fríggjadagur 24. november 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 228 - 24. november 2006
ítróttur
Í gjár fylti
fimleikafelagið,
Støkk, 40 ár. Støkk fer
at hátíðarhalda 40 ára
dagin um vikuskiftið.
STØKK
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tann 23. november 1966
bleiv
fimleikafelagið,
Støkk, sett á stovn. Grund
in til fimleikafelagið á
Glyvrum bleiv annars
løgd nakað áðrenn 1966.
Jóhann Kjeld, sum var ein
av stovnarunum av nýggja
fimleikafelagnum, bleiv
liðugur á Læraraskúlanum í
1964. Hann flutti til Funnings
fjarðar, og samstundis fekk
hann starv sum lærari í
skúlanum á Glyvrum. Hetta
bleiv byrjanin hjá einum av
størstu fimleikafeløgum í
landinum.
Prátaðu um
fimleikafelag
Um somu tíð, sum Jóhann
Kjeld bleiv lærari á Glyvrum,
vóru fólk farin at tosa um
at gera eitt fimleikafelag.
Jóhann Kjeld hevði gjørt
fimleik frá barnsbeini av,
so hann var beinanvegin
klárur at hjálpa til. Hann
bleiv spurdur, um hann
ikki kundi venja børnini í
fimleiki, og um hann gjørdi
hetta, so skuldi hann fáa ein
bil afturfyri, so hann kundi
koyra aftur og fram í millum
Funnigsfjørð og Glyvrar.
Fimleikurin byrjaði spaku
liga í árunum 1964 og 1965,
men hetta bleiv gjørt uttan
nakað felag. Jóhann var lær
ari, so tað lá væl fyri hjá hon
um at venja børnini. Honum
dámdi hetta stak væl, men
enn manglaði at fáa eitt fel
ag, at standa aftanfyri hann
og fimleikin.
Hesar ætlanir komu enn
nærri, tá Kaj Åge Troest
í 1966 fekk læraraprógv.
Jóhann og Kaj Åge Troest
kendust væl, so tá Kaj Åge
flutti inn til Runavíkar, so
byrjaðu hesir báðir at tosa
um fimleikin og eitt fim
leikafelag.
Navnið
Ætlanirnar til eitt felag vóru
nú so stórar, at avgerð bleiv
tikin um at seta eitt felag
á stovn, so nú var bara at
finna eitt navn. Jóhann,
Kaj Åge og báðar konurnar
settu seg so niður at gera eitt
sokalla “brainstorm” um
navnið, og tey komu fram á
20 nøvn, sum kundu blíva
møgulig nøvn hjá nýggja
fimleikafelagnum.
Ein dagin var navnið,
Støkk, komið fram fyri teirra
oyrum. Ein øgiligur látur
stóðst av hesum navninum,
men tey valdu tó at taka
Støkk við í teirra brainstorm.
Ta tey so høvdu savnað
hesi 20 nøvnini skuldu tey
finna fram til tað besta. Her
valdu tey at taka eitt navn av
listanum fyri og annað eftir,
og hvørja ferð tey komu til
navnið, Støkk, so valdu tey
at halda fast um hetta.
Sjálvt um stórur látur hevur
verið av navninum Støkk, so
var hetta seinasta navnið,
sum stóð eftir á listanum.
Tann 23. november 1966
bleiv nýggja fimleikafelagið
á Glyvrum so sett á stovn,
og Støkk gjørdist navnið á
felagnum.
Blivu betri og betri
Nú var fimleikafelagið so
endiliga sett á stovn, so nú
var bara at fara í gongd.
Bæði Kaj Åge og Jóhann
vóru lærarar, so teir kendu
nógv til børnini. Størsti
denturin bleiv eisini lagdur
á børnini í byrjanini, men tó
so, tey vaksnu gjørdu eisini
fimleik.
Kappingar manglaðu tó
enn, og tí bleiv avtala gjørd
við Havnar Fimleikafelag
um at hava ymsar kappingar.
Hetta gótók Havnar Fim
leikafelag, og so blivu kapp
ingar gjørdar av og á. Her
var stórur munur á liðunum,
og fimleikafelagið í Havn
hølvaði Støkk av tey fyrstu
árini.
So líðandi bleiv Støkk
tó betri, og mitt í 70’unum
eydnaðist Støkk at vinna
fyrstu ferð á Havnar Fim
leikafelag. Eftir hetta er
kappingin blivini harðari
og harðari í millum Støkk
og Havnar Fimleikafelag,
og nú er eisini eitt nýtt
fimleikafelag komið í Havn,
nevniliga Ljósið.
Síðsta góða úrslitið í
søguni hjá Støkk kom, tá
fimleikafelagið av Glyvrum
fyri fáum vikum síðani vann
fimleikafagnaðin. Hetta er
størsta hending í fimleikinum
í Føroyum, so Støkk fekk eina
ótrúliga føðingardagsgávu
frá fimleikarunum. Kom
andi ár fær Støkk eisini
eina spildurnýggja høll,
so framtíðin hjá fimleika
felagnum, Støkk, sær sera
ljós út.
Støkk 40 ár
Tann 23. november fylti Støkk 40 ár. Fimleikafelagið á Glyvrum fer at halda 40 ára dagin við ymiskum tiltøkum um vikuskiftið
Hølvaðu
Make-
donia av
Føroyska
kvinnulandsliðið í
fótbólti vann ikki
minni enn 7-0 í
seinasta dystinum í
undankappingini í
Makedonia.
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trivaligi sigurin rakk tó
bert til eitt triðjapláss í
bólkinum. Undan seinasta
dystinum hevði føroyska
liðið nevnliga tapt tepurt
fyri bæði Wales og Kasakh
stan, og tí var eingin
møguleiki at vinna seg
longur fram. Men tað er
tó lítil ivi um, at trivaligi
sigurin á vertunum var
ein sera góður endi á
kappingarárinum hjá
fótboltskvinnum okkara.
Føroysku málini í dyst
inum skutu Rannvá
Andreasen (4), Malena
Josephsen (2) og Eyðfríð
Kristiansen.
Ensk succes
í UEFA-
kappingini
Tað gongir væl hjá ensku
feløgunum í UEFA-
kappingini. Newcastle
vendi einum hóttandi tapi
til ein 2-1 heimasigur, tá
teir møttu Celta Vigo.
Sigursmálið kom í síðstu
minuttunum. Við sigrinum
hava teir fult stigatal.
Tottenham vann eisini, tá
teir leiktu á útivølli ímóti
Leverkusen. Berbatov
gjørdist dagsins maður,
tá hann skoraði einasta
málið í 1-0 sigrinum
ímóti sínum gamla felag.
Blackburn fekk eisini eitt
gott úrslit á útivølli, tá
teir leiktu 0-0 í Hollandi
ímóti Feyenoord. Við
úrslitunum í triðja umfari
hava øll tey ensku liðini
tryggja sær víðari luttøku
í UEFA-kappingini.
tj
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801