Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. november 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 228 - 24. november 2006 ] Brak verður í odd­ inum í meistara­ deildini hjá monnum leygardagin, tá Mjøln­ir tekur ímóti Fram. Trý lið eru jøvn í oddinum, so vinnarin av hesum dystinum leggur seg einsamallan á odda MANSFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Undan dystunum síðsta viku­ skiftið lá ÍF einsamalt á odda við fullum stigatali, men sunnudagin tapti ÍF sín fyrsta dyst, tá teir leiktu toppdyst ímóti Mjølni í Klaksvík. Sigurin hjá Mjølni hevur ført við sær, at trý lið nú liggja stavn um stavn í oddinum við átta stigum. ÍF hevur tó leikt ein dyst færri. Í vikuskiftinum verður bert ein dystur á skránni í meistaradeildini hjá monn­ um. Tá verður aftur topp­ dystur í Klaksvík, har Fram kemur á vitjan hjá Mjølni. Gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Gestirnir úr Fram hava vunnið sínar síðstu tveir dystir, meðan Mjølnir hevur vunnið tríggjar dystur á rað. Av teimum trimum sigrunum hjá Mjølni hava teir vunnu á bæði Fram og ÍF, so Mjølnir tykist vera flúgvandi í løtuni. Fyri trimum vikum síðani møttust júst hesi bæði liðini í Hoyvíkshøllini. Ta ferðina vann Mjølnir 3-1, og serliga í fyrsta og øðrum setti av hesum dystinum vísti Mjøln­ir stórspæl. Teir snøgt sagt hølvaðu Fram av, so spennandi verður at síggja, um Fram megnar at leggja trýst á Mjølnir í Klaksvík. Tað er av stórum týdningi hjá báðum liðunum at vinna dystin leygardagin. Av tí at bara ein dystur er á skránni hetta vikuskiftið, so fer vinn­ arin av hesum dystinum at leggja seg einsamallan á odda í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin millum Mjølnir og ÍF verður í KÍ-høllini leygardagin kl. 16.00. Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum, tá TB tekur ímóti Drátti leygardagin. Vinnur TB, so er púra javnt í oddinum í bestu kvinnudeildini, meðan Dráttur við einum sigri kann taka oddasessin KVINNUFLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Kappingin í bestu kvinnu­ deildini hevur verið sera jøvn í ár. Dystirnir hava ver­ið javnir, og tað tykist, sum øll liðini kunnu taka stig frá øllum. Í oddinum liggja fýra lið sera jøvn, og tvey av hesum bresta saman í vikuskiftinum. Oddabrak verður nevniliga í Trongisvági, har TB tekur ímóti oddaliðnum, Drátti. Hesi bæði liðini hava ikki havt ta bestu gongdina und­ an dystinum leygardagin. Miku­dagin spældi Dráttur á heimavølli ímóti Mjølni, og her megnaði Mjølnir at vinna, eftir at Dráttur vann tvey tey fyrstu settini. Hjá TB hevur heldur ikki gingið ov væl í seinastuni. Síðsta leygardag vunnu tær í Kollafirði, men sunnudagin vóru tær aftur í dysti, og tá taptu tær í Sørvági fyri SÍ. So nú skulu hesi bæði liðini royna at koma aftur á røttu kós í toppdystinum leygardagin. Fyri trimum vikum síðani møttust júst hesi bæði liðini á Giljanesi, og tá megnaði Dráttur at vinna dystin 3-1, sjálvt um TB vann fyrsta settið. Nú hevur TB møguleikan at hevna tapið á Giljanesi, og við einum sigri kunnu tær leggja seg undir liðuna á Drátti og ÍF, men vinnur Dráttur, so leggja tær seg einsamallar á odda í meist­ aradeildini hjá kvinnum. Toppdystur í Klaksvík TB og Dráttur bresta saman Toppdystur verður í KÍ-høllini leygardagin, har Mjølnir tekur ímóti Fram. Vinnarin leggur seg á odda í meistaradeildini hjá monnum Botn­ dystur í Klaksvík Botndystur verður í Klaksvík í meistaradeildini hjá kvinnum, tá Mjølnir tekur ímóti KÍF. Megnar Mjølnir at vinna, so nærkast tær ovaru liðunum KVINNU­ FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey lið liggja klárt aft­ ast í meistaradeildini hjá kvinnum, og júst hesi bæði liðini bresta saman í Klaksvík leygardagin. Á aftasta plássi liggur KÍF. Tær hava bert vunnið ein dyst í ár, og tann sigurin kom í fyrsta umfari, tá tær vunnu á SÍ. Eftir hetta hava tær tapt allar dystirnar, men fleiri ferðir hava tær verið nær við. Hjá Mjølni hevur held­ ur ikki gingið ov væl. Tær liggja næstaftast við fýra stigum, men gongd­in hevur ikki verið so galin síðstu dyst­ir­nar. Mikudagin fingu tær best møguligu upptakt til botndystin ímóti KÍF, tá tær heldur óvæntað vunnu á 3-2 á Giljanesi ímóti Dráttu. Við sigrinum sluppu tær eisini av aftasta pláss­inum fyri fyrstu ferð í ár. Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr í ár, tá tey brustu saman í Kolla­firði. Tann dystin vann Mjølnir 3-1. Vinn­ur Mjølnir dystin leygardagin, so nærkast tær ovaru liðunum, með­an KÍF helst má vinna dystin, fyri at tær ikki skulu liggja púra einsamallar niðast í bestu kvinnudeildini. Ungir leikarar halda fram í EB/Streymi EB/Streymur hevði eitt gott kappingarár í ár, tá teir endaðu á øðrum plássi í Formula deildini. Nú hava fimm av ungu leikarunum, sum hava fingið teirra fótbóltsuppaling í felagnum, longt um teirra sáttmálar við EB/Streym. Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen, Marni Djurhuus og brøðurnir Gert og Arnbjørn Hansen hava allir skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála. Hesir hava verið millum berandi kreftirnar á EB/Streymaliðnum í ár, og tí hevur EB/Streymur tryggja sær eina góða grund at byggja liðið á komandi árini. OB fáar minuttur frá sigrinum Danir hava bara eitt lið við í bólkaspælinum í UEFA-kappingini. OB spældi í gjár á heimavølli ímóti franska liðnum Lens. Dystn var javnur í byrjanini. Lens hevði bóltin meir, meðan OB royndi mest upp á skjótálop. Í fyrra hálvleiki kom einki mál, men í 58. minutti bragdaði hjá OB, tá teir skoraðu eftir skjótálop. Rajko Lekic spældi Tobias Grahn púra leysan, og so var 1-0. Henda støðan helt sær líka til tveir minuttir áðrenn tíð, tá Lens megnaði at javna eftir innlegg úr høgru. OB kann tó enn tryggja sær víðari luttøku, men til hetta krevst eitt stig á útivølli ímóti Osasuna.