fríggjadagur 24. november 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 228 - 24. november 2006
26 av sínum 43
árum hevur Gunnar
Mohr starvast hjá
Poul Michelsen.
Hann hevur ongan
tíð fingið eina tí
einastu lønarkrónu
aðrar vegir, og tí
kennir nýggi stjórin
fyritøkuna út í æsir
Starvssetan
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um eina lítla stór
hending í fyritøkuni, tá P/F
Poul Michelsen í gjár hevði
nevndar- og aðalfund. Her
varð leiðslan í fyritøkuni
nevnliga umskipað, soleiðis
at hon nú telur tveir stjórar.
Ein víðkan, sum meira ella
minni er vorðin neyðug, nú
fyritøkan er vaksin somikið
nógv. Umframt Sólrun
Michelsen, ið heldur fram
sum forstjóri, er Gunnar Mohr
nú eisini stjóri. Ein veruleiki,
sum tykist sampakkað væl
við yrkisleiðina hjá Gunnari.
Ein yrkisleið, sum bara hevur
fevnt um eitt og sama felag.
– Eg byrjaði at arbeiða
onkrar summarferiur, og tá
eg so varð liðugur í skúla
í 1980 fekk eg fast starv á
goymsluni. Síðani fór eg í
skrivstovulæru, var aftur á
goymsluni eina tíð, áðrenn eg
spakuliga fekk fleiri og fleiri
leiðslukendar uppgávar.
Fyrst sum innkeypsstjóri,
síðani sum sølustjóri, og nú
eri eg so ordiligur stjóri sigur
hann við einum smíli.
Royndirnar eru
eitt pluss
Sjálvur annar keypti Gunnar
seg inn í fyritøkuna fyri
nøkrum árum síðani, og tí er
tað á ongan hátt ónáttúrligt,
at hann nú eisini er við til at
mynda formligu leiðsluna.
Og hann metir tað avgjørt
vera ein fyrimun, at hann
at kalla kennir hvønn krók
í fyritøkuni.
– Vandin kann sjálvandi
vera, at einki nýtt hendir,
men tað er so millum annað
mín uppgáva at tryggja, at
tann støðan ikki íkemur.
Hinvegin hevur talan tey
seinastu nógvu árini verið
um eina fyritøku í rúkandi
menning. Vit hava í dag um
50 fólk í starvi, og megna
vit at halda so nøkunlunda
fast í hesi menning, er heilt
væl sloppið.
– Tí fyrst og fremst, so
ræður um at fylgja við í tíðar
andanum. Sum eg síggja tað,
so er talan at kalla um út-
ella avvikling. Handilslívið
í Føroyum sum heild mennir
seg nógv. Nýggj krøv verða
støðugt sett okkum frá
kundunum, og hesum mugu
vit fylgja. Og sjálvandi
mugu vit eisini royna at vera
framman fyri hesi krøv og
ynski, um tað kann lata seg
gera, sigur Gunnar.
Starvsfólkini í fokus
Við somikið drúgvum áramáli
á sama stað, kundi onkur
freistast at kalla Gunnar
fyri trygdarnarkoman, men
hesum tykist hann ikki vilja
sameinast heilt so væl við.
– Tað er meira tað, at mær
hevur dámt somikið væl her.
Júst trivnaður er eftir míni
fatan eisini týdningarmesti
luturin á einum modernaðum
starvsplássi. Starvsfólkini
eru so nógv tað størsta aktiv
ið, sum vit hava, og í so máta
hava vit verið heppin – ella
dugnalig um tú vilt. Sjálvandi
vil ein ávís útskifting altíð
vera, og tí hava vit sum so
einki ímóti. Men vit hava
samstundis eina sera góðu
stammu av fólki, sum hava
verið her í nógv ár, og tað
tryggjar fyritøkuni neyðuga
stabilitetin. Ein stabilitet,
sum eg vónandi eisini kann
vera við til at varveita og
menna, heldur hann.
»Firmaets mand« vorðin stjóri
Hóast hann bert er 43 ár, so hevur Gunnar Mohr longu hildið silvurbrúdleyp við fyritøkuni, sum hann nú skal stjórna
Mynd: Jens Kristian Vang
nøvn
Ein býbussur rendi á ein
vøruvogn uppi við Bónus í
Havn. Eitt ferðafólk var við
í bussinum. Vakthavandi
á løgreglustøðini í Havn
veit ikki so nógv at siga, tí
at tað er so nýligani hent í
skrivandi løtu.
– Vognurin og bussurin
rendu saman uttanfyri
Bónus í Havn. Eitt ferðafólk
var við bussinum. Tað var
ein kona, og hon boðaði
løgregluni frá. Bussførarin
var ikki so væl fyri, og
sjúkrabilurin kom eftir
honum, sigur vakthavandi á
løgreglustøðini í Havn.
Sum tað sæst á myndini,
varð bussførarin borin við
børu í sjúkrabilin.
Býbussur
rent á ein
vøruvogn