fríggjadagur 24. november 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
9
tíðindi
Pát við báðar
Sosialurin hevði vitjan av
Rana Nolsøe og Kristian Eli
Zachariassen á gólvinum á
Norðoyaredaktiónini í gjár.
Rani, sum situr á aðrari
setuni í býráðnum, er eitt
nú formaður í heilsu-og
umhvørvisnevndini, byggi-
og býarskipanarnevndini og
limur í mentanarnevndini.
Kristian,
sum
fyrstu
ferð situr í býráðnum, er
limur í fíggjarnevndini,
havnanevndini, mentanar
nevndini og í staðbundnum
nevndum.
Kristian sigur, at hann sum
fíggjarnevndarlimur sum so
tók undir við tilmælinum
um fíggjarætlanina fyri
2007.
- Men hinir fíggjar
nevndarlimirnir vistu, at
eg helti tann vegin, at eg
á býráðsfundinum kundi
skjóta upp at hækka skatt
in, og tað var tað, sum
eg og Rani gjørdu, tá ið
fíggjarætlanin kom til enda
liga viðgerð og støðutakan.
Rani og Kristian vísa á, at
skattaprosentið í Klaksvíkar
kommunu er 20,75%, og tað
gevur einar 126 mió krónur
í skattainntøku í 2007.
- Høvdu vit hækkað
skattaprosentið við ein
um prosenti, hevði hetta
merkt einar 6 mió krón
ur í eykainntøku, og tað
hevði
longu
bøtt
um
úrslitið. Tá hevði skuldin
hjá kommununi heldur ikki
vaksið so nógv, sum útlit
eru til, at hon fer at veksa
tey næstu árini.
Báðir eru teir samdir
um, at skatturin er ríkiliga
høgur sum er – og at málið
má vera, at skatturin í fram
tíðini lækkar.
- Men skal skatturin lækk
ast seinni, er neyðugt at
hækka hann nú, tí annars
eru eingi útlit til eina lækk
ing seinni.
Uttan í løtuni at kunna
siga, at tað er skeivt, vísa
teir báðir á, at kommunan
hevur ”involvera” seg ógvu
liga breitt.
- Nógv er sett út í kortið,
og av hesum er nógv, sum
ikki er framt í verki enn.
Tí er spurningurin, um vit
alla tíðina skulu taka ”nýtt”
inn heldur enn at royna at
fremja tað, sum longu er
slóðað fyri. Vit mugu eisini
ansa eftir, at kavabólturin
ikki fær ov nógva ferð.
Teir ásanna, at tað hóast
alt eru fleiri áhugaverdar
privatar verkætlanir, sum
kommunan næstan ikki
kann siga nei til. Hetta eru
góðar verkætlanir, sum
kunnu føra til stóra menn
ing í kommununi.
- Vit eru soleiðis ógvuliga
fegnir fyri ta menning, sum
verið hevur í kommununi
seinastu árini.
Teir nevna eitt nú Klingru
garð, sum hevur eydnast
ógvuliga væl og góðhavnina
í Ánunum, sum er vorðin
bæði størri og nógv dýrari
enn upprunaliga mett – og
handilsmiðdepilin,
sum
ætlanin er at byggja í Klaks
vík.
- Tað vil altíð vera soleið
is, at tað eru nøkur viður
skifti, sum skulu uppfyllast
– og vera í lagi, um ein
kommuna skal mennast.
Vit mugu loysa grundøkja
tørvin, skúlaviðurskiftini,
barnaansingartørvin, veg-
og kloakkviðurskifti, og vit
mugu syrgja fyri, at tey
gomlu hava tað gott.
Í 2005 bleiv kommunu
skuldin hjá Klaksvíkar
kommunu umfíggjað eftir
avtalu við fíggingarstovn. Í
hesum liggur, at rentan varð
løgd føst, og kommunan
fekk í hesi avtalu tvey
avdráttrarfrí ár. Soleiðis
rindar kommunan eingi
avdrøg í 2006 og 2007, men
bara rentur av skuldini.
- Tað er órógvandi, at
kommunuskuldin er vaksin
so nógv seinastu árini, har
vit koma at hava stórt hall á
fíggjarætlanini trý ár á tað.
Hetta merkir, at samlaða
skuldin hjá okkum er vorðin
trífaldað eftir trimum árum.
Meðan útreiðsluvøksturin
hevur verið 10%, hevur
inntøkuvøksturin bert verið
5%, og tað er hetta, vit vilja
vísa á, so borgin veit, hvar
vit standa.
Býráðslimirnir
halda,
at borgarar í Klaksvíkar
kommunu eiga at kenna
búskaparligu realitetirnar
og tað, sum teir vilja vísa
á longu nú, er tað neyðuga
í at halda fast um ein
búskaparpolitikk, sum í
longdini hongur saman.
- Vit kunnu ikki bara
sleppa endanum og lata
standa til í tíðum sum
hesum, siga Rani Nolsøe og
Kristian Eli Zachariassen.
búskaparligu realitetirnar
Rani Nolsøe og Kristian Eli Zachariassen ásanna,
at tað saktans kann vera rætt at ”ekspandera”
búskapin” og økja skuldina í einum avmarkaðum
tíðarskeiði. - Men vit eiga so sanniliga eisini at
taka avleiðingarnar av hesum og tryggja okkum,
at rímiligt lutfall er millum tað, vit samtykkja og
tað, vit krevja inn í skatti
Mynd: Vilmund Jacobsen
Heldur um fjørðin
Leiðslurnar í kommununum í Sandoynni hava eftir øllum
at døma lítlan hug at leggja oynna og Skúvoyar kommunu
saman í eina kommunu. Borgarstjórin í Skopun hevur sagt
nei, og kommunurnar á Sandi og í Skúvoy hava svarað
landsstýrinum, at tær hava líka góðan hug at leggja saman
við Tórshavnar kommunu. Borgarstjórin í Skálavík, Palli
Jacobsen, sigur við Dimmalætting, at tað er náttúrligt at
leggja saman við Suðurstreymoy.
Listaframsýning
Mánadagin í næstu viku letur listakvinnan Ann Højgaard
Slot upp listaframsýning í Glarsmiðjuni í Dr. Jacobsensgøtu
7 í Havn. Á framsýningini, sum er opin til 1. desember,
hevur hon 22 nýggjar akryl- og akvarelmálningar, og
myndaevnini eru fuglar, fuglabjørg og bygdalýsingar.
Listakvinnan, sum býr í Århus, er útbúgvin lærari, men er
nú farin undir útbúgving til ídnaðarsniðgeva. Framsýningin
í Glarsmiðjuni er opin kl. 10 til 17.30.