Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 228 - 24. november 2006 Í vikuni varð lagt fram eitt satt bókmentaligt val­ a­verk um stóra listamálara okkara Mikines. Tað er íslendska forlagið Nesútgávan, ið gevur út og navnframi íslendski listasøgufrøðingurin Aðalstein Ongólfsson hevur skrivað tekstin. Eisini okkara egni Bárður Jákupsson hevur medvirkað til, at henda bók er vorðið eitt framúr gott og prýðiligt valaverk. Mikines var okkara fyrsti yrkislistamaður, og hann hevur meira enn nakar annar av okkara mynd­list­a­fólk­um gjørt Føroyar kendar uttan fyri landoddarnar. Í ár hevði hann verið hundrað ár, og hevur íslendska forlagið gjørt av at heiðra hendan føroyska listamannin við hesi bæriligu bók. Hetta tænir íslendingum til miklan sóma. Tað skal her vera nevnt, at føroyskir stovnar og fyritøkur hava stuðlað bókaverkinum fíggjarliga, og hetta eiga øll at fegnast um. Landsstýrismaðurin gjørdi í síni røðu við fram­ løguna vart við, at Mikines hóast hann sum ungur listamaður møtti bæði vælvild og virðing ímillum manna, bar ikki til hjá honum at støðast í Føroyum. Her var ikki eitt listaligt umhvørvi, hann kundi trívast í, og ongar avbjóðingar, hann kundi mennast av. Sum frá leið fór hann at kenna seg einsamallan og avbyrgdan. Endin varð, sum kunnugt, at hann gjørdi av at fara av landinum aftur og búseta seg í stórbýnum, og fjórðingsøld skuldi ganga, áðrenn eitt rættiligt listaligt umhvørvi fór at mennast her í Føroyum. Tað er tó eingin, sum ivast í, hvaðani íblásturin til myndirnar kom frá. Her var tað ikki stórbýurin men “periferiin”, sum var avmyndað á løriftinum, segði landsstýrismaðurin í røðu síni. Landsstýrismaðurin gjørdi annars vart við, at ment­ a­politikkur snýr seg m.a. um at skapa karmar og umstøður so góðar sum til ber, til tess at listin ikki bert kann kveikjast men eisini búnast og mennast. Hetta er av størsta týdningi fyri eina og hvørja tjóð, at tær kreativu kreftirnar kunnu trívast. Fyri land okkara er tað umráðandi, at so mong listafólk sum møguligt kunnu og vilja støðast her heima. Hetta eru orð, sum øll eiga at kunna taka undir við, og nú eiga øll at fegnast um, at tað hevur eydnast frænd­um okkara fyri vestan hav at tryggja, at okk­ ara helst mæstasti listamaður hevur fingið eitt fram­úr sømiligt og prýðiligt eftirmæli og minni. Bók­in um Mikines eigur at gerast fólkaogn í Før­ oy­um. Sosalurin hevur stórt ummæli av bókini í týsdagsútgávuni. Sosialurin Eitt valaverk sum fólkaogn Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Sum so nógvr aðrir útisetar brúka vit dagliga alnótina - og serliga portalin - so vit kunnu fylgja við í tí, ið fer fram heima í Føroyum. Vit lesa sálarfrøði og sosiologi. Í gjár 22. november vakti ein tídindastubbi okkum ser­ligan ans. Hesin tíð­inda­ stubbin var ein samrøða, sum Politiken hevði við Óli Breckmann. Á portalinum varð partur av greinini citera: »Jeg har mærkelig for­ nemmelse af, at de typer, der skal pådutte os deres idéer om menneskerettigheder, er de samme, som forsøgte at pådutte os nazismen og kommunismen«. »»Ideologiske aktivister. Den nyere historie har masser af eksempler. Den mærkelige fredsbevægelse i Sydafrika. Og senere den politiske sekt, som kalder sig miljøaktivister. De er fuldstændig skrupskøre – alt det her med hul i luften, og nu smelter isen...« Du har erklæret, at for­sla­get er med til at  »pervertere en hel genera­tion« – hvad mener du egent­­lig? »Jeg  tænker på, at de politiske aktivister vil have os til at tage hensyn til  alle minoriteter. Pædofile, pyro­ maner, kleptomaner ... Faktisk er jeg  bange for, at denne lov kan knække over i, at vi skal til at be­ skytte  pædofile«. Aftan á at vit høvdu lisið brotið á portalinum fingu vit fatur í tí upprunaligu samrøðuni, og mugu vit siga at ikki var hetta im­ponerandi lesnaður. Mangt hevur Óli úttalað seg um gjøgnum ár og dagar um racismu, átrúnað og nú kynsliga orientering, so eftirhondini burdi einki kunna sjokerað. Men har fóru vit skeivar. Tak ikki feil, talifrælsið og skrivifrælsið leingi livi, men pínadoyð mátti Óli hugsað seg betur um, hvat ljós hann setur føroyingar undir. At ein lærdur maður skal fara so vítt sum at samanbera hetta kjakið vid nazismu og kommunismu er í okkara verð rein “óvidenheit”. Tá man úttalar seg so, so veit man veruliga ikki betur. Neyðars Óli, eitt er tað at hann ikki vil taka umtalaðu lógina í gildi, men har frá til at niðurgera tey, ið ikki eru við somu hugsan og tey samkyndu, líkist ongum. Alt botnar veruliga í umberingum: sum um pedofilar, kleptomanar og pyromanar verda vard av hesi lóg. Hattar er reint uttanumtos. Við at nevna hesi í sama bólki, so er tað tað sama sum at siga, at homosexualitetur er ein sálarlig sjúka, tí tað er jú tað, pyromani og kleptomani er. Sig heldur sum er Óli, at homoseksualitetur er nakað, ið tú tekur avstand til, men far ikki og mála fanan á veggin. Í samrøðuni sigur Óli so: ”Måske er det mig, der er ude af trit med udviklingen”. Og í hesum hevur Óli púra rætt í! Hvussu skal man sum føroyingur kunna siga at hetta er OK. Óli umboðar ikki bara sín flokk men alt Føroya land, tá hann í donskum fjølmiðlum út­talar seg um hesa lógina: at hon nokk endar við at verja pedofilar. Við hesum orðum í huga, hvat fær Óla Breckman at undirvurdera sínar egnu landsmenn so nógv? Hví heldur hann, at føroyingar ikki eisini kunnu ”takla” homosexualitet? Um vit hyggja at londunum rundan um okkum, so eru tey øll før fyri at lóggeva fyri øllum borgarum, ikki bara teimum útvaldu. Sjálvandi kunnu Føroyar eisini tað, hví skulu vit altíð vera rosin­an í pylsuendanum! Nógv fyri at vit sum útiset­ar skulu ganga runt og skamma okkum av at vera føroyingar. Fyri okkum er tað eitt sindur ógreitt, hvat mein­ ingin við greinini er. Tí tá man byrjar at lesa er tað, sum um vit fara at lesa okkum fram til meiningina hjá Óla um grein 266b, men so tekur Óli nazistar, kommunistar og við hansara egnu orðum, skrupskørir umhvørvisaktivistar við upp í prátið. Eitt má Óli also hava í huga, við at úttala seg soleiðis hevur hann ikki bara fingið Før­oyar til at virka sum um vit eru blivin bumbað aftur í 2. Veraldarbardaga til Hitler, men at tað er hann sum kemur til at virka ”skrupskør”, stakkals Óli. Stór skomm! Hendan samrøðan við Óla er í okkara verð alt ov nógv av tí góða. Gott nokk er Óli kendur fyri at vera hvassorðaður og kanska í eygunum á summum – heldur órættvísur. Men men…nú mugu vit vakna, vit halda at í hesum førum er Óli farin ov langt við sínum útsøgnum, man kann ikki lata eina sovorðna útsøgn fara framvið uttan at steðga á og hugsa: hvar sker?? Tað ringasta av øllum er nokk tað, at um Óli stillar upp aftur á næsta vali, so verður hann allarhelst afturvaldur! Grein 266b er fyri at tey samkyndu skulu blíva líka vird í føroyum. Um hendan lógin kemur í gildi, so vísir Føroyar á, at fólk vera góðtikin líkamikið húðarlit ella kynsligari orientering. Og hon verjir tey í móti ágangi og happing. Men tað er ikki hjá borgarunum trupulleikin liggur, tí hvussu skulu vit føroyingar hugsa, tá tað eru okkara hægstu myndugleikar, ið eru teir skjótastu til at peika fingrar og happa tey samkyndu. Skamma teg Óli Breck­ mann! Marjun Tróndarson og Katrin Helgadóttir Skamma teg Óli Breckmann Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. viðmerkingar