fríggjadagur 24. november 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 24. november 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgisøgurnar
greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu,
sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men
hon vildi ongum játtast, tí at Kristus var hennara sanni
brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og
varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har
eitt katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara. Navnið
er grikst og merkir hin reina, hin óspilta
26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur fúrstasonur,
sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og biskupur. Hann
læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús og kleystur. Varð
skýrdur halgimenni í 1123. Konrad er týskt navn og kemur
upprunaliga av einum orði, sum merkir hin ráðatøkni.
27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður
umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir
av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu.
Í dag, 24. novembur, verður Hergerð
Hansen í Vági 70 ár.
Hóast hon ikki er nakar ársungi, so
má sigast, at hon ber sín aldur væl.
Hergerð er elst av børnunum hjá
Alfridu og Palla í Tøðuni í Vági.
Tá ið realskúlin var farin afturum,
gekk hon eitt skifti við posti.
22. februar 1958 giftist hon við
Ellingsgaard Hansen úr Sørvági, og tey
búsettust á Brekkubø. Børnini fingu
tey 4: Palla, Jakobinu, Allu og Jákup.
Meðan børnini vóru smá, var
Hergerð heima. So stóð hon í handli
í nøkur ár.
Síðan royndi hon seg m.a. sum
heimahjálp og dagrøktarmomma.
Hesi seinru árini hevur hon bundið
mangt eitt plaggið!
Tá ið okur vóru óvitar, var ein kona,
sum náddi dustsins aldur, ein gomul
kona! Myrku klæðini og turriklæðið á
høvdinum gjørdu sítt, men liviháttur og
verumáti... alt bar brá av ellisárum.
Soleiðis er ikki longur. Og takk og
prís fyri tað! Hví skulu fólk gevast
at liva – um lív og heilsa annars eru
hampilig - bara tí, at dópsattestin sigur
sjeyti?
Hjá Hergerð og Ellingsgaard var
eitt slag av tilhaldi, tá ið tiltøk av
ymiskum slagi vóru í Vági. Mangir eru
teir tónleikarar - frá Kristiani Blak til
Holger Lauman - sum hava sitið væl á
Brekkubø!
Og hvør minnist ikki reyðu
tjaldleguna við Ryskivatn, tá boð komu
sunnumorgun eftir kokki at gera sós.
Sangur og tónleikur hava altíð havt
sín týðandi leiklut í heiminum hjá
teimum. Tað er ikki av ongum, at Palli
og Jakobina hava gjørt vart við seg á
føroyska tónleikapallinum.
Ellingsgaard, sum var heilsuveikur
tey seinru árini, andaðist á sumri
2000.
Føðingardagsbarnið dugir – við sínum
unga sinni – at taka sær av løttum, tá ið
høvi býðst. Og tað kemur meira enn so
fyri, at munnharputónarnir berast um
Brekkubø, tá ið trivið verður í onkran
av teimum góðu, gomlu sjelarunum.
Eg og míni fara at ynskja Hergerð,
stórusystir, hjartaliga til lukku við føð
ingardegnum, nú hon fer um tey sjeyti,
sum ein av yngstu pensionistunum í
landinum!
Lítli beiggi
Hergerð Hansen í Vági 70 ár
28. juni fingu JanaMari Olsen og Ragnar Hansen, Vágur,
tvíburar - dreingir. Tann eini var 35 cm. langur og vigaði 680
gr. og hin var 37 cm. langur og vigaði 740 gr.
9. november fingu Annie og John Henrik Holm, Vágur, ein son.
Hann var 57 cm. langur og vigaði 4370 gr.
15. november fingu Anne og Ragnvaldur Davidsen, Ålsgårde,
Danmark, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2870 gr.
16. november fingu Barbara Nolsøe og Karl Øster, Tvøroyri,
búsitandi í Keypmannahavn, ein son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3914 gr.
16. november fingu Sólrun og Egin Fríði Ørvarodd, Viðareiði,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3725 gr.
17. november fingu Óluva Samuelsen og Virgar Fagraklett, Kolla
fjørður, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3800 gr.
19. november fingu Linda Jensen og Allan við Rætt, Toftir, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4350 gr.
19. november fingu Andrea Mouritsen og Heri Reynheim,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4200 gr.
21. november fingu Anja Haraldsen og John Gudmundsen, Sør
vágur, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3080 gr.
22. november fingu Berit Joensen og Poul Leon Danielsen, Sør
vágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4250 gr.
Føðingar
28. oktobur fingu hesi
fittu børn, Jákup og Eva
Døgg eina systir, hon eitur
Hanna Bjørk. Her er hon
12 tímar gomul.
Hesin stolti stóribeiggin,
sum eitur Thomas,
fekk 8. okt. 2006 ein
lítlabeiggja, sum kallast
Simon. Foreldrini
eita Eyðdis og Allan
Helleskov, tey búgva í
Danmark
Leygardagin 11.
nov. 2006 fingu
Randi og Símun
Jóannesarson
Hansen, Keypmanna
havn, ein son. Hann
vigaði 3930g og var
53 cm langur.
Leygardagin tann 11. nov
embur fingu Joan Jacobsen
og Peter Mouritsen, Freder
iksberg, eina dóttur. Hon var
48cm long og vigaði 2690 gr.
15. novembur fingu
Annie og Dánjal eina
lítlasystir, hon eitur
Sólja. Hon vigaði 3600
gr og var 52 cm long.
Foreldrini eru Eydna
D. og John V. Petersen,
Norðragøta.
Mikudagin 22. november andaðist
Erling Poulsen, ættaður úr Vági,
búsitandi í Havn, á Suðuroyar sjúkra
húsi, 82 ár gamal.
Erling var vágbingur og útbúgvin
lærari. Hann var lærari í Vági í 36
ár, frá 1952 til 1988. Hann var eisini
deknur í Vágs kirkju frá 1967 til
1978. Tá Føroya Lívstrygging varð
stovnað í 1967, varð Erling ein av
fyrstu umboðunum í Suðuroy. Tá
hann gavst sum lærari í Vági, flutti
familjan til Havnar at búgva.
Annars er hann best kendur fyri síni
mentanarligu avrik. Hann hevur bæði
týtt og skrivað fleiri bøkur. Nakað av
tí hann hevur týtt hevur eisini verið
lisið upp í útvarpinum.
Í 1995 gav bókadeildin hjá Føroya
Lærarfelag út bókina “Mangt er
millum himmal og jørð”, sum Erling
skrivaði saman við Torkil Beder í
Fuglafirði, sum eisini er vágbingur.
Erling hevur m.a. eisini givið
út bøkurnar “Vikarbyrgi” (1990),
“Laura, Immanuel og Aldan ganga
burtur” (1992), “Smyrlarnir í
strandfarasigling” (1995), “Tjaldrið”
(1997), “Lopra – niðursetubygd og
hvalastøð” (1998), “Marité” (2000),
“Bjargingarroynd I” (2001), “Bjarg
ingarroynd II” (2001) og “Loranstøðin
við Eggjarnar” (2004).
Seinnu árini arbeiddi Erling á
Fornminnissavninum sum vaktar
maður.
Foreldrini hjá Erling vóru Josefina,
f. Thomassen, úr Vági, og Mortan
Poulsen, ættaður úr Víkarbyrgi.
Erling giftist við Lydiu Langgaard úr
Leirvík, tey fingu børnini Bjørghild,
sum býr á Argjum, og Mortan, sum
býr í Hoyvík. Lydia andaðist 10. juni
í 2002.
Erling Poulsen deyður