fríggjadagur 24. november 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2006
15
Fríggjadgin 17.
november skipaði
nevndin í P/f Post
verki Føroya fyri
almennari móttøku
á Frímerkjadeildini
á Argjum í sambandi
við at Sofus Clement
sen tók við sum
stjóri á stovninum 1.
oktober 2006
Móttøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Sofus Clementsen er nýggjur
stjóri í P/f Postverki Føroya.
Sofus er 41 ára gamal og
hevur seinastu 10 árini búð og
starvast í Danmark, har hann
millum annað hevur starvast
hjá altjóða teldufyritøkuni
CSC. Har hevur hann verið
programmleiðari í fyritøk
uni, sum hevur 80.000
starvsfólk um allan heimin.
Harumframt starvaðist hann
eitt áramál hjá ATP sum
verkætlanarleiðari.
Sofus hevur eisini royndir
innan føroyska vinnulívið,
eitt nú starvaðist hann eitt
áramál á Elektron. Hann er
útbúgvin MBA frá Danmarks
Tekniske Universitet og HD
frá Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn.
Hann sær tað sum eina
stóra avbjóðing og eitt tað
mest spennandi, sum kundi
henda í lívi hansara júst
nú, at sleppa at ganga á
odda fyri at nútímansgera
postverkið.
Undir móttøkuni hildu
Bjarni Djurholm, lands
stýrismaður, Jan Danielsen,
nevndarformaður í P/F Post
verk Føroya og Sofus sjálvur
røðu.
Jan Danielsen segði m.a.,
at tað var honum ein stór
gleði vegna Postverk Føroya
at bjóða Sofusi vælkomnum,
og samstundis takkaði hann
honum fyri, at hann valdi at
taka av hesi avbjóðing.
Sofus bleiv valdur út frá
sínum persónligu dygdum,
sínum útbúgvingum og sínum
drúgvu leiðsluroyndum ser
liga uttanlands. Vit meta at
hann, við sínum persónligu
eginleikum og góðu fakligu
førleikum og royndum, er
rætti persónurin at leiða
Postverk Føroya inn í hesa
nýggju tíðina.
Heimurin vit liva í í dag
umskiftist alsamt meira og
meira og við størri og størri
ferð – hetta merkir, at vit
eisini sjálvi mugu umstilla
okkum skjótari og skjótari,
skulu vit fylgja við. Vit
síggja øll fram til eitt gott
og gevandi samstarv, sum
vit vænta okkum nógv av,
segði Jan Danielsen, nevnd
arformaður í Postverki
Føroya.
Tað var 1. januar 2005 at
P/f Postverk Føroya varð
umlagt til partafelag.
Sofus Clementsen, postverksstjóri:
Spennandi avbjóðing
at leiða Postverkið
nøvn
1. oktober tók Sofus Clementsen við sum stjóri á P/f
Postverki Føroya
Sofus saman við og konuni, Tordis
Jan Danielsen, nevndarformaður í P/F Postverk Føroya, segði m.a., at Sofus bleiv valdur út frá sínum persónligu dygdum og
drúgvu leiðsluroyndum
Sofus Clementsen saman við Bjarna Olsen og Finn Danberg frá
Føroya Sparikassa
Richard Mortensen frá Føroya Tele heilsar upp á Sofus
Sofus og Heðin Mortensen, borgarstjóri
Bjarni Djurholm
landsstýrismaður
heilsar upp á
postmeistarfrúuna