Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 24. november 2006 11 tíðindi Í lesarabrævi í bløðunum í gjár skuldsetir Tórbjørn Jac­ ob­sen, løgtingsmaður, blaðið Trú­boðan millum annað at vera dømandi, partapolitiskt, at lata seg prostituera og at føra propaganda. Hetta í sambandi við samrøðu, ið blaðið hevði við Alfred Ol­sen, løgtingsmann, fyrr í vikuni. Eg vil greitt afturvísa øll­ um ákærunum. Tann gløggi lesa­rin dugir helst skjótt at síggja, at ikki kann vera nógv hald í skuldsetingunum, tí sjálvt yvirskriftin á greinini ”Ikki fyrimunur at vera rein­ ur kristiligur flokkur” ber boð um, at Trúboðin ikki er partapolitiskur. Trú­boðin er heldur ikki nak­að annað av tí, sum skuld­seting­ar­ nar ljóða uppá. Tann, ið ikki kennir blaðið framm­ anundan, kann lesa tað og fáa sjón fyri søgn. Veljarafeløgini mugu síggja til at sama tal á kvinnum og monnum á valevnislistun­um kring landið til komandi val. Tað er einasti demokratiski háttur, ið tryggjar, at fleiri kvinnur koma framat í poli­ tikki. Skulu vit koma nærri al­heimsgerðini, globali­ ser­ingini og Visjón 2015, eiga vit at fáa fleiri kvinnur á komandi valevnislistar kring landið. Harvið skuldi møguleikin verið størri at fingið fleiri kvinnur valdar. Kvinnurnar eru í dag undirumboðaðar í løgting­ inum, men ørsøkirnar eru fleiri, og tað kunna vit blíva við at kjakast um. Men hyggja vit frameftir til komandi løgtingsval, kunnu vit byrja við uppstillingini og seta okkum sum mál, at tað vera líka nógvar kvinnur sum menn á valevnislistum. Tað er mín sannføring, at um talið á kvinnum og monnum er eins nógv á komandi valevnislistunum, verða fleiri kvinnur valdar á ting og vit fáa eitt javnari býti millum kynini. Um vit náa helvtarbýtinum til komandi val er ivasamt, men møguleikin er nógv størri til valið 2012, um hetta verður málsetningurin longu til komandi val. Men høvuðsábyrgdin ligg­ ur hjá kvinnunum sjálv­um, tí tær mugu verða meira sjónligar úti í veljara­ feløgunum, lata við seg koma, geva seg til kennar og luttaka aktivt, og ikki bara verða settar á listarnar hjá flokkunum, »fyri at hava tær við«. Hetta skal ikki mis­skjilj­ ast, men eg kann bert staðfesta hetta frá mínum egna veljarafelag. Hinvegin havi eg eisini varðhugan av, at so er í allarflestu veljarafeløgum og flokkum kring landið. Men eg skal eisini taka í egna barm og viðganga, at veljarafeløgini og flokkarnir hava ikki havt tær røttu dagskráirnar, sum viðkoma kvinnum, og hetta er allarhelst viðvirkandi til, at tær eisini her eru undirumboðaðar. Tað hava verið nógv tiltøk, fundir og fyrilestrar um umboðanina hjá kvinnum í býráðum, bygdarráðum og politikki sum heild, og harvið er »banin kritaður upp« og eftir stendur so hjá okkum, sum eru vald í veljarafeløgini, at manna liðið við líka nógv­um av báðum kynum. Restin stend­ ur so til ta demo­kratisku skipanina. Sjálvur taki eg ikki undir við, at lóggivið verður fyri kynsbýtinum. Kvinnur í politikki – ein uppgáva hjá veljarafeløgunum formaður í Føroya Val Annfinn Brekkstein blaðstjóri Frants Jensen Petur Skeel gevur sína forsøgn uppá veðrið um vikuskiftið VEÐRIÐ Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Eitt djúpt látrýst fer fram­við Føroyum eystanfyri leyg­ar­ kvøld­ið og sunnunáttina. Tað gevur nógvan vind, kanska storm eitt skifti av landnyrðingi, seinni av útnyrðingi. Tað verður eis­ ini regn um vikuskiftið. Sunn­u­dag seinnapartin kann væntast gott veður og sólin kemur framm. Sunn­u­kvøldið verður aftur vind­ur av landsyningi og mánadagin regn. Týsdagin verður lágætt, og tað verður lýtt. Petur væntar ikki, at tað fer at kava um vikuskifti. Ei heldur kunnu vit vænta hálku á vegnum. Men nógv regn og nógvur vindur. Eitt baldrutt vikuskifti Trúboðin er ikki partapolitiskur Nú nærkast dagurin at tunn­ ils­bólkurin skal leggja álit fram um farleið um fjørðin og suður á Streymoynna. Hvussu sambandið um fjørð­in verður er ein sera týð­andi partur, og eftir míni meting er hettar eitt av­gerandi punkt í hesum tíð­um har samanlegging er nógv frammi. Ja onkur hev­ur hug at leggja saman, ja bert fyri at leggja saman, utt­an so mikið sum at vekta fordeilir og vansar, bert vera stórir tað er nokk, nei líka myki hvat vit gera her á fjørðinum vera vit ikki nøkur stór kommuna, og skulu vit vera tað?? Ja hvønn veg skal Sjóvar kommuna fara?? Tá tunnilin er komin suður til Tórshavnar kommunu eru enn fleiri møguleikar opn­ir, fyri samanlegging av ­kommu­num. Um sambandi um fjørð­in ikki veðrur so stutt sum gjørligt og so brúk­a­r­a­vin­ arlig sum til ber, so er tankin við at fjørðurin verð­­ur ein eind eitt sindur fjarari. At sambandi um fjørðin verður so gott sum gjørligt, at sjálvt teir ynsktu bog­ar­arnir eisini kunnu ferðast trygt má vera ein treyt, um hugsa verður um fram­tíðina. Skulu vit ikki menna skúl­ aøkið. Mentan ja alt sam­band sum er innan komm­unumark og langt út um eisini. Eg vóni tit hava slept hes­um einsporaða tonkum og bert start tykkum blind­ar av at holi skal upp í kjallaranum hjá tykkum á eystara armi, um so er, er bert at bora beint í toftavatn , so er tann perlan eisini strika av kortinum. Nei lati okkum fáa eitt sambandi um fjørðin so piltarnir kunnu vitja hvønn annan á hjólheystið, omm­ ur­nar kunnu spáka sær ein túr yvir um fjørðin at vitja ommubørnini, hett­ar er ikki bert hugna tank­ ar, men ramasta álvara, tank­ar­nir við boritorn og supertankarum inni í Skál­a­ botni er heilaspuni úr øðrum enda í annan, um hesi risa­ skip skulu inn á fjørðin, má ein djúphavn gerast longur úti á fjørðinum. Tá eg bleiv valdur í Sjóvar bygdaráð helt eg tað vera eina natúrliga gongd at Skálafjørðurin bleiv ein kommuna, tað var nógv sum talaði fyri tíð,tí tað vóru nógvar uppgávur sum landi ætlaði at leggja út á kommunurnar, ja nakrar stórar og tungar ætlanir, men hvat er hent, okkurt er skrumblað ígjøgnum og eingin peningur fylgir við, eldraøki er lagt á ís tí landsstýrismaðurin sær út sum hann ikki grynnur í løtuni. Tað samarbeiði vit hava við grannakommununa kundi bert veðri betur, ja nógv betur, Veðrur hugt aftur um bak eftir tunn­ils­ætlanina er ikki nógv at síggja til samarbeiði og fram­tíðar ætlanir,hvørki hvat tænir landsins besta og ei heldur grannunum á vestaraarmi, so her skulu heilt aðrir bollar í súpanina, um eitt samarbeiði ella møgu­liga samanlegging skal vera veruleiki um 10 til 15 ár. Samband um Skálafjørðin 490 Strendur Sonni Johansen Náttúrunnar syklus Vindurin togar nú aftur í greinarnar nær við at blása burt smásteinarnar soleiðis kann vindur vera ímóti trøunum men treisk hava gott tamarhald á bløðunum Men tá ið tað líður ímóti heysti hava tey kortini á bløðunum mist festið frá at vera grøn til gul ella brún rekast tey nú aftur um geilar og tún Børkur øll trø hevur í vetur vart í regni kulda tá ið veðrið var hart líka umráðandi sum klædningur á veggi ella um tú vilt skalið á einum eggi Nú so berar upp í luft peika greinar hendinga fuglur uppiyvir leikandi sveimar hatta var tað sum trøini høvdu at bjóða í ár lætta har ta sól luftløgini nú brádliga vár Um tað mundið børnini fara út aftur at spæla tykist grønka á fjøllum og farið at nala ber berligheit burtur aftur vaksa gomul strá er kerligheit turkur lætnar vaksna gloymda trá Nú stendur alt í fagrasta blóma prýðkar bæði bygd og bý til miklan sóma fuglar aftur kunna reiðrast uppi á grein nærkask nú summar heiðrast skal teirra heim Niðri í jørðini røturnar hava havt nógva saft fyri at klára veturin og várið við nýggjari kraft staðið hava leingi í nógvari sevju og tøð burtur komin úr evju og bera aftur bløð Summar vælafturkomið tú vera skalt nýggju mánaðir síðani síðst mangan var kalt við lívgandi sól og summar hita ofta vár longsul úti aftur kunna at sita Sita við vikublaðnum og lesa blaðgreinarnar aftaná vind og teir fuknu smásteinarnar ella hava eyguni vend á greinarnar við blaði ið nú veksur aftur á hvørjum einasta træi Óla Jákup Thomsen