Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 228 - 24. november 2006 tíðindi - Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum ráða fyri borgum í dag, bara skjóta afturgjaldingina av kommunalu skuldini út í framtíðina. Tá ið vit ikki afturrinda skuld í so góðum tíðum sum hesum, er ilt at síggja, nær vit so skulu gera tað, siga Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen, býráðslimir í Klaksvík, sum eru órógvaðir av, at lánsskuldin hjá kommununi er trífaldað eftir fáum árum Kommunur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár høvdu býráðslimirnir í Klaksvík, Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen, eitt les­ arabræv, har teir vístu á, at ovurstóra trýstið á komm­ unala búskapin, sum er í hesum tíðum, setir ferð á skuldarbindingina av Klaks­ víkar kommunu. Teir fýltust á, at kommunan ikki tekur avleiðingarnar av hesum beinanvegin og hækkar skatt­in. - Kommunali búskapurin er hitaður munandi seinastu árini, og hetta sæst aftur á fíggjarætlanini fyri 2007, sum triðja árið á rað javn­ vigar við stórum halli. Rani, sum er partur av meirilutanum og Kristian, partur av minnilutanum í bý­ráðnum, vísa á, at brutto­ skuldin hjá Klaksvíkar kommunu var komin niður á stívliga 72 mió krónur í 2004, men við samtyktu fíggjarætlanini fyri 2007, kann væntast, at skuldin um eitt ár verður út við 150 mió krónur, og tá eru møguligar eykajáttanir fyri 2007 ikki tiknar við. - Í løtuni er skuldin hjá kommununi góðar 92 mió krónur, og av hesum eru 60 mió krónur eldri enn 15 ár, siga teir báðir. Tað, sum eisini órógvar Rana og Kristian, er óvissan um, hvussu fíggjarliga støð­ an hjá kommununi verður í 2008 og frameftir, tá ið stóru kommunalu íløgurnar skulu gerast, eitt nú í mið­ býnum, skúlunum og á eldraøkinum. Í fíggjarætlanini fyri 2007 eru heldur eingir avdráttir at síggja, og tí spyrja teir báðir – í samgongu og andstøðu - nær kommunan fer at byrja at rinda skuldina aftur. - Tá ið vit ikki afturrinda skuld í so góðum tíðum sum hesum, er ilt at síggja, nær vit so skulu gera tað. Rani og Kristian vísa á, at tá ið kommunalu politik­ ararnir ynskja eina so búskaparliga aktiva komm­ unu, sum eisini fíggjar­ ætlanin fyri 2007 ber boð um, halda teir, at hesir áttu at tikið avleiðingina av hes­­um og beinanvegin økt skatt­in. - Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum ráða fyri borgum í dag, bara skjóta afturgjaldingina út í fram­ tíðina, tí tá verður tað mun­ andi dýrari at fáa bilbukt við skuldini. Á almennum býráðsfundi týskvøldið mæltu teir báð­ ir tí til at hækka skatta­ prosentið. - Vit mæltu í fyrstu at­ løgu til at hækka skattin við 1%, men uppskotið fekk bert okkara atkvøðu. Í aðru atløgu mæltu vit til at hækka skattin við 0,5%, og tá tóku tveir aðrir bý­ráðslimir undir, men tað var sjálvandi ov lítið til at fáa málið samtykt. Orsøkin til, at Rani og Kristian mæltu til at hækka skattaprosentið, er fyri at byrgja uppfyri, at bú­ skapurin gerst alt ov heitur. - Vit hildu hetta vera rætt, so vit í nóg góðari tíð kunnu taka neyðugu fyrilitini og fáa kølt búskapin niður aftur. Teir halda, at tað sakt­ ans kann vera rætt at ”ekspandera” búskapin” og økja skuldina í einum avmarkaðum tíðarskeiði. - Men vit eiga sanniliga eisini at taka avleiðingarnar av hesum og tryggja okkum, at rímiligt lutfall er millum tað, vit samtykkja og tað, vit krevja inn í skatti. Rani og Kristian ásanna, at tað ivaleyst er í góðum tíðum, at tørvurin á neyvari fíggjarstýring er størstur. Borgararnir mugu kenna Sancy seldur Partafelagið Moyggjartúgva í Vági hevur selt djúpvatnstrolaran Sancy. Eitt nýstovnað felag í býnum hevur keypt skipið. Felagið hevur fingið navnið Sancy Trawl, og høvuðeigarar eru íløgugrunnurin Kveiking, smápartafelagið Rock, handverkarafelagið, partafelagið Tvøran, Hans í Líðini og Stuðulsgrunnurin fyri Suðuroyar Sunnaru helvt. Moyggjartúgva átti eisini trolaran Rock Amadour, sum varð seldur einum felag í Vági fyrr í ár. (Kelda: www.sudurras.fo) Góðir lemmar Sea Bat-lemmarnir, sum lemmavirkið Rock í Vági ger, vísa seg at rigga sera væl. Hesir lemmarnir eru til flótitrol, og í summar royndi Enniberg teir við sera góðum úrsliti. Nú hevur Finnur Fríði eisini fingið sær Sea Bat-lemmar, og skiparin, Bogi Jacobsen, sigur við Suðuroyarportalin, at lemmarnir rigga sera væl og ganga væl í sjónum. Hans J. Joensen, sum er stjóri á lemmavirkinum í Vági, sigur, at áhugin fyri lemmunum er stórur.