týsdagur 23. januar 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 15 - 23. januar 2001
29
28
Nr. 15 - 23. januar 2001
Ferðastuðul til
lesandi
uttanlands
Tey, sum byrjaðu lesturin í heysthálvuni, kunnu
søkja um ferðastuðul nú. Umsóknarfreistin fyri
hesi er 31.07.2001.
Tey, sum byrjaðu lesturin í várhálvuni kunnu ikki
søkja um ferðastuðul fyrrenn í august-/septem-
ber mánaða 2001, og er endaliga umsóknar-
freistin fyri hesi 31.12.2001
Umsóknarblað, vegleiðing v.m. til ferðastuðulin
lestrarárið 2000/2001 kunnu nú fáast við at
prenta hesi frá heimasíðu okkara
www.studulsstovnurin.fo ella við at venda sær til
stovnin.
Hoyvíksvegur 72
Postsmoga 3279
FO-110 Tórshavn
telefon 319680 – faks 355055
Leder for filetav-
delingen
Da vår nåværende avdelingsleder skal over i ny
jobb i bedriften søker vi leder for filetavdelingen.
Avdelingslederen har det daglige ansvar for
produkt og produksjonsprosessen i avdelingen.
Avdelingen har 90 ansatte og avdelingslederen
har det daglige personalansvar. Evne og interesse
for å lede og motivere vil derfor bli vektlagt
Avdelingslederen inngår i bedriftens ledergruppe
og rapporterer til produksjonsleder som har der
overordna driftsansvar.
Vi søker først og fremst etter en person som har
evne og kunnskap i forhold til å lede porduksjon.
Der er en fordel med kjennskap til fiskeindustri,
men vi oppfordrer også personer som ikke har
bakgrunn fra fiskerinæringen til å søke.
Lønn etter avtale. Vi er behjelpelige med å skaffe
bolig.Bedriften har egen pensjonsforsikring.
Kontakt
produksjonsleder
Øyvind
Bolle
tlf.
78983431/ 97706861 for nærmere information.
Søknad
med
CV
og
attester
sendes
til
Havprodukter AS,pb.B,9990 BÅTSFJORD innen 11.
februar.
Havprodukter AS er en del av konsernet Nordic Sea
Holding AS.Havprodukter AS er lokaliseret til Båtsfjord i
Finnmark, Norge og har 150 ansatte. Vi producerer
konsumprodukter og videreforedlede produkter av
hvitfisk for eksport. Bedriften er organiseret i 5
avdelinger,
brygge,
teknisk,
filet,
ferdigvare
og
administrasjon
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Toyota Corolla 2.0 Diesel,4 hurðar Sedan
Árg.: des.1999
KM.: 23.899
Eyka útgerð: Sportsfelgur,radio v/avsp.
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Deildin á Saltangará
Tlf.nr.448190
at hitta millum kl.09.00–11.00
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Mazda 323 2.0 diesel,3 hurðar H/B
Árg.: 2000
KM.: 3.539
Lakk: Myrkagrønt met.
Eyka útgerð: Spoylarasett, tokulyktir og píka-
dekk
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Saltangará
Tlf.448077
at hitta millum kl.09.00–11.00
Starv á fiskrann-
sóknarstovuni
Søkt verður eftir fólki at arbeiða 3/4 dag. Starvið er
at gera fyrireikingar,so at aldurin á fiski kann gerast
av. Serliga er uppgávan at arbeiða við nytrum, so
sum stoyping,upplegging og saging.
Eingi krøv verða sett um útbúgvningar o.t., men til
starvið krevst nærlagni og neyvleiki.
Starvið verður lønt í 8. flokki í sáttmálanum hjá
Starvsmannafelagnum.
Nærri fæst at vita við at ringja á tlf.315092.
Skrivlig umsókn má vera inni í seinasta lagi 5.
februar 2001.
Fiskirannsóknarstovan
Nóatún 1
Postsmoga 3051
110 Tórshavn
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Sethús í Tórshavn
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verður ongnin Heimara-
tún 7,Torshavn,við hesum lýst til sølu.
Talan er um eini raðhús við kjallara (hálvum), 1.
hædd,2.hædd og loft.Allar hæddirnar eru umleið
56 m2 til víddar og innrættaðar, tó ikki kjallarin.
Húsini standa miðskeiðis í Havnini,og í barnavin-
arligum umhvørvi.Tekjan er um at vera skift út,og
verða húsini seld við nýggjari tekju.
Húsini verða víst fram eftir avtalu.
Annfinn V.Hansen
Advokatfirma
Gongin,postrúm 106
FO 110 Tórshavn
Tlf.31 95 95
Semil 31 54 99
Toll- og Skattstova Føroya
RÆTTAÐ LÝSING
Automatisk sjálvuppgáva 2000
Um 15. februar skrivar Toll- og Skattstovan eina
skattauppgerð út til persónar, vit meta okkum at
hava
rættar
upplýsingar
um
í
fyribilsskattaskránni.
Tey, sum fáa skattauppgerð á henda hátt, eru
persónar undir fullari skattskyldu, og sum í
fyribilsskattaskránni 2000
bert hava A-inntøku
og
ikki hava frádráttir
og
ikki sjálvboðin hava ávíst løn gjøgnum
skattaskipanina
og
ikki hava eitt persónligt vinnuvirki.
Hesi hava tó skyldu at lata inn sjálvuppgávu, um
so er, at upplýsingarnar á skattauppgerðini, tey
fáa,ikki eru rættar.
Tey, ið ikki hava annan frádrátt enn eftirlønar-
trygging, og sum annars lúka omanfyrinevndu
treytir,
kunnu
fáa
automatiska
sjálvupp-
gávu/skattauppgerð, um tey innan 1. februar
2001 lata Toll- og Skattstovuni sjálvuppgávu yvir
inngoldnað eftirlønartrygging í 2000.
Skjalprógv skal viðleggjast.
Sjálvuppgávur fáast á Toll- og Skattstovuni.
Ognaruppgerð
Í ár verður ognaruppgerð send øllum skattgjald-
arum.
Ognaruppgerðin skal bert sendast innaftur, um
broytingar
ella
rættingar
eru.
Tó
skulu
roknskaparskyldug altíð senda ognaruppgerðina
innaftur.
Toll- og Skattstova Føroya
Toll- og Skattstova Føroya
Fulltrúi
Søkt verður eftir einum fulltrúa til eftirlits- og
innheintingardeildina í Stýrinum hjá Toll- og
Skattstovu Føroya.
Høvuðsuppgávur hjá fulltrúanum verða t.d.:
•
ráðgevandi og hjálpandi funktión mótvegis
økjunum
•
yvirordnað umsiting og serkunnleiki í eftirlits-
og innheintingarmálum
•
at gera og leggja til rættis innanhýsis ve-
leiðingar- og rundskriv um skatt,meirvirðis-
gjald,innheinting og tollfakligar spurningar
saman við lógardeildini,herundir manna-
gongdir viðvíkjandi innheinting
•
at geva fakliga leiðbeining til økini í sambandi
við roknskaparligt eftirlit á virkjum
•
vinnugreinaeftirlit og grannskoðan av trupl-
um málum og av málum,sum økini vegna
lokalpolitiska orsøk ynskja at flyta til Stýrið
•
at undirvísa starvsfólkum í nýggjum reglum
og arbeiðsháttum í virkiseftirliti
•
at skifta upplýsingar við útlond
•
at gera úrvalsmøguleikar og hjálpiamboð til
økini
•
at umsita og menna vegleiðing til samskipað
eftirlit
Førleiki: Umsøkjarar skulu hava roknskaparliga
útbúgving,eitt nú merkonom,HA ella aðra hægri
roknskapar- ella revisiónsútbúgving.
Kunna
arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Umsøkjarar við arbeiðsroyndum hava fyrimun.
Vit bjóða
•
eitt spennandi starv við avbjóðingum,fakliga
eins væl og persónliga
•
flextíð
•
sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi
Setanartreytir: Starvið verður sett eftir sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi fakfelag.
Kravt verður, at tann, ið settur verður, luttekur í
útbúgving í styttri og longri tíðarskeið.
Setanarøkið
fevnir
um
aðalstýrini,
løgmansskrivstovuna og deildir hennara, og
tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á
hesum støðum,um tað verður kravt.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda
sær til Stýrið, Regin Thomsen ella Óla Heinesen,
tlf.35 20 26.
Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og
upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir skulu
vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi
20.februar 2001.
Toll- Skattstova Føroya
Stýrið
Traðagøta 39
Postboks 2151
FO-165 Argir
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Toll- og Skattstova Føroya er stovnur hjá landinum hvørs
uppgáva er at fyrisita toll-, avgjalds-, mvg- og inntøkuskatta-
lóggávuna
herundir
eisini
kolvetnisskattalóggávuna.
Stovnurin hevur 148 starvsfólk og er skipaður soleiðis, at
planlegging og menning fer fram í Stýrinum, sum heldur til á
Argjum.Tær 6 økisskrivstovurnar,sum eru á Tvøroyri,í Skopun,
Lýsing
Vegna skeiðvirksemi er skrivstovan á Bileftirlitinum í
Havn stongd hósdagin 25.januar 2001.
Sýnshallirnar hava opið sum vanligt.
BILEFTIRLIT
FØROYA
Kanningarstjóri
til Jarðfrøðisavnið
Eitt nýtt starv sum kanningarstjóri á Jarðfrøði-
savninum er leyst at seta frá 1. apríl 2001 ella
skjótast til ber.
Arbeiðsøki
Kanningarstjórin verður leiðari á Kanningar-
deildini. Gjøgnum virkna luttøku í dagliga
jarðfrøðiliga arbeiðinum skal kanningarstjórin
samskipa kanningarvirksemið á stovninum.
Kanningarstjórin skal kunna átaka sær ein
høvuðsleiklut í at tryggja stovninum eitt jarð-
frøðiligt fakumhvørvi á høgum fakligum stigi,
sum á nøktandi hátt kann loysa allar viðkomandi
oljujarðfrøðiligar eins væl og meira alment jarð-
frøðiligar uppgávur og í hesum sambandi eftir
tørvi samskifta og samstarva við aðrar heimligar
og altjóða kanningarstovnar, oljufeløg og ráð-
gevarafyritøkur v.m.
Við atliti at umsitingini av oljutilfeinginum og at
oljujarðfrøðiligum kanningum í síni heild skal
kanningarstjórin somuleiðis kunna átaka sær ein
høvuðsleiklut í eitt nú samskipanini av jarðfrøði-
liga eftirlitsvirkseminum og í ráðgevingini í
sambandi við at leggja til rættis framtíðar
útbjóðingarumfør og leitivirksemi í síni heild.
Krøv til umsøkjaran
Umsøkjarar mugu hava hóskandi akademiskt
prógv innan jarðfrøði og/ella jarðalisfrøði, hollar
royndir innan oljuleitingaryrkið og innan jarð-
frøðiligt kanningarvirksemi í síni heild umframt
góð samstarvs- og leiðaraevni. Kunnleiki til og
royndir
innan
sedimentologiskt
og/ella
stratigrafiskt arbeiði er ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og Magistarafelag Føroya.
Roknast má við einum langtíðarstarvi. Tó verður
starvið í fyrstu atløgu tíðaravmarkað frá tveimum
til fimm ár, alt eftir hvat partarnir kunnu semjast
um.
Fyri at tann, ið settur verður, skal kunna verða við
í fyrireikingararbeiðinum fram ímóti teimum
fyrstu boriverkætlanunum komandi summar,
eigur starvið at verða sett skjótast til ber og í
seinasta lagi 1.apríl 2001.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Martin V. Heinesen, Jarðfrøðisavnið, tlf.
357000,fax 357001,t-bræv martinh@jfs.fo
Umsóknir við hjáløgdum CV, avriti av embætis-
prógvi, frágreiðing um arbeiðsroyndir v.m., skulu
vera Jarðfrøðisavninum í hendi í seinasta lagi 12.
februar 2001. Adressan er: Jarðfrøðisavnið,
Brekkutún 1,Postsmoga 3169,110 Tórshavn.
Jarðfrøðisavnið, sum áður var deild á Føroya
Náttúrugripasavni,
er
nú
skipað
sum
vísindaligur kanningarstovnur undir Oljumála-
stýrinum.
Samstundis virkar stovnurin í
kolvetnisumsitingini sum samskipaður partur
av
stýrinum
við
ábyrgd
fyri
øllum
jarðfrøðiligum viðurskiftum. Jarðfrøðisavnið
hevur til endamáls at savna,
varðveita,
handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti
av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av
landsins
jarðfrøðiligu
náttúruvirðum.
Stovnurin skal virka fyri, at lóggáva og
umsiting av jarðfrøðiligum náttúruvirðum
verður grundað á framkomna og dagførda
jarðfrøðiliga vitan.
ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG
HITA · MASSAGU · LINNA
Elin Danielsen
Útb. fysioterapeutur
Dr. Jakobsensgøta 22
100 Tórshavn
Tlf. 21 44 77
Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan
stephanssons hús