Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 228 - 24. november 2006 13 Davis Maria Rønstad, f. Jacobsen, ættað úr Klaks­vík, búsitandi í Oslo, andaðist 22. november, 71 ára gomul. Erling Poulsen, ættaður úr Vági, búsitandi í Havn, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi 22. nov­ ember, 82 ár gamal. Jarðarferðin verður úr Vestur­ kirkjuni sunnudagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Erling, kunnu lata KFUK eina peningaávu. Elilja Abrahamsen, Sørvági, andaðist á Ellis­ heim­inum í Vágum 22. november, 76 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju leygardagin kl. 13. Sálmabókin verður nýtt. Tey ið vilja minnast Elilju kunnu lata Ellisheiminum í Vágum eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Góða mamma, tað var tómligt at vera í Esbjerg, nú tú ikki er meira. Vit vóru í Danmark í feriu saman við gentunum í summar. Tær høvdu glett seg at sleppa niður í feriu hjá ommu, og tú gleddi teg eisini nógv at síggja tær, men soleiðis skuldi tað ikki vera hetta summarið. Tær minnast tey seinastu árini, vit hava verið og ferðast á Ulvervej. Tað var so hugnaligt, vit plagdu at fara túrar, ofta sótu vit úti um kvøldarnar, tá tað var gott veður. Eg hugsaði mang­ an, um tú mundi orka allan gangin, vit vóru so nógv, men spurdi eg teg, segði tú altíð, at børnum bleiv tú ongantíð móð av. Soleiðis minnist eg eisini barnaárini, altíð fult av fólki. Vit eru jú 8 systkin, og øll høvdu vit onkran heim við, tá plagdi tú at siga, at har hjartatúm er, er eisini húsrúm. Tú elskaði at hava nógv fólk rundan um teg. Tú hevur mangan havt tað strævið, mamma, tað havi eg mangan hugsað um, nú tá eg sjálv eigi børn. Tú var bert 37 ár, tá pápi doyði av sjúku, og tú sat einsamøll eftir við 8 børnum í aldrinum 5 til 17 ár. Eldri eg blívi, meira takki eg fyri tað, sum tú var og tað sum tú gav okkum systkjum. Aldrin havi eg hoyrt teg klaga yvir nakað, tú plagdi at siga, at tú fekk ikki meira á tínar herðar, enn tú kundi klára at bera. Tú og Oddfríður, fingu nøkur góð ár í Esbjerg. Vit systkin hava tær nógv at takka fyri Oddfríður, at tú var um mammu tey árini, hon var sjúk, tí tað var mangan strævið at vera í Føroyum og vita at mamma var sjúk, men at tú var har hjá henni, hjálpti so ótrúliga nógv. Í november seinasta ár flutti Sunnleyg niður til tykkum at búgva, og tú mamma var sera glað fyri tað, tað hoyrdi eg á tær, tit báðar høvdu altíð eitt serligt forhold. Tú bleiv eisini langomma til lítlu Emmu Sofíu. Minnist tá eg ringdi og fortaldi, at eg var blivin omma og tú langomma, hvussu glað tú bleiv. Jensa, Jákup og lítla Emma vóru og vitjaðu teg tíðliga í vár. Tað gleddi teg at síggja tey øll, serliga lítlu Emmu. Hesi seinnu árini tú hevur verið sjúk, hevur tú verið so ótrúliga sterk, altíð við teimum somu orðunum »ikki stúra, tað skal nokk ganga«. Eisini í seinastuni, tá tú fekk tikið bæði beinini, spurdi eg teg, um tú stúrdi, tá svaraði tú bara »teir munnu vita hvat teir gera«. Mamma, tað seinastu vikuna ið tú livdi, og vit vóru hjá tær á pleygu­heiminum, og sjálvt um tað mangan vóru tungar løtur, so vóru tær samtíðis so ótrúliga gevandi. Tú var so avklárað við alt, lá har so friðfull, vit spældu tónleik, sum vit vistu tú dámdi og vit sungu sangir fyri tær, sum eg minnist at tú plagdi at syngja, tá vit vóru børn. Har komu fólk at vitja, alt var so pent mamma, har kom eisini ein trú­ boðari og hevði eina andakt saman við okkum, tú var veik tá mamma, men tú hugdi uppá hann alla tíðina, meðan hann læs úr Bíbliuni og las Faðir Vár. So sovnaði tú aftur, men vit sóu, at tú fekk alt við, og tú var trygg. Eg sakni teg so ótrúliga nógv mamma, tú fylti so ótrúliga nógv í okkara lívi. Serliga sakni eg teg nú, tí um tú hevði verið á lívi, hevði tú havt føðingardag tann 22. november og so jólini, sum nærkast. Men samtíðis følist tað gott, at vita, at tú hevur fingið frið, ert sloppin heim til pápa, sum tú longdist eftir, og at tú ikki skalt stríðast meira. Takk fyri alt mamma, og hvíl í friði. Sóleyð Minningarorð um mammu mína Sølvá á Gerðisbakka f. 22. november 1937 · d. 2. juni 2006 nøvn Brúdleyp Leygardagin 25. november kl. 12 verða Marita Absalonsen og Oliver Hansen vígd í Filadelfia, Tórshavn. Døgurði fyri innbodnum. Frá kl. 19 opið hús í bygdarhúsinum í Vestmanna. 60 ár Mikudagin 22. november fylti Tóra í Horni, Sandavágur, 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 25. november kl. 19.00 í SÍF-húsinum. Øll eru vælkomin. 70 ár Í dag, 24. november verður Hergerð Hansen í Vági 70 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Hergerð, eru vælkomin í heimið leygardagin 25. november frá kl. 10-14. 75 ár Hósdagin 23. november fylti Johild Joensen, Tvøroyri 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 25. november í hølunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Annika Helgadóttir Joensen, av Hvítanesi, hevur lokið prógv sum sálarfrøðingur við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Kári Davidsen, úr Havn, hevur lokið prógv sum løgføðingur við lærda háskúlan í Keypmannahavn.