fríggjadagur 24. november 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
7
tíðindi
- Tey vælbjargaðu
fáa næstan alt og
tey lágløntu fáa
næstan onki. Tí má
hesin ultra liberali
skattapolitikkurin hjá
samgonguni steðgast,
siga tey stóru
fakfeløgini
Skattalætti
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hesin ultraliberali skatta
politikkurin hjá samgonguni
má steðgast.
Tað staðfesta øll tey
fimm arbeiðarafeløgini í
Føroyum.
Tey hava viðgjørt ætlan
ina hjá samgonguni at lata
skattalætta næsta ár og í
2008.
Niðurstøðan hjá arbeið
arafeløgunum er, at ætlaði
skattalættin hesi bæði næstu
árini, kann skaða vælferðar
støðið í Føroyum. Og ser
stakliga kann hann skaða
vælferðarstøðið í landinum
tey næstu árini.
Saman við fleiri øðrum
fakfeløgum, fingu arbeið
arafeløgini høvi at bera síni
sjónarmið fram fyri fíggjar
nevndina hjá Løgtinginum
í gjár.
- Men tíverri var hetta
bara upp á kvamsvís, tí
vit fingu greitt at vita frá
umboðunum hjá samgong
uni, at avgerðin var longu
tikin
- Tí veit eg ikki, hvat
vit vórðu boðsend til, sigur
Ingeborg Vinther.
Saman við arbeiðarafel
øgunum, vóru eisini umboð
fyri Starvsmannafelagið,
Føroya Handverkarafelag,
felagið hjá sjúkrarøktara
frøðingum og Yrkisfelagið
hjá fíggjarstovnum í Føroy
um við á fundinum í fíggjar
nevndini.
Vælbjargað fáa alt
Ingeborg Vinther sigur, at
útrokningar hjá arbeiðarafel
øgunum vísa, at skattalættin
vendir fullkomiliga skeivt,
tí tað vera tey við háløntu,
sum fáa næstan alt, men tey
lágløntu fáa næstan onki.
- Útrokningar vísa, at
tann hálønti, sum forvinnur
eina millión um árið, fær
11-13 ferðir so høgan skatta
lætta í 2007 og 2008 sum
tann láglønti fær, ið vinnur
millum 150.000 - 200.000
krónur um árið.
Serliga vónbrotin eru
fakfeløgini av, at tað skal
vera javnaðarflokkurin, ið
stendur á odda fyri einum
so sosialt ójavnum og órætt
vísum skattalætta, sum tey
taka til.
- Javnaðarflokkurin er
bygdur á javnaðarhugsjón
ina og hevur til stavnhald at
burturbeina sosialar ójavnar
og sosialt órættvísi. Tí eigur
Javnaðarflokkurin ikki at
stuðla ultraliberala skatta
politikkinum hjá Bárði
Nielsen, landsstýrismanni
í skattamálum og Fólka
flokkinum, sigur Ingeborg
Vinther.
Hon heldur, at meiningin
við skattapolitikkinum kann
og eigur ikki at vera, at
skapa øktan sosialan ójavna
millum láglønt verkafólk
og háløntar lønmóttakarar.
- Skattapolitikkurin eigur
sjálvsagt heldur ikki at
úthola vælferðarsamfelag
ið, leggur hon afturat.
Kann skaða vælferðar
samfelagið
Tá ið fakfeløgini vóru í fígg
jarnevndini í gjár, fingu tey
eisini boðað frá, at hevur
landið ráð at geva skatta
lættar, má samgongan og
Javnaðarflokkurin syrgja
fyri, at teir venda sosialt
rætt.
- Skattapolitikkurin eigur
at verða eitt amboð, har
syrgt verður fyri, at breið
astu herðarnir bera tyngstu
byrðarnar. Skattapolitikkur
in eigur at vera soleiðis, at
tey við høgu lønunum rinda
ein rímiliga høgan skatt at
tryggja samhaldsfasta væl
ferðarsamfelagið Føroyar.
Tí staðfesta fakfeløgini,
at skattapolitikkurin hjá
samgonguni má steðgast,
tí hann hevur til endamáls
at geva teimum tann størsta
lættan, sum hava minst tørv
á honum.
-
Skattagrundarlagið
má vera á slíkum støði, at
landið hevur ráð at menna
vælferðina á pensjónsøkin
um og øðrum økjum, sum
eru afturúrsigld.
Tí er beinanvegin neyðugt
at taka av ella hækka lægstu
fyritíðarpensjón, tí henda
pensjón er alt ov lág og má
eftir fátækramarkinum hjá
E. S. metast hon metast
at vera ein fátækrapensjón,
siga fakfeløgini.
Tey staðfesta eisini, at
búskaparfrøðingar hava boð
að frá, at skattapolitikkurin
hjá samgonguni er skaðilig
ur fyri landsbúskapin.
- Skattalættarnir, sum
eru í umbúna, kunnu
skaða vælferðarstøðið og
serstakliga kunnu teir skaða
vælferðarstøðið í framtíð
ini.
Fakfeløgini vísa á, at
búskaparfrøðingar
hava
mett,
at
skattalættin
kann seta enn meiri ferð
á búskapin, hóast ferðin
longu er ríkiliga stór. Hann
kann føra til príshækkingar
og lægri vælferð, tí minni
skattapeningur verður at
skapa vælferð fyri.
Samstundis vísa teir á, at
skattalættin kann ikki skapa
meira arbeiði og harvið
hægri arbeiðsinntøku til
arbeiðandi fólkið, tí allar
arbeiðsførar hendur eru í
arbeiði frammanundan.
Ingeborg Vinther sigur,
at sostatt er onki ið talar
fyri, at tað er forsvarligt
at lata skattalætta, soleiðis
sum samgongan ætlar.
- Men metir samgongan
framvegis, at landið hevur
ráð at geva skattalættar hesi
bæði næstu árini, má lættin
latast teimum, ið hava brúk
fyri honum og tað eru tey
yvir 12.000 verkafólkunum
her á landi, ið eru láglønt.
Ætlanin hjá samgonguni at
lækka skattin má steðgast
Ársinntøka
Netto skattalætti
Netto skattalætti
2007 + 2008
2003 - 2008
100.000 kr.
330 kr.
2.080 kr.
150.000 kr.
855 kr.
3.030 kr.
200.000 kr.
980 kr.
8.405 kr.
550.000 kr.
9.655 kr.
22.385 kr.
1.000.000 kr.
10.780 kr.
10.780 kr.
Hendan talvan vísir, hvat ymsir lænarbólkar fáa burturúr
skattalættanum, sum samgongan ætlar at fremja tey
bæði næstu árini. Útrokningar vísa, at tað eru tey, sum
forvinna ímillum 300.000 krónur og 700.000 krónur,
sum fáa mest í skattalætta, serliga tey, sum forvinna
rundanum eina hálva millión um árið.
Kvinnur og politikkur
Mikudagin skipar Føroya Val fyri einum fundi í sambandi við kjakið um, at so fáar
kvinnur eru uppi í politikki, og hvat kann gerast fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politiska
arbeiðið. Gestarøðarar á fundinum verða løgtingskvinnurnar Annita á Fríðriksmørk og
Lisbeth Petersen, Rósa Samuelsen, borgarstjóri og Kaj Leo Johannesen, floksformaður.
Fundurin verður í hølunum hjá Starvsmannafelagnum og byrjar kl. 19.30.
Sama veiða - nógv hægri prísir
Sambært Hagtovuni var áleið sama nøgd avreidd fram til oktobur mánað í ár, sum
sama mánað í fjør. Men virðið á avreidda fiskinum var 88 miljónir hægri enn í fjør.
Avreidd vórðu sløk 111 túsund tons í ár móti sløkum 110 túsund tonsum í fjør. Her
eru tald upp í øll fiskasløg, skeljadýr eins og rogn og livur.
Virðið á avreidda fiskinum var harafturímóti 88 miljónir hægri. Avreitt var fyri eina
milljard í ár, afturímóti 918 miljónum í fjør. Vøksturin er sløk 10 prosent, og stendst
sjálvsagt av, at prísirnir á flestu fiskasløgum eru uppfarnir. Eitt nú er avreiðingarprísurin
á toski, hýsu og upsa millum 1,5 og 2,5 krónur hægri í ár enn í fjør.
Metir samgongan framvegis,
at landið hevur ráð at geva
skattalættar hesi bæði næstu
árini, má lættin latast
teimum, ið hava brúk fyri
honum og tað eru tey yvir
12.000 verkafólkunum her
á landi, ið eru láglønt, sigur
Ingeborg Vinther