
víksfirði fekk góða umrøðu
á tingi í 3½ tíma langa
orðaskiftinum undir fyrstu
viðgerð.
Men har endaði vælvildin
so eisini.
Komnir aftur úr rættar
nevndini mæla menn frá
at samtykkja uppskotið, og
siga júst so sum teir plaga,
at einki ber til.
Heilgarderingin
er,
at tað heldur ikki ber til
tekniskt at gjøgnumføra
uppskotið í verandi líki,
og at landsstýrismaðurin
eigur at arbeiða ítøkiliga
við eini ætlan á økinum og
leggja eina frágreiðing fyri
Løgtingið til umrøðu.
Einki er meira burturvið
enn tað sama.
Uppskotið varð tilevnað
í samstarvi við løgfrøði
ligu ráðgevingina á løg
tingsskrivstovuni, so tann
parturin er sjálvandi í lagi.
Sjálvandi er tekniski
parturin eisini í lagi, og
halda teir seg ikki til at
umsita skipaninia, so kunna
vit saktans gera tað fyri teir
úti um landið.
Sjálvandi er ikki skuggin
av tekniskum forðingum í
at krevja inn tær upphæddir,
ið kravdar verða aðrastaðni,
og at landsstýrismaðurin
eigur at arbeiða við málin
um hava vit hoyrt seinasta
mansaldurin og reiðiliga
tað.
Alt bendir sostatt á, at
vit á ferjuleiðunum um
Suðuroyar-. Skopunar- og
Kallsoyarfjørð framhald
andi verða okraði í gjøldum
út tveimum upp í fimm
ogtjúgu ferðir kostnaðin
um landføstu sambondini.
Somuleiðis bendir alt á, at
vit eisini framhaldandi við
jøvnum millumbilum fara at
hoyra um Suðuroyarloysnir
og annað tílíkt, og ivaleyst
fara hesar loysnir at hvørva
undir havsbrúnni eins ofta
tær koma undan.
Fríggjadagin kl. 10 løða
teir kanónirnar, og enn eitt
uppskot av mongum til bata
fyri kappingarførið í tí skjótt
hvørvandi
útjaðaranum
verður skotið niður.
Halda fram at okra útjaðaran
Í stórari áhugaverdari sam
røðu í Sosialinum (17.
november), sigur Rúni Ras
mussen, júst afturkomin
av evangeliskari møtirøð í
Kenya, at tað er láturligt
at royna at skilja sundur
religión og politikk. Hetta
havi eg mangan hoyrt áður.
Men tað er fyrstu ferð eg
hoyri tað frá persóni, ið
undirvísir í stjórnmálafrøði
á einum universiteti (t.v.s.
einum universiteti, ið ikki
hevur beinleiðis tilknýti til
nakra trúargrein).
Rúni sigur, at tað er
ógjørligt at skilja átrúnað
og politikk sundur, tí at
virðir og moralur eru í
øllum politikki. Jú – men
virðir eru ikki altíð knýtt at
religión. Persónar, ið ikki
ynskja at blanda politikk og
religión saman, hava ikki
færri ella veikari virðir enn
onnur fólk. Sjálvandi verða
øll fólk ávirkað av sínari
bakgrund (etnisku, sosialu,
mentanarligu,
religiøsu
o.s.fr.), men tað merkir ikki
at hesi viðurskifti stýra allar
tær politisku metingarnar
og
raðfestingarnar
hjá
fólkinum. So einfaldur er
veruleikin – tíbetur – ikki.
Fólk flest hava evni til at
skilja, at øll ikki hava somu
religiøsu/mentanarligu virð
ir, tó somu rættindi í tí
modernaða statinum.
Rúni sigur, at kristin
dómurin hevur givið okkum
fólkaræði og mannarættindi.
Hetta hoyrist eisini mangan,
men verður sjáldan kannað
nærri. Evropeiska fólka
ræðið hevur sínar røtur í
hellenistiska
mentanar
heiminum, ið var sterkt
ávirkaður av eldri sivilisa
sjónum í tí eystara partinum
av Miðjarhavsøkinum – t.d.
Egyptalandi og Fønikia.
Hvørki
kristindómurin
ella fólkaræðið uppstóðu í
nøkrum tómrúmi. Tey hava
djúpar søguligar røtur.
Trúgvin skal síggjast,
sigur Rúni, sum slóðari
fyri frambrotum í Evropa.
Tað eru nógvar ymiskar
meiningar
um
hetta.
Hvussu nógvar milliónir
fólk eru ikki fallin í religi
øsum atsóknum og kríggj
um seinastu 2000 árini?
Hvussu nógv diktatur hava
ikki brúkt religiónina sum
vápn at kúga fólk við?
Tann modernaði staturin,
ið franska kollveltingin og
ídnaðarkollveltingin vóru
við til at skapa, umboðaði
eina umfatandi uppgerð
ímóti religiøsari fanatismu,
ið hevði verið ráðandi í
Evropa í fleiri øldir.
Upplýsingartíðin eigur
æruna fyri, at samfeløgini
mentust og borgararnir
fingu størri rættindi. Tann
modernaði staturin verjir
borgararnar í landinum, óan
sæð trúgv, húðarlit, mentan,
sexuella
orientering,
etnisitet, o.s.fr. Her noyðast
politikarar at royna at seta
seg í støðuna hjá øllum
bólkum í samfelagnum,
teir noyðast at hugsa um
heildina, og ikki eins um
seg og síni nærmastu.
Rúni sigur, at “dúgliga
verður kravt av kristnum
politikarum at leggja sína
lívsáskoðan eftir heima
við hús, tá teir fara í
arbeiðsklæðini”. Tað er ikki
rætt. Mær vitandi eru so
gott sum allir politikarar
okkara kristnir, hóast nakrir
teirra kanska tykjast sum
“verðsligir humanistar” tá
teir tala. Tað ber væl til at
vera kristin politikari uttan
at royna at finna eitt svar til
allar politiskar spurningar í
bíbliuna. Um tað bara var
“eitt” svar (“eina” loysn) til
hvønn spurning, so kundu
vit tað sama stongt tingið
og lisið skriftina. So var
kjak óneyðugt. Demokrati
og teokrati kunnu ikki
sameinast. Og vit kunnu
ikki velja bæði í senn.
Tað er als ikki láturligt at
skilja millum religión og
politikk.
Firouz
Gaini
Als ikki láturligt at skilja millum religión og politikk
Hergeir
Nielsen